mikudagur 18. juni 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 18. juni 2003
19
18
Nr. 112 - 18. juni 2003
Jákup Reinert Hansen, so
tað var so náttúrligt, at
valið fall á hana.
Fríggjakvøldið lat Poul
Hans Jákup Debes upp eina
forvitnisliga myndafram-
sýning, sum var sera væl-
vitjað. Elis metir, at tað
munnu hava verið eini 250
fólk inni á gólvinum bara
leygardagin. Hetta vóru alt
myndir úr Skopun – av
eldri fólkum, summi av
teimum, sum ei longur eru
millum okkum og so eisini
nútíðarmyndir.
– Báðar framsýningarnar
vóru vælvitjaðar. Tað er
torført at siga nakað tal, tí
tað komu so nógv fólk til
Sandoyar um hvítusunn-
una, greiðir Elis frá.
Hátíðardámur og sorg
Sannur hátíðardámur var í
Skopun allar átta dagarnar.
Og tað merktist væl í allari
oynni, at nógv avbygdafólk
eisini var komið. Og nógvir
burturstaddir skopuningar
høvdu eisini lagt sær tað
soleiðis tilrættis, at teimum
eydnaðist at vera heima júst
til hetta hátíðarhaldið. Tað
flaggaði í bygdini allar átta
dagarnar, men eitt setti
somuleiðis sín serstaka
dám á. Eitt andlát var í
bygdini fríggjadagin beint
fyri hvítusunnuna, og tá
fóru øll fløggini í hálva
stong. Og tað sama var
aftur 2. hvítusunnudag, tá
líkið kom suður. Hóast
hátíðarhaldið alment var av,
so fóru øll fløggini í hálva
stong aftur tá. Hetta var eitt
greitt tekin um virðing frá
hátíðarhaldinum. Tí hóast
hátíðardámur var í bygdini,
so varð gjørt rúm fyri at
vísa virðing fyri einum,
sum ei longur er her á fold.
Við fløggunum vísti Skop-
unar bygd sína samkenslu
við teimum avvarandi og
virðing fyri tí deyða.
1. hvítusunnudag helt
Petur Martin Rasmussen
prædikuna fyri eini enn
einaferð fullsettari kirkju.
Um kvøldið var tað so
sóknarpresturin
Jákup
Reinert Hansen, sum præ-
dikaði.
Og 2. hvítusunnudag var
tað Bjarni Bæk, dóms-
prósturin, sum prædikaði til
sjálva hátíðargudstænast-
una. Bispur sjálvur var
burturstaddur hendan dag-
in. Eftir gudstænastuna
skipaði kirkjuráðið fyri
borðhaldið fyri innbodnum.
Síðani var fólkafundur.
Gerhard Lognberg stýrdi
fundinum. Fyrst helt Jákup
Reinert Hansen andakt,
síðani helt Sigurd Bærent-
sen, lærari, røðu, har hann
hugleiddi um søguna hjá
kirkjuni líka frá tí, at trøini
vórðu feld til dagin í dag.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum Høgni Hoy-
dal helt somuleiðis eina
røðu umboðandi Føroya
Landsstýri. Hátíðarhaldið
endaði alment við, at Ger-
hard Lognberg, sami mað-
urin sum setti tað, sleit tað
aftur. Og tá hevði tað vart í
átta dagar.
Serliga hetta við, at tað
vóru fleiri gudstænastur
hildnar hesar átta dagarnar
gjørdi tað serstakliga týðu-
ligt, at her var talan um eitt
kirkjuligt hátíðarhald, so
tað vil siga, at endamálið
hjá fyrireikarunum varð
nátt.
Hátíðarhaldið í
sambandi við, at tað
eru liðin 100 ár,
síðani skopuningar
fyrstu ferð fingu
prædiku í kirkjuni á
føroyskum vardi í
heilar átta dagar. Har
vóru framsýningar,
fólkafundur og
gudstænastur á
skránni
HÁTÍÐARHALD
Orð: Solby A. Eliasen
Myndir: Óskar Óskarsson
– Hátíðarhaldið eydnaðist
til fulnar, sigur Elis Poul-
sen, sum er ein av fyri-
reikarunum.
Tey fýra, sum hava skip-
að fyri eru: Eyðfinn Stórá
frá Skopunar kommunu,
Heðin Jacobsen fyri kirkju-
ráðið í Skopun, Torgerð
Joensen fyri ungmanna-
felagið og Elis Poulsen.
– Øll feløgini vóru samd
um, at hetta skuldi hátíðar-
haldast, og so fór arbeiðið
ígongd, og tað má eg siga,
at tað hevur gingið fyri-
myndarliga væl. Hetta er
eitt tað besta, sum eg havi
verið við til at fyrireika,
sigur fryntiligi útvarpsmað-
urin. Alt eydnaðist til fuln-
ar. Og veðrið var bara heilt
gott allatíðina.
– Várharra hevur so av-
gjørt verið við okkum alla-
tíðina, tað er púra vist,
sigur Elis og leggur aftur at,
at tað regnaði av grimd
dagin eftir, at hátíðarhaldið
varð liðugt.
Elis leggur dent á, at
hetta hevur verið eitt
kirkjuligt hátíðarhald.
–
Her
hevur
ongin
politikkur ella nakað annað
verið við. Hetta er eitt reint
kirkjuligt hátíðarhald, og
soleiðis vildu vit eisini hava
tað, sigur hann.
Hátíðarhaldið byrjaði 1.
juni við, at Gerhard Logn-
berg, borgarstjóri í Skopun
setti tað. Hetta fór fram í
ungmannafelagshúsunum
Samljóð. Og har lat so ein
framsýning av gomlum
skjølum upp. Millum onnur
vóru skjøl frá 1894, har
fólk settu fram ynski um at
fáa eina kirkju bygda í
Skopun. Og hon kom so í
1897. Jørgen Falk Rønne,
sum var prestur á Sand-
oynni ta tíðina, gjørdi eitt
stórt arbeiði fyri kirkjuna.
Nøkur brot úr frásøgnum
hjá honum vóru eisini á
framsýningini. Og somu-
leiðis var fyrsta urgan í
Skopunar kirkju eisini við.
Rúni Hentze spældi upp á
hana, og hetta var fyrstu
ferð í næstan 100 ár, at tað
bleiv spælt upp á hesa
urguna í Skopun. Søgan
aftan fyri urguna er, at
fyrsti organisturin í Skop-
unar kirkju, Karen Reinert
átti urguna, og hon lat hana
til dóttur sína, Bodil Poul-
sen. Bodil hevur tilknýti til
Adventistakirkjuna, og hon
lat urguna aftur til Skop-
unar kirkju til minnis um
móður sína.
Elis sigur, at tað var ein
sera rørandi løta, meðan
Rúni spældi upp á urguna.
– Tað var heilt ótrúligt at
hoyra, hvussu væl urgan
ljóðaði. Eg hevði ikki trúð,
at hon var so væl varðveitt,
sigur hann.
Góðir fyrilestrar
Í sambandi við hátíðarhald-
ið vóru tveir fyrilestrar á
skránni.
Jóan
Hendrik
Winther Poulsen helt ein
fyrilestur um kristni og
mál. Petur Martin Rasmus-
sen helt ein fyrilestur útfrá
føroyska málinum í kirkj-
uni við støði í tí, sum hendi
í Skopun í 1902 og 03. Eftir
hansara fyrilestur, sum var
hóskvøldið, var eitt gott og
lívligt kjak. Fyrilesturin hjá
Jóan Hendriki var týs-
kvøldið. Og nógv fólk var
til báðar.
Mikukvøldið
var
ein
gudstænasta, har Inga Dam
Poulsen, prestur, prædikaði
fyri fullari kirkju.
Elis Poulsen greiðir frá,
at tað var av stórum týdn-
ingi fyri fyrireikararnar, at
kvinnurnar eisini komu at
seta sín dám á hátíðar-
haldið. Tí at skjalið, har
kravt var, at prædikurnar
skuldu verða á føroyskum,
var eisini undirskrivað av
kvinnum.
– Eg meini, at hetta má
hava verið ein av teimum
allarfyrstu ferðunum, at
kvinnur vóru virknar í
einum stríði í Føroyum.
Giftar so væl sum stakar
kvinnur skrivaðu undir, so
tað hevur verið tann størsti
parturin av bygdini, greiðir
Elis frá. Inga Dam Poulsen
hevur eisini verið prestur á
Sandoynni í eitt stytri
tíðarskeið sum vikarur fyri
100 ára hald í heilar átta dagar
Gerhard Lognberg, borgmeistari í Skopun bæði setti og endaði hátíðarhaldið
Bjarni Bæk, dómspróstur, helt prædikuna til sjálva hátíðargudstænastuna 2. hvítusunnudag
Fólkafundur varð
hildin "i det
grønne"
seinnapartin 2.
hvítusunnudag. Tá
hann var liðugur,
var hátíðarhaldið
at enda komið
Ein sera áhugaverd skjalaframsýning var í ungmannafelagshúsinum Samljóð, har
hátíðarhaldið somuleiðis varð sett av Gerhardi Lognberg
Sigurd Bærentsen, lærari, helt røðu á fólkafundinum, har
hann hugleiddi um søgu kirkjunnar frá tí, at trøini vórðu feld
til dagin í dag
Børnini hugnaðu sær óført í góðveðrinum í Skopun
Rúni Hentze spældi upp á ta fyrstu urguna, sum varð latin skopuningum aftur frá
Bodil Poulsen, dóttur Karin Reinert fyrsta organistin í Skopunar kirkju
C
M
Y
K
18