mikudagur 18. juni 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 18. juni 2003
21
UTTAN ÚR HEIMI
Skulu skjóta eftir
flóttafólkum
Italski ráðharrin í nýskipanarmálum, Umberto Bossi,
mælir nú landsins sjóverju til at skjóta við skørpum
eftir skipum og bátum, sum koma til Italia við flótta-
fólkum, sum ætla sær í land uttan at hava neyðug loyvi.
Við blaðið Corriere della Sera sigur ráðharrin, at
sjóverjan eigur at skjóta tvey ella trý ávaringarskot
fyrst, men er tað ikki nóg mikið til at fáa skip ella bátar
til at venda, eiga sjóverjuskipini at nýta kanónirnar.
Gera vit ikki tað, sleppa vit ongantíð av við trupul-
leikan við teimum ólógligu flóttafólkunum, sigur Um-
berto Bossi við blaðið.
Italskir andstøðupolitikarar og onnur finnast hvassliga
at ráðharranum. Tey spyrja millum annað, um ráðharrin
er til reiðar at biðja sjóverjuna skjóta eftir kvinnum og
børnum. Men tað tykist ikki ávirka Umberto Bossi. Við
Corriere della Sera sigur hann, at tey ólógligu
flóttafólkini mugu rekast burtur, sama hvørji tey eru.
Flyta fólk úr Sibiria
Tað var tann tíð, tá túsundtals russar vórðu noyddir at
flyta eystur til Sibiria, men nú ætla myndugleikarnir í
Moskva at gera tað øvugta.
Russland hevur havt stóran búskaparligan vøkstur
tey seinastu árini, men tey, sum búgva í teimum fjar-
skotnu bygdunum og býunum har eysturi í Sibiria, hava
fingið lítið burtur úr framburðinum. Har eru nógv
tvørturímóti endað í fátækradømi. Hendan trupulleikan
ætla myndugleikarnir í Moskva at loysa, og teir hava tí
gjørt av at flyta millum 200.000 og 600.000 fólk úr Si-
biria til leiðir í Mið- og Suðurrusslandi. Myndugleik-
arnir hava gjørt greitt, at fólk verða ikki flutt, vilja tey
ikki flyta.
Russiska stjórnin hevur sett einar 200 milliónir krón-
ur av til ætlanina, og harafturat hevur Heimsbankin
játtað Russlandi 300 milliónir krónur í stuðuli til teirra,
sum velja at flyta úr Sibiria.
Stór bílegging
Arabiska flogfelagið Emirates, sum hevur høvuðsstøð í
Dubai, hevur bílagt flogfør fyri heilar 120 milliardir
krónur frá evropeisku verksmiðjuni Airbus og amerik-
ansku Boeing.
Emirates skal hava 41 flogfør frá Airbus og 26 frá
Boeing, og bíleggingin sigst vera ein tann størsta
nakrantíð í flogsøguni. 21 av Airbus-flogførunum eru
av einum nýggjum slagi, sum fer at taka 555 ferðafólk,
og sum ætlandi verður sett í flúgving um trý ár. Tað
verður heimsins størsta ferðamannaflogfar.
Emirates ætlar, at øll tey 67 flogførini skulu setast í
flúgving innan 2010, og tá fer felagið at hava 125 flog-
før. Felagið væntar at flyta 30 milliónir ferðafólk í
2010 og ætlar at fara undir fleiri nýggjar rutur.
80 ára gomul og við barn
Tann 80 ára gamla pakistanska kvinnan Kurshid Bibi
varð í skundi flutt á sjúkrahús nú ein dagin, tí hon
hevði fingið so ilt í búkin. Men á sjúkrahúsainum stað-
festu læknarnir, at hon var við barn, skrivar tíðinda-
stovan Anarova.
Læknin Fatima Surraiy, sum eisini er talskvinna hjá
Multan-sjúkrahúsinum, sigur við Anarova, at tann 80
ára gamla varð bæði ovfarin og illa við, tá hon fekk
boðini frá læknunum. Eitt var, at boðini komu óvart á
hana, men uppaftur verri var, at hon visti ikki, hvussu
hon skuldi greiða børnunum og ommubørnunum frá,
hvussu vorðið var, sigur læknin.
Kurshid Bibi og 85 ára gamli maður hennara, Ahmen
Din, giftust í 1950. Árið eftir fingu tey tað fyrsta
barnið, so her er langt ímillum tað elsta og tað yngsta.
Heimsheilsustovnuri
n WHO hevur tikið
fleiri av ávaringunum
ímóti SARS aftur.
SARS
Árni Joensen
Í gjár kunngjørdi WHO, at
ferðafólk, sum ætla sær til
Taiwan, nýtast ikki longur
at stúra fyri herviligu
lungnasjúkuni SARS, tí
smittuvandin har er sera
lítil. Fyrradagin kunngjørdi
stovnurin, at nú kunnu fólk
aftur ekkaleys ferðast til
allar landspartar í Kina við
undantak av sjálvum høv-
uðsstaðnum Beijing.
WHO sigur, at smittu-
vandin er hasaður av í øll-
um teimum londunum, sum
SARS er staðfest í. Fólk,
sum fingu sjúkuna, eru
vorðin frísk, og tað er langt
ímillum, at tað frættist um
nýggjar tilburðir.
Heimsheilsustovnurin
sigur eisini, at eftirlitið við
sjúkuni er bøtt munandi
seinastu tíðina.
Danska stjórnin vil
nú hava A.P.Møller-
Mærsk at rinda meiri
fyri oljurættindini í
Norðsjónum.
DANMARK
Árni Joensen
Borgarliga stjórnin í Dan-
mark leggur nú trýst á
risastóru
fyritøkuna
A.P.Møller-Mærsk fyri at
fáa hana at rinda ríkis-
kassanum størri part av
vinninginum av oljufram-
leiðsluni í danska partinum
av Norðsjónum.
Galdandi sáttmáli millum
statin og A.P.Møller er
galdandi í tíggju ár afturat,
men
Bendt
Bendtsen,
vinnumálaráðharri, sigur,
at stjórnin vil hava meiri
burtur úr sáttmálanum.
Leiðslan
í
A.P.Møller-
Mærsk hevur sagt, at verð-
ur avgjaldið til statin hækk-
að, kann roknast við, at
áhugin fyri at leita eftir
nýggjum olju- og gassleið-
um og at gera nýggjar íløg-
ur í vinnuna verður tilsvar-
andi minni. Harafturat hev-
ur leiðslan sagt, at hægri
avgjald fer at avmarka
áhugan hjá felagnum og
øðrum feløgum at bjóða
upp á tey donsku rættind-
ini, tá verandi sáttmáli fer
úr gildi. Men hetta tykist
ikki ávirka ráðharran.
A.P.Møller-Mærsk eigur
39 prosent í Dansk Under-
grunds Consortium, sum
seinastu 41 árini hevur havt
rættindini til at vinna olju
og gass í danska partinum
av Norðsjónum, og hildið
verður, at avlopið hesi árini
hevur verið slakar 61
milliardir krónur. Serliga
tey seinastu árini er avlopið
vaksið nógv.
Í februar kravdi ein
meiriluti í Fólkatinginum,
at stjórnin skal kanna, um
tað ber til at útvega ríkis-
kassanum størri part av
olju- og gassvinninginum.
Teir báðir stjórnarflokkar-
nir vóru ímóti avgerðini,
men noyddust at gera eftir
kravinum frá meirilutanum.
Vinstravongurin í Fólka-
tinginum sigur, at ríkis-
kassin skal hava millum
tríggjar og tíggju milliardir
krónur um árið aftur fyri
oljurættindini, og Fram-
burðsflokkurin, sum annars
er
stuðulsflokkur
hjá
stjórnini, hevur kravt, at
avgjaldið til ríkiskassan
skal hækka munandi.
Staturin skal hava meiri burtur
úr oljuni
SARS ger minni um seg
Læknar á einum kinesiskum sjúkrahúsi fegnast um, at tann seinasti SARS-sjúklingurin er útskrivaður
21
20
Nr. 112 - 18. juni 2003
Mánamorgunin fór
føroyska liðið, sum
skal vera við á Special
Olympics World
Summer Games 2003,
á flog úr Vágunum.
Føroyar luttaka við 10
ítróttarfólkum í 4
ítróttargreinum. Men
innan leikirnir verða
settir leygardagin,
verða føroysku
luttakararnir gestir í
norðurírska býnum,
Carrickfergus, har tey
eisini koma at venja
komandi dagarnar
ÍTRÓTTUR
Rúna Sivertsen
Special Olympics Summar-
leikirnir 2003 eru størsta
ítróttartiltak í hesum árin-
um við 7000 ítróttarfólk-
um, sum koma úr 160 lond-
um til at kappast í 23
ymiskum ítróttargreinum.
Eini 3000 venjarar og
hjálparar vera við, og
40.000 fólk hjálpa sjálv-
boðin til undir leikunum og
ítróttarvitjanini í Írlandi.
Føroyar luttaka í frælsum
ítrótti, borðtennis, boccia
og svimjing, og luttakarar-
nir eru: Meiken Olsen,
Marjun Niklasdóttir, John
Joensen,
Tórur
Hjalt
Jacobsen, Unn Mortensen,
Júst í Túni, Sidana Djur-
huus, Elvin Weihe, Durita
Strøm og Símun Petur
Zachariasen.
Okkara ítróttarfólk, sum
vóru endaliga úttikin stutt
fyri páskir, hava síðan í
heyst vant dúgliga og mið-
víst til hesar kappingarnar.
Gestir í Carrickfergus
Í 4 dagar undan leikunum
verða øll londini boðin at
vera gestir í onkrum írskum
býi. Føroyska liðið verður
gestur hjá norðuríska bý-
num, Carrickfergus, sum
eisini
syrgir
fyri,
at
ítróttarøki eru til taks, so
okkara ítróttarfólk fáa vant
hesar 4 dagarnar.
Vertsbýurin skipar fyri
ymiskum. Hugt verður eitt
nú inn á gólvið hjá borgar-
stjóranum, og vant verður í
frálíka Leisure Centrinum.
Eisini verður sight-seeing
til gamla slottið og kvøld-
undirhald, sum Lions Club
skipar fyri.
Mandela setir
leikirnar
Setanin, sum verður 21.juni
kl.18 í Croke Park í Dublin,
fer at vara 3 1/2 tíma. Pláss
er fyri 75.000 fólkum, og
tey fara at fáa eina minni-
liga uppliving.
Øll ítróttarfólkini ganga í
skrúðgongu inn á ítróttar-
økið. Special Olympics
flaggið fer í húnar hátt,
ítróttarfólkini siga fram
lyftið, og olympiski eldurin
kemur fram eftir longu
ferðina.
Tað verður fyrrverandi
suðurafrikanski forsetin,
Nelson Mandela, sum setir
leikirnar.
Undirhaldið verður fram-
úr við eitt nú írska sym-
foniska orkestrinum, einum
500 manskóri, sum telur
500 mans, Bono og U2 og
G5.
Í eldin leygardagin
Longu fyrrapartin 21.juni
fara tey fyrstu av okkara
ítróttafólkum í gongd við
innleiðandi kappingar, og
tey vera upptikin av kapp-
ingum allara dagarnar frá
21.-29.juni.
Á kvøldi 29. verður
endahátíðarhald, har m.a.
WestLife fer at spæla, og
30. juni kemur Special
Olympics Føroyaliðið heim
aftur til Føroya.
Føroyingar við í Dublin
Føroyska liðið saman við hjálparfólkunum beint undan fráferðini úr Vágunum mánamorg-
unin. Ítróttarliðið er mannað við: Meiken Olsen, Marjun Niklasdóttir, John Joensen, Tórur
Hjalt Jacobsen, Unn Mortensen, Júst í Túni, Sidana Djurhuus, Elvin Weihe, Durita Strøm og
Símun Petur Zachariasen
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
20