mikudagur 18. juni 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 18. juni 2003
23
Eftir fína róðurin á
Fjarðastevnuni halda
nógv róðrarfólk, at
tað á ein ella annan
hátt skal syrgjast fyri,
at umstøðurnar hjá
favorittunum verða
meiri eins í fyrstu FM
kappingini
FM KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Í trimum kappingum vóru
vinnararnir teir somu á
nýggju
Fjarðastevnuni,
sum teir vóru á norðoya-
stevnu í Klaksvík. Í hinum
trimum FM kappingunum
vóru nýggir vinnarar. Tað
er í sær sjálvum hugaligt, at
fleiri eru um boðið at vinna
einstøku
kappingarnar.
Men róðrarfólk og onnur,
sum hava fylgt við í teim-
um báðum FM kapping-un-
um, sum hava verið higar-
til, vísa á, at sera misjøvnu
úrslitini hjá fleiri manning-
um í hesum báðum róðrun-
um heilt víst hava við tað at
gera, at umstøðurnar at
rógva í Klaksvík vóru so
misjavnar hjá teimum, ið
lógu undir Kósalandinum,
og teimum, sum lógu undir
Stoksoyralandinum.
Kristian Eli Zachariasen,
sum er formaður í Klaks-
víkar Róðrarfelag, harmast
um, at manningarnar, sum
hava vant leingi undan FM
kappingini í Klaksvík, ikki
skulu kappast á jøvnum
føti. Eitt nú hava úrslitini
hjá Páll Fanga við monnum
verið so misjøvn í tveimum
teimum fyrstu kappingun-
um, at tað heilt víst ikki
bara hevur við avrikið hjá
manningini at gera.
– Norðoyastevnan er
tíðliga á sumrinum. Tí er
sannlíkið fyri eitt sindur
djálvutum sjógvi og vindi
væl størri, enn tað er, tá ið
tað bara er liðið einar tvær
vikur longri út á summarið.
Á róðrarøkinum í Klaksvík
hevur ættin rættuliga nógv
at siga. Bæði í fjør og í ár
var hann landsynningur við
nógvum vindi. Eingin, sum
fylgir við, ivast í, at hetta
bæði í fjør og aftur í ár
spældi nógv inn á, hvussu
bátarnir komu á mál. Teir
eystaru komu fyrri inn á
slætt, og tað fór skjótari at
ganga væl hjá teimum, enn
tað gjørdi hjá teimum hinu-
megin, sum kanska einar
hundrað metrar longri enn
teir eystaru megin vóru í
ósløttum sjógvi.
Skal ikki okkurt gerast
fyri at fáa umstøðurnar
meiri líkar hjá teimum, sum
kappast um fremstu pláss-
ini?
– Tað halda vit, sum
bjóða til kappróður á norð-
oyastevnu í hvussu so er.
Eg havi eisini ta fatan, at
tað eru so mong onnur, sum
eru av somu áskoðan. Á
heimasíðuni hjá okkum,
krf.fo, hava vit havt eina
quick poll kanning um
hetta, og har góvu umleið
tveir triðingar av teimum,
sum tóku lut, til kennar, at
tey tóku undir við, at
okkurt verður gjørt fyri at
fáa umstøðurnar hjá favor-
ittunum at vera meiri eins,
enn tær nú eru í Klaksvík.
Kristian Eli Zachariassen
vísir á tveir møguligar mát-
ar at loysa spurningin, sum
róðrarfólk síggja sum ein
trupulleika:
– Annar mátin er, at bát-
arnir á norðoyastevnu verða
lagdir út frá, hvussu teir
stóðu seg í FM kappingini
undanfarna ár ella út frá,
hvussu teir stóðu seg á
undanfarnu
ólavsøkuni.
Hin mátin, sum hevur verið
nevndur fyri at fáa eina
loysn á hesum spurningin-
um, er, at tað verður skipað
fyri undankappingarróðri.
Hetta kundi verið gjørt eitt
nú á bygdastevnuni, sum
plagar at vera á Skála eina
ella tvær vikur undan norð-
oyastevnuni.
Um henda loysnin hevði
verið vald, so hevði hon
mint um, tá ið teir undan
veruligu Formel 1 kapping-
unum taka tíð fyri at vita,
hvussu bilarnir skulu verða
plaseraðir, tá ið teir fara
undir veruligu kappingina.
Kristian Eli Zachariassen
roknar við, at spurningurin
um plaseringarnar á norð-
oyastevnu fer at verða tikin
uppaftur á næsta aðalfund-
inum hjá Róðrarsamband-
inum.
–
Spurningurin
varð
nevndur, tá ið avgerð skuldi
takast um, hvar sjeynda FM
kappingin skuldi leggjast.
Men tað varð ikki meiri
gjørt við hetta. Nú hava
kappingarnar her í Klaks-
vík og á Strondum av
álvara mint um, hvussu
nógv tað hevur at siga, at
umstøðurnar eru so líkar
hjá teimum, sum kappast,
sum tað ber til. Tí ivist eg
ikki í, at spurningurin fer at
verða tikin til nýggja við-
gerð.
Hannis Joensen, formað-
ur í Róðrarsambandinum,
hevur verið burturstaddur,
so tað bar ikki til at fáa eina
viðmerking frá honum um
henda spurningin. Ivaleyst
verður meiri at frætta um
hetta seinni.
Norðoyastevnan skal fáast upp á pláss
Á norðoyastevnu verða
bátarnir lagdir í tilvildarliga
startrøð, og hetta viðførir
ofta, at munurin á fremstu
bátunum verður í størra
lagið, sammett við hinar
stevnurnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Støðan í FM-kappingini
5-mannafør, dreingir
Stig íalt
stig, fjarðast.
1 Sílið
14
7
2 Havfrúgvin
9
5
3 Blikur
8
3
4 Tjaldrið
7
4
5 Royndin Fríða
3
2
6 Fípan Fagra
3
1
6-mannafør, kvinnur
1 Gongurólvur
14
7
2 Páll Fangi
10
5
3 Lómur
8
4
4 Smyril
6
3
5 Fortuna
4
2
6 Fuglfirðingur
2
1
5-mannafør, gentur
1 Blikur
12
5
2 Sílið
10
7
3 Havfrúgvin
8
4
4 Drekin
8
3
5 Ørnin
3
2
6 Firvaldur
3
1
6-mannafør, menn
1 Smyril
12
5
2 Jarnbardur
9
4
3 Páll Fangi
7
7
4 Strálan
7
3
5 Lómur
5
2
6 Sølmundur
2
0
7 Sundabáturin
1
1
8 Gongurólvur
1
0
8-mannafør
1 Ørvur
14
7
2 Argjabáturin
10
5
3 Kvívíkingur
8
4
4 Knørrur
6
3
5 Teistin
4
2
6 Toftabáturin
2
1
10-mannafør
1 Eysturoyingur
12
7
2 Havnarbáturin
11
4
3 Nólsoyingurin
9
5
4 Vestmenningur
6
3
23
Nr. 112 • mikudagur • 18. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Miðverjin á lands-
liðnum bíðar í tolni,
inntil hann fyrr ella
seinni fer at fáa
møguleikan í fremstu
røð
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Tá ið teir gulu og bláu úr
Brøndby í kvøld fara at
renna inn á heimavøllin og
kanska knappar tveir tímar
seinni fara at standa sum
meistarar, verður eingin
føroyingur í teirra parti.
Tað er ikki heilt rætt, at
eingin føroyingur verður í
teirra parti. Men føroying-
urin, sum er í teirra parti,
verður heilt víst ikki á vøll-
inum:
– Vit eru 23 spælarar í 1.
liðs hópinum. Vit venja
saman hvønn dag. Fyrra-
partin mánadagin vandu
vit, sum ikki vóru við í
framúr sigrinum á OB, eitt
sindur meiri, enn teir, sum
høvdu vunnið á OB. Men
vit venja saman, og vit
fingu allir burturav lagkøk-
uni, sum Michael Laudrup
bjóðaði. Hann hevði 39 ára
føðingardag sunnudagin.
Tað er Jón Rói Jacobsen,
sum framvegis er í Brønd-
by, sum vit hava á tráðnum.
Ert tú vísur í, at tú ikki
verður millum teir fyrstu
sekstan í kvøld?
– Um eg fái boð, so
verður okkurt øðrvísi, enn
tað hevur verið tær seinastu
ferðirnar. Vit møta allir 23
upp, vit eru allir í umklæð-
ingarrúminum, og vit eru
allir við til taktikk fundin.
Men tá ið dysturin verður
bríkslaður at byrja fara
nakrir okkara á áskoðara-
plássini, sum eru aftanfyri
beinkin, har venjararnir og
eykamenninir sita. Har var
eg sunnudagin, og har rokni
eg heilt víst við, at eg eisini
fari at vera í kvøld.
Ert tú ikki harmur um, at
tú ikki verður á vøllinum,
um tað eydnast Brøndby at
vinna DM í kvøld?
– Eg havi einki at harm-
ast um. Higartil hevur tað
gingið so væl, sum tað
kundir roknast við. Eg eri
tætt at liðnum, men tað
hevur ikki verið brúk fyri
øðrum enn teimum fyrstu,
tí vit hava ikki havt leik-
bann, og eingin hevur verið
skaddur.
Metir tú teg at vera fyrsta
eykamannin í miðverjuni?
– Eg veit tað ikki rættu-
liga. Eg rokni við, at
Morten Wieghorst, sum var
leikbannaður sunnudagin,
og sum oftast er á mið-
vøllinum, kann setast aftur
í miðverjuna, um venjarin
heldur, at tað er neyðugt.
Men eg veit ikki, um eg
verði roknaður sum tann
fyrstu aftaná hann. Per
Nielsen var dagsins maður
ímóti OB, og Dan Anton
Johansen hevur eisini verið
sera tryggur, staðfestir Jón
Rói Jacobsen.
Seinni í vikuni fer hann
at fáa boð um, um Michael
Laudrup og Brøndby eru
sinnað at leingja sam-
starvið við hann ella ikki.
– Eg havi onga fatan av,
hvat teir ætla. Men tað er
greitt, at eg fari ikki at flyta
aftur til Føroya beinan-
vegin. Nú skal tað standa
sína roynd, hvussu langt tað
ber til at koma sum fót-
bóltsspælari.
Í FCK royna teir at
fyrireika seg til
stórdystin í kvøld á
sama hátt, sum teir
gera til allar aðrar
landskappingardys
tir
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Tað stendur nógv upp á
spæl hjá Toda Jónsson
og FCK í kvøld. Um teir
ikki vinna í Brøndby, so
er møguleikin at vinna
DM, sum í vetur var
heilt upplagdur, ivaleyst
burtur.
Sunnudagin
var
Brøndby sera sannfør-
andi á heimavølli ímóti
OB. FCK var leikliga
heilt væl fyri í Esbjerg,
men teir megnaðu ikki
at gera mál.
– Tað er ein eitt sindur
undarlig
kensla. Vit
spældu framúr væl, men
sjálvandi iðra vit okkum
um, at tað ikki eydnaðist
at fáa mál, sigur Todi
Jónsson, sum ivaleyst
verður millum teir fyrstu
ellivu
hvítklæddu
í
Brøndby í kvøld:
– Eg havi einki hoyrt
um liðið, men eg rokni
við og vóni, at tað verð-
ur pláss fyri mær, og at
vit kunnu skora málini,
sum vit ikki megnaðu at
gera í Esbjerg.
Fyrireikingin
Ofta hoyrist um serligar
fyrireikingar, tá ið nógv
stendur upp á spæl. Men
FCK spælararnir fara
hvørki á gistingarhús
ella at venja fyrrapartin,
nú teir í kvøld skulu
spæla finalu í Brøndby.
– Okkum dámar øllum
best, at gerandisdagurin
er so vanligur, sum tað
ber til. Vit hittast í venj-
ingarhølunum hjá okk-
um sjálvum einar tríggj-
ar ella fýra tímar undan
dystarbyrjan. So fáa vit
ein lættan bita at eta,
áðrenn vit hava stuttan
taktikkfund, og so koyra
vit í felag út í Brøndby.
Plágar tað teg nógv, at
tað í bløðunum aftur og
aftur hevur verið tikið
upp í saman í hesi vik-
uni, at tú misnýtti nógv-
ar møguleikar í Esbjerg?
– Eg havi hoyrt, at eg í
onkrum av bløðunum
fekk eitt fimm tal fyri
avrikið í Esbjerg. Eg veit
við meg sjálvan, hvussu
avrikið var, og eingin
nýtist at siga mær, at eg
skuldi havt skorað. Men
eg taki mær ikki so nógv
av, hvat tíðindamenninir
siga. Í níggju av tíggju
førum hava teir, sum
skriva, ikki spælt fót-
bólt, og tað kennist bein-
anvegin aftur í innlitin-
um ella tvørrandi inn-
litinum.
Hvat roknar tú við í
kvøld?
– Eg vóni, at vit fara
at fáa øll stigini og
harvið varðveita møgu-
leikan sjálvir at gera av,
um vit skulu vinna DM
ella ikki. Men tað verður
sera torført. Brøndby er
á aldukambinum í løt-
uni, staðfestir Todi Jóns-
son, sum ivaleyst verður
í FCK álopinum saman
við Zuma.
Jón Rói aftan fyri beinkin
Todi verður
millum teir
fyrstu ellivu
Todi Jónsson verður ivaleyst millum teir fyrstu ellivu í
avgerandi dystinum móti brøndby mikukvøldið
- Vit møta allir 23 upp, vit eru allir í umklæðingarrúminum, og vit eru allir við til taktikk
fundin. Men tá ið dysturin verður bríkslaður at byrja fara nakrir okkara á áskoðaraplássini,
sum eru aftanfyri beinkin, har venjararnir og eykamenninir sita. Har var eg sunnudagin, og
har rokni eg heilt víst við, at eg eisini fari at vera í kvøld, sigur Jón Rói Jacobsen undan
stórdystinum
C
M
Y
K
22