Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 18. juni 2003 25 Eysturoyingurin stýrdi øllum Framúr starturin hevði við sær, at 10–mannafarið, sum næstan var í heima- sjógvi, støðugt hevði yvirskotið, sum skuldi til at stýra all- ari kappingini 10–MANNAFØR Jóannes Hansen Í rongini á Eysturoyingi sit- ur í ár Sámal Hansen. Hetta er fyrsta árið, at hann situr við stýrisvølin, men hann er ikki hvør sum helst í kappróðrarhøpi. Ikki í Kappróðrarfelagnum NSÍ og ikki í føroyskum kapp- róðri yvirhøvur. Í NSÍ hev- ur hann róð í fleiri ár. Eitt nú var hann við Eysturoy- inginum, sum vann FM í 1998 og í 1999. Og ikki í føroyskum kappróðri sum heild, tí hann hevur smíðað fram ímóti einari helvt av bátunum, sum eru við í FM kappingini í summar. Leygardagin høvdu Sám- al og hansara bátsfelagar greiðan taktikk, tá ið teir løgdu til fasta startin, sum var fluttur út undir Róka- landið og Saltnes, haðani frá tað skuldi rógvast og kappast inn á Hulk. – Á norðoyastevnu ætl- aðu vit at fáa besta startin. Jógvan Arge helt eisini, at vit høvdu fingið tann besta startin ta ferðina, men vit kendu okkum ongantíð hava tak á tí kappingini. Líkindini vóru ikki góð, og sjálvandi spældi tað inn á avrikið hjá okkum, at ein av manningini datt av bekkin- um og niður í bátin og harvið misti eini trý tøk. Rúni Lamhauge, sum er annar av toftimonnunum á Eysturoyingi, er bátsfor- maður, og hann upplivdi róðurin leygardagin so- leiðis: – Tá ið skotið varð loyst av, kendu vit beinanvegin, at hetta var okkara dagur. Tá ið vit høvdu róð einar tvey hundrað metrar, vóru vit leysir av hinum bátun- um. Tá ið tað so tíðliga eydnast at koma so væl fyri, so er tað so nógv lætt- ari, enn tað er hjá øllum hinum, at rógva teir síðstu átjan hundrað metrarnar. Sámal Hansen er rutinerað- ur, og hann hevði yvir- blikkið. Vit fingu alla tíðina boð um, hvussu vit lógu fyri, og hvat gekk fyri seg aftanfyri okkum. Munurin styttist nakað, tá ið tit komu nærri málinum? – Vit kendu okkum ong- antíð veruliga hóttar. Vit høvdu bæði Havnarbátin og Nólsoyingin innanfyri okk- um. Á síðsta teininum stytt- ist munurin nakað. Men vit høvdu yvirskotið at seta eitt sindur eyka á, tá ið teir nærkaðust. At tað eydnaðist okkum at draga frá teimum aftur, tá ið teir løgdu upp til at taka okkum, gav okkum eyka styrki, og eg kann ætla, at tað hinvegin kendist tungt hjá teimum. Royndir rógvarar Sámal Hansen er 34 ára gamalur róðursmaður um- borð á Eysturoyinginum. Hinir hava allir róð í fleiri ár. Sammett við í fjør eru fýra nýggir komnir um- borð, men teir hava allir roynt seg við 10–mannafar- inum áður. Miðal aldurin man liggja um 25 ár. Teir flestu eru 23–26 ára gamlir. Roknað frá lærinum og frameftir eru rógvararnir hesir: Bogi Olsen, Tórodd- ur Vang, Rógvi Poulsen, Benny Vang, Hilmar Sam Lamhauge, Asbjørn Jacob- sen, Eyðun Jensen, Lars Abrahamsen, Ludvík Just- inussen og Rúni Lam- hauge. – Tað er lagt upp til eitt framúr spennandi kapping- arár. Havnarbáturin vísti á norðoyastevnu, hvør dugur er í honum. Hesa ferð var Nólsoyingurin rættuliga knáur. Teir róðu ógvuliga væl, og Vestmenningurin eigur ongantíð at verða av- skrivaður. Vit skulu kappast aftur longu leygardagin í Kollafirði, og vit eru rættu- liga spentir. Tað ræður nógv um startin? – Allir kapprógvarar vita, at starturin hevur alstóran týdning. Men tað kemur meiri enn so fyri, at aðrir bátar vinna, enn teir, sum fáa besta startin. Tað snýr seg um kapping á tvey tús- und metrum á Kollafirði. Tíðirnar: 1. Eysturoyingur 09:15:03 2. Nólsoyingurin 09:18:02 3. Havnarbáturin 09:21:07 4. Vestmenningur 09:21:09 Ørvur var aftur treystastur Argjabáturin royndi at slíta seg framum á fyrstu metrunum, men teir megnaðu ikki at halda Ørvi 8–MANNAFØR Jóannes Hansen Argjabáturin gjørdi einki við Ørv á norðoyastevnu. Á Fjarðastevnuni var taktikk- urin hjá argjamonnum greiður. Teir ætlaðu at vinna seg fram á fremsta plássið í startspurtinum, og so ætlaðu teir at stýra róðrinum, so- leiðis sum tað so ofta hevur víst seg, at tann, sum liggur í oddinum, megnar hetta. Tað eydnaðist Argjabát- inum at leggja seg á odda á fyrsta teininum. Men tað eydnaðist teimum ikki at varðveita oddasessin. Kví- víkingur og Ørvur fylgdu væl við, og tá ið bátarnir fóru um túsund metra mál- ið, var munurin frá Argja- bátinum og aftur til Ørv ikki serliga stórur. Tað tóktist sum um, at Argjabáturin hevði eitt sindur ilt við at stýra so snórabeint, og tað mundi ivaleyst taka eitt sindur frá teimum. Ørvur var støðugur og sannførandi. Bátarnir vóru ikki komnir nógvar tíggju metrar inn um túsund metra málið, tá ið Ørvur var fremstur, og stútt og støð- ugt sigldi hann frá argja- monnum. Tað kundi kanska ta einu løtuna sæð út sum um, at talan aftur hesa ferð skuldi gerast um uppvísningsróð- ur á sama hátt, sum tað var á norðoyastevnu. Men teir á Argjabátinum vóru treiskir, og tað vóru teir á Kvívík- inginum eisini. Kvívíking- arnir fingu væl betri plaser- ing, enn teir høvdu í Klaks- vík. Tað kundi boðað frá, at Kvívíkingar fara at verða drúgvir í næstu kappingun- um. Á Argjum frættist, at teir í hesi vikuni hava gjørt onkra smávegis justering, sum teir vænta og vóna fer at stykrja um vánirnar hjá teimum at geva Ørvi upp- aftur størri kapping. So alt bendir á spennandi og harða kapping í Kollafirði. Men higartil hevur eingin gjørt nakað við Ørv. 8–mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag hevur verið rættuliga sannførandi. Á Strondum vóru teir eina bátslongd undan Argjabát- inum, sum aftur var eina hálva bátslongd framman- fyri Kvívíkingin. Manningin á Ørvi er henda: Christian Eli Zach- ariassen – Rúni Patursson, Heini Harryson – Hallgrím Hansen, Johnny Durhuus – Magnus Dahl Olsen, Snorri Patursson – Halgir Dahl Olsen, Bárður Brimvík Tíðirnar: 1. Ørvur 06:59:04 2. Argjabáturin 07:02:09 3. Kvívíkingur 07:03:00 4. Knørrur 07:10:17 5. Teistin 07:23:11 6. Toftabáturin 07:31:07 Hoyvíkingarnir á Ørvi vunnu aftur hesa ferð ein tryggan sigur, tó at Argjabáturin fyrsta strekkið hevði hug at muta ímóti Mynd: Álvur Haraldsen – Tað er lagt upp til eitt framúr spennandi kappingarár, halda teir umborð á Eysturoyinginum, sum hesa ferð gjørdist fremstur í 10-mannafarsróðrinum Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 112 - 18. juni 2003 Sílið framvegis í flokki fyri seg Dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag fingu bara kapping frá vestmenningum, sum kortini vóru eina bátslongd aftanfyri 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Fjarstøðan frá Sílinum og aftur til næstu kappingar- neytarnar var, sum tað eisini var talan um í fleiri av hinum kappingunum, ikki so stór, sum hon var í fyrstu FM kappingini. Men kortini var eingin ivi um, at teir umborð á Sílinum eiga bestu dreingjamanningina. Hesa ferð vóru fleiri aðrir bátar væl við á fyrsta tein- inum. Tjaldrið, sum ofta plagar at standa seg væl í hesi kappingini, lá væl fyri, og tað gjørdi Fípan Fagra eisini. Sílið var ikki fremst beinanvegin, men tá ið startspurturin var gott og væl av, fekk Sílið skutin framum Havfrúnna, og har- við var tað. Tá ið teinurin var hálvrunnin, var Sílið tað mesta av einari báts- longd frammanfyri hinar bátarnar, og munurin mink- aði ongantíð aftur. Heldur gekk tað hinvegin. Kanska hevði Havfrúgvin hug til at bjóða av, tá ið teir fóru undir endaspurtin, men Sílið svaraði orduliga aftur. Tað plagdi at vera soleiðis, at luttøkan var størst í kapp- ingini millum dreingjabátar. Soleiðis hevur gongdin ikki verið tey seinastu árini, og heldur ikki í ár eru dreingja- bátarnir so nógvir. Burtur- sæð frá tveimum teimum fremstu, sum tykjast skula avgera innanhýsis, hvør teirra skal vinna FM, so tyk- ist kappingin vera stór um sekunderu plaseringarnar. Sílið hevur vunnið báðar FM róðrarnar higartil. FM favorittarnir eru hesir: Jón Holm – Poul Rói Mohr, Hanus Winthereig, Hallur Sørensen, Regin Gaard Fossaberg, Hans Arni Bjarnason, Sigtór Lützen Tíðirnar 1. Sílið 05:01:07 2. Havfrúgvin 05:04:14 3. Tjaldrið 05:11:13 4. Blikur 05:11:14 5. Royndin Fríða 05:15:01 6. Fípan Fagra 05:15:21 7. Kollur 05:21:12 8. Junkarin 05:22:20 9. Báran 05:27:10 Fyri fyrstu ferð síðani á norðoyastevnu í fjør eydnaðist tað einum báti hjá Klaksvíkar Róðrarfelag at vinna 6–MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Teir hingu við nevinum eftir kappingina í heima- sjógvi. Menninir umborð á Páll Fanga vórðu í ár ætl- aðir at vera teir, sum skuldu verja æruna hjá klaksvík- ingum. Teir endaðu á 8. plássinum í fyrstu kapping- ini, og harvið kundu ábend- ingar verið um, at nógvu fyrireikingarnar onga frukt høvdu borið, og at róðrar- árið var í knúsi. Tí smakk- aði sigurin á Strondum ser- liga væl hjá monnunum umborð á Páll Fanga. – Eftir vónbrotið á norð- oyastevnu hevði tað kanska verið freistandi at roynt at lagt venjingarnar um. Men tað gjørdu vit ikki. Vit hildu fram, soleiðis sum vit høvdu vant síðani eina ferð í vár. Vit vóru fullvísir í, at úrslitini fóru at verða væl betri, enn tað var í Klaks- vík. Ta ferðina settu vit á, og vit høvdu góða rútmu. Trupulleikin var bara tann, at vit so at siga ikki komu úr stað. Umstøðurnar vóru vánaligar, og tað gekk út yvir okkum, sum tað gekk út yvir allar hinar bátarnar, sum lógu undir vestara landinum, sigur Uni Okna- dal, sum er lærmaður og bátsformaður umborð á Páll Fanga. Hesa ferð royndist betur? – Av tí at vit høvdu staðið okkum so vánaliga í Klaks- vík, so lógu vit hesa ferð ytstir á og harvið langt frá favorittunum, sum vóru í miðjuni. Vit fingu framúr góðan start. Eg haldi, at vit vóru leysir av hinum bátun- um, tá ið startspurturin var liðugur. Róðursmaðurin segði okkum, at vit vóru klárt fremstir. Hinir bátar- nir nærkaðust okkum, og eg havi skilt á lagnum, at út- varpið vildi vera við, at Smyril hevði tikið okkum. Men stýrimaðurin segði alla tíðina, at vit vóru fremstir. Tá ið vit fóru undir endaspurtin, segði hann okkum aftur, at vit vóru fremstir, og at tað fyrst fór at verða skotið fyri okkum. Vit hoyrdu tvey tey fyrstu skotini. Men tað var so stutt ímillum tey, at vit tordu ikki at rokna við, at vit høvdu vunnið. Nær fingu tit tað at vita? – Tað var, tá ið vit hoyrdu og sóu klaksvíkingarnar, sum stóðu inn á havnar- lagnum, fagna okkum. Tá vistu vit, at vit høvdu vunn- ið, og tað var ein framúr kensla. Eftir 8. plássið á norðoyastevnu kom tað ser- liga væl við at vinna hesa ferð. Vit vandu aftur mána- kvøldið, og tað var sera hugaligt at fara undir fyri- reikingarnar til Sndalags- stevnuna. Men vit eru full- greiðir yvir, at Smyril og eisini Jarnbardur og hinir bátarnir fara at geva okkum ein skarpan gang. Úr Havnini at venja Manningin á Páll Fanga hevur roynt seg í kappróðri undanfarnu árini. Í fjør vóru tveir umborð á nýggja Klaksvíkinginum, og trígg- ir hava róð við Páll Fanga tvey tey undanfarnu árini, meðan ein róði við einum 8–mannafari í Havnini í fjør. Ikki kann sigast annað, enn at hugurin er góður at venja og kappast. Í fótbólti ferðast onkrir spælarar úr Klaksvíkini og til Havnar at venja og spæla. Í kappróðri ferðast onkrir úr Havnini og norður til Klaksvíkar at venja. Tveir av mansskap- inum umborð á Páll Fanga, búgva í Havnini. Í vár hava teir fýra og fimm ferðir um vikuna verið í Klaksvík og vant. Nú venja teir tríggjar ferðir um vikuna. Roy Baldwin er stýrimað- ur, og rógvararnir eru frá lærinum og frameftir: Uni Oknadal, Oddur Olsen, Rógvi Nielsen, Símun Esm- ar Vágsá, Svenn Hansen og Símun Michael Kerlok. Sigurin hjá Páll Fanga á Fjarðastevnuni var tann fyrsti hjá einum kappróðr- arbáti úr Klaksvík síðani á norðoyastevnu í fjør, tá ið Páll Fangi við monnum eisini vann. Síðani hevur Smyril úr Vági verið mest sum einaráðandi. Leygar- dagin tóktist tað, sum um Smyrla menninir hildu seg hava vunnið, tá ið fyrsta skotið brast. Tað høvdu teir ikki. Eingin iva man vera um, at smiðirnir umborð á Smyrli leygardagin í Kolla- firði fara at gera alt fyri at vísa, at sigurin hjá Páll Fanga síðsta leygardag bara var ein kiksari hjá vágbing- um. Tíðirnar 1. Páll Fangi 07:22:14 2. Smyril 07:22:19 3. Jarnbardur 07:24:11 4. Strálan 07:25:03 5. Lómur 07:26:01 6. Sundabáturin 07:27:17 7. Sølmundur 07:30:12 Av 8. plássinum og á vinnara kós Munurin var minni hesaferð, men tað var framvegis ein bátslongd frá Sílinum til næsta bátin, sum var Havfrúgvin Eftir stigaleysa norðoyastevnuróðurin gjørdu teir á Páll Fanga greitt, tá teir við einum øgiligum endaspurti togaðu seg fram um Smyril Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24