mikudagur 18. juni 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 18. juni 2003
27
27
26
Nr. 112 - 18. juni 2003
Fyrsti sigurin hjá manningini á Sílinum
Eftir at tær á norð-
oyastevnu við einari
læntari ár endaðu á
fjórða plássinum,
eydnaðist tað nýggju
manningini á Sílinum
fyri fyrstu ferð yvir-
høvur at vinna á
Fjarðastevnuni
5–MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Undan
norðoyastevnuni
varð roknað við, at tær fóru
at teljast millum favorittar-
nar. Men tað miseydnaðist
fullkomuliga. Gull favoritt-
arnir umborð á Sílinum
endaðu á fjórða plássi.
Á Skálafjørðinum gekk
alt upp í eina hægri eind.
Genturnar umborð á Sílin-
um vunnu. Kappingin var
ógvuliga tøtt. Fjarstøðan
aftur til Blik, sum vann í
Klaksvík, og Havfrúnna,
var ikki stór. Men hon var
nóg stór til, at genturnar
umborð á Sílinum kundu
fegnast um fyrsta sigurin
nakrantíð, sum nakar av
teimum hevur vunnið í
kappróðri. Harvið syrgdu
tær fyri, at Havnar Róðrar-
felag aftur hesa ferð vann
fýra av seks kappingum,
sjálvt um Havnarbáturin
hesa ferð varð ov stuttur.
– Vit vóru allar við
6–mannafarinum Víkingi í
fjør. Eingin okkara hevði
róð áður, og vit vóru ikki so
illa nøgdar við, at vit end-
aðu á fimta plássinum í FM
kappingini. Serliga ikki tá
kvinnurnar
umborð
á
nýggja Gongurólvi bara
vóru eitt pláss frammanfyri
okkum. Í vár fóru allar tær,
sum í fjør vunnu allar róðr-
arnar við Sílinum, umborð
á Gongurólv, og so valdu
vit at taka okkum av at
manna Sílið, sigur bátsfor-
maðurin Marina Moraitis.
Einki aldursmark er fyri
manningarnar á gentubát-
unum. Tá ið bátsformaðurin
sigur, at tær allar vóru við
til at manna 6–mannafarið
Víking í fjør, spyrja vit, um
tað so vil siga, at mið-
alaldurin umborð á Sílinum
er rættuliga høgur, og svarið
er, at hann er átjan ár.
Ein ár brotnaði
Sílið varð mett sum favor-
ittur undan norðoyastevn-
uni, men tær megnaðu ikki
meiri enn fjórða plássið.
Tað kann hugsast, at veður-
líkindini spældu inn. Men
bátsformaðurin hevur tvær
aðrar frágreiðingar, sum í
hvussu so er eru partur av
søguni um, at tað eydnaðist
væl betri hesa ferð, enn tað
gjørdi fyri fjúrtan døgum
síðani:
– Tað ávirkaði heilt víst í
Klaksvík, at vit noyddust at
læna eina ár. Dreingirnir
umborð á Sílinum brutu
eina ár, tá ið teir hitaðu upp.
Teir læntu eina ár umborð á
Drekanum. Men Drekin
luttók í gentukappingini, og
so var neyðugt hjá okkum
at fáa eina aðra ár til vega.
Vit stríddust eina løtu, og
so eydnaðist at læna eina ár
í Klaksvík. Trupulleikin
var, at hetta var ein ár, sum
hoyrdi til rúmbekk. Okkum
tørvaði eina ár til toftibekk,
og tað er ikki heilt tað
sama.
Hin frágreiðingin um, at
tað royndist væl betri hjá
gentunum umborð á Sílin-
um hesa ferð, enn tað
gjørdi í Klaksvík, sigur
bátsformaðurin vera hesa:
– Vit hildu okkum rógva í
so seigan í Klaksvík. Undan
Fjarðastevnuni rættaðu vit
eitt sindur upp á rútmuna,
og vit halda, at tað var ein av
orsøkunum til, at tað hesa
ferð royndist væl betur.
Blikur, sum vann í Klaks-
vík, var næstfremstur. Tá ið
hálvt málið var rógvið,
vóru argjagentur væl aftan-
fyri Havfrúnna úr Vest-
manna, men tað eydnaðist
teimum at taka Havfrúnna
við einari stórari hálvari
bátslongd. Sílið var eina
lítla
hálva
bátslongd
frammanfyri Blik. Mann-
ingin á Sílinum er henda:
Rúna Jacobsen – Marina
Moraitis, Barbara Jacob-
sen, Anna Høgnesen, Hildi-
gunn
Niclasen,
Arndis
Andreasen og Lív Gåsedal.
Tíðirnar
1. Sílið
05:20:04
2. Blikur
05:21:11
3. Havfrúgvin
05:23:06
4. Drekin
05:25:06
5. Ørnin
05:27:10
6. Firvaldur
05:28:22
7. Junkarin
05:31:07
8. Fípan Fagra
05:33:04
9. Hulda
05:47:10
10. Kollur
05:48:16
11. Tjaldrið
06:02:00
Gongurólvur enn eina ferð
Páll Fanga kvinnur-
nar góvu ábendingar
um, at tær ætla at
bjóða nógv vinnandi
manningini umborð
á bátinum hjá Havnar
Róðrarfelag av
6–MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Tað gekk, sum tað gjørdi í
fyrstu kappingini. Kvinnur-
nar umborð á Gongurólvi
vóru enn eina ferð fremstar
á mál. Manningin er henda,
roknað frá stýrimanni og
um lærbekk og fram á toft-
ina: Magna í Stórustovu –
Inga Thorkildshøj, Karina
Ottosen, Irdi Debes, Sólr-
un
Michaelsen,
Beinta
Lamhauge og Hanna Joen-
sen.
Hetta er ikk hvør sum
helst manning. Í fjør vunnu
tær allar róðrarnar við
5–mannafarinum Sílinum,
sum var sera sannførandi
FM vinnari. Nú manna tær
6–mannafarið hjá Havnar
Róðrarfelag, og tær halda
fram at verja æruna hjá
mest vinnandi róðrarfel-
agnum í landinum. Bæði tá
ið tað ræður um søguligu
sigrarnar, og tá ið tað ræður
um kappingarárið í ár.
Men hesa ferð varð
sigurin ikki so lætt vunnin,
sum hann var tað í Klaks-
vík. Lómur av Argjum tókt-
ist fáa besta startin, og Páll
Fangi úr Klaksvík bjóðaði
seg skjótt fram sum evni til
fremsta plássið.
Gongurólvur var skjótt
millum teir fremstu, men
tað gekk ein væl longri løta
hesa ferð, áðrenn tær tóku
oddasessin, enn tað gjørdi á
norðoyastevnu. Páll Fangi
var eina bátslongd framm-
anfyri, og klaksvíks kvinn-
urnar vóru rættuliga treisk-
ar. Gongurólvur bjóðaði
tvær ferðir av, og Páll Fangi
svaraði tvær ferðir aftur,
áðrenn tað loksins eydn-
aðist Gongurólvi at leggja
seg á odda.
Tá var bara ein triðingur
eftir av túsund metra teinin-
um. Næstu lítlu løtuna
tóktist tað sum um, at tær á
Páll Fanga skuldu sleppa,
men so mentust tær aftur,
og tað var ikki fyrrenn á
sjálvum málinum, at tað
varð greitt, at Gongurólvur
hevði vunnið. Munurin aft-
ur til Páll Fanga, sum var
tann fyrri av teimum báð-
um fremstu at fara undir
endaspurtin, var tá ein
stórur skutur ella ein lítil
hálv bátslongd.
Lómur misti skjótt í
kappingini um oddasessin.
Tær á Argjum vóru klárt
nummar trý. Men munurin
fram til teir báðar fremstu
bátarnar var so mikið stór-
ur, at tað er ilt at ímynda
sær, at aðrir bátar fara at
verða við í kappingini um
fremsta plássið í Kollafirði
enn Gongurólvur og Páll
Fangi. Úrslitið á Fjarða-
stevnuni kundi bent á, at
tann kappingin kann gerast
sera áhugaverd og spenn-
andi.
Tíðirnar
1. Gongurólvur
05:05:15
2. Páll Fangi
05:06:10
3. Lómur
05:11:23
4. Smyril
05:17:25
5. Fortuna
05:27:18
6. Fuglfirðingur 05:35:14
Umskiftið í endastøðuni í genturóðrinum var stórt, og hesa ferð var munurin millum bátarnar ikki eins stórur
Mynd: Álvur Haraldsen
Gongurólvur vann annan róðurin á rað, men hesa ferð var kappingin frá Páll Fanga nakað væl hægri, enn hon var seinast
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26
Heimasíðan, bold.dk,
skrivar, at Christian
Andersen og Farum
hava sýnt áhuga fyri
føroyska landsliðs-
málverjanum
ÚTISETI
Jákup Mørk
Sum vit áður hava nevnt, so
gongur sáttmálin millum
Jákup Mikkelsen og norska
felag hansara, Molde, út 1.
juli.
Hetta merkir, at Jákup
Mikkelsen eftir hetta er
fríttstillaður, soleiðis at
hann – um møguleikar eru
til tess – frítt kann fara til
tað felag, sum honum lystir.
Gamalt fríggjarí
Sum vant í slíkum støðum,
so verður dúgliga gitt, hvat
nýtt felag talan kann verða
um. Sjálvur hevur Jákup
Mikkelsen ikki vilja sagt
nakað sum helst um, hvar
hann fer at verja málið eftir
summarstegðin,
men
ábendingar hava áður verið
um, at hann fer aftur til
danskan fótbólt.
Norsk bløð skriva nú, at
eitt av feløgunum, sum
hava sýnt konkretan áhuga í
Jákupi, er danska super-
ligufelagið, Farum. Hetta er
eisini eitt av teimum feløg-
um, sum vóru søgd at hava
áhuga í Jákupi, tá hann fyri
tveimum árum síðani skifti
til Molde, so áhugin kann á
ongan hátt sigast at vera
nýggjur.
Støðan í Farum er í løtuni
tann, at felagið í summar
ivaleyst má siga farvæl við
báðar málverjarnar í hópin-
um, og at felagið tí hevur
tørv á nýggjum málverja.
Enn hevur felagið ikki giv-
ið til kennar, hvørji nøvn
teir hava í kikaranum, men
sambært bold.dk eru heit-
astu evnini Jákup Mikkel-
sen og so Brian Jensen,
sum áður hevur vart málið
hjá West Bromwich Albion,
tá hesir spældu í næst bestu
ensku deildini.
Danska kappingin endar
komandi vikuskifti, og ikki
fyrr enn tá ætlar leiðslan í
Farum at fara í holt við at
leita eftir nýggjum leikar-
um, verður sagt. Farum er í
løtuni á einum sera óvænt-
aðum fjórða plássi í donsku
superliguni, og hava sostatt
góðar møguleikar at sleppa
út í Europa at kappast í
heyst.
Sambært
leiðsluni
í
Molde, so er talan ikki um
nakra ónøgd, nú teir lata
Jákup Mikkelsen fara.
- Eg vil gjarna undir-
strika, at vit eru sera væl
nøgdir við avrikini hjá
Jákupi í felagi okkara.
Hann hevur prógvað, at
hann er ein góður málverji
– eisini í altjóða dystum. Í
dystinum
hjá
Føroyum
móti Týsklandi var hann jú
besti maður á vøllinum,
sigur
ítróttarstjórin
í
Molde, Bertil Stranden.
Eftir at hava súkklað
býarkoyring á
Norðoyarstevnu, 100
km samlaðan start á
Eystanstevnu, fara
kappsúkklararnir at
súkkla einkultstart á
Sundalagsstevnuni í
Kollafirði
KAPPSÚKKLING:
tíðindaskriv
Tá
súkklaður
verður
einkultstartur, verða ein og
ein súkklari sendur avstað í
senn, við tveimum minutt-
um ímillum hvønn, soleiðis
at hvør súkklari koyrir sín
egna túr. Tá so allir eru
komnir á mál, sæst hvør
hevur brúkt minst tíð um
teinin og er vinnari av
kappingini. Einkultstartur
verður eisini róptur »sann-
leikans tími«, tí har sæst
hvør veruliga hevur sterk-
astu beinini. Taktikkur, sum
verður brúktur í »vanlig-
um«
súkklukappingum,
kann snøgt sagt ikki brúk-
ast í einkultstarti.
Súkklað verður úr Kolla-
firði norður móti Ljósáum
og aftur til Kollafjarðar.
Hetta eru umleið 45 km.
Hesin teinurin svarar til
teinin, sum landsliðssúkkl-
ararnir fara at súkkla á
oyggjaleikunum sunnudag-
in 29.06.2003.
Á undanfarnu stevnum
hevur Gunnar Dahl-Olsen
verið nær um einaráðandi.
Honum á baki koma Sverri
Mohr Edvinsson og Eli
Christiansen. Tað er einki at
ivast í at Gunnar er besta
boðið upp á vinnara á
Sundalagsstevnuni.
Um-
framt kendu kappsúkklar-
arnar, verður eisini roknað
við, at fleiri av teimum, ið
íðka triatlon, fara at verða
við, tí einkultstartur er ein
partur av triatlon.
Unglingarnir súkkla eis-
ini einkultstart, tó at teirra
teinur er einar 22 km. Teir
súkkla úr Kollafirði og
venda við Áir og súkkla so
aftur til Kollafjarðar. Her
stendur kappingin um gull-
heiðursmerki helst millum
Hans Krosstein og Berg
Johansen. Fyri at verða við
í unglingakappingini skal
tú verða 15 til 18 ár.
Annars eru øll vælkomin
at royna seg. Einasta treyt
er allir luttakarar eru í
súkkluhjálmi. Kappingin
byrjar klokkan 11:00, mál-
ið er á landsvegnum við
kirkjuna í Kollafirði, til-
melding er á staðnum.
Barnasúkkling
Eins og á undanfarnu
stevnunum, skipar Tórs-
havnar Súkklufelag fyri
súkklukapping
millum
børn. Hetta, saman við
regluligari venjing av ung-
um súkklarum, er ein liður í
at menna súkkling í Føroy-
um. Og ikki kann sigast
annað enn at framgongd er
á hóma. Tað eru fleiri og
fleiri børn sum velja sær
súkkling sum høvuðsítrótt-
argrein. Hesi eru so við
runt um á stevnunum og
kappast móti hvør øðrum.
Súkklufelagið vónar at
fleiri børn melda seg til
kappingina fyri at royna,
hvussu stuttligt tað er at
súkkla kapp. Tað einasta,
sum krevst er, at tú hevur
eina súkklu og brúkar
hjálm. Eini góð ráð eru at
smyrja ketuna og kannað
um nokk av luft er í dekk-
unum áðrenn tú kemur til
kapping.
Bólkarnir í barnasúkklu-
kappingini eru: 1. bólkur 6
til 8 ár, 2. bólkur 9 til 11 ár
og 3. bólkur 12 til 14 ár.
Gentur og dreingir kappast
í hvør sínum bólki.
Kappingin byrjar klokk-
an 13:00, málið er við
kirkjuna í Kollafirði, til-
melding er á staðnum. Eftir
kappingina bjóðar Føroya
Bjór sodavatn til luttakar-
arnar.
Jákup spøkir í Farum
Einkultstartur á Sundalagsstevnuni
Jákup Mikkelsen sigst nú vera ávegis aftur til danskan fótbólt.
Heitasta navnið í løtuni tykist vera Farum, sum helst missir
báðar málverjarnar í superliguhópinum í summar
Eftir at talan hevur verið um vanliga
kappsúkkling hinar stevnurnar,
verður talan um einkultstart á
Sundalagsstevnuni. Nakað sum
eisini verður rópt sannleikans tími