mikudagur 2. februar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Síða6 Nr 22—2. FEBRUAR 1994
Tað snýr seg ikki bert um japanska lánið
-Vit hava einki val. Avtalurnar við danir
skulu haldast, segði løgmadur á fundi í
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Her sæst
løgmadur undir liðini á formanninum í
javnaðarfelagnum, Hallstein Sigurðsson
Mynd: Kalmar
lán verða
— Vit hava einki annað val enn at halda gjørdar
avtalur við danir. Tað snýr seg ikki bert um at
endurfíggja japanska lánið upp á 180 milliónir.
Samanlagt skulu lán fyri 760 milliónir endur-
figgjast í ár. Hetta hava vit gjørt avtalu við
danir um, men halda vit ikki okkara part av
avlaluni, halda danir neyvan sín part, sigur
lógmaður
-Skulu vit fara til Danmark-
„ ar aftur at tingast um nýggj-
ar avtalur, so er fyrsta treyt-
in fyri at mótparturin tekur
okkum fyri fult, at vit hava
eisini hava tikid tær avtalur,
sum gjørdar eru, fyri fult.
Og tað er uttan mun til hvat
vit halda um hesar gjørdu
Álvarslig andlit á
álvarsligum fundi í
javnaðarfelagnum í Havn.
Mynd: Kalmar
avtalumar. Hetta segði
Marita Petersen, løgmaður
á fundi í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag månakvøld-
ið.
Um avtalurnar segði hon
annars, at avtalurnar geva
okkum ein møguleika at
koma uppundan aftur. Eisi-
ni um ávísar bindingar
liggja í teimum, so hava við
hóast alt varðveitt alt tað,
sum vit vunnu við heima-
stýrislógini, og tær avtalur,
sum eru gjørdar aftaná.
Millum annað undirgrund-
aravtalan. Løgmaður legði
stóran dent á, at nú ræður
eisini um politiskt at standa
við hesar avtalur.
Nógvir trupulleikar
efir
Marita Petersen segði, at
enn eru nógvir trupulleikar
eftir at loysa, og sum vit
eisini skulu tosa við danir
um.
Á fundinum gjørði Marita
Petersen eisini greitt,
hvussu ålvarslig stødan er
og legði dent á hvussu
týdningarmikið tað er at
loysa teir knútar, sum eru í
dag, soleiðis at landsstýrið
kann brúka tíð og kreftir til
eitt positivt arbeiði. Við
knútarnar hugsar løgmaður
um tað seinasta, sum liggur
eftir í avtalunum. Fyrst og
fremst spurningin um
handilskvoturnar.
Marita Petersen segði, at
nú tað sigst bróta í bæði
borð politiskt ræður um, at
fáa loyst trupulleikarnar og
tað ongantíð ov skjótt, tí so
leingi ein politisk støda
tykist at hava rent seg fasta,
er enn truplari at finna
loysnir.
-Nú hava vit brúk fyri
politiskum tryggleika, og
vit mugu nú prógva, at
politiska skipanin er før fyri
at handla, segdi løgmadur.
Um gjaldføri landskassans
segði løgmadur, at hóast vit
halda avtalurnar við donsku
stjórnina, komu vit helst í
ávísar gjaldføristrupulleik-
ar í mai-juni mánað, men so
skuldi aftur verið frægari.
Men hesin trupulleiki kundi
verið loystur í samband við
oblikatiónslánini. Sostatt
hevði borið úl at komið
gjøgnum hetta árið.
-Men skulu vit nú gjalda
japanska lánið, eru við 180
milliónir verri fyri. Og ikki
nóg mikið við tí. Í mars fella
aftur nøkur lán til gjald-
ingar, og tey fáa vit neyvan
heldur endurfíggjað um vit
ikki yvirhalda avtalurnar
við danir. Treytin at kunna
yvirhalda lánsskyldurnar
er, at vit fáa endurfígging,
segði løgmaður.
Marita Petersen sigur, at
hóast vit kundu rinda jap-
anska lánið verður tað
stokkutur uggi, ti verða
avtalurnar ikki hildnar,
verða heldur ikki onnur lán
endurfíggjaði. Tilsamans
fella 640 milliónir til gjald-
ingar, og júst hesar 640
milliónir er avtala við danir
gjørt um at endurfiggja,-
men sjálvandi við teirri
treyt, at eisini vit yvirhalda
okkara part av avtalunum.
Tískil hava vit als einki
annað val enn at yvirhalda
gjørdar avtalur við donsku
stjórnina, segði Marita Pet-
ersen, á fundi í Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
tor.-
Gamlir myntir
Ert tú áhugaður í gomlum myntum, so
skriva til: Sosialurin, Box 76, 110
Tórshavn, undir
Bill. mrk. 1025
Egg verður ungi á rókum,
men bernini búnast av bókum.