mikudagur 2. februar 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 7
Tíðindablaðið
Koma kvoturnar ikki upp á pláss so er
Kassin tómur
um 14 dagar
Halda vit ikki avtalurnar kollsigla vit. Vit hava tá for-
pestað møguleikan at arbeiða konstruktivt framyvir,
sigur landsbankastjórin
-Hóast vit hava goldið tær
180 milliónirnar í samband
við japanska lánið er vón
fyri, at landskassin fram-
haldandi fer at klára seg.
Men tað er við teirri treyt, at
vit fáa tær 180 milliónirnar
aftur frá dønum. Men ein
treytfyri tíer, at vithalda tær
avtalur, vit hava gjørt við
donsku stjórnina. Gera vit
ikki tað, er kassin tómur um
14 dagar ella so.
Hetta sigur Sigurd Poul-
sen, landsbankastjóri, sum
leggur dent á, at í ár hava vit
brúk fyri at endurfíggja
tilsamans 640 milliónir,
harav tær 470 milliónirnar
eru í útlendskum gjaldoyra.
Staturin skal sambært av-
talu luttaka í endurfígging
av 570 milliénum,- men væl
at merkja, um vit halda
Japanska lánið, sum
landsstýrið tók heim í
1987, gjørdist okkum
rættiliga dýrt. Ikki bert tá
hugsað verður um
figgjarstøduna nú, men
eisini beinleiðis í krón-
um og oyrum í mun til
tað vit læntu.
Upprunaliga læntu við
137,6 milliónir, og hóast
vit hava goldið rentur
alla tíðina, vóru tær
triggjar milliardirnar
jennar, vorðnar til 180
milliónir. Hetta kemur
av, at vit hava havt eitt
stórt kurstap av láninum
Lánið varð uppruna-
liga tikið heim fyri kurs
Japanska lánið
er goldið
Kurstap:
FE
49 mio.
Í 1987 læntu vit 137
milliónir úr Japan.
Umframt at hava
goldið rentur alla
tíðina var rokningin
nú 180 milliónir
4 62 og nú tað varð aftur-
goldið, er kursurin 6,13.
Kurstapið er 45 milli-
énir
Stokkutur uggi kann
sjålvandi vera, at sam-
stundis sum landsstyrid
tók japanska lánið, tók
danska stjórnin eisini eitt
eru småpengar at rokna í
mun ul tað, danir hava
mist.
í ánið varð tikið heim
am bóta um gjaldføri
íandskassans og partvíst
til umfigging av sørum
lánum.
tór.-
okkara part av avtalunum.
Sigurd Poulsen sigur seg
vera sannførdan um, at so
skjótt sum vit halda okkara
part av avtalunum við
stjórnina, halda teir eisini
sín í samband við endur-
fígging. Danir kunnu sak-
tans bíða í longri tíð, men
tað kunnu vit ikki, sigur
landsbankastjórin sum
heldur, at tað ganga ikki
stórt meira enn 14 dagar til
kassin er tómur, fáa vit ikki
endurfígging. So álvarslig
er stødan.
Forpesta umdømi
Landsbankastjórin sigur, at
fáa vit ikki endurfigging
sambært avtalumar við
danir, kollsigla vit.
Hvat hann meinar við at
kollsigla sigur Sigurd Poul-
sen, at tá fer landsins stóða
at líkjast nakað henni í
Klaksvík. Einki verður
goldið. Alt steðgar upp.
-Men tað er ein aðal-
munur á stóðu Føroya tá, í
mun til teirri stóðu, Klaks-
víkin er í nú. Klaksvíkin
Nr. 22 — 2. FEBRUAR 1994
nervar ikki okkara umdømi
úteftir. Verri er, um før-
oyska samfelagið ikki held-
ur avtalur og tí kollsiglir.
Um so skuldi hent, forpesta
vit allar okkara møguleikar
at arbeiða konstruktivt
framyvir, sigur landsbanka-
stjórin. Hann leggur aftrat,
at hann skilur danir væl, at
teir vilja ikki senda pengar
higar, um vit ikki halda
avtalur og seinur dagur man
tað vera, at gott aftur verður
millum føroysku og donsku
tjóðina um vit nú seta danir
upp í ein krók orsaka av
okkara gerðum. ftór.-
Emil Vang:
Vit biðja bert um somu sømdir
sum drykkjumenn fáa
— Ein viðgerð av okkum, sum líða av æðrakálking kostar
tað sama sum ein song á Heilbrigdi kostar um dagin,
men vit fáa onga hjálp, sigur Emil Vang
Emil Vang í Hvalba líður av
æðrakálking, eins og mang-
ir aðrir føroyingar.
Hann hevur roynt sokall-
aðu EDTA-viðgerð, sum
fæst í Danmark, men ikki í
Feroyum, og hann letur væl
at viðgerðini. Men ein
trupulleiki er, at einki end-
urgjald verður rindað,
hvorki í samband við við-
gerðina ella ferð til Dan-
markar, tí Heilsustýrið
hevur ikki gótikið EDTA-
viðgerðina.
Emil Vang sigur seg sera
væl unna gllum, sum hava
eina ella aðra viðgerð fyri
neyðini, men hann heldur
tað vera Grættvist, at hann
og hansara líkar, sum líða
av æðrakálking, ikki kunnu
fáa stuðul til ta hjálp, hann
er sannførdur um hjálpir.
Drykkjumenn fáa milli-
ónir, og hóast hver viðgerð-
in fyri æðrakálking kostar
tað sama sum ein song á
Heilbrigdi kostar um dagin,
er einki at gera. Brennivíns-
trongdini kanst tú í mong-
um fórum sleppa burturúr
við einum góðum vilja og
sálarligari hjálp, men móti
æðrakálking hjálpir hvorki
góður vilji ella sálarligt
prát, sigur Emil Vang
Vanlig deyåsorsøk
Emil Vang vísir á, at júst
blóðtgppar orsakadir av
æðrakálking er vanligasta
deydsorsøkin í Føroyum,
og tí hevur hann eisini roynt
at tosa við politikararnar,
Emil Vang hevur enn ikki
uppgivið at tosa við
politikararnar, hóast tað
enn hevur verið fyri
deyvum oyrum.
Mynd:Jan
men enn hevur tað verið fyri
deyvum oyrum.
— Vit kunnu nú fáa dansk-
an lækna til Føroya tvær
ferðir um árið í tríggjar vik-
ur hverja ferð at geva okk-
um neyðugu viðgerðina.
Høvdu vit fingið eina milli-
én av játtanini til Ld. rús-
drekkamisnýtslu, so skuldu
vit latið væl at, og mong lív
vóru bjargað, sigur Emil
Vang, sum leggur aftrat, at
enn hevur hann ikki givið
upp at tosa við politikarar-
nar.
— Tad er ikki mítt lyndi at
geva upp. Eg veit at við-
gerðin hjálpir, so eg rokni
vid, at eisini politikararnir
ein dag skilja stóðu okkara,
sigur Emil Vang.
tór.-