Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Politiskur kleyvarskapur Hvat hevur Føroya fólk fing- ið burtur úr teimum óhugna- tinginum hevur tíkið upp á nakkan á okkum? — Jú, teir fingið, til at knúsa okkum við. Landsstýrisfólk, væl hjálpt av løgtinginum, hava upp á nakk- an á Føroya fólki grivið eina so djúpa fíggjarliga grøv, soleiðis at vit ongan kjans hava, tí sum bankunum tveitt út á gøtuna, hjálptir av landsstýri og grammum sakførarum. Síðan nøkur fólk tóku seg saman at stovna eitt landsum- fatandi sethúsafelag fyri uml. 14 døgum síðani og tordu at siga sína meining í útvarpinum og sjónvarpinum, væl stuðlað av tíðindableðunum, hevur Føroya fólk sæð, hvussu okk- ara politikarar hava gjørt sær sjálvum fyri skommum. Tað byrjaði longu sama kveldið við at fíggjarmálaráðharrin lovaði skattalætta, uttan so mikið sum at hava rådført seg við hini landsstýrisfólkini, ja, hann var so mikið framligur, at hann fór inn á kommunuskattaprosent- ið, sum mær vitandi ikki er hansara málseki. Í einum Fimmara kemur ein, eftir mín- um tykki skilamaður, Petur Hermansen til at traðka nakrar politikafar so fast á skógvar- nar, at 14 av teimum biðja ting- formannin stevna. Hesir 14 lítið at sær komnir, at teir áttu at verðið stevndir, um teir fóru Ein dagin í famu viku hoyrdu vit í tíðindunum, at fólkaflokkurin hevur havt landsfund. Hesin flokkur fer púra óskammaður at lova Før- oya fólki skattalætta, lønar- lækking, sanering av sethúsum og alt millum himmal og jørð. Hesin flokkur man halda at Føroya fólk onki hevur at minnast við. Vit minnast øll, at tað var hesin flokkur, hjálptur av javnaðarmonnum, sum tvingaði MVG niður yvir Før- oya fólk, og øll í Føroyum vita, at MVG-gjaldið forkom allari vinnu. Teir einastu, sum fingu gagn av hesi skipan, eru grann- skoðaravirkini, men tað man verða ein stokkut gleði hjá teimum eisini. Formaðurin í flokkinum, fyrrverandi = fíggjarmálaráð- harrin, saneraði sítt egna parta- felag so mirðiliga, meðan hann sat í Nesinum, SEV-bygning- urin sjálvandi. Ein annar fólka- floksmaður segði fyri kortum, at fóru danir at stýra í Føroyum, so segði hann tingsessin frá sær í stundini, men hvør ið enn situr í tinginum og sanerar sínar kubanarar og virkir, man vera óneyðugt at siga hver er. Fólkafloksmaðurin, sum situr sum fólkatingsmaður, hevur kanska ikki so nógv at sanera í Føroyum, tí hann hevur ongan- tíð åd uppá Føroyar, hann hevur mær vitandi leikað í suðuri í Suðurafrika, koyrt sar- dinur í blikk við afrikanarum sum arbeiðsmegi, tí hesi fólk eru so niðurtraðkað og eftir hansara meining hava lítla og onga løn fyri neydini. Tað man vera tað, allir hesir fólkafloks- menn ætla við okkum føroy- ingum, teir ætla et kroysta okk- um øll fíggjarliga fast, fyri síð- ani at »sanera« alt virði til sín sjålvs, so kunnu vit onnur sleikja molarnar undan teirra bordi. Og vit skulu enn minn- ast, hetta eru pengar, sum vit sjålvi eiga, so Føroya fólk, hoppa ikki upp á límpinnin enn nakað paradís. Undirsjóvar- ulkuna er ikki nógv at siga um, vit minnast øll at undirsjóvar- tunnilin skuldi onki kosta. Ein fólkafloksmaður situr í hesum døgum fastur í sínari egnu suggu. Hesin maður hevði stórar ætlanir at leggja Klaks- víkina undir eina ostaklokku. Ikki mugu vit gloyma fólka- floksmannin í Havn, sum gjørdi stóra kei inni á Sundi til ein Sundsmiðdepil, sum ikki var til, hann brúkti nógvan pening upp á flogvøll á Glyv- ursnesi, og ikki skal hitafelagið gloymast heldur. Alt eitt stórt kaos. Javnaðarflokkurin hevur í nærum 20 ár stýrt úti í Tinga- nesi, við seinum< løgmanni! Og teirra maður í figgjarnevnd- ini í Tinginum man ikki altíð hava verið vakin, tí fíggjarliga er onki skil á. Nevna vit Blue North, royndarstéðina í Kollafirði og Strandferðsluna, so er heldur onki skil á hesum fíggjarliga. Restina av javnað- arflokkinum er ikki nógv at siga um, jú, tingmannatal. Tingformannin og hansara flokk er ikki nógv at siga um. Jú, Dúgvan, tyrlur, billettma- skinur og síðani klipti hann onkran stór, tá berghol vóru liðug. KFFF, Mið, Fiskivinnu- flokkar ella hvat teir núeita, eru bert viðfáningur í føroyskum politikki, tí teir hava ongantíð klárað at hildið saman eitt heilt valskeið uttan innanfloks- klandur. Sambandsflokkin veit eg ikki hvat eg skal halda um. Vit minnast øll, tå Føroya Fiska- virking skuldi setast á stovn, hvussu har: formaðurin í sam- bandsflokkinum var ímóti hesi samanlegging av flakavirkj- um. Stjórin í fiskavirking var eftir øllum at døma góður taktikari, hann velur formannin í sambandsflokkinum inn í sítt ovastaráð og tá kleiv formað- urin í sambandsflokkinum ikki ítvey, so hvussu vit skulu skilja henda sjónleikaran er ringt at meta um. Sambandsflokkurin hevur stórt sæð bert sitið í and- stóðu, onkra hálva tingsetu hava teir tó sitið í Nesinum, og tå var tað okkurt við 11—13 milliónum krónum, sum skuldu flytast av einari konto yvir á eina aðra, men sam- gongan slitnaði og fyrrverandi formaðurin fekk fótin og tá- verandi fiskimálaráðharrin fekk minst 13 milliónir í upp- heggingarstuðli, so tað man vera tí hann í dag snoddar ein biligan »Krånaleiti« í hesum annars ringu tíðum. Nidurstødan av at skilið er so ringt, sum tað er í Føroyum í dag, man vera at vit hava alt ov nógvar flokkar, okkara polit- isku flokkar hava hálað eitt sindur ein veg og eitt sindur hin veg, eftir nøkrum vånaligum ideologium, hesar ideologiir hava koyrt okkum fullkomu- liga út á sjógv. Hesar ideologiir eru neyvan føroyskar, tí gamalt hevur verið í Føroyum, at hver skuldi klára sínar skyldur og man setti eina æru í at klára seg. Men nú er alt so ómeguligt, at bert fá klára seg. Tað sær eisini út fyri mær, at tað er líkamikið hvenn flokk tú hoyrir til, øll eru líka illa fyri. Tað eru bert tey, sum sita sum umboð fyri flokkarnar, sum hava tað gott og hesi umboð hava ikki enn skilt stóðuna í landinum, tey hava jú ætlanir um at keypa >Albert Halle meðan fólk hungra. At enda fari eg at koma við tí uppskoti, tá nú val skjótt skal verða kortini: Føroya fólk skuldu gjørt, sum gjørt varð í fornari tíð, vit velja okkum fimm skilafólk og senda tey niður til drotningina at tala fólksins søk og viðganga, at vit eru farin á heysin av berum kleyvarskapi!!! L.G.T., Jan. 94 Nr. 22 — 2. FEBRUAR 1994 Síða9 KVINNUHUSID Sjálvhjálparbólkar Sjálvhjálparbólkur fyri kvinnur, sum eru avvarðandi hjá persónum við alkohol- ella ødrum rusevnistrupul- leikum. Er alkohol- ella onnur rúsevnismisnýtsla ein trupulleiki, sum órógvar familjuliv og hjúnalag, er nú ein møguleiki at koma í sjálvhjálparbólk í Kvinnuhúsinum. Ætlanin er, at bólkurin skal hittast 10 ferðir við Ernu S. Hákonardóttir sum bólkaleiðara. Fyrsti fundurin verður månadag- in 7. februar 1994 kl. 19.00 í helunum hjá Kvinnuhúsinum í KFUM í Tórshavn. Sjálvhjálparbólkur fyri kvinnur, ið — sum bern ella hálvvaksnar — hava verið fyri kynsligum ágangi ella in- cest. Hevur tú trupulleikar, sum fylgja av kynsligum ágangi sum barn, ert tú vælkomin í sjálvhjálp- arbólk í Kvinnuhúsinum. Ætlanin er, at bólkurin skal hittast 10 ferðir við Onnu Debes Hentze sum bólkaleiðara. Fyrsti fundurin verður týs- dagin 15. februar 1994 kl. 20.00 í hølunum hjá Kvinnuhúsinum í KFUM í Tórshavn. Sjálvhjálparbólkur fyri kvinnur við samlívstrupulleikum. Hevur tú trupulleikar í samlívinum, eru nú meguleikar fyri at koma í sjálvhjálparbólk í Kvinnuhúsinum. Ætlanin er, at bólkurin skal hittast 10 ferðir við Jane Hoydal og Ásu Ellef- sen sum bólkaleiðarum. Fyrsti fundurin verður mikudagin 9. februar 1994 kl. 17.00 í hølunum hjá Kvinnuhúsinum í KFUM í Tórshavn. Nærri upplýsingar og tilmelding á tlf. 17200 gerandisdagar millum kl. 14.30 og 16.30, í seinasta lag 7. februar. KVINNUHÚSIÐ Sláa tunnur umborð á Triton 14 ár vælkomin. Sligið verður millum klokkan 13 og 15. Alt møguligt gott og spennandi hava teir koyrt í tunnurnar og fyri hverja tunnu verður kosin ein katakongur og kata drottning. Og ikki nóg A DC -Heirsoran Láarvegur 14 - Tórshavn - Tlf. 15828 - Fax 15893 ARBEIÐSHANDSKAR til oll endamál — bæði á sjógvi og landi Eg gerist haldari av Tíðinda- J. Á || blaðnum Sosialinum og fáið Ókeypis # blaðið 5 ferðir um vikuna. fyri 225 kr./ársfj. (haldarar í Føroyum) fyri 375 kr./ársfj. (haldarar í Danmark) Til ber altíð at gerast haldari og goldið verður bert fyri blødini, ið eftir eru av Sosialurin rindar postgjaldið (UC bb .-g ÉR BÚSIAØUR mv... Tíðindablaðið BYE ert SOSIALURIN Postboks 76, (UP); TTmTTm—ppmpmL RM FR-110 Tórshavn MM... rreereeenerrerneenrersereert Kannað postverkinum