Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CD Nr. 23 — 3. FEBRUAR 1994 Sida3 Sørvingar styra uttanum Føroya Fiskavirking: Ér = Fara nú undir * = = egið virki -Fiskavirking kann ikki forbjóða okkum at keypa fisk á uppbodsølunum, sigur Sørvågs Ar- beiðarafelag Sørvågur er sera hart raktur av búskaparkreppuni. Flakavirkið, elsta í landinum, varð keypt av Føroya Fiskavirking. Har hevur einki arbeiði verið í langa tíð. Alingin á fjørð- inum er eisini heilt dottin niður fyri. Heri Thomsen hevur nakrar laksar gang- andi eftir, men teir verða tiknir nú og so er ongin aling á Sørvågsfirdi. Men steindeytt er kortini ikki. Fyri nýggjár fingu feløg, stovnar og einstak- lingar í Sørvågi eitt skriv frá Sørvågs Arbeiðarafelag. Har varð boðað til fundar. Síðan tá hava fleiri fundir verið við tí fyri eyga aftur at kunna virka fisk í bygdini. Fyrireikaramir hava ver- ið heldur tigandi. Teir hava ikki vilja avdúkað sínar ætlanir fyrr okkurt itøkiligt lá á borðinum. Men sum Sosialurin skilir, so er avtalað gjørd við P/F Vest- urvónum at leiga bygningin uttast á keiini. Hetta er gamla laksasláturvirkið hjá Rainbow Harvest. Eisini er útgerð umbiðin, eitt nú eitt rundborð at skera fisk á. Í skrivinum, sum Arbeið- arafelagið sendi út stóð millum annað: "Sgrvágs Arbeiðarafelag hevur í eina tíð arbeitt við møguleikanum, at fáa eitt samstarv við Føroya Fiska- virking . Urslitid av hesum er, at Fiskavirking noktar at leiga ognir sínar út til virki, sum ætlar at nýta fisk av Føroyagrunninum til fram- leiðslu. Heldur ikki verður loyvi givið at virka fisk, sum kappast við teirra framleiðslu." "Men Føroya Fiskavirk- ing kann ongum nokta at keypa fisk å uppbodssøluni å Toftum. Heldur ikki tann lógarásetta tridingin sum skal yvir telefonuppboðs- søluna. Út frá hesum kallar Sørvågs arbeiðarafelag saman til fundar." Ætlanin er, at virkið skal taka ímóti feskum fiski, sum síðan verður skorin við hond. Hetta gevur munandi meira arbeiði, Fund fríggjadagin Formaðurin í Sørvågs Arbeiðarafelag, Andrias Berglíð sigur, at teir fara at kallabygdarfólkið saman til fundar fríggjadagin. - Á hesum fundinum verður sagt frá, hvussu okkum hevur gingist og vit fáa at vita hvussu undir- tøkan er, sigur Andrias Berglíð. jústinus Richard Mikkelsen, skuldsettur fyri landsskaðiligt virksemi: Hatta taki eg lætt -Er nakar ónógdur vid mítt arbeiði í Fíggingargranninum, so er adressan danska stjórnin. Eg dugi annars ikki at síggja aldurin skal hava við mítt arbeiði at gera sigur Richard Mikkelsen -Eg havi ongar viðmerk- ingar til hatta. Tá fólk út- tala seg soleiðis, so er alt orðaskifti útilokað. Ynskir Óli Breckmann at siga slíkt á løgtingi, so er tað hansara søk. Richard Mikkelsen sig- ur, at tað er danska stjórn- in, sum hevur valt seg til formann í Fíggingargrunn- inum, og er tað nakar, sum vil broyta hetta, so má hann fara til donsku mm. fekk Óli Breckmann greitt at vita mátti hann leggja fram persónliga. Tað fór flokkurin ikki at leggja navn til. Jógvan Sundstein sigur, at allir tingmenn hava fullan rætt til at leggja uppskot fram sjálvir uttan um sína egna flokk. -Óli Breckmann er partur av fólkaflokkinum, og tá hann leggur uppskot fram, so má ein rokna við, at flokkurin meira ella minni gongur inn fyri teimum? -Nei, og hetta hendir eisini í gørum flokkum. -Hvat heldur tú sjálvur um hetta at skuldseta Richard Mikkelsen fyri landsskaðiligt virksemi? -Mær dámar tað als ikki og kann ikki taka undir við tí. -Nú hevur Óli Breck- mann so oftani rumblað við ymiskum og fólka- flokkurin hevur fleiri ferðir roynt at vísa aftur, at tað er fólkaflokkurin, sum stendur aftanfyri. Tit plaga at siga, at hatta er bara Óli, men hann er jú ein týðandi partur av tykkara flokki! -Atli Dam er eisini ein týðandi partur av javnað- arflokkinum, Tummas Arabo er tað eisini, og teir biðja hvgr annan halda kjaft. Hatta vísir bert, at talan er um individuell menniskju. Upp á fyrispurning um nógv av tí, sum Óli Breckmann kemur fram við, ikki í veruleikanum er fólkaflokspolitikkur, men hesin mátin at koma fram við tí er einki annað enn taktikkur sigur Jógvan Sundstein, at hetta er ikki beint. -Vit vistu ikki av, hvat Óli fór at fyritaka sær í hesum máli, og tá hann kom við uppskotinum fekk hann at vita, at hann mátti hann sjálvur leggja fram og at uppskotið fekk ikki undirtøku frá flokk- inum. -Nú hevur tú verið leingi á tingi. At skuldseta fólk fyri at fremja landsskaðiligt virksemi er tað ikki at fara ov langt í tinginum? -Jú avgjørt. -Hesin maður er partur av fólkaflokkinum. Er slíkt málbrúk ikki við at oyðileggja tykkara um- dómi? -Tað er møguligt. Men tá kundi tað verið so nógv annað eisini at víst á. jan -Nú umsitur tú eitt fyri bæði Føroyar og Dan- mark týdningarmikið starv og tú vitjar javnan í Føroyum í arbeidsøri- ndum fyri Fígg- ingargrunnin. Kennir tú teg illa viðfarnan og stoyttan av at verða skuld- settur fyri landsskaðiligt virksemi? -Jeg trækker mere på skuldrene sigur Richard Mikkelsen í viðmerking- ini. -Nú verður tað eisini sagt í lógaruppskotinum frá Breckmann, at við tínum høgra aldri, skjótt 75 ár, átti tú ikki at umsitið eitt slíkt alment starv! -Eg skal viðganga, at eg eri ikki heilt ungur longur, men eg dugi ikki at síggja, at hatta hevur nakað við málið at gera. Richard Mikkelsen sig- ur, at sum føroyskur pol- itikari hevur Oli Breck - mann loyvi til at siga tad honum lystir, men hann ætlar sær ikki at fara inn i polemikk við henda mannin. -Hatta taki eg sera lætt. jan Richard Mikkelsen: -Eg ætli mær ikki í nakað tjak við persón sum Óla Breckmann Norðoya Rektarheim 700 Klaksvík Sekt verður eftir avloysara fyri sjúkra- systir at arbeiða 0,5000 tíð frá 01.03.94 til 31.01.95. Umsóknir við avriti av góðkenning frá heilsustýrinum, prógvum v.m. skulu sendast til Norðoya Rektarheim, Fyri- stødukvinnuna, FR-700 Klaksvík.