Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED ! Nr. 23 — 3. FEBRUAR 1994 Sida 11 Verið 40 ferðir í Føroyum til fótbóltsskeið Danirnir Max Rasmussen og Knud Áge Nielsen eru tvey nøvn, ið ganga aftur ferð eftir ferð, tå Ut- búgvingardeild FSF's skipar fyri skeiðum. Teir hava síðstu tíggju árini verið 40 ferðir í Føroyum og havt 75 skeið fyri 6-700 fótbóltsfóroyingum >Tá tveir føroyingar tosa sínámillum, er tað ilt hjá okkum at skilja nakað av tí, teir siga, men er talan um fótbólt, so er lættari at skilja tað føroyska. Men vit duga ikki føroyskt, og langt frá tí. Til tað eru vit ov stutt í Fsroyum hverja ferð, vit vitja hendan vegin í sambandi við skeiðini.< Orðini eiga teir báðir dan- imir Max Rasmussen, 48, og Knud Áge Nielsen, 63. Teir hava júst verið í Føroy- um og havt skeið við før- oyskum fótbóltsvenjarum. Tað hava teir eisini roynt nakrar ferðir fyrr. Skeiðið hesaferð var nummar 75 tey sidstu tiggju årini, teir javn- an hava vitjað hendanvegin. Hesi årini hava teir tilsam- ans verið 40 ferðir í Føroy- um, og 6-700 føroyingar hava verið við á skeiðunum, teir hava havt hesi árini. Verið spennandi at fylgt við — Tað hevur alla tíðina verið sera spennandi at fylgt við, hvussu menningin inn- an føroyskan fótbólt er farin fram — bæði á velli og uttan- fyri, sigur Max Rasmussen. — Og umframt at vit sjålv- andi hava lært føroyingar mangt og hvat, hava vit eis- Tr Br ini lært nógv av føroyingum hesi årini. Tad slepst ikki undan tí, tá ein vitjar so ofta, sum vit hava gjørt tað. Her leggur Knud Áge upp í prátið og sigur, at eftir- hondini eru teir komnir at kenna eina rúgvu av fólki. — Hverja ferð vit flúgva til Føroya, heilsa vit upp á manningina umborð á flog- farinum, síðani eru tað toll- ararnir og bussførararnir — og soleiðis heldur tað fram allan vegin, sigur hann. --Jú, sanniliga er tað stutt- ligt at koma til Føroya so ofta, og ein kennir seg eisini rættiliga heima her eftir- hondini. Hava arbeltt saman í 25 ár Teir báðir hava arbeitt saman í eini 25 ár, umframt at teir hava sítt egna starv við síðuna av undirvísingar- virkseminum fyri DBU, ið FSF hevur gott samstarv við. Max arbeiðir dagliga sum konsulentur fyri DGI og Knud Áge er seminarie- leiðari á Jelling Statssemi- — Hetta byrjaði gjøgnum samstarvið millum DBU og FSF, men síðani FSF fekk sínar egnu útbúgvingar og fór at arbeiða meira sjálv- stødugt, hava vit eisini ver- Á skeiðinum fyri FSF-venjarar um vikuskiftid undirvístu teir báðir danirnir í ÍSF-húsinum frá friggjakvøldinum til sunnudagin ið nógv í Føroyum, siga teir báðir. — Ahugin fyri at útbúgva seg er stórur, og tit hava eis- ini fingið nógvar góðar venjarar gjøgnum árini. At FSF so nú eisini er farið undir sína egnu venjaraút- búgving, FSF-venjarin, er bert ein staðfesting av, at arbett hevur verið miðvíst øll hesi árini. Nýggja venj- araútbúgvingin er fult á hædd við tær útbúgvingar, fáast kunnu aðrastaðni, og ein FSF-venjari kann sakt- ans søkja um venjarastarv aðrastaðni uttan fyri land- oddarnar. Tá Max Rasmussen og Knud Áge Nielsen skulu nevna nakað, ið hevur havt tydning fyri menningina av føroyska fótbóltinum, taka teir beinanvegin graslíkis- vøllimar fram sum dómi: Graslikisvøllirnir stóran tydning — Í fyrstuni, tå vit komu til Føroya, vóru bert grisvøll- ir, men tað er heilt týðiligt, at síðani graslikisvøllirnir komu, hevur tað ført við sær betri dygd á spælinum, samstundis sum tað er stutt- ligari hjá íðkarunum, siga teir báðir. — Hesi vøllimir hava av- gjørt havt positiva åvirkan å Mynd: Hilmar Jan Knud Åge Nielsen, 63, og M. ax Rasmus. sen, 48, hava verið 40 ferðir í Føroyum og hildið 75 hø í i Fo FSF-skeib fyri 6-700 føroyingum síðstu tíggju árini. Eina av næstu ferðunum ætla teir at taka familjuna við og seta eina eyka viku av til at ferðast kring landið ta føroysku fótbóltsmenn- ingina. Teir nevna eisini lima- skapin í UEFA og FIFA, ið hevur ført vid sær størri av- bjóðingar, ið eisini gera før- oyingar betur førar at taka stig til ymist sjálvir, so sum eitt nú ta nýggju venjaraút- búgvingina. Ferðaðust nó runt í fyrstu Tær fyrstu ferðirnar, teir báðir vóru í Føroyum fyri at hava tey ymsu fótbólts- skeiðini, gjørðu teir eisini nógv av at koma runt í land- inum, so teir fingu so nógv við sum gjørligt. — Hetta eru sjáldan stund- ir til longur, tí nú royna vit at fáa sum mest burturúr, og tað vilja vit eisini, at FSF skal fáa, siga teir. - Tí koma vit gjarna við flogfarinum til Føroya eitt friggjakvøld og byrja skeið- ini longu sama kveld. Síð- ani verður undirvíst líka til sunnudagin, og so skulu vit avstað aftur til Danmarkar månamorgunin. Hetta ætla teir tó at bøta uppá, við tað at teir eina av komandi ferðunum fara at hava familjuna við, so tey aftan á skeiðið kunnu fara eina rundferð í Føroyum og vitja aftur á fleiri av teimum stødunum, teir sóu tær fyrstu ferðirnar her. — Vit fáa óivað eina stutt- liga rundferð burtur úr tí, tí okkara royndir av føroying- um eru positivar: Tú finnur valla fólk, ið er meira gesta- blíð enn føroyingar, siga teir báðir skeiðleiðararnir. — Og at vit so ofta hava verið her og notið gott av tykkara gestablidni, hevur eisini smittað av, so vit van- liga royna at fylgja væl við, hvat hendir í Føroyum og viðvíkjandi Føroyum. Eft- irhondini eru vit eisini rætti- liga væl inni í ymsum før- oyskum viðurskiftum. Fødingardagsgåva Sum vanligt eru Max Mynd: Kalmar Rasmussen og Knud Åge Nielsen fleiri ferðir i Føroy- um fåreisini, og longu eina- ferð í mei koma teir aftur. Tá skulu teir vera fødingar- dagsgáva til TB, ið frá ÍSF fekk ein ungdómsvenjara á 100 ára degnum í fyrraárið. — Tvøroyrarmenn sjálvir hava ynskt at fåa okkum at koma hendanvegin, og tad gera vit eisini glediliga, siga Max og Knud Åge. — Tá hava vit skeið við teimum yngru um dagin og fyri teimum eldru um kveldið. TB hevur bjóðað hinum trimum feløgunum at vera við, so hetta verður eitt slag av einari fødingar- dagsgávu til alla Suður- oynna. Umframt »fødingardags- ferdina« koma teir bådir væl umtóktu danirnir eisini til Føroya triggjar aðrar ferðir í år — eitt nú halda teir fram við nýggja FSF-venj- araskeiðinum í november mánaði. hj.