hósdagur 3. februar 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 23 —3. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin ]
Danir aftur
til fleiri lið
i toppinum
Meðan Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt
eitt upplegg, ið talar fyri færri liðum í teimum
ovaru deildunum, vísir ein kanning, ið Tips-
blaðið hevur gjørt, at danir heldur vilja fara
hinvegin — aftur at hava fleiri lið í toppinum
Danska Tipsblaðið kunn-
gjørdi í síðstu útgávu síni
eina áhugaverda kanning,
ið blaðið hevur gjørt mill-
um lesarar sínar. Hendan
kanning snýr seg í høv-
uðsheitum um bygnaðin í
ovastu donsku deildini í
landskappingini — Super-
ligaini.
Í løtuni eru fá lið í teirri
ovastu donsku deildini, ið
hevur eina tætta og skjótt-
gangandi kapping, ið hev-
ur sum eitt av sínum aðal-
málum at fáa styrkt dansk-
an toppfótbólt, tá hann
skal royna seg í teimum
europeisku kappingun-
um.
Helvt um helvt
Verandi bygnadi av ov-
astu deildini taka bert 6%
av teimum 1.039 lesarun-
um hjá Tipsblaðnum undir
við, meðan 43% ynskja
eina bleyta millumloysn,
ið byggir á kanska tíggju
ella tólv lið í Superligaini,
ið skulu spæla eina heila
kapping og ikki sum nú
eina kapping við broyting-
um, tá hon er komin hálv-
áleiðis og fer í holt við eitt
endaspæl.
Hinvegin er meira enn
helmingurin av lesarunum
í kanningini hugaðir at
fara undir >ta góðu gomlu
kappingina< við fjúrtan
ella sekstan liðum, ið fara
gjøgnum eina heilt vanliga
landskapping, sum vit eis-
ini kenna tað úr Føroyum.
Tilsamans 51% taka
undir við hesum bygnað-
inum.
Við ødrum orðum er
býtið av lesarunum soleið-
is, at tilsamans 49% ikki
ynskja at venda aftur til ta
gomlu kappingina, meðan
S1% fegin vilja hava hana
aftur og sleppa av við nú-
verandi Superligaina.
Líknandi kanning
Áhugavert kundi verið
at gjørt eina líknandi kann-
ing í Føroyum, men er tó
kanska best at bíða, til að-
alfundurin hjá Fótbólts-
sambandinum, ið verður
leygardagin 19. februar,
hevur vidgjørt uppleggið
hjá FSF, ið gongur út uppá
at vit fáa eina meistara-
deild við átta liðum, eina
2. deild við somuleiðis átta
liðum, eina 3. deild við
tveimum bólkum, ið hvør
telur seks lið, og so einari
4. deild og einari 5. deild,
ið eru bólkaðar upp, eins
og vit kenna tað frá núver-
andi 4. deild.
bj.
Flogbóltskapp-
ing í Klaksvík
Tilsamans 62 lið vóru við í árligu kappingini hjá
Mjølni, Norðoya Sparikassa Cup. Kappast varð í
øllum deildunum hjá teimum vaksnu
Herfyri skipaði flogbólts-
felagið Mjølnir í Klaksvík
fyri árligu flogbóltskapp-
ingini Norðoya Sparikassa
Cup, ið plagar at vera móti
endanum á januar mánaði.
Undirtøkan var góð — til-
samans høvdu 62 lið teknad
seg — og gekk væl hjá fyri-
reikarunum at fáa kapping-
ina at koyra.
Byrjað varð leygarmorg-
un kl. 9, og so varð hildið á í
einar tólv tímar, har spælt
varð á trimum vøllum í Kl-
høllini og tveimum fimleik-
arhallum. Finalurnar vóru
so sunnudagin, ogtær vórðu
allar spældar í Kl-hgllini.
Tá kappingin var liðug,
var hevði keðiligt kavaveð-
ur vundið so mikið upp á
seg, at tað endaði við, at ein
partur av spælarunum, ið
vóru komnir til Klaksvíkar,
ikki sluppu avstað aftur
sunnukvgldið. Talan var
um einar 40 spælarar, ið tó
fingu innivist norðuri í
Klaksvík og síðani sluppu
avstað aftur mánadagin.
Leygarkvøldid, aftaná at
allar innleiðandi kapping-
arnar vórðu spældar, varð
skipað fyri dansi, so spælar-
arnir kundu slappa av við
ødrum enn bert flogbólti.
Hetta nervaði kortini ikki
finalurnar sunnudagin, ið
allar kundu byrja til ásetta
tíð, og har kundu spælararn-
ir í teimum ymsu deildun-
um geva alt, teir áttu, so fin-
alumar kundu gerast so
spennandi sum gjørligt.
Kappingina í meistara-
deildini hjá monnunum
vunnu vertirnir úr Mjølni,
Meistaradeild, menn, Mjølnir: Jógvan Jacobsen, Annfinn Joensen, Albin Johannesen,
Allan Joensen, Eyðstein Elttør, Kjartan Hansen, Trygvi H. Poulsen
Meistaradeild, kvinnur, Mjølnir: Marjun Kalsø, Sonja Ravnsfjall, Anna Jacobsen, Sólvá
Eystberg, Vera Olsen, Joan Øregaard, Margit Joensen, Helena Klein