fríggjadagur 4. februar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Latið samhalds-
fasta í ALS
SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN
grætur krokudillutár --
hann atkveddi ikki fyri ar-
beiðsloysisskipanini!
TEY flestu eru samd um, at ar-
beiðsloysisskipanin skal bjarg-
ast. Tey flestu halda eisini, at
sjálvandi eigur tað almenna eis-
ini at vera við. Og tað almenna
skuldi sjálvandi havt verið við
frá fyrsta degi.
HESUM var ikki politiskur
meiriluti fyri, tá skipanin varð
smíðað, og hetta hevur síðani
verið landsstýrisins politikkur.
Seinni hevur so landsstýrið
bundið seg til í avtalu við donsku
stjórnina at skipanin skal hvíla í
sær sjálvum.
LANDSSTÝRISMAÐURIN í
arbeiðaramálum, Jóannes Eid-
esgaard, hevur rætt í, at skipan-
in er góð. Men hon kom bara
nógv ár ov seint. Og tá vit við
vissu kunnu siga, at politiski
myndugleikin eigur sín lut í bú-
skaparkreppuni, átti tað at verið
ein sjålvfylgja, at arbeiðsloysis-
skipanin eisini fekk eina játtan
á fíggjarlógini.
MEN tá tað er sagt, so er tað
tann sami løntakari, sum skal
gjalda. Tí er næstan líka mikið í
dag, um talan er um beinleiðis
gjald í sambandi við lønarit-
gjaldingina, ella um tað er um-
vegis skattin.
AT hækka gjaldið, sum sjálv-
stýrisflokkurin hevur skotið
upp, er bara at leggja eina byrðu
afturat á tann hart kroysta før-
oyska løntakaran. Og hann hev-
ur, sum formaðurin í Havnar Ar-
beiðsmannafelag, Karl Johan-
sen, so beinrakt segði, ikki ein
livandi kjans at gjalda meira. Og
at fara yvir á forsorgarhjálpina
aftur er eyðmýkjandi við verandi
treytum.
FLESTU loysnirnar í føroyska
samfelagnum í dag eru fyribils-
loysnir, ella neyðloysnir. Tað var
ein neyðloysn at læna pening frá
Samhaldsfasta og eisini lata
gjaldið til Samhaldsfasta fara til
ALS í fjør. Og tað er ein neyð-
loysn at læna pening til ALS
einaferð afturat.
EIN partur av javnaðarflokkin-
um hevur gjørt tað til eitt prin-
sippmál, ella samgongumál, at
Olympic Champion:
Tjúgu nýggj
arheiðspláss
Klaksvíkingar
undirskrivaðu mikudagin
endaliga at keypa Olympic
Champion
Beint fyri jól stevndi rækju-
trolarin Olympic Champi-
on av Havnini til Klaks-
víkar, har nýggi heimstaður
hansara nú er.
Tað hevur drigið nógv út
við at avgreiða handilin
millum partafelagið undir
stovnan og Føroya Banka,
sum seldi. Men mikudagin
varð Jógvan Páll Poulsen
vegna partafelagið í Havn
og undirskrivaði.
Skipið er ikki siglingar-
klárt, tí tað skal hava nýggja
verksmiðju, og køliskip-
anin skal útbyggjast.
Nýggja reiðaríið hevur
biðið um tilboð upp á ar-
beiðið, men avgjørt er ikki,
hvar trolarin skal umbyggj-
ast
Nýggju eigararnir megn-
aðu at leggja 1,2 mió. krón-
ur á borðið, tá teir keyptu
skipið fyri. Eftir umbygg-
ing og við útgerðarlánum
fer skipið at standa teimum í
umleið 16 mió. tá skipið
verður siglingarklárt.
Jógvan Páll Poulsen hev-
ur góðar vónir um, at skipið
góður.
Olympic Champion, men
manningin verður 20 í tali.
Skipari verður Jógvan Páll
Oulsen sjálvur.
fer at beraseg. Ætlaninerat —
faratil Eysturgrønlands, har = til Føroya í 1976.
fiskiskapurin hevur verid
12 av eigarunum fara vid —
eftir 1. april skal gjaldid til Sam-
haldsfasta ikki i ALS. Tad er
skilligt, at menn nú siga, at nú
mugu vit hugsa um framtíðina
hjá okkara gomlu, og lata Sam-
haldsfasta koma til sín rætt.
AFTURÍMÓTI hesum kann
sigast, at vit hava nú bíðað eftir
eini eykaeftirløn í 25 ár, og tí
kann tað gera tað sama, um vit
bíða eitt ár afturat. Tey gomlu
hava ikki nógv, men tað kann
heldur ikki vera rætt, og tað er
heldur ikki í samljóði við javn-
aðarhugsan, at familjur ikki
hava ráð at breydføda seg i dag.
Steðan er veruliga so í nógvum
húskjum, at børn fáa ikki lik-
inda mat, mjólk og aðra røkt. Og
tað kann ikki góðtakast!
STØDAN hjá nógvum arbeiðs-
leysum er í dag so vónleys, at tey
fult og heilt taka undir við upp-
skotinum hjá fleiri fakfeløgum
um aftur at lata danir yvirtaka
arbeiðsmarknaðarmál. Eingin
politikari, sum hevur havt við-
merking til áheitanina frá fak-
feløgunum, tekur undir við
henni. Men á gøtuni tekur meira
enn annarhvør føroyingur undir
við áheitanini. Teir merkja
kreppuna á kroppinum!
Olympic Champion kom áðrenn hann væntandi sein-
ast í mars mánaði fer avstað.
Ætlanin er at geva Olym-
pic Champion nytt navn,
Sinnisbati
- FrítfðarholløTKrossgotu 15 eropld iniku-kvøld kl.
HETTA er tóeitt stórri mål, sum
ikki loysist frá einum degi til
annan, men ein loysn skal finn-
ast fyri ALS. Og tá vanligi før-
oyski løntakarin ikki Þevur ráð
at gjalda meira, eiga teir javn-
aðarmenn, sum eru ímóti at lata
Samhaldsfasta framhaldandi
fara í ALS, at umhugsa sína
stóðu av nýggjum. Hetta gevur
stívliga 20 milliónir. Lænir ALS
so 20 milliónir krónur, kunnu vit
varðveita gjaldið og tíðarskeiðið í
skipanini.
TEY arbeiðsleysu eru ikki slept
upp á fjall, sum sjálvstýrisflokk-
urin segði í eini yvirlýsing um
dagarnar. Tey eru tann ringa
samvitskan hjá føroysku tjóðini.
At vit ikki hava fingið eina ar-
beiðsloysisskipan fyrr, kunnu
vit fyrst og fremst takka fólka-
flokkinum fyri. Ikki fyrrenn
stødan gjørdist út av lagi vána-
lig, gekk flokkurin við til eina
skipan.
NÚ grætur gamla sjálvstýrið
krokudillutår, men sjálvstýris-
flokkurin skal ikki taka munnin
ov fullan, tí hann atkveddi
nevniliga ikki fyri uppskotinum
um eina arbeiðsloysisskipan.
sosialurin
Olympic Champion
randi
køliskipanin skal
skal nú hava nýggja
verksmiðju, og
útbyggjast. Hann fer
væntandi til
Eysturgrønlands
seinast í mars mánaði