Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 3 Tíðindablaðið Landsstýrið nýtir vánaliga ráðgeving Ut við Den Danske Bank -og fáið frægari ráðgevarar. Eg havi ikki orð fyri tí, at tað almenna framhaldandi skal brúka eitt bankasamband sum ráðgeva, sum hevur snýtt fóroyska samfelagið fyri milliónir, sigur Mikkjal Sørensen, tingmaður Vit gjørdu eina avtalu við donsku stjórnina um at danska stjórnin gevur Før- oya Landsstýrið statslán at gjalda skuldina hjá útland- in-um. Hetta var skilliga útgreina í tí teir kalla Bilag A. Hetta var avtalan frá 28. mai í fjør. Ein sokallað rammuavtala So kemur 12. oktober, tá seinasta avtalan varð gjørd. Tá verður avtalað, atdanska stjórnin skal lata føroying- um eitt statslán í 1994 til at fíggja avdráttir av lánum í útlandinum og í Danmark. Hetta er fyrsti partur í av- taluni. Í ødrum parti verður sagt, at treytin fyri endurfíggjan er, at landsstýrið, áðrenn 1. januar, bøtir um fíggjarlóg- ina við 250 milliónum. Mikkjal Sørensen sigur seg lesa hetta soleiðis, at treytin fyri at umfíggja lá- nið er, at fíggjarlógin skuldi bøtast við 250 milliónum. -Men tað er beint, at talan er um nógvar aðrar treytir í avtaluni, og sjálvandi skulu tær haldast. Millum annað treytin við handilskvotun- um, men handilskvoturnar standa ikki beinleiðis í avtaluni. Tær eru nevndar í einum protokolati, sigur Mikkjal Sørensen sum heldur, at tí er avtalan yvirtulkad. Kann virka frå 1. Januar Mikkjal Sørensen sigur, at hóast lógin um umtalaðu kvoturnar ikki enn er sam- tykt, er einki sum forðar fyri, at tær kunnu virka frá 1. januar í ár. Tað ber til at fiska upp á konto. Hetta er vanligt í fiskivinnuspur- ningum tá endalig avtala ikki er gjørd millum lond, sigur Mikkjal Sørensen og leggur aftrat, at hann heldur ikki, at føroyingar hava brotið nakra avtalu, tí hugs- ast má eisini um, at ein so grundleggjandi umlegging av fiskivinnuni verður ikki gjørd eftir stuttari tíð. VALUTAKURSIR Dollari Pund Króna Króna Frankur Frankur Frankur 463,56 5 346,66 nur Króna Skillingur 55, 260 Pesetas Escudos Dollari | 508, 48 Yen 1009,05 Markur 388,46 Ultimo síðsta mán. 675, 75 1012, 14 388, 14 85, 09 3.02.94 674,95 85,30 90,36 114,36 18, 786 Få 825 $83 0,3985 121,72 9,25 RSSTB að SN zO 4,764 3,844 á 0305 + 6,2311 Pund 969,30 Fund við stjórnina -Verður ein avtala gjørd millum tvey lond, og tíðar- freistin ikki kann halda, er einki annað at gera enn at tosa saman aftur. -Legði landsstýrið nakað í ta álvarsligu stóðu, sam- felagið er í, so fóru løgmad- ur og fíggjarmálaráðharrin niður á Christiansborg og bóðu stjórnina um at fáa 14 dagar aftrat at fáa handils- kvoturnar upp á pláss, og bóðu samstundis um, at japanska lánið varð um- fíggjað. Kostaði alt ov mikið Mikkjal Sørensen sigur, at rættast hevði verið um at biðið um eina stuttfreistaða umfígging av japanska láninum í jen. Varð hetta gjørt, slapp landsstýrið nú undan at átaka sær eitt so stórt kurstap sum 45 milli- ónir, sigur Mikkjal Søren- sen og leggur aftrat, at kurs- urin á jenninum er í toppi í løtuni, og tá er ikki vanligt at gjalda lán í øðrum gjald- oyra aftur. Hann sigur, at nógv bendir á, at kursurin fellur komandi tíðina. Lurta Ikki eftir Mikkjal Sørensen er sam- gongulimur, og hansara dagliga yrki er sparikassa- stjóri. Hví hevur hann ikki sagt landsstýrinum hetta áðr- enn lánið varð aftur- rindað? -Taðhavi eg gjørt. Og væl undan at lánið var aftur- rindað, men í landsstýrinum lurta tey ikki eftir mær. Hví? -Tey kunnu halda, at tey hava sjálvi betri ráðgevarar ella eru tey kókari sjálvi. Hevur Mikkjal Sørenser. so ofta fremstafingur á lofti, at landsstýrisfólkini eru troytt av at lurta eftir hon- um? -Nei. Eg eri ikki vanur at ganga har og renna í tíð og ótíð. Tað er ikki tí at eg kenni meg soleiðis, ikki at verða tíkin fyri fult. Vánaligir ráðgevarar Mikkjal Sørensen heldur ikki, at landsstýrið hevur valt bestu ráðgevararnar. -Eg gangi út frá, at ráð- gevari hjá tí almenna er Den Danska Bank, og valla kunnu vit siga teir at vera góðar ráðgevarar tá vit vita, at hesin bankin hevur snýtt føroyska samfelagið fyri milliónir. -Eg finni ikki orð fyri tí, at tað almenna framhaldandi skal brúka eitt bankasam- band, sum hevur gjørt hetta móti føroyingum, sigur Mikkjal Sørensen sum heldur, at landsstýrið eigur at slíta sambandið við Den Danske Bank og finna ein annan samstarvspartnara. Ognóg mikið er av teimum. Til Dømis Bikuben. -Sjålvur havi eg vist landsstyrinum å uttanvelt- aða ráðgeving í tilikum málum, sum kann fylgja lánum betri upp enn higartil hevur verið gjørt. Brúkast til at sa a handi mar -Eg beri ótta fyri, at ólukku- liga biskaparstødan hjá okkum skal brúkast til at fáa handilskvoturnar = ígjøgn- um. Ég eri alt annað enn fegin um uppskotið, og tað er heldur ikki nakar annar tingmaður. Tað visti lands- stýrið áðrenn avtalan varð gjørd, men hóast tað verður avtalan gjørd, sigur Mikkjal Sørensen. Men allir samgonguting- menninir atkvøddu fyri avtaluni. Eisini tí partinum við handilskvotunum. Vistu tingmenn ikki hvat teir atkvøddu fyri? -Jú. Vit høvdu nógv orða- skifti í flokkinum um avtal- una, og tað vóru fleiri brot, sum tingmenn tóku fyri- varni við, men vit fingu greitt at vita, at annadhvørt samtyktu vit avtaluna, ella var samgonguslit við tí úrslitið, at báðir bankarnir fóru á húsagang. Tað hildu vit okkum ikki kunnu gera, Nr. 24 — 4. FEBRUAR 1994 og tí var avtalan samtykt. Mikkjal Sgrensen heldur, attað enn ber til at finnaeina loysn við handilskvotun- um, sum bæði tingmenn og danska stjórnin kann góð- taka. -Sjálvandi eiga vit at halda avtalumar vit hava gjørt við donsku stjórnina, men í hesum føri hevur í Mikkjal Sørensen, javnaðartingmaður úr Suðuroy heldur, at vit kundu verið sloppin undan at goldið eitt so stórt kurstap, sum nú varð gjørt landsstýrið yvirtulkad av- taluna, sigur Mikkjal Sør- ensen. tór.- Framsýning á Tvøroyri Grønlendska framsýningin "Narsaq", letur upp fríggja- dagin 4. februar kl. 15 á posthúsinum á Tvgroyri. Framsýningin hevur ver- ið í Norðurlandahúsinum og í Klaksvík. Tá hon verður tíkin niður aftur á Tvøroyri, fer framsýningin víðari til Danmarkar, har hon verður sett upp á Natio- nalmuseet í Keypmanna- havn. Framsýningin "Narsaq" er úrslit av samtíðar tiltaki, sum er gjørt í samstarvi við listasavnið í Narsaq og Finn Larsen, fotograf í Randers. Danin ferðaðist í suður- grønlandi í 1991 - 92. Finn Larsen myndar lívið í Narsaq, náttúruna, ysmu árstíðirnar og lívið, sum tað myndar seg hjá fólki í Nar- saq og har á leiðini. Úrslitið er ein frágreiðing um fólk, umhvørvi og um- støðurnar hjá teimum, sum liva og virka har. Myndir eru úr privatum heimum, á arbeiðsplássinum, veiðu- ferðum, seydarøkt, skúlum hátíðarhaldum og gðrum tilburðum, sum fóru fram, tá myndamaðurin vitjaði í Narsaq. Framsýningin á Posthúsi- num verður í tíðarskeiði- num 4. - 28. februar. Dagny