fríggjadagur 4. februar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
.
Sida 6
Russisk svartkjaftaskip: |
Fingu lítið í januar
Nr. 24 — 4. FEBRUAR 1994
Ulendsku skipini fiskadu knappliga 6000 tons i januar
Januar roynist ofta illa til
fisk. Ikki tí ofta er fiskur á
grunninum, men vedurl-
agið er mangan boysið. Ein
stórur partur av útróðrar-
flotanum var ikki úti ein
einasta dag í januar. Vána-
ligu líkindini darva eisini
teimum útlendsku fiskifør-
unum. Hvgnn mána ger
Vaktar og Bjargingartæn-
astan upp hvussu nógv tey
útlendsku skipini hava
fiskað. Tey hava fráboð-
anarskyldu um hvar tey eru
stødd og hvat tey hava
fingið. Tey skulu boða
myndugleikunum frá
hvgnn dag. Umframt frá-
boðanarskylduna so kanna
føroysku vaktarskipini eis-
ini lastina av og å.
Talið av russiskum skip-
um hevur ligið millum 4-8 í
januar og tey hava til-
samans fiskað 5546 tons.
Talan er næstan bara um
svartkjaft. Sum hjáveiðu
hava tey fingið 4.6 tons av
longu og 1,5 tons av konga-
fiski.
Skip úr felagsmarknaðar-
londunum hava heldur ikki
fingið tað stóra í januar.
Bretar fiskaðu 67 tons og
fransmenn 126 tons.
Fransmenn hava roynt á
djúpum vatni, meginpart-
urin av tí teir hava fingið er
langasporl, kongafiskur og
blålonga.
Fýra franskir trolarar vóru
í føroyskum sjógvi í januar.
Teir royna suðuri á mark-
inum og ofta eru teir bara í
føroyskum sjógvi um nått-
ina.
Meginparturin av tí bretar
veiddu í januar var upsi.
jústinus
Tíðindablaðið
Ein bretskur trolari
gjørði rættuliga teimum
føroysku trolarunum til
skammar ein dagin f
farna månadi,
Talan er um trolaran
Onward Challenger úr
Aberdeen. Hann boðaði
Vaktar og Bjargingar-
royndi vestur av Skeiva
Banka. Tá hann hevði
verið eitt samdøgur í
føroyskum sjógvi, setti
hann seg aftur í samband
við Vaktar og Bjarging-
artæanstuna.
Hann segði frá at hann
hevði fingið maskin-
brek og noyddist tí til
hús. Trolarin kláraði at
sigla sjålvur.
Dagurin f føroyskum
sjógvi hevur roynst
ógvuliga væl. Hann
Bretskur
trolari
rokdag
Fekk 134.000 pund ein dag
undir Føroyum
hevur uttan iva rent seg í
eina upsatorvu, tí hann
hevði fingið 130.000
pund av upsa. Eisini
hevði hann fingið eitt
tons av longu, 1400
pung av hýsu, 600 pund
av toski og 200 pund av
kongafiski.
Onward Challenger er
400 tons til støddar og
hevur roynt í fleiri ár í
føroyskum sjógvi. Tað
er eitt felag í London
sum eigur trolarar øg eitt
felag í Aberdeen rekur
navn til Onward Chall-
enger, fyrr var navnið
ið sum rekur Artic
Challenger eigur eisini
eitt nú Glenn Rose, ein
av trolarunum sum fekk
væl av toski á Norðhavi-
num í fjør.
jústinus
Kanadiskt verjuskip eftir Sólborg:
Slapp ikki at royna
uttanfyri sjómarkið
— Sambært okkara pappírum hava vit loyvi at royna á hesi leið,
sigur Eiler Jacobsen, reiðari
Seinasta sunnudag kom eitt
kanadiskt vaktarskip framá
Sólborg. Teir royndu á eini
leið millum Flemmish Cap
og 200 fjórðinga fiski-
markið hjá kanada. Okið
verður nevnt 3 L og er
NAFO øki. Tað vil siga, at
Kanada hevur, saman við
hinum NAFO londunum,
eftirlit við økinum.
— Teir vóru á fyrsta
"tóginum" tá vaktarskipið
steðgaði teimum. Sonur
mín Sámal er skipari. Hann
greiddi kanadiarum frá, at
sambært hansara pappírum
hevði hann loyvi at royna á
leiðini. Vaktarskipið setti
seg í samband við land og
fekk at vita, at Sólborg
skuldi flyta. Teir hálaðu og
sigldu teir 70 fjórðingarnar
út aftur á Flemmish Cap,
sigur Eiler Jacobsen, reið-
ari.
— Eg havi sett meg í sam-
band við landsstýrið og nú
veit eg ikki hvat teir fara at
gera. Íslendingar hava roynt
á hesum gkið og teirra
myndugleikar siga, at teim
hava loyvi, sigur Eiler Ja-
cobsen.
— Sólborg hevur fyrr á
túrinum roynt á hesum
økinum. Rækjurnar hava
betri lit og ti fæst eisini betri
prisur fyri tær. Tveir manns
úr Japan eru vid Sólborg og
teir láta væl at hesum rækj-
um, sigur Eiler Jacobsen.
Sólborg er í løtuni einsa-
malt føroyskt skip á
Flemmish Cap. Har hevur
viðrað sera illa seinastu
tíðina. Men fiskiskapurin
hevur verið hampuligur, tá
roynandi hevur verið. Í
seinastu viku fingu teir 30
tons og í næstseinastu viku
fingu teir 55 tons.
Høgifossur er á veg til
Flemmish Cap. teir hava
havt sera ringa ferð. Teir
høvdu fýrahundrað fjórð-
ingar eftir í gjár og tá høvdu
teir siglt í átta dagar. Hinir
rækjutrolararnir eru í Eyst-
urgrønlandi. Teir eru eisini
darvaðir av veðri, men har
hevur eisini verið góður
fiskiskapur, tá royndandi
hevur verið. Artic Viking úr
Kollafirði var á veg heim í
gjár. Okkum eydnaðist ikki
at fáa at vita hvussu nógv
hann hevði inni, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Artic Viking var fyrsta
skipið til Eysturgrønlands á
hesum sinni. jústinus