fríggjadagur 4. februar 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 24 — 4. FEBRUAR 1994
Cirkus Arena
framførslur i
itrottarhøllum
kring landið
Seinni í månadinum vitjar Cirkus
Arena í Klaksvík, Runavík, á Tvør-
oyri og í Havn við sirkusundirhaldi
Fýra ítróttarhallir vera í hes-
um mánaðinum karmur um
sirkusframførslur við Cir-
kus Arena, ið fyri åttandu
ferd leggur leidina hendan-
vegin fyri at undirhalda før-
oyingum vid alskyns undir-
haldi í besta sirkusstili.
Fyrsta framførslan verð-
ur í itréttarhøllinii Klaksvík
månakvøldid 21. februar,
og sidani verdur farid vidari
til Runavikar, Tvøroyrar og
Havnar tey trý fylgjandi
kvøldini. Øll kvøldini eru
framførslurnar kl. 20.
Framrførslur i tveir
tímar hverja ferð
Hver framførsla varar í
tveir tímar, og hesir báðir
tímarnir verða fylti av und-
irhaldi við útlendskum sir-
kusartistum, so fólk kunnu
fáa høvid til bæði at flenna,
øtast og annars hugna sær.
Umframt teir mongu sir-
kusartistarnar, ið eru við,
verður eisini kendi Pjerrot,
ið fólk kenna frá Bakken,
við í ferðalagnum, og fer
hann serliga at undirhalda
børnunum. Hann hevur eis-
ini verið í Føroyum fyrr, og
fer hann at spæla, sýna ym-
isk gandakynstur og fortelja
søgur fyri teimum yngru,
samstundis sum tónleikurin
í hansara framførslum fær
týðandi pláss.
Nevnast kunnu eisini aðr-
ir av artistunum, ið eru við.
Teirra millum er bert 15 ára
gamli Nereus, ið er yngsti
meistarajønglørurin í Euro-
pa. Hann hevur fyri kortum
vunnið heidursløn í altjóða
sirkusfestivalinum í Paris
fyri ungar artistar.
Heimsins størsti ganda-
kallur, tann 2,97 metrar
høgi Mister Merlin, fer at
sýna evni síni við ymsum
gandakynstrum.
Tann bert 16 ára gamla
Miss Eva fer at sýna fram
evni síni í kraft og smid-
leika sum sokallaður hond-
standsartistur, har hon bjóð-
ar avmarkingum kropsins
av við sínum vakurleika og
elegantu framferð.
Teir íspeglar, Die Onkels,
fara at gera rættiliga um seg
við sokallaðum crazy-show
— teir borðreiða við svørtum
humor, gykli av uymsum
slag, akrobatikki, jongler-
ing og ikki minst øllum tí, ið
gongur beinleiðis móti góð-
um, gomlum pallsiði. Síðst
Die Onkels royndu seg, var
í Sibiria, og teir hava ferðast
kring meginpartin av knøtt-
inum.
hj.
Svii vann
norður-
lendska
heiðurin
Svenski rithøvundurin Kerstin Ek-
man, ið fýra ferðir hevur verið inn-
stillað til norðurlendsku bókmenta-
virdislønina, vann hana týsdagin í
kapping við eitt nú føroyska rithøv-
undan Jóanes Nielsen úr Havn
Heidurslønin, ið er 200.000
krónur, verður handað 60
ára gomlu Kerstin Ekman,
tá Norðurlandaráðið kemur
saman til sína í svenska
hgvuðsstaðnum Stockholm
týsdagin 8. mars.
Hetta varð avgjørt, tå
dómsnevndin týsdagin var
samankomin á Schæffer-
gárden í Gentofte í Dan-
mark fyri at velja vinnaran
hesaferð.
Svenski rithøvundurin
var stórfavorittur av vinna
virdislønina. Hon hevði
ikki færri enn tríggjar ferðir
áður verið innstillað til bók-
mentavirdislønina, ið tað
ikki eydnaðist henni at
vinna, fyrr enn hon nú fyri
fjórðu ferð fekk kjansin.
Hetta er tólvtu ferð, at ein
svii vinnur virdislønina tey
33 árini, hon hevur verið
latin. Í fjór vann sviin Peer
Hultberg hana.
Føroyingur vid
Svenski rithøvundurin
vann békmentavirdislønina
i kapping vid ellivu adrar
nordurlendskar rithøvund-
ar. Teirra millum var eisini
føroyski Jóanes Nielsen úr
Havn.
Tveir føroyingar hava áð-
ur vunnid nordurlendsku
bøkmentavirdislønina. Í
60-årunum vann William
Heinesen hana fyri bókina
>Det gode háb<, og Rói
Patursson vann hana í 80-
árunum fyri yrkingarsavnid
»Likasum«.
Fyrsta bókin hjá Kerstin
Ekman varð útgivin í 1959,
og síðani er nógvar bøkur
Tíðindablaðið
Kerstin Ekman vann norðurlendsku båkmentavirdirlønina
fyri 500 síðu drúgvu bókina »Hændelser ved vand«, sum
hon fer at eita, tá kemur út á donskum um ein mánað
komnar frá henni, og hevur
hon í Svøriki fingið heitið
»rithøvundadrotningin«.
Blédugt mord
Bókin, ið Kerstin Ekman
vann virdislønina fyri, eitur
»Hændelser ved vand« å
donskum, og er talan um
eina 500 síðu drúgva bók,
hvørs karmur er eitt blóðugt
morð. Annars snýr bókin
seg í høvudsheitum um eina
kvinnu, ið flytir úr býnum í
eitt sambýli langt uppi í
Nordursvøriki, nær norska
markinum.
Men maðurin, ið skal
koma eftir henni, tá hon
kemur við bussinum, og
sum hon hevur forelskað
seg í, kemur ongantíð vegin
fram. Hon byrjar síðani at
ganga sjálv í góða svenska
miðsummarveðrinum hetta
kvøldid, og tá kemur hon
fram við einum tjaldi við eitt
vatn. Hon villist, kemur
fram á tjaldið aftur, og har
finnur hon eitt blóðugt lík.
Endin verður tann, at hon
verður búgvandi í norður-
svenska samfelagnum í 20
ár, tá tað eydnast at fáa upp-
klárað morðið.
hj.
FØROYINGUR FRAM-
VEGIS IKKI FUNNIN
Enn hevur ikki eydnast at finna 34 åra gamla føroyingin, id sidst
varð sæddur á háskúlanum hjá donsku heimamisstónini i Børkop
mikumorgunin 19. januar. Eingi spor eru heldur at ganga eftir
— Vit hava alla tíðina málið
liggjandi frammi, um tað nú
skuldi borið so á, at onkur
gjørdi vart við seg, men enn
hava vit einki frætt aftur frá
tí 34 ára gamla horvna før-
oyinginum, ið hevur verið
eftirlýstur síðani leygar-
dagin 22. januar, sigur vakt-
havandi á politigarðinum í
Fredericia, ið hevur havt
leiðsluna av leitingararb-
eiðinum um hendi.
Leygardagin 22. januar
fekk politiið í Fredericia
fráboðan frá háskúlanum
hjá donsku heimamissión-
ini í Bórkop um, at ein 34
ára gamal føroyingur, ið
hevði gingið á skúlanum
síðani byrjanina av januar,
ikki hevði verið sæddur har
síðani um 8-tidina miku-
morgunin 19. januar.
Beinanvegin varð leiting
sett í verk, og politiið hevði
fleiri hundar við, eins og ein
tyrla frá Hærens Flyvetjen-
este í Vandel var við í leit-
ingini. Men hóast leitað
varð bæði væl og leingi, gav
leitingin einki úrslit, og po-
litiið hevur eingi spor havt
at ganga eftir.
Á kamarinum hjá tí 34 ára
gamla lá eitt bræv, hann
hevði skrivað, men heldur
ikki út frá tí hevur politiið
fingið nakað at ganga eftir,
ið kann geva eina ábending
um, hvar tann 34 ára gamli
kann vera.
Stutt eftir at eftirlysingin
var farin út í fjølmiðlum
kring alt Danmark, gjørdu
fólk vart við seg, tí tey hildu
seg hava sæð ein mann, ið
svaraði til útsjóndina hjá tí
34 ára gamla og tey klæði,
hann skuldi havt verið í.
Men tað vísti seg skjótt, at
tað var ikki hann, tey høvdu
sæð, tí politiið hevði rætti-
liga nýtt myndatilfar til
taks, og tá bar til at stað-
festa, at talan ikki var um
tann 34 ára gamla.
— Men síðstu tíðina hava
vit ikki havt nakra beinleiðis
leiting, og tað er eisini rætti-
liga trupult, tá ið so fá ella
eingi spor eru, sigur vakt-
havandi á politigarðinum í
Fredericia við Tíðindablað-
ið Sosialin.
— Men vit vóna kortini at
frætta frá onkrum, ið kann
vita okkurt og siga okkum
frá hesum, og vit brúka eis-
ini hvørja leysa løtu til at
gera nakað við málið. Vit
hava leitað allastaðni, har
hugsingur kundi verið um at
funnið mannin, men leiting-
arnar hava ikki givið nakað
úrslit. hj.