fríggjadagur 4. februar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
Tíðindablaðið ED Nr. 24 — 4. FEBRUAR 1994 Sida9
Joe Penny og Lisa Hartmann
Friggiadagin kl. 21.05;
Rósur til tað
betra slagið - 1:2
Romantisk og dramatisk ensk stuttrød í
tveimum pørtum um kærleika, hatur og
hevnd við Lisu Hartman og Bruce Dern í
høvudsleiklutunum.
Tann vakra Autumn stendur å grøvini
hjå manni sinum. Douglas Osborne, sum
var ríkur námseigari, verður jarðaður. Á
grøvini standa vinir og næstringar, og tey
havagll illgruna um, at Autumn hevur beint
fyri manninum. Hon verður handtikin. Hon
hevur ynskt hann deyðan og henni hevur
longst eftir tí, men er hon sek í morði?
Fríggjadagin kl. 22.45:
Kathy og Mo
Am. skemtisending við teimum báðum
Kathy og Mo, tveimum stuttligum konum,
sum duga at síggja tað láturliga í nógvum av
tí, vit gera. Eingin sleppur undan, hvorki
vertshúsbumsurin ella reyðsokkurin.
Leygardagin kl. 20.40:
Rúmdin — 11:12
Um rúmdargransking í framtíðini og tann
fyrsta fylgisveinin, ið er gjørdur í Danmark,
»Ørsted«. Hann skal sendast í ringrås um
jørðina í 1995 at kanna magnetfeltið, ið
m.a. verjir okkum ímóti kosmiskari strál-
ing.
Góði William
— ein heilsan til skaldið
Í sambandi við William Heinesen-dagarnar
herfyri varð skipað fyri kvøldsetu í Norð-
urlandahúsinum skaldinum til heiðurs.
Annika Hoydal og Kristian Blak skipaðu
fyri kvøldsetuni. Sendingin er upptøka av
hesi kvøldsetu.
Sunnudagin kl. 20.20:
Allar gåvur…
Á + 08 »
5
% = > 07
á + "ei
fslendskur filmur. Søgan fer fram beint eftir
seinna heimsbardaga. Johan og Daniel
ynskja sær tyggigummi, men tad var heilt
6gjørligt at fáa hendur á um ta tíðina. Onki
minni enn eitt undur skuldi til at fáa tað at
eydnast.
Ung spæla tónleik
Í summar var konsert í høllini í Hoydølum,
har musikkskúlanæmingar úr øllum land-
inum vóru við. Í sendingini fara vit at síggja
og hoyra brot úr konsertini við teimum
gávuríku, ungu tónleikarunum.
n in kl.
Vit síggjast aftur
Gaspard Manesse og Raphael Fejtø
Franskur filmur frå 1987. Lous Malle hevur
leikstjórnað filmin, ið er ein hugtakandi,
sjålvbiografisk søga um vinskapin ímillum
tveir dreingir undir Seinna Heimsbardaga.
Julien verður sendur á ein katólskan kost-
skúla, har hann hittir Jean. Teir báðir eru
javngamlir og verða vinir. Stutt eftir varnast
Julien, at nýggi vinur hansara er jødi og
verður krógvaður í skúlanum í støðugum
vanda fyri at verða tíkin og sendur í týn-
ingarlegu.
Handrit: Lous Malle, leikstjórn: Lous
Malle.
Týsdagin kl. 21.20;
Tala, tað er so myrkt
Svenskur filmur frá 1993. Jacob er sálar-
lækni og jødi, og Søren er skinhead og sera
hugtikin av nazismuni. Teir báðir metast í
sambandi við eina mótmælisgongu. Søren
verður meinslaður og Jacob hjálpir honum,
hóast tað er eyðsýnt, at tað býður Søreni
nógv ímóti.
Filmurin er óhóskandi fyri smærri børn.
Tysdagin kl. 23.10;
Steðgar niður-
gongdin? - 2:3
4 ár eru liðin, síðan Múrurin fall, og trý ár
síðani tey bæði Týsklondini vórðu løgd
saman í eitt ríki. Og hvussu hevur so ging-
ist? Í Rostock eru 3/4 av arbeiðsplássunum
horvin, og býurin stríðist við ovurstórar
sosialar og búskaparligar trupulleikar.
Lisbeth Lyngse og Jørgen Pedersen hava
lagt til rættis.
Mikudagin kl. 21.50:
Smith
Glenn Ford
Am. filmur frå 1969. Ein ungur indiånari,
Gabriel, er undir illgruna fyri morð og
rýmir. Tann einasti, sum roynir at hjálpa
Gabriel, er bóndin Smith, sum heldur at fyri
tað um Gabriel er indiånari, er tað ikki
nøkur sjålvfylgja, at hann er sekur.
Hósdagin kl. 22.40;
Hver turkar av?
Am. filmur frá 1968 við Jack Lemmon og
Walther Matthau í høvudsleiklutunum. Tá
ið Felix og Oscar báðir verða skildir frá
konum sínum um somu tíð, halda teir tað
vera eitt frálíkt hugskot at Felix flytur inn í
ta stóru íbúðina hjá Oscar. Men tað vísir seg
skjótt at vera líka torført at búgva saman við
einum vinmanni sum við konuni.
Handrit: Neil Simon. Leikstjórn: Gene
Saks.
Walter Matthau og Jack Lemmon