Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 TV3 Frlgslsdogin kl. 19.00: Agent 007 móti Goldfinger Bretskur actionfilmur frå 1964 vid Sean Connery i leiklutinum sum James Bond. Hesu ferð skal hann kanna umstødurnar hjá Aurie Goldfinger, sum er illtonktur fyri at stjala gull år Onglandi. Goldfinger er harður, og tá ið hann uppdagar, at skrivarin hjá honum hevur sagt Bond, at hann snytir í kortum, fær hon sína revsing. Men agent 007 ræðist ikki Goldfinger. Tænarin hjá Goldfinger, Oddjob, tekur Bond til fanga. Doyvdur og bundin vaknar hann í einum flogfari á veg til USA, og flogskiparin er Pussy Galore. Tað tykist sum nú fer at enda galið hjá James Bond, men hann veit ráð... The Laughing Policeman Bretskur filmur frá 1974 við Walter Matt- hau í høvudsleiklutinum. Politi-drama úr San Fransisco um tveir løgreglumenn, sum jagstra ein hépdråpsmann… Leygardagin kl. 17.25: Herbie fer til Monte Carlo Amerikanskur filmur frá 1977. Fólkavogn- urin Herbie verður hesu ferð fyri gimsteina- smugling. Meðan Herbie luttekur í kapp- koyringini um alt Europa, hevur hann ein gimstein í bensintanganum, uttan at vita Leygardagin kl. 22.25: Kid Blue Amerikanskur western frå 1973 vid Dennis Hopper í høvudsleiklutinum sum maðurin, ið djarvur roynir at yvirliva í einum byi í Texas fyrst i 20. øld. Sunnudagin kl. 19.00: Her Alibi Amerikanskur filmur frå 1989 við Tom Selleck í høvudsleiklutinum sum hin gátu- føri rithøvundurin Philip Blackwood. Meira enn fýra ár eru lidin, síðani hann skrivaði seinastu bók sína, og nú minnir forleggjarin hann á tað. Philip ger av at »låna« ein illtonktan persón í einum veru- ligum kriminellum máli — ta vøkru Ninu Inoescu, sum er illtonkt fyri morð. Og fyri at hann skal kenna hana betur, flyta tey saman. Hann verður skjótt greiður yvir, at hon er ósek, og hann leggur einki í, um Politos inspektørur sigur, at hon er sek... men so hendir mangt og hvat, sum fær Philip at hugsa ødrvisi… Sunnudagin kl. 20.50; Domdur sekur Filmurin er upptikin í kvinnufongslinum í Suður-Australiu, har fangarnir ikki eru ser- liga hugaðir at siga frá nøkrum. Men spurningar verða settir kvinnunum. Verða fólkini betri av at verða læst inni, ella versnar stødan? Helge Dietrichson leggur til rættis. Nr. 24 — 4. FEBRUAR 1994 Grannar Todd arbeiðir við skúlablaðnum og hann kemur í samband við Cody Willis. Beverly fær eina uppgávu og biður Hirary ansa eftir barninum so leingi. Married with Children 8 %3 ; próvtókuna. Hon uppdagar, at henni tørvar eitt skeið, og hon fer í sama flokk sum Kelly. Tysdagin kl. 22.35: Hardball Charlie og Kaz verda vinmenn vid ein gamlan indiånara, sum leitar eftir abbabarni sinum. Mikudagin kl. 20.00: Listen to Me Hetta er ein søga um triggjar studentaskúla- næmingar, sum taka skúlaarbeiðið í álvara. Hjá teimum ræður heilamegin, og einasta vápn teir hava, eru orð. Tucker Muldown- ey, Monica Tomanski og Garson McKellar ætla at taka verðina upp á sín máta, men gll hava tey sítt loyndarmál ... Filmurin er amerikanskur og frá 89. Hósdagin kl. 22.30: Frankenstein Created Woman Hin løgni vísindamaðurin dr. Frankenstein vakir eina deyða gentu aftur og gevur henni sálina hjá deyða hjámanni hennara. Hetta ger, at kvinnan verður óð eftir blóði. Hetta kvinnuliga monstrið ætlar at drepa tey trý fólkini, sum stóðu aftan fyri drápið á pápa hennara og dronginum. Filmurin er bretskur og frá 67. Fríggjadagin kl. 19.00: Barnaløtan Í kvøld byrja vit í Musikkskúlanum á Frúu- trød í Havn. Hesa ferð skulu vit hoyra messingblásarafamiljuna. 7 Síðani hoyra vit søguna um Geyka- klokkuna. Tey bæði børnini, Gunnar og Gunhild, eru sjúk. Ikki illa, bara so mikið, at tey ikki sleppa úr seingini. Tey spyrja í heilum mammuna, hvat klokkan man vera. At enda verður mamman so móð, at hon gevur teimum eina geykaklokku inn á kamarið. Men hetta er ikki ein vanlig geykaklokka... Og Barnalgtan endar við at vísa myndir, sum grønlendsk børn hava teknað. Fríggjadagin kl. 19.25: Vinur ella figgindi — 3:4 (ft) Siggeog Tove skulu møta påpa Tove. Men f stadin renna tey seg inn f fleiri hermenn vid hundum. Tey mugu goyma seg og royna at koma víðari við at klæða seg út. Leygardagin kl. 17.40: Dinosaurarnir Robbie er nú forlovaður við Wendy Rich- field, men verður bangin, tá hann hoyrir slaturin, at Wendy etur sjeikamar hjá sær? Leygardagin kl. 18.05: Disney teknifilmar — (ft) Hesuferð skulu vit síggja filmamar: Dólga- múli er rúgvandi ríkur, Posthundurin Pluto, D6lgamiili ger fimleik, Dunnudánjal bónd- ast. Leygardagin kl. 18.30: Star Runner — 8:8 (ft) Seinasti partur í nýsælendsku familjusendi- rødini við spenningi og gåtuførum hend- ingum, um vinarlagið millum ein ungan drong og hest hansara, Star Runner. Josh fer til kappríðing og biður Kelly standa á vakt við húsini hjá Fenton. Í meðan er jockeyin, sum skal ríða Star Runner í kappingini, á fundi við Fenton, og teir gera av at tapa kappingina við vilja. Eftir kapp- arnasendingar í Sj Tíðindablaðið énvarpi Føroya ingina skal Esther skjóta Star Runner og geva Carl skyldina. Teirra ætlan er løgd so væl til rættis, at einki kann ganga galið. Men náa Kelly og Josh at bjarga teirra dreymahesti? Sunnudagin kl. 14.50; Ein lítil bátur í storminum Fabian og foreldur hansara búgva í einum húsvogni. Tey flyta fleiri ferðir um árið, so Fabian má skifta skúla í heilum, og tað Odåmar honum illa, tí børnini happa hann ofta ta fyrstu tíðina. Sunnudagin kl. 19.00: Såra ur Avonlea — 9:13 (ft) Crane kapteynur, av vitanum, hevur eitt hálvt skattakort. Ein dagin hitta tey ein fremmandan sjómann, og tá finnur Sára út av, at hann hevur hina helvtina av skatta- kortinum. Teir báðir menninir royna at lumpa hvønn annan. Og allur býurin er á gosi, tí øll eru farin at leita eftir skattinum. Tysdagin kl. 19.10: Barnasendingin Vit skulu saman við Janusi hava ein dreymatima. Søgan hesuferð er um Skrumbli Rumbla, sum fer at byggja sær eini hús. Ein heilt vanlig hús við køki, stovu og einum sovikamari. Men Skrumble Rumbli er als ikki nøgdur við eini vanlig hús... Vit skulu eisini hoyra søguna um lítla Tikara og lítla Bjørn. Litli Tikari er sjúkur, og eftir sum hann er sjúkur, ger lítli Bjørn alt fyri at hjálpa lítla Tikara og kanska forkela hann eitt sindur. Men tað kann eisini verða eitt sindur strævið. Mikudagin kl. 19.00; Heidi og fjallaabbin — 14:26 (ft) (e) Omman ger eina útferð saman við børn- unum, áðrenn hon fer heim aftur. Men einki er sum har heima, heldur Heidi, sum er vorðin følin og bleik, og sum grætur seg í svøvn hvørja einastu nátt, tí henni leingist