leygardagur 5. februar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum:
Eraserhea
Nr. 25 — 5. FEBRÚAR 1994
— ein kultklassikari í Filmsfelagnum
Sunnudagin synir Filmsfe-
lagið ein av stóru kult-
klassikarunum í nýggjaru
filmssøguni. Tað er filmur-
in hjá David Lynch
»Eraserhead«. Sýningin
verður í Sjónleikarhúsinum
sunnukvøldid kl. 20.
Amerikumadurin David
Lynch er f dag rættuliga
kendur vid filmum sum
»Wild at heart«, »Blue
Velvet« og »The Elephant
Man<. Og heimskendur
gjørdist hann við sjónvarps-
rødini »Twin Peaks<. Men
fyrsti spælifilmur, David
Lynch gjørdi, var >Eraser-
head«.
Hin ungi Lynch roynir
seg her vid undarligum
myndævnum og fråsøgu-
kynstri f svørtum og hvit-
um. Filmurin snyr seg um
einzoombie liknandi mann,
sum tykist å heilt skeivari
rék. Og so er tad spastiska
genta hansara og løgna barn
teirra, sum ilt er at meta um.
Ein ektaður kultfilmur, av
surrealistiska, marrukenda
markamótinum. Ein
myrkalagdur filmur, við
skyggjandi hugskotum. Ein
filmur, sum ikki nýtir sam-
røduna og skilvísu søgu-
gongdina, men heldur tosar
í myndum, ljóði og huglagi.
Eftir heili 5 ár var David
Lynch í 1978 liðugur og
nøgdur við avrikið, hann
rópti >Eraserhead<.
David Lynch er føddur i
Montana í 1946. Fråsøgu-
stílur hansara á filmi er í dag
eyðkendur. Ofta eru vit á
bygd og hóast alt andar frið
og hugna, so hongur eitt 6-
frættakent skurr uppi við
øllum. Ein egin fråsøgustil-
ur, kanska best frágingin í
filminum >Blue Velvet<,
sum áður er sýndur í Films-
felagum. Og í biografmyrk-
rinum kunnu vit undrast.
Hvat er hetta? Veruleiki ella
sálargranskan? Januarút-
søla hjá Freud? Ella kanska
bert ein lærdómsrík kyn-
biningarsøga? Júmener tað
stuttligt at ganga í biograf!
Í 1981 fór amerikanski
filmskennarin Danny Peary
undir bókargðina >Cult
Movies<. Hann heitti á
filmsfólk, at skriva eina
stutta fråsøgugongd,
synopsis, til teir filmar
teirra, ið umrøddir vórðu.
Ein teirra var >Eraserhead<
hjá David Lynch. Og með-
an aðrir leikstjórar nýta alin
langar teigar, lýsir Lynch
>Eraserhead< við hesum
eina setningi: »A Dream of
dark and troubling things<.
Og júst hesi knøppu orð
fylgja filminum á veg í hesi
áhugaverdu bók um kult-
filmar. Ein bók, sum bólkar
»Eraserhead« millum
»Enter the Dragon« vid
Bruce Lee og »Fantasia«,
sum Disney gjørdi í 1940.
Ikki tí teir eru líkir, men tí, at
bókin er skipað eftir bók-
stavaraðnum.
Filmurin »Eraserhead«
varir í hálvan annan tíma og
verður sýndur í Sjónleikar-
húsinum sunnukvøldid hin
6. febr. 1994 kl. 20.00.
Nyggir limir kunnu tekna
seg vid dyrnar.
Viðmerking -
Las í Sosialinum 1/2, at Marita
Petersen »ivast stórliga í, at ar-
beiðsleys fáa so nógv betri
sømdir í Danmark enn tey fáa í
Føroyum«. Eg veit ikki, hvørj-
ar »sømdir« tey arbeidsleysu
fáa í Føroyum, men í Danmark
eru tær í hevuðsheitum hesar
(ikki ber til at fara út í æsir, tí
skipanin er so fløkt): Ein ar-
beiðsleysur, sum er fulltíðar-
tryggjadur í arbeiðsloysis-
kassa, fær brutto umleið
11.000 kr. um mánaðin. Hevur
hann ongan annan frádrátt enn
persónsfrádráttin, verða út-
goldnar umleið 7.000 kr. um
mánaðin. Hesi skipan ber til at
vera í í 7 ár, íroknað kravd ar-
beiðstilboð og/ella útbúgving.
Í nógvum førum gevur lækk-
aða inntgkan rætt til onnur í-
skoyti; eitt nú hægri íbúðar-
ískoyti, um han býr til leigu.
(Aftrat hesum upphæddum
koma barnaískoyti, ið er óheft
av inntøku).
Utiseti
Felagsskúlastýrið á Oyrabakka hevur
ikki yvirhildið sáttmálan seinastu árini.
Nú eru vaskikonurnar enntá settar
longri niður í løn. Hetta er grov provo-
katión, sigur Føroya Arbeiðarafelag. -Vit
hava ongan sáttmála brotið sihgur
stýrisformaðurin
Nú var tolið hjá Føroya Ar-
beiðarafelag uppi í sam-
band við vaskingina av fel-
agsskúlanum á Oyrabakka.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag sigur, at síðani 1991
hevur felagsstýrið fyri
skúlan á Oyrabakka ikki
hildið sáttmálalgn. Har-
aftrat eru allar vaskikonur-
nar frá 1. januar í ár farnar
átta prosent niður í løn
aftrat.
Hetta vil Føroya Arbeið-
arafelag als ikki finna seg í,
og hevur tí boðað frá, at fyrr
enn stýrið rindar vaskikon-
um såttmålaløn, verður ar-
beiði at vaska skúlan ikki
tikið uppaftur.
Ingeborg Vilther sigur, at
framferðin hjá stýrinum er
sera provokerandi. Eingin
annar skúli hevur borið seg
so vanvirðisliga at mótvegis
vaskifólkunum, sigur for-
kvinnan í Føroya Arbeið-
arafelag. Hon leggur aftrat,
at eingir trupulleikar hava
verið fyrr enn Jógvan K.
Mørkøre tók við sum for-
maður fyri stýrið á skúlan-
um á Oyrabakka.
Eingin sáttmáli
Jógvan K. Mørkøre, stýris-
formaður sigur, at vaski-
konurnar á skúlanum hava
ongan sáttmála við nakran
sum helst, og tí er heldur
ikki talan um at bróta
nakran sáttmála.
Sjávur sigur hann seg
hava roynt at fáa gjørt sátt-
mála við vaskikonurnar,
men hesum hevur stýrið sett
seg ímóti.
-Málið snýr seg meira um
prinsippir enn um krónur og
oyru. Hava vaskikonurnar
nakað at siga til lønina, eru
tær vælkomnar at tosa við
stýrið fyri skúlan. Við Før-
oya Arbeiðarafelag hava vit
als einki at tosa um, sigur
Jógvan K. Mørkøre.
Annars skuldi fundur
veramillum stýrið og vaski-
konurnar í gjårkvøldid.
tór.-
Tíðindablaðið ESF
a Vanvirðing av
vaskikonunum
FT ——————
ALT
SERVICE |
ARBEIÐI
|eins og flest allar
'BILUMVÆLINGAR
verður gj
SKJOTT, VÆL & BILIGA
(verkstadartimin bert 150,- u/ MVG)
SERA BÍLIGIR SKIFTISLUTIR
|Proppar Oljufiltur Olja |
Frá17,50 Frá 26,- 28, 50/1 |
TILBOÐ fáast uppá størri
arbeiði,
DÁNJAL LUDVIG
| BILVERKSTAÐUR
900 Vágur TIf. 74842
LAS Laud:
Listamadurin og
rannsóknarferðamaðurin
Tróndur Patursson í SMS
Tvangsauktion
Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 24. febr. 1994 kl. 09.00
tvangsauktion, (AS 337/93) over matr.
nr. 405 Skopun, beliggende Skopun.
Auktionen er begæret af advokat Niels
W. Poulsen, Fr. Petersensgeta 9,
Tórshavn, tlf. 1.1145 (j. nr. 920609) pá
vegne en pant- og udlægshaver.
5 er et grundstykke pá 482
vm
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 02.02 94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
Tróndur Patursson, ið
fyrst og fremst er kendur
millum manna sum list-
armaður, ger seg eisini
galdandi á annan hátt.
Saman við Tim Severin
og ødrum, hevur Trónd-
ur roynt at prógvað ym-
iskar farleiðir við eftir-
gerðum av aldargomlum
havgangandi bátum.
Seinast hevur Tróndur
verið á rannsóknarferð
úr Japan tvørtur um
Stillahavið við bátinum
»HSU FU«. Og tað er í
hesum sambandi, at vit
hitta Trónda á torginum í
SMS-foto gallarínum,
yvirav LM-handlinum.
Framsýningin á torgin-
um er ikki vanlig lista-
framsýning, sum vit
annars kenna tær frá
Tróndi, men heldur
meira ein frásøgn í lit-
fotomyndum frá sjálv-
Sum kunnugt restaðu
bert fáar hundrað sjómíl
í at vinna upp land í USA
við »HSU FU<. Tó er
greitt, at langa ferðin,
hóast alt, eydnaðist so
mikið væl, at við hesum
túrinum er prógvað, at
hetta slagið av førum, í
famari tíð, hava verið
nýtt til sjóferðir tvørtur
um Stillahavið.
Fototólið, eitt Pentax
WR 90 frá SMS-foto og
video, var tað einasta, ið
slapp 100% heilskapað
gjøgnum allan túrin.
Myndirnar, ið verða
sýndar fram, eru tiknar
við hesum fototóli, og
tólið sjálvt verður sjálv-
andi eisini at síggja á
framsýningini.
Fríggjadagin 11.
febr. kl. 16.00 og leyg-
ardagin 12. februar kl.
11.00 fer Tróndur i
orðum og við ljósmynd-
um at greiða frá túrinum.
Hetta fer fram Í SMS-
foto gallarínum, yvirav
LM-handlinum.