leygardagur 5. februar 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EST Nr. 25 — 5. FEBRUAR 1994 Síða5
Bileggja
ferðina í
góðari tíð
Ahugin, at koma til Føroya
at ferdast, økist
Alt bendir å, at væl fleiri
ferðafólk úr Danmark koma
til Føroya í summar enn
áður.
Hóast tað er ilt at meta
um hvat hvør einstøk
ferðamannamessa gevur
ivast Heri Niclasen ikki í,
at tað hevur sín stóra
týdning at vera við. Mynd:
Kalmar
Útlendingar bíleggja sær
ferðaseðil í góðari tíð, og
higartil hevur Smyril Line
fingið umleið 400 bílegg-
ingar úr Danmark.
Men hetta er heldur ikki
av berari tilvild, at ferda-
hugurin hjå eitt nå dønum
økist fyri oyggjalandinum i
Atlantahavi. Smyril Line
ger eisini nakað fyri tað.
Umboð fyri Smyril Line,
Hotel Føroyar og Atlantic
Airways eru júst afturkom-
Lágargarður við nýggjari tænastu:
Pensionistar kunnu
fáa døgurda heim
Lágargarður bjóðar sær til at koyra dýgurða út til teir
pensionistar, sum ikki halda seg til at matgerða sjálvir
Pensionistar, í fyrsta lagi í
Surðurstreymoy, og sum
ikki sjálvi halda seg til at
matgerða, kunnu um stutta
tíð fáa døgurda koyrdan
heim til hús av Lágargarði.
Tey á Lágargarði hava nú
fyrireika seg til hesa tæn-
astu, og í hesum sama sam-
bandi vóru Marjun Smith,
leiðari, Tóra Joensen, øko-
noma og Ronald Poulsen
formaður í stýrinum fyri
Láargarð í Danmark og
kunnaðu seg um, hvussu tey
bera seg at har.
Ronald Poulsen sigur seg
rokna við kunnu byrja hesa
nýggju tænastu, sum er hin
fyrsta av sínum slag í
Føroyum, í hesum mánað-
inum. Hendan tænastan fer
at standa øllum pensionist-
um í boði, sum ikki orka
sjálvi at gera mat. Kostnað-
urin, sum verður ógvuliga
rímiligur, verður tíkin av
pensiónini.
Ætlanin er, at koyra
tilgjørdan døgurda út, sum
fólk so sjálvi kunnu hita. At
koyra kaldan døgurda út er
munandi lættari at hava við
at gera, tí tá verður ikki
neyðugt at koyra út hvønn
dag. Haraftrat gera fólk tá
sjálvi av, nær tey vilja eta
døgurdan.
Nøktar Ikki
allan tørvin
Ronald Poulsen sigur, at
beinanvegin sum Láargarð-
ur varð tíkin í nýtslu var
greitt, at stovnurin nøktadi
ikki allan tørvin. Har er
pláss fyri 48 fólkum. Har-
aftrat er heimahjálpin skerd
munandi. Stýrisformaðurin
heldur, at tey eru mong,
sum als ikki fáa heitan døg-
urða í Havn.
Ronald Poulsen sigur, at
tað verður ikki neyðugt at
seta fleiri fólk í starv, hóast
Lágargarður åtekur sær
hesa nýggju uppgávuna.
Ætlanin er eisini at sam-
starva við Heimahjálpina.
tór.-
Lágargarður letur
døgurda til tey, sum
búgva í vardu íbúðunum,
men nú skal hendan
tænastan víðkast til eisini
at fevna um allan býin.
Mynd: Kalmar
in av stórari ferðamessu í
Bellasentrinum í Keyp-
mannahavn, har tey hava
lyst Føroyar sum ferða-
mannaland.
Ein av luttakarunum á
stevnuni var Heri Niclasen,
deildarleiðari á Smyril
Line. Hann sigur, at Smyril
Line roynir at vera við á
tílíkum messum har umboð
fyri ferðamannafeløg og
onnur áhugaði koma, men
torført at í hvørjum ein-
støkum føri at siga, at tilik
tiltøk geva. Men at tad
lvysir seg, sigur Heri Nicla-
sen seg ikki ivast i. Á hesi
ferðamannamessuni vóru
ikki færri enn 50.000 vitj-
andi.
Fáar glósur
Heri Niclasen heldur tað
vera ógvuliga natúrligt at
dentur verður lagdur á at
gera søluarbeidi júst í
Danmark innan ferðavinn-
una, og tað hevur eisini
verið gjørt nógv av, ikki
minst seinastu árini.
Spurdur um føroyskuum-
bodini å stevnuni ikki fingu
onkra glósu um vidurskift-
ini i Føroyum sigur Heri
Niclasen, at tað mertu tey
ikki nógv til.
-Onkur lat okkurt orð
falla tá tey gingu framvið
um at hetta var básurin hjá
teimum fátæku, men yvir-
hevur komu tílík viðurskifti
ikki upp á tal. Tað vóru
eisini tey, sum søgdu seg
vera fegin um, at danir
kundu veita okkum eina
hjålpandi hond og søgdu
seg ikki ivast í, at tað iva-
leyst fór at ganga framá
aftur, sigur Heri Niclasen
sum leggur aftrat, at hetta er
dønum so líkt, tí hetta er eitt
menta og vinsælt fólk.
tór.-
Nýggja Hitafelagið
Kommunan
tekur yvir
Um eina ella tvær vikur
verður ein partur av ogn-
unum hjá Hitafelagnum
í Havn seldur á tvang.
Hetta er tann parturin,
Kommuna hevur stovn-
að, keypti herfyri tann
partin av ognunum hjá
Hitafelagnum, sum
landsstýrið ikki eigur
pant í, og lítið er at í vast
í, at býráðið eisini fer
avstað við restini av og-
nini.
Sum, skilst
hevur
brúkarin ikki merkt
nógv til, at gamla Hita-
felagið steðgaði upp, og
kemur neyvan heldur at
gera tað. Nýggja parta-
felagið hjá Tórshavnar
Býráð rekur sum er
Hitafelagid, og fer iva-
leyst eisini at gera tað
framyvir.
Tað vóru annars Tórs-
—
Hitaskipanin fær part-
víst orku frá brenni-
stóðini og partvist við
olju.
Mynd: Kalmar
havnar Býráð og SEV.
sum í felag høvdu gamla
Hitafelagið, og býráðið
hevur boðað SEV frá, at
vil — el-felagsskapunin
verða við í nýggja felag
num, er hann vælkomin
tór.-