leygardagur 5. februar 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 25 —5. FEBRUAR 1994
Lagt
til ræftis:
Oddbjerg
Djór í Bíbliuni
Hvat djór var tað sum...
… Svølgdi Jónas?
… freistadi Evu?
... fann eitt oljublað til Nóa? — —
Góðu mamma og babba'
Hjartaliga tillukku við 20 ára brúdleypsdegnum 2. febr.!
Heiisan, John. Mirjam, Sølvi og Atli
Góða, elskaða omma!
Hjartaliga tillukku á 60 ára degnum 7. febr., og alt tað besta
framyvir. Eisini ein heilsan til abba og øll hini.
Bestu ynski, Katla
HejBjarni
Hjartaliga tillukku við 6 ára fóðingardegnum 4. febr.
Heilsan, Dania omma
Góði abbi
Hjartaliga tillukku við 80 ára
degnum í dag, 8. febr., ynskja
Mary og Gerda
P.S. Ólíka hevði verið at staðið
um borð her aftur.
Allarbesta Marjun!
Hjartaliga tillukku við 7 ára
degnum. Jesus pápi signi fram-
tíð tína
Blíðar heilsanir, mamma,
babba og systkini
Góði Jóanes
Hjartaliga tillukku við 50 ára
degnum, ið var tann 29. jan.
Eisini ein heilsan til Jan, ið fylti
sama dag, og til lítla beiggja
Eyðfinn, ið fylti 2. jan.
Heilsan, Heidi og Dia
Sámal úr Skúoy Johansen,
Hovi, hevur fingið sveinabræv
sum radiomekanikari. Hann
lærdi hjá Tema Radio í Havn,
lærimeistari var Niels Nielsen.
Elisabeth Samuelsen, Vági,
hevur á skúlanum í Brøndby
ikið prógv sum sosiasundheits
assistentur
Tidindabladid CSE
Fimta sunnudag eftir trettanda
Kollekt. Latum okkum øll bidja:
Harra, vår Gud, himmalski fadir, vær tøkkum
tær fyri, at tå við einborna syni tínum hevur sáað
títt góða sáð mitt í heimsins veltu, og vær sannum
fyri tær, at eisini hjá okkum hevur fíggindin sáað
illgras upp í hveiti tína. Tí biðjum vær teg, tå sum
kennir tíni: Varðveit hitt góða sáðið, lat tað sleppa
at búnast til heystar og einaferð at verða savnað í
lødu hjá tær fyri elskuliga son tin, Jesus Krist,
váran harra, sum við tær livir og ræður í einleika
heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir
allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul í fyrra brævi
sínum til Korintmanna, 3. kap. 3.—17. v.
Tí at tå ið øvund og trætnaður er tykkara mill-
um, eru tit tá ikki holdligir og fara at á manna
vísi? Tí at tá ið ein sigur: >Ég eri í parti Paulus-
ar,< og annar: »Eg eri í parti Ápollosar,< eru tit tá
ikki menniskjur? Hvat er tá Ápollos? Og hvat er
Paulus? Tænarar, sum fingu tykkum til at taka við
trúgv, og tað eftir sum Harrin gav hverjum fyri
seg. Eg setti niður, Ápollos vætti, men Guð gav
vøkst. So er tá hvørki tann nakað, sum setur
niður, ella tann, sum vætir, men Guð, sum gevur
vøkst. Men tann, sum setur niður, og tann, sum
vætir, eru eitt; men ein og hvør skal fáa sína egnu
løn eftir sínum egna arbeiði. Tí at Guðs starvs-
felagar eru vit; Guðs akurlendi, Guðs bygningur
eru tit. Eftir teirri Guðs náði, sum mær er givin,
havi eg sum ein kønur húsasmiður lagt grundvøll;
men annar byggir omaná; men ein og hvør gevi
gætur, hvussu hann byggir omaná. Tí at annan
grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagd-
ur er, og hann er Jesus Kristus. Men um einhver
byggir oman á grundvøllin gull, silvur, dýrar
steinar, træ, hoyggj, hálm, tá skal verkið hjá ein-
um og hverjum verða eyðsýnt; tí at dagurin skal
sýna tað, av tí at hann verður opinberaður við
eldi; og hvussu verkið hjá einum og hverjum er,
tað skal eldurin prógva. Um verkið hjá einum-
hvørjum, sum hann bygdi omaná, verður stand-
andi, tá skal hann fáa løn. Um verkið hjá einum-
hvørjum brennur upp, tå skal hann missa hana;
men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum
úr eldri. Vita tit ikki, at tit eru Guðs tempul, og at
andi Guðs býr í tykkum? Um einhver oyðir Guðs
tempul, tá skal Guð oyða hann; tí at heilagt er
Guðs tempul, og tað eru tit
Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus
evangelistur, 13. kap. 44.-52. v.
Himmiriki er likt einum dyrgripi, sum lå fjald-
ur í jørdini; ein maður fann hann og krógvaði
hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað
og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jórð-
ina. Uppaftur er himmiríki líkt einum keypmanni,
ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. Og tá ið hann
fann eina sera dýrabæra perlu, fór hann avstað og
seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana. Uppaftur
er himmiríki líkt eini nót, ið er sett í sjógvin og
savnar saman fisk av øllum sløgum; tá ið hon er
so full, draga teir hana á land og seta seg at henta
teir góðu fiskarnar upp í flåt; men teir, ið ikki eru
etandi, kasta teir út aftur. Soleiðis skal tað verða
við veraldar enda. Einglarnir skulu fara út og
skilja tey illu burtur úr teimum rættvísu, og teir
skulu kasta tey í eldovnin; har verður grátur og
tannagrísi. Fataðu tit hetta alt?< Teir siga við
hann: »Ja«. Men hann segði við teir: >Tess vegna
er ein og hver skriftlærdur, sum er vorðin læru-
sveinur í himmiríki, líkur einum húsbónda, ið
tekur fram úr goymslum sínum nýt og gamlalt«.