týsdagur 8. februar 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Jonsvein Bech
Nr. 26 — 8. FEBRUAR 1994
innsettur sum
prestur å Nesi
— Tad er munandi lættari at røkja tænastuna sum
deyvaprestur, tå ein er i meginøkinum, sigur Jón-
svein Bech, nýggi sóknarpresturin á Nesi
Við gudstænastuna sunnu-
dagin í Neskirkju, varð Jón-
svein Bech av dómpróstin-
um Petur Martini Rasmus-
sen innsettur sum nýggjur
prestur í Nes Prestagjaldi.
Til staðar í stúgvandi
fullu Nes kirkju sunnudagin
vóru eisini Føroya bispur,
Hans Jacob Joensen, fráfar-
andi presturin á Nesi, Jákup
Kass, Jógvan Fríðriksson,
Emil Olsen og Torkil Bed-
er.
Jénsvein Bech er 39 åra
gamal, prestafrúan eitur
Heidi, og eiga tey trý børn.
Hann hevur tikið teolog-
iska útbúgving á Menig-
hetsfakultetet í Oslo, har
hann gjørdist teologiskur
kandidatur í 1981 og tók
pastoral seminarii í 1982. Í
september 1982 varð Jón-
svein Bech settur sum prest-
ur á Tvøroyri, har hann hev-
ur verið líka síðani.
Fyri stuttum fór Jónsvein
Bech eisini inn í tænastuna
sum deyvaprestur, og er
hetta ein av høvudsorsøk-
unum til, at hann søkti em-
bætið á Nesi.
Lættari at vera
í meginøkinum
— Sum deyvaprestur havi
eg sett mær fyri at hava eina
gudstænastu annanhvønn
mánað, og um eg tá framm-
anundan eri í megingkin-
um, kann tað bara lætta um,
sigur Jónsvein Bech.
— Tá so prestaembætid á
Nesi varð lýst leyst, fekk eg
hug at søkja tað, umframt at
onkur fyrispurningur eisini
kom.
Hóast Jónsvein Bech varð
innsettur sunnudagin, so fer
hann ikki av álvara í gongd í
Nes Prestagjaldi fyrrennum
hálvan hendan mánaðin.
— Skuldi tað bera mær til,
áðrenn februar mánaður var
mestsum úti, mátti tað vera
nú, at innsetanin fór fram,
men annars byrji eg nú við
at hava frí nakrar dagar, eg
eigi til góða, sigur hann.
— Eisini skal flytingin og
annað fáast upp á pláss, so
hesir fridagarnir koma sera
væl við júst nú.
Men hóast bert ein prestur
er í Suðuroynni nú, Heri
Jógvan Joensen, prestur í
Vági, fer restin av Suður-
oynni ikki at liggja í presta-
loysi kortini. Marit Kjærbo
verður nú sett sum hjálpar-
prestur í fyribils tveir mán-
aðir, meðan søkt verður eft-
ir nýggjum presti.
Tíðindablaðið (EX)
Tá kappingin um norð-
urlendska meistaraheit-
ið í talví unglingar verð-
ur í Espoo í Finlandi 25.-
27. februar, er ætlanin,
atfimm føroyskir telvar-
ar skulu fara atroyna seg
í kapping við bestu ung-
lingatelvarar í Norður-
londum.
Teir fimm telvararnir,
ið Talvsamband Føroya
ætlar skulu umboda Før-
oyar,eru John Arni Nils-
sen, Flóvin Þór Næs og
Carl Eli Nolsøe Samuel-
sen úr Havnar Telving-
arfelag og Tummas
Martin Anthoniussen og
Thorleif Eyðun Peter-
sen úr Klaksvíkar Talv-
felag.
Í løtuni verður arbeitt
við at finna fígging, so
gjørligt skal verða at
senda hesar fimm avstað
til NM-kappingina. Eitt
nå hevur Talvsamband
Føroya set seg í sam-
Ungir telv-
arar til NM
i Finlandi
ur fyri at fáa fíggjarligan
stuðul til ferðina.
Ungir evnarikir telv-
arar hava síðani talv-
olympiaduna í Manila í
1992 fingið serstakliga
góða frålæru og venjing
frátveimum av sterkastu
telvarunum í heiminum,
stórmeistarunum Pre-
drag Nicolic og Ivan So-
kolov.
Hetta arbeiði hevur
við Talvsamband Før-
oyaogeinstøk talvfeløg.
Talvsambandið sígur, at
hetta uttan iva hevur
havt stóran tydning fyri
menningina av føroysk-
um talvi.
Ofta hava føroyingar
fingið góð úrslit i kapp-
ingum uttanlands, og
vónandi fer tað eisini at
Gr la
Sputnik ro
ynir
seg aftur á palli
Komandi leygarkvøld verður skipað fyri dansi
og gørum í itrottarhøllini i Trongisvági, har eitt
nú tónleikabólkurin Sputnik verður at hoyra
Ikki færri enn 19 ár eru nú
liðin, síðani tónleikabólk-
urin Sputnik fyri fyrstu ferð
var á palli — og samstundis
eru tvey ár, síðani Sputnik
seinast royndi seg á palli.
Men komandi leygar-
kvøld fáa suðuroyingar aft-
ur høvi at fara í dans hjá
hesum gjøgnum árini so
vælumtókta bólkinum, tá ið
Sputnik fer at spæla til dans
í ítróttarhgllini í Trongis-
vági.
Sputnik-tónleikur
frá øllum árunum
Teir í Sputnik siga, at teir
hetta kvøldið fara at hava
tónleik á skránni, sum teir
hava spælt gjøgnum øll år-
ini, bólkurin hevur verið til,
so einki skuldi verið at ivast
f,attey, ið koma til Trongis-
vágs í dans leygarkvoldið,
kunnu vænta sær eitt rimm-
ar dansikvøld við Sputnik,
Væl umtókti tónleika-
bólkurin Sputnik, ið ikki
hevur verið á palli síðstu
tvey árini, fer komandi
leygarkvøld at spæla til
á dans í ítróttarhøllini í
Trongisvági
sum tey kenna teir best.
Men tað verður ikki bert
dansur á skránni í Trongis-
vági leygarkvøldid. Fyri-
reikararnir hava rættiliga
lagt seg í selarnar, og tær
góðu umstødurnar í ítróttar-
høllini í Trongisvågi verða
útnyttaðar til fulnar.
Í sambandi við dansin
skipar kantinan fyri hugna-
løtu við felagssangi, har
harmonikan fer at spæla
undir. Har verdur eisini
góður enskur búffur at fáa.
Fólk, ið hava hug at njóta
ein góðan bita í kantinuni
áðrenn dansin, skulu bí-
leggja sær borð á tlf. 71013
ella 71834.
Eisini meðan dansurin
gongur verður okkurt gott at
fáa, og tá verður café í høll-
iri, og har kunnu fólk keypa
sær ein kaffimunn, temunn
og køkur ella okkurt annað
leskiligt.
Sagt verður úr suðri, at
væntandi fara nógv fólk úr
allari oynni at leita sær til
Trongisvágs føstulåvints-
leygarkvøld at fáa sær ein
»svingom« eftir góðum og
gomlum dansitónum.
hj.