Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. februar 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 26 — 8. FEBRUAR 1994 Síða7 Jógvan Sundstein skrivar: Kvotaskipan og av- talur millum lond Hví heldur Mogens Lykketoft, at handilskvotur eru tað einasta rætta og at tær skulu bjarga øllum spyr Jógvan Sundstein, tingmaður í greinini. Hann heldur, at landsstýrið eigur at biðja um nýggjar samráðingar við danir. Ein hin stærsti politiski spurningurin í Føroyum í dag er, hvussuleiðis vit og serliga um hann skal broytast eftir uppskotinum um vinnuligan fiskiskap, sum liggur í tinginum í løt- uni. Tað eru serliga tær so- kallaðu >handilskvotur- nar<, sum eru størsta kjak- evnið. Í álitinum frá bygn- adarnevndini verða hesar á donskum nevndar »indivi- duelle, omsættelige fiske- kvoter<. Meginparturin av vinn- uni er ímóti hesi skipan og meginparturin av politikar- unum eisini. Eisini er ein stórur partur av gørum sak- kunnleika ógvuliga iva- Hetta skuldi í sjálvum sær havt við sær, at ein slík skipan og tilsvarandi lóg- gáva ikki — í hvussu so er ikki í skundi — varð gjøgn- umførd. Seinastu árini eru nógv tiltøk sett í verk fyri at verja fiskastovnarnar, og nógv verður gjørt fyri at gagnnýta náttúrutilfeingið burðar- dygt og optimal. Bæði vinnan og myndugleikarnir eru varug við tað neyðuga í hesum, og eingin kann av réttum skuldseta føroying- ar fyri — føllum førum sein- astu 4-6 árini — at hava latið eyguni aftur fyri vandamål- inum viðvíkjandi náttúru- tilfeinginum. At so náttúruviðurskiftini hava verið okkum ímóti í nøkur ár, er so ein onnur søga. Tå id vit sum land hava lænt nógvan pening uttan- = ALLAR Í UTSØLUVØRUR ENN MEIRA NIDURSETTAR lands, og tå vit seinasta árið, og í nærmastu framtíð, broyta meginpartin av hesi skuld til ein debitor — lands- kassan — og ein kreditor — danska statskassan — er tað sjálvandi ikki legið, at lán- veitarin, danski staturin, vísir okkara inniskumøgu- leikum, sum er fiskatil- feinginum, størsta ans. Tað er heldur ikki at undrast yvir, at hesin problematikk - ur verdur tikin vid f teim samrådingum um figgjar- liga hjálp, sum førdar verða millum landsstýrið og donsku stjórnina. Tað, sum er meira undr- unarvert, er, at danska stjórnin læsir seg so fast á eitt einstakt punkt í eini heildarloysn um føroyska fiskivinnu. Heildarloysnin skuldi gjarna fyri tad fyrsta LM-handilin SMS - TLF. 11220 - BOKS 3100 verið skilagóð og harafturat havt møguleika fyri at virka eina tíð frameftir uttan at oyðileggja fyri komandi tillagingum, meðan menn- ingin fer fram. Men her er læst og fyribundið. Krøvini frå stjórnini eru: Seta tit ikki eina handilskvotaskipan í verk, so eru vit ikki við til at umfíggja landskassans utt- anlandsskuld. Tað at hend- an skipan eftir øllum at dóma tekur grundarlagið undan einari framtíðar menning og uppbyggjan av føroysku fiskivinnuni, og harvid eisini møguleikun- um at rinda skuldina aftur, ger ongan mun i stødutak- anini hjá donsku stjórnini. So vita vit tað. Jú men, siga bæði stjórnin og okkara landsstýrismenn: Vit hava gjørt eina avtalu hin 12. oktober, og har stendur, at vit, landsstýrið átekur sær ta skyldu at seta kvotaskipanina í gildi frá 1. januar 1994. Hver skal siga, Føroyar eru niðurundir- komnar, deyðadómurin er sagður, nú vantar bara at eksekvera hann. Tit hava sjálvir undirskrivað hann. Gerið so væl. Hví heldur Mogens Lykketoft, at handilskvotur eru tað einasta rætta og at tær skulu bjarga øllum. Hvussu vita hann og Jes Lunde, at eingin skilagóður fiskivinnupolitikkur kann rekast í Føroyum uttan við hesi skipan? Hver hevur sagt teimum tað? Jú, nakrir av limunum í bygnaðar- nevndini, sum landsstýrið setti 26. februar, serliga helst tann danski limurin. Hver annar tekur undir við skipanini? Jú, Thomas Ara- bo, men tað lýsir út av hon- um, at hansara megingrund- geving er, at hann skal hava latið tilfarið til Legtingið áðrenn árið 1993 er farið, so er hann leysur av tí. Spyrt tú Fiskimannafe- lagið, útróðrarfelggini, Skipara- og Navigatørfe- lagið, Reiðarafelagið, Trol- og Línufelggini, tey fríu fiskavirkini á landi og nógv, nógv onnur, so fært tú onnur svar. Bygnadarnevndin var sum sagt sett av landsstyr- inum hin 26. febr. 1993. Setningurin, sum hon fekk var hesin: »Vit atliti til at gagnnyta náttúrutilfeingið optimalt og burdardygt undir mark- naðarbúskapartreytum skal nevndin rokna út — fyri fleiri samansetingar av veiðiflot- anum, sum uppfylla hesar treytir — avleiðingarnar fyri: 1. Tjédaninøkuna 2. Virksemi og arbeidi å sjógvi og landi 3. Møguleikar fyri virksemi um alt landið 4. Inntøkur hjá útróðrar- og fiskimionnum 5. Inntøkur av arbeiðsfólki í fiskiídnaðinum 6. Avkast av fløgum í fiska- virki 7. Avkast av fløgum í fiski- skip 8. Avleiðingar fyri peninga- og fíggjarstovnar. Nevndin skal meta um av- leiðingarnar bráðfeingis og yvir longri tíð. Nevndin skal eisini hava atlit at tekniskum reguler- ingum av fiskiskapinum, sum longu eru í gildi (stongdar leiðir, legudagar, meskaviddir 0.s.fr.)< Nevndin læt frá sær álitið hin 1. juli 1993. Innihaldið var frágreiðingar um bak- stæði og gongdina higartil, framskriving av veiðu, Aðr- ir møguleikar, Langtíðar- stødan, Nakað um tíðina 1994-1998 og síðani eitt grundað tilmæli frá nevnd- ini. Sjálvandi eru tøl og upp- lýsingar í frágreiðingini, sum hava áhuga og eru av týdningi. Men ikki kann sig- ast, atnevndin uppfylti setn- ingin, sum hon varð sett til at pera staðin kom hon til tað úr- slit, at tað var óneyðugt at greina út alt um tjóðarúr- tóku, innigkuviðurskifti, avkast v.m., og viðger mest sum bara spurningin um umsetiligar kvotur, og held- ur at hetta loysir trupulleik- arnar. Á fundinum við stjórnina 31. januar og 1. februar 1993 segði landsstýrið, at tað ætlaði at fylgja tilmælin- um frá bygnadarnevndini, sum tá ikki var sett. Á tí fundinum viðgjørdu vit fiskivinnubygnadin og greiddu frå teim tiltøkum, sum vóru framd, og sum ætlað var at fremja, m.a. eis- ini tann stóra niðurskurðin av fiskiflotanum, serliga av trolarunum. Orðið kvota- skipan — og enn minni hand- ilskvotaskipan — varð ikki tikið upp á tungu. Landsstýrið var tí ikki hin 12. oktober 1993 bundið av atskula seta í verk tilmælini frá bygnadarnevndini, ti hon hevdi i veruleikanum røtt var å fundinum 1. febru- ar 1993. Men tå landsstyrid kortini bant seg tann 12. økt. 1993, og tingid síðani góðkendi hetta, er einki annað hjá landsstýrinum at gera enn at biðja um nýggjar samráð- ingar við donsku stjórnina — uttan sakligar grundgeving- ar -— at seta nakað í verk, sum tamar framtidarmøguleik- unum hjå fiskivinnuni. Jógvan Sundstein Au-pair genta søkist til islands. Áhugaðar biðjast ringja ella skriva til Thorunn Sigurðardóttir Stekkjaholt 1 355 Ólafsvík TH. 009354361565 ella 009354361357 (føroysk)