týsdagur 8. februar 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 26 — 8. FEBRUAR 1994
Toskamurtarnir svimja nú á Føroyabanka:
Fingu helst ein
rimmar skelk
— Tad var ein øgiliga stór broyting frá at svimja trygt í kørunum við
Áir, fáa mat fleiri ferðir um dagin og so knappliga at klára seg
sjálvar á Føroyabanka, har vandar lúra undir hvørjum steini,
sigur Hjalti í Jákupstovu, fiskifróðingur
Fiskifrødingar úr Føroyum
og úr hinum Nordurlond-
um, bíða nú spentir eftir úrs-
litinum av tí fyrstu royndini
yvirhøvur at sleppa toska-
murti á havbit.
Herfyri var danska sjó-
verjuskipið Triton á Før-
oyabanka við 10.000 toska-
murtum.
— Hetta er ein spennandi
roynd og tað sum er mest
spennandi er hvussu teir
fara at klára ta fyrstu tíðina.
Vandarnir eru nógvir á
botni, teir lúra undir hvørj-
um steini. Eitt nú eta teir
stórru toskarnir teir smærru.
Eisini verður spennandi um
murtarnir duga at fáa fødi á
villini havi, sigur Hjalti í
Jákupstovu.
— Vit sleptu teimum inni á
Bankanum á 90-100 favna
dýpi. Teir hildu beina kós
niður móti botni. Toska-
murtar halda til á botni og
spennandi verður at vita
hvar teir fara at halda vit.
Hetta vóna vit at kunna
síggja, um toskurin verður
fingin aftur, sigur Hjalti í
Jákupstovu.
— Vit vita, at tað er eitt
øgiligt umskifti hjá toska-
murtunum, fyrst at liva í
einum vardum umhvørvi
vid Air og síðan at sleppa út
á villini hav, sigur hann.
— Eg rokni ikki við, at vit
fara at frætta aftur frá toska-
murtunum fyrr enn um eitt
ár. Allir murtarnir eru merk-
tir og teir koma neyvan inn í
fiskiskapin fyrr enn um eitt
ár. Áðrenn kunnu teir
kanska finnast í maganum á
onkrum toski. Tí fari eg at
heita á fiskimennirnar um at
Tíðindablaðið
spretta magan upp, tá teir
kryvja tosk av Bankanum,
sigur Hjalti í Jákupstovu.
Merkið á toskunum er
ljósablátt. Har stendur FR
og síðan eitt nummar á.
— Finna fiskimenn slík
merkir, so skulu teir boða
fiskirannsóknarstovuni frá.
Tá teir seinni finna onkran
tosk við merkinum, so
skulu teir leggja toskin frá,
so vit kunnu kanna hann.,
sigur Hjalti í Jákupstovu.
Verkætlanin er gjørd í
norðurlendskum samstarvi.
Norðurlendska ráðharra-
ráðið fíggjar ætlanini.
— Orsøkin til at vit hava valt
Føroyabanka er, at talan er
um eitt avmarkað øki.
Miðal tilgongdin av eitt ára
gomlum toski er 800.000.
Fyri allan Føroyagrunnin er
tilgongdin eitt miðal ár 22
milliónir. Til samanbering-
ar kunnu vit nevna, at í Bar-
entshavinum finnast eitt
miðal ár 400 milliónir eitt
ára gamlir toskamurtar,
sigur Hjalti í Jákupstovu.
Ætlaniner at seta út aftur í
maí í ár og eisini komandi
ár.
jústinus
Myndir: Kalmar
TIPS-årslit
viku nr. 5
5/6. februar
1. Blackbum-Wimbledon 1
2 Everion-Chelsea 1
3 ManchesterC-lpswich 1
4 Norwich-Liverpool
5 Oldham-Southampton
& Sw :
7. Tottenham-Sheffield W
8 Bolton-Watiord
2 Bristol City-Tranmere
10. Crystal Palace-Derby — X
11. Luton--Oxford 1
K
1
12 Stoke-Wolverhampton
13. W. Bromwich-Sunderl
Prognosa
fyri viku nr. 5
5/6. februar
13 røtt: 15.800,- kr.
12 røtt: 381,- kr.
11 røtt: 42,- kr.
10 rett: 11,- kr.
LØTTO
viku nr. 5., 5. februar
Vinnaratøl: 4 - 7 - 9 - 24 -
28-31-35
Eykatøl: 1 - 6 - 20
Fyribils uppgerðin sigur:
7 vinnaratøl: 1.643.518,- kr.
6 vinnarat +1 eykat. 57.286,-kr
6vnnaratel 4.520,-kr
Svinnaratel 175,-kr
| 4vtøl+ minst 1 eykata! 47,-kr }
AN