Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. februar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 26 — 8. FEBRUAR 1994 Sida9 ? . | Syðradali 80 Kvoturnar kunnu hótta landskassan Á fyrstu síðu í Sosialin- um á Kyndilsmessu standa hasi megnarorð. Sum yvirskriftin sigur. At tað leingi hevur ljóð- að, at tað eru hættisligar tíðir, vit í Føroyum liva undir nú um stundir. Eg hevði havt hug at farið aftur í tíðina til saman- burðar. »Brisajøkil« var óivað eitt bølmenni í síni tíð. Men so fann hann sín yvirmann einaferð. Tá ið hesin hevði rivið av hon- um skeggið alt, og hartil kjøt og kjálkafyltir, tå helt hann, at nú gjørdust leikir illir. Uttan at blunka við haldi eg tað sama sum gamli Brúsi. At nú gerast leikir illir. Eg havi nú manga hoyrt bæði menn og enntá kvinnur við, tosa um hesa vanlukku- ligu kreppu, sum land og fólk eru komin út í. Men tað merkisverda er, at eingin er komin fram til kjarnuna í málinum. Tá ið tað kemur hartil, at fiskastovnarnir eru í vanda, t.v.s. nidurfisk- aðir. Tá fara teir (tey) at tosa um stovnsrøkt og alt millum himmal og jørð. Sjálvt útsynningurin skal fáa sín part av skyldini. Til tykkum, ið hetta lesa: Takið nú papp og hvassan knív og skerið hetta út í papp, sum teir mangan taka til. Vit før- oyingar hava nú í alt ov mong ár nýtt ein skeivan fiskiskipaflota, ið er trol- ararnir. Tað er líka gam- alt sum trolaranavnið, at trol er ein ránsveiðuhátt- ur. Tað kann ikki saman- berast við húkaveiðu, her hugsi eg um línuna. Hetta er bert fyrsti partur. Men toskagør eru so sanniliga nr. 2. Trol og toskagørn kunnu nýtast eina tíð. Tað undrar meg yvirhøvur ikki, at Ísland er komið til ta niður- stóðu, at stovnur teirra tolir ikki teirra veiðitrýst. Í skrivandi løtu fái eg hetta staðfest, tí íslendski fiskimálaráðharrin er nú í Noregi við ætlan at fáa íslendingum loyvi at fiska á teirra fiskileiðum. Her gongur sjón fyri søgn. Vit, ið nú eru rættuliga aldrandi, og hava verið á suðurlandi A | Íslands, vita, hvussu 6- | ómetaliga garnaveiðan. við teirra veiðutrýsti. land, eg skuldi umrøda sum so. tømast við troli ella nót. Hetta er so miriliga gjørt til skammar. Av tí at stødan er so sum hon nú er, hevði tað einasta rætta verið at latið teir sokall- aðu djúpvatnstrolararnar fiska har úti í oyðuni kongafisk og tey fiska- sløg, ið har eru. stovn og hevur hann verið álitið. Men skal hundamentaliteturin eis- at allir skulu fiska av tað stóra í part. Tann, ið ikki hevur fangað hatta so er tað tá ið hundurin hevur verið í so leingi uttandura og hann so kemur fram á einhvønn steyra, ja, so 1ftir hann annað afturbeini upp, og hvat so? Um so 10-20 hundar koma sama veg, Í alt ov stóran mun oyingi sum heild, tá er um ta so er eitt hvert á landi ella á sjógvi. Hatta gongur væl hjá honum, metaliga hørd veiðan var | har, bæði trolarar og tann Eg skilji tað væl, at har má tað fara at svara aftur Egentliga var tað ikki Ís- Tað er gamal hugsunar- háttur, at havið kann ikki Vit hava havt ein upsa- ini gera seg galdandi har, stovninum, tá verður ikki við hundamentalitetinum, lyfta allir beinið upp har. kann hatta tilskrivast før- tað at allir gera tað sama, | so fer tað at ganga eisini hjá mær. Eg fái meg ikki at trúgva, at eg skal fáa at hoyra, at í summar fáa partrolararnir loyvi at fiska inni á tí, teir rópa á bønum. Nei, tå er vit og skil farið í ommu sína. Men av gllum ringum bera hasar handilskvot- urnar prísin. At fara so langt niður við føroying- um, at teir skulu taka við læru hvussu vit skulu fiska. Og tá av grísa- farmarinum, nei veit nú Poul Nyrup Rasmussen, at mark má vera fyri fiski og grísahaldi. Danskarar fiska 2%, har vit expt. uppi í 90'unum av %. Tit, ið vóru niðri í Danmark, eiga at rætta hatta við kvotunum. Hatta kunnu grísahandlarar hava. Vit hava fiskað væl meira enn í 100 ár. Komið bara her upp, so skal eg vísa tykkum, at tað hevði ikki nógv komið burturúr at fiska við sleingitráðu í Nólsoyarfirði við bátin- um >Tórshavn<. Nú má bera ella bresta. Haldið fast, vit standa øll aftan fyri tykkum. Vágur á Kyndilsmessu Hentzar Joensen Í | Simun Í dag verður Símun Joensen ella Símun á Syðradali 80 ár. Hann er væl kendur maður í Klaksvík og Norðoyggj- um, og teir kring landið alt, sum hava fingist við skip og fiskari komast við, tí Símun hevur verið við til at seta dám á høvudsvinnuna: sum fiskimadur og skipari, og síðani nógva tosið og skrivingin tók seg upp, tá veiðutrýstið gjørdist so stórt, at stovnarnir tóku skaða av tí, hevur Símun á sín kurtisliga, greiða og skilagóða hátt givið til kennar, hvørjar orsøkir- nar hann heldur vera til afturgongdina og hvat skal gerast fyri at fáa meiri burturúr. Símun hevur røtur í Miðstovuni á Syðradali. Miðstovan var fyrst á Blankaskála og fyrsti Miðstovumaðurin — hann æt Símun — giftist har um 1720. Skalvalopið á vári 1809 hevði við sær, at fólkið fór at fyrireika seg at flyta yvir um til Syðra- dals, og í 1816 fluttu tey øll. Foreldrini hjå Simuni vóru Joen Jacob Joensen og Olevina Fredrikke Simonsen. Hon var eisini ættað av Syðradali, dóttur Símun Danielsen har úti, sum tað verður nevnt. Símun eitur eftir abban- um. Joen Jacob og Olevina Frederikka áttu fýra børn. Elsti drongurin æt Poul Johannes. Hann doyði ungur. So var tað Elsa, sum giftist til Vest- mannar, og so teir báðir beiggjarnir Símun og Hjalmar. Tað var tíðliga, at mamman sat einkja, og tískil var so mikið stórri á- byrgd løgd á dreingirnar. At greiða frá livssøguni hjá Símuni er hann bestur til sjálvur. Hann hevur balst á sjónum allar sínar arbeiðsdagar, og kann greiða frá ár undan ári og túr fyri túr. Tað hoyrdu vit, tá Niels Juel Arge stakk inn á gólvið hjá honum fyri nøkrum árum Hann mynstraði fyrstu ferð 29. mai 1928 við Saltoyra hjá Múller í Havn, sum pápabeiggi hansara Jóhannes førdi, og 63 ár seinni mynstraði hann síðstu ferð. Tað var, tá Ester hjá Seglhús- monnunum fór sína sein- astu ferð til Onglands, hagar hon varð seld. Hesi bæði reidariini tænti Símun hjá í nógv ár. Hjá Múller var hann fram til 1940, burtursæð frá vetrunum 1934/35 og 1939/40, tå hann tók a skiparaprógv og longd- ina. Hóast Syðradalur er lítil bygd, so eru tað fleiri hað- ani, ið hava ført skip. T.d. teir tríggir brødurnir Vil- helm, Poul Juul og Jógv- an inni í Húsi, sum m.a. sigldu nógv við Gudrun og Julius á Syðradali, ið fórdi Bjørgvin. Og so bróðurnir Hjalmar og Símun Joensen. Teir báðir brødumir, sum vóru serliga væl og høvdu nógv saman, keyptu fyrrapartin av fimtiárunum útróðrabátin Bjørg, og seinni fóru teir báðir í tænastu hjá Segl- húsinum. Símun var eitt ár við Háenni, áðrenn hann fyrst í sekstiárunum fór umborð á Ester, har hann var fram móti tríati árum. Tað er serliga frá ti tíðini, at vit minnast hann sum skipara. Hann var í fleiri ár í saltfiski undir Íslandi, og so var tað útróður um vetrarnar og annors upsaveiða við snellu. Taðer einki at taka seg aftur í, at hann var framúr til upsan. Tiltiki5 er, hvussu væl tað gekk hjá tí elligomlu Ester, men Símun plagar at siga, at tað var skipið, sum var so serliga væl egnað til snelluveiðu. Hon var eitt stórt skip, sum lá so væl í sjónum. Tað var ikki nógv skifti í manskapinum. Teir somu vóru við ár um ár. Inntøkan var brúkilig, tí fiskaríið var so gott, men tað mundi eisini telja, at teir kendu seg væl um- borð hjá skiparanum. Símun giftist í 1943 við Gerdu Johannesen. Hon er ættað úr Dali, og tey settu búgv á Syðradali. Í 1972 fluttu tey til Klaks- vikar. Tey eiga fýra børn. Óluva er gift í Danmark og Malan er gift í Schweiz. Dreingirnir búgva báðir í Klaksvík. Poul Jacob, ið var við pápanum umborð á Ester øll árini, hevur tikið eftir, og drívur Háenni, sum hann hevur keypt. Jóann- es er maskinmaður. Alskurin til Syðradal er stórur, og er ein løta, so er bæði yngra og eldra ættarliðið har yviri, har tey kenna ábyrgð fyri og taka lut í bygdarlivinum. At Símun er fryntligur og gestablíður kemur íkki minst til sjóndar, tá fólk kemur til Syðradals. Hann tosar við øll, og tey eru mong, sum hava sitið væl í Miðstovuni, har tey hava notið góðu pannu- køkumar frá Gerdu. Fødingardagurin verð- ur hildin komandi leygar- kvøld, og vit eru mong, sum heilsa Simuni å 80 åra degnum, og ynskja tygum og Gerdu alt gott i framtíðini. Sum verfor- eldur og omma og abbi hava vit og børn okkara alt gott at bera tykkum. sonarkonurnar | | | } | |