mikudagur 9. februar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fiskiveiða -
framleiðsla og sela
HETTA eru loysunarorðini til tess at
fáa samfelagshjólini í gongd aftur og
harvið fáa stegðað teirri herviligu og
oyðandi kreppuni í
landinum. Fiskastovnarnir eru
niðurfiskaður og ella oyddir av
nátúrligum ávum. Tað eru ymiskar
meiningar um hetta, alt efitir um tú er
fiskimaður ella fiskifrødingur. Undir
øllum umstødum eru menn samdir um,
at stovnarnir eru illa fyri, og at tað ti
eigur at vera farið hóvliga fram. Nú tað
sær út til at fara at bera til at fáa fisk í
altjóða sjógvi eru vit lutvíst aftur við
sviðusoð, tí júst tey stóru og góðu skip-
ini, sum høvdu egnað seg væl til hesa
veiðuna, eru gloppin okkum av hond-
um. Útlendingar hava fingið tey fyri
lítið og lætt. Nú verður so kortini roynt
at fáa sum mest burtur úr, men tað
stendur helst púra greitt, at kemur ikki
broyting í veiðuna í hesum árinum, so
fer at síggja rættiliga svart út. Nærum
allar fløgur og broytingar eru gjørdar
við tí í huga, at fiskur skal koma aftur í
so stórum mongdum, at hann kann føda
tey flestu virkini. Men tað eru teir, sum
eru meira avgjørdir og realistiskir
(halda teir í hvussu er sjálvir) og sum
bart út siga, at her vendist ikki við.
Fiskurin er farin. Har er einki at heinta,
hvussu vit enn vóna og vóna. Hetta er
ikki sért av dómadagstalu og sjálvandi
er ilt hjá teimum, sum ikki eru serkøn á
fiskivinnuøkinum, at meta um, hvør
hevur rætt - optimistarnir ella
pessimistarnar og hvgrjir av hesum eru
realistar.
MEN hvussu tá vit tí syndri av fiski,
sum kemur upp á land kundi verið
spurt. Jú her vísir tað seg, at gongdin
heldur fram, tann syrgiliga gongdin, har
traditión og vånaligur fiskiframleidslu-
politikkur hevur hildið okkum sum
trælir væl og virðiliga leinkjaðir til eina
lítisverda blokkframleiðslu. Vit síggja,
at sjálvt toskurin, sum skuldi verið ein
vælafiskur at virdisøkt og selt sum
fyrsta floks góðskaða vøru, har fer um
garðin, har hann er lægstur, nevniliga
inn í hálvfabrikatamaskinumar til forn-
aldarliga blokkvøru. Her er okkurt
ravruskandi galið. Ein skuldi ærliga tal-
að trúð, at vit høvdu lært av fortíðar
syndum, har ein monopolfiskasgla við
framstandandi fólkafloksmonnum á
odda leinkjaði alla føroyska fiska-
framleiðslu til tað bíligastu søluvøruna,
blokk. Men slíkar fastatøku hava hesir
menn við undanfarna fiskasglustjóra
BD og eisini sjóvinnubankastjóra á
odda havt á allari føroysku fiskivinnuni,
at hon blint - við bindi fyri eygunum -
fylgdi boðunum: nevniliga sum skjótast
og lættast at sleppa av við veruna, líka
mikið, hvat tú fekst fyri hana. Ein
eintáttað framleiðsla skuldi seljast í so
stórum nøgdum sum gjørligt til so fáar
seljarar sum gjørligt. nærum uttan mun
til prís.
OG her eru við so við triðju misgerðina
í føroyskari fiskivinnu, sum eisini í dag
vísir seg at hava sera ilt við at verða
broytt, útskift og endurnýggjað, nevni-
liga sølulidid. Sop nógv er tosad um
hetta við sølu, at tað er um at koma
inflatión í orðið, og tað er spell, tí hetta
er lyklaorðið - tað er ein hin týdn-
ingnarmesti lykilin til at loysa upp fyri
okkara kreppu. Vit hava sæð, hvussu
vit hava fiskað stovnarnar niður fyri at
gagna tonsamentalitalinum, og vit hava
sæð, hvussu vit hava hópframleitt ódýra
hálvfabrikatavgru burtur úr hámettum
fiski og fingið alt alt ov lítið burtur úr.
Hvussu kundi ein krevja av søluni, at
hon skuldi vera eitt petti frægari enn
longu umrøddu liðini, tonsamentali-
teturin og blokkhugburðurin!
NÚ kann ein sjálvandi venda myndini
og siga, at tað varð sølumentaliteturin,
sum varð orsgkin til, at vit løgdu
okkum eftir at hugsa í nøgd og síðani at
framleiða tað mestu einfaldu veruna.
Tað var rætt og slætt nøgdard og blokk-
sélufilosofiin hjá leiðsluni í
Fiskasgluni, sum stýrdi og beint bæði
veiðu og framleiðslu á hond og fót. Í
hvussu er síggja vit, um vit hyggja í
bakspeglið, at øll hesi trý liðini hava
verið stýrd av eini monopolkendari
organisatión, sum als ikki vildi lurta
eftir drum sjónarmiðum og sum bant
seg so fast til nakrar stórar kundar, (
sum hava til málsetning at keypa bíliga
og lítið vidgjørda råvøru til sjålvir at
góðska og virðisgkja) at hetta í veru-
leikanum forðaði fyri menning av
føroyskari fiskivinnu. Neyvan nakrantíð
í heimssøguni hevut ein fyritøka og ein
stjóri hava so stóra ávirkan á gongdina í
einum samfelag sum umrøddu. Hetta
verður ikki sagt fyri at frátaka
politikarunum ábyrgd, men hesin eini
maðurin, sum í dag stendur fremstur í
Rættleiðing viðvíkjandi
»Føroyar I Fokus«
20. januar 1994 hevdi Sosi-
meira markant dømi, men
hevur biðið meg vátta, at
alurin eina samrødu við lattað fara. hetta veruliga vóru útreiðsl-
undirritaða um m.a. trupul- Orsakað av at eg sjálvur umar.
leikarnar við fíggingini av — varskeivt kunnadur, nevndi Gamalt er at siga, at fåur
Arbeidsloysisskipanini. eg í samrøduni at tiltakið lýgur meira enn helvtina,
Fyriat setatorføru tíðinaí | »Føroyar í Fokus< kostaði men av misgáum havi eg
dag í relatión til tíðina mið- = uml. 25 mió. kr. Men hetta gjørt tiltakið góðar fýra
skeidis í 80'unum, tók eg taler heilt burturvið. ferðirnar ov dýrt. »Føroyar í
sum dómi tiltakið »Føroyar Seinni hevur m.a. Karl Fokus« kostaði 5,9 mió. kr.,
í Fokus<. Sjálvandi hevði Nolsge sett mær fyrispurn- og landskassans partur var
borið til at funnið okkurt
ing hesum viðvíkjandi, og
kr. 3.125.000,-.
fólkaflokkinum og við peikifingrinum á
lofti, hevur saman við hesi stóru
monopolfyriøtkuni Føroya Fiskasølu og
Okkara banka styrt føroyskum vinnulivi
úr A til Z. Og so inngrógvin hevur
teirra arbeiðsháttur og u-landakendi
veiðu-, framleiðslu- og sølupolitikkurin
verið, at vit framvegis í dag hava ilt við
at sleppa honum.
TÍÐIN er komin hartil, at vit seta
kikaran fyri ikki at siga sjóneykuna á
sølupartin. At ung fólk koma til og gera
upp við aldargamla hugsunarháttin: at
leypa upp um garðin, har hann er
lægstur, tvs. ístaðin fyri at havt brúkt
evni, hugflog og vilja til at fara út til
keypararar og kundararnar at vísa fram
alskyns dygarvørur úr okkara fiski,
hava tikið telefonina og ringt upp sama
nummar ár um ár fyri bara at endurtaka:
at nú eru so og so nógv tons av blokki á
veg. Og so stór hevur líkasælan verið
ella manglandi professionalisman at
meta sølu av fiski sum eitt fak, at
keypararnir aftur og aftur hava lumpað
okkum og tíkið okkum við nøsini við
pástandum um reklamatiónir, sum hava
kostað okkum sera dýrt.
TAÐ tykir sum at alt ov fáar broytingar
eru hendar á hesum gkinum. Tað var
tann tíð, tá ein kendur føroyingir mælti
tey rámandi orðini: at Fiskasølan snork
svav og at alt var steindeytt á Fiska-
søluni. Hesin maðurin mundi mist bæði
arbeiði og verið settur fyri ein “hægri
dómstól", so grovar vóru åkærurnar
móti honum aftaná, at hann sum so
mangur annar valdi ikki at gera meira
burtur úr men at tiga. Hvor tann, sum
dittaði sær at tala Róma mitt ímót
skuldi fáa sviðan at merkja. Í dag eru
tað lutvíst nýggjar kreftir í søluvinnuni,
men enn hava vit mertk alt ov lítið til
slóðbrótandi og kollveltandi broytingar
á søluøkinum. Framvegis bera vit
okkum í stóran at sum vanligir distri-
butørar av fiskavørum. Fiskasølan -
sum sjálvandi eisini hevur havt stóran
týdning í aðrar mátar - hevur “sett" seg
á søluna og gjørt sólu av fiski til sítt
monopolgki. Nú er so bygnaðurin
broyttur í hesi fyritøku, men vit hava
enn ikki fingið nógv at vita um, hvat
henda fyritøkan ætlar - um hon ætlar at
halda fram í somu fótafetum sum hjá
undanfarnum leiðslum, har tonsa- og
blokkmentalitetur stýrdi einum og gll-
um.
Frá
Við hesari rættleiðing biði
eg lesaran um eina um-
bering, eins og eg biði fyri-
reikaramar av tiltakinum
bera yvir vid, at eg havi giv-
ið blaðnum skeivar upplys-
ingar.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður
SANNLEIKIN er helst tann, at vit
hava ongantíð havt ein handilsstætt í
Føroyum, sum setti sær mál og brúkti
vilja og evni til at útvega hesum landi
tann pening, sum fiskur okkara er
verdur. Tað hevur ikki verið traditión
fyri at læra upp professionell og
sjålvstødug sølufélk, sum høvdu eittans
endamål og tad var at fåa sum mest fyri
okkara fisk. Hesi sølufólk vórðu sett í
bás og gjørdust trælir av tí gamla og
landsskaðiliga hugsunarháttinum hjá
mongum av leiðandi vinnulívsfólkunum
her á landi, sum bara hugsaðu um,
hvussu vit skjótast og lættast kundu fáa
stórar nøgdir á marknadin uttan so
mikið sum eina létu at hugsa um, hvat
ið ikki samfelagið hevði kunnað fingið
burtur úr, um hugsað varð í góðsking
og virdisøking av råvøruni - fiskinum.
Ístaðin fyri at geva teimum fríar teymar
og lata søluf6lkini fara út í verðina fyri
at læra og síðani koma heimaftur við
meiri nyanseraðum meiningum um
okkara framtíðar veiði, framleiðslu og
sølumynstur, so vórðu tey tvingað til at
gera bara júst tað, sum oddafiskarnir
mettu vera tað einasta rætta til allar
tíðir. Og tað var í stóran mun at
endurtaka somu uppringingar, fax og
brøv til somu stóru kundar av
hálvfabrikata.
TAÐ er upp á tíðina, at vit her á landi
síggja sølumannin, tey fólk, sum við
kunnleika, viðfóddum evnum og dirvi,
sum tann persónin, ið skal vera við til at
fáa hetta landið uppaftur á fótur. Tað er
hann, sum skal fara út á marknaðirnar
og vita, hvat kundin ynskir fyri síðani at
koma heimaftur, og verða móttikin við
opnum ørmum av fiskaframleidarum og
siga teimum frá, hvussu vit skulu inn-
rætta okkara veiðu og okkara fram-
leiðslu eftir tí, sum kundin krevur og
sum gevur mest av pengum. Ikki fyrr
enn tann dag, tá virkisleiðarin og sølu-
maðurin sessast saman, leggja kortini á
borðið og í felag stinga út í kortið,
hvussu vit kunnu fáa mest fyri okkara
dýrmetta fisk, ikki fyrr enn tá gongur
aftur móti ljósari tíðum her á landi. At
hetta ber til - sjálvt við minkandi
fiskinøgdum - vita vit. Tað veldst um
vilja og álit - um at kvettta
fortíðarinnar leinkjur - og brúka tað
góða fólk, sum hóast alt finst í hesum
landi fyri ikki at tosa um uppvaksandi
ættarliðið.
Sosialurin
Fuglafjarðar
Javnaðarfelag
Aðalfundurin
og uppstillingarfundurin
sum verða skuldi 9.2.94
er útsettur
til fríggjadagin 11.2.94, kl. 21
í Ítróttarhúsinum í Fuglafirði
Nevndin