mikudagur 9. februar 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 27 — 9. FEBRUAR 1994 Sida3
Bankarnir lagdir
saman við aftur-
virkandi kraft
Mánadagin 11. apríl verða ársaðalfundir í Pf. Sjóvinnubankanum og Pf.
Føroya Banka, har uppskot verdur lagt fram um samanlegging av bådum
bankunum við gildi frá 1. januar 1994. Tað vil siga, at bankarnir reelt
longu eru lagdir saman, og bert vælsignilsi frá aðalfundunum vantar i
Táteir báðir stóru bankarnir
— Sjóvinnubankin og Før-
oya Banki — í heyst høvdu
aðalfundir, vóru tað fleiri av
privatu partæigarunum, ið
nýttu høvi at koma við sin-
um meira ella minni hvøssu
viðmerkingum til alt tað, ið
farið var fram síðani tann
lagnutunga mánadagin 6.
oktober 1992, tá alt skrædn-
aði og bankarnir máttu geva
skarvin yvir.
Kortini høvdu privatu
partæigararnir í veruleik-
anum ongan myndugleika
til annað enn at gera sínar
viðmerkingar, tí tað var bert
formaðurin í Fíggingar-
grunnini av 1992, Richard
Mikkelsen, ið kundi geva
tungtvigandi atkvødur fyri
ella ímóti nøkrum. Tað var
$ I Í
— | i
Stórbankin fer i næst-
um at skriva åt eina
kapping um nytt navn
til tann samanlagda
bankan.
Hendan kapping fer
at verða útskriyað í
Skrivar út
kapping um
navn bankan
ta ferðina, at hann hevði ein
stóran kekk til Sjóvinnu-
bankan og ein til Føroya
Banka.
Seinnapartin månadagin
11. april kunnu teir privatu
partaeigararnir aftur gera
sínar viðmerkingar, tí tá
hava báðir bankarnir aðal-
fundir, har uppskot verður
lagt fram um samanlegging.
Afturvirkandi kraft
Eisini tá verður tað bert
neyðugt við einari hond á
lofti — henni hjá Richardi
Mikkelsen — so er samtykt,
at bankarnir heilt reelt
longu eru lagdir saman frá
1. januar 1994 — tað vil síga,
at samtyktin verður við aft-
urvirkandi kraft.
Samanleggingin er í veru-
hesum mánaðinum, tá
eisini vinningarnir fyri
bestu uppskotini verða
almannakunngjerdir.
Óivað eru uppskot-
ni mong…
bj.
leikanum longu farin fram.
Tað einasta, ið vantar, er
vælsignilsi frá aðalfundun-
um hjá báðum bankunum.
Tað vil við ødrum orðum
siga vælsignilsi frá Richard
Mikkelsen, formanni í
Fíggingargrunninum av
1992, ið eigur báðar bank-
arnar og reelt eisini verður
eigari av tí nýggja saman-
lagda bankanum.
Tí koma enn einaferð
møguligar viðmerkingar
frá privatu partaeigarunum
ikki at hava minstu ávirkan
á tað, ið fer fram — ella rætt-
ari sagt: Tað, sum longu er
farið fram.
Í fyrsta umfari eru broyt-
ingarnar í stóra samanlagda
bankanum bert, at eftir inn-
stilling frá stjórnunum í
báðum bankunum verður
settur ein leiðslubólkur, ið
skal taka sær av teimum
ymsu málsgkjunum innan
leiðsluna í bankanum.
Í hesum leiðslubólki sita
Bergur í Garði, Gunnar í
Liða, Torkil Bo, Sjúrður
Horsdal, Helgi Brekku og
Christian Andreasen. Stórt
sæð allir menn í besta aldri,
ið skulu mynda tann nýggja
bankan við einum ungum
andliti úteftir.
Uppsagnir á veg
Í ødrum umfari verður
helst talan um uppsagnir av
starvsfólkum, nú talan bert
skal vera um ein banka og
ikki tveir. Júst av hesi orsøk
ganga starvsfólk í báðum
bankum í hesum døgum í
óvissu og vita ikki, um tey
verða teirra millum, ið fara
at halda fram, ella um tey
framyvir noyðast at seta álit
sítt á arbeiðsloysisskipan-
ina ella forsorgarlógina.
Enn hava eingi tel verið
frammi um, hvussu umfat-
andi hesar uppsagnir verða,
men talan er óivað um eitt
rættiliga stórt tal av starvs-
fólkum, ið gerast offur fyri
samanleggingini.
Saman við uppsagnun-
um, ið longu hava verið í
báðum bankunum og húsa-
ganginum hjá Fossbank-
anum, verður tað tí ein sera
stór rúgva av bankafólkum,
ið verða tók á føroyska arb-
eiðsmarknaðinum.
hj.
4
Astrup
einasti
stjórin
i fyrsta
umfari
At teir Føroya Banki
og Sjóvinnubankin
verða lagdir saman,
fer at merkja stjóra-
skifti. Tage Benja-
minsen fer frá sum
stjóri í Føroya Banka
og fer hann aftur til
Danmarkar at arb-
eiða í Den Danske
Bank, hagani hann
kom til Føroya.
Í fyrsta umfari fer
so Jørn Astrup Han-
sen, stjóri i Sjóvinnu-
bankanum, at vera
einsamallur stjóri í
nýggja samanlagd
bankanum. Sambært
tíðindaskrivinum frá
nevndunum í báðum
bankunum, ið varð
sent út í gjáramorg-
unin, er tó ætlanin, at
stjórnin í nærmastu
framtíð verður víðk-
að. Tað merkir óivað
at fleiri stjórar, enn
bert tann eini, skulu
vera í nýggja bank-
hj.
Leiðslubólkurin
Leiðslubólkurin, ið hevur
leiðsluna av teimum ymsu
virkisøkjunum í stórbank-
anum, sær soleiðis út:
Bergur í Garði: Ábyrgd
av innanhýsis starvsøkjum
bankans, ið eitt nú fevnir
um starvsfólk, marknaðar-
føring, EDV og fyriskipan,
eins og fyrisiting av ognum
bankans
Gunnar i Liða: Ábyrgd
av bankans fíggjar- og likv-
iditetsøki, herundir bank-
ans samskiftisvidurskiftum
Torkil Bo: Kreditstjóri
vid yvirordnadari åbyrgdav
bankans útlánsvirksemi
Sjúrður Horsdal: Leið-
ari av vinnulívsdeildini við
ábyrgd fyri avgreiðslu av
bankans stórru vinnulivs-
kundum
Heigi Brekku: Ábyrgd
s Í stórbankanum
av deildunum, herundir set-
húsalán bankans
Christian Andreasen
Abyrgd av stjórnarskriv
stovu bankans og lóga
skrivstovuni. Ska! eisin
vera skrivari hjá nevnd
bankans