mikudagur 9. februar 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 27 — 9. FEBRUAR 1994
Endurstovnaða Samfisk:
dagin
Friggjakvøldid út ímóti
nátturðatíð kundi Havn-
ar Arbeiðsmannafelag
og Laksaaling á Bakka
skrivað undir keypssátt-
málan fyri virkið, ið áð-
ur kallaðist Samfisk i
Havn.
Karl Johansen, for-
maður í Havnar Ar-
beiðsmannafelag, sigur,
at hópur av fólki hevur
ringt til hansara og biðið
um arbeiði á virkinum,
men hann kann ikki seta
fólk.
- Hetta vísir, hvussu
stórt arbeiðsloysir, sigur
Karl Johansen.
Stjóri og rakstrarleið-
ari verður Martin Jacob-
sen, sum áður var rakstr-
arleiðari á Bacalao.
Tað verður nakað,
áðrenn virkið kann byrja
at roykja fisk, tí nakrar
umvælingar skulu ger-
ast. Haraftrat eru onkrar
maskinur útlkæntar, og
aðrar eru seldar. Tær
mugu fáast aftur fyrst,
sigur Karl Johansen.
Skjótt
til verka
Fleiri fólk hava longu
biðið um arbeiði á fyrr-
verandi. Samfisk, sum
Havnar Arbeiðsmann-
afelag og Laksaaling á
Bakka keyptu fríggja-
Fiskin skal virkið hava
frá teimum á Bakka.
Fiskurin verður kruvdur
á Bakka og síðan fluttur
til Havnar at verða
skorin í hond og royktur.
Hetta verður gjørt á hvør
sínum staði, tí regurnar
fyri at fáa lóggilding eru
strangari, um kruvt og
roykt verður undir sama
taki.
Karl Johansen væntar,
at 20-30 arbeiðspláss
verða á nýstovnaða
roykivirkinum í Havn.
Verður arbeitt í vaktum,
sleppa nakrar hendur
fleiri til verka.
Havnar Arbeiðs-
mannafelag hevur leingi
arbeitt við ætlanum um
at keypa roykivirkið í
Havn.
- Vit hava roynt at seta
nakað í gongd, og vit eru
eisini altíð áhugaðir at
verða við, har tað fæst at
bera til, sigur Karl Jo-
hansen.
randi
Nýggjur garður verður laðaður um kirkjuna
+ Á
BA ÁR
= Kl.
í Hvalvík (Mynd. Kalmar)
Tíðindablaðið (EI)
Gjalda garðin sjålvi
Kirkjufólkið í Hvalvík savnaði pengar inn til at gera
nýggjan garð um kirkjuna
Í Hvalvík hava ein funn-
ingsmaður og ein skála-
maður arbeiði við at laða
garð uttanum kirkjuna. Ar-
beiðið er komið væl áleiðis,
men tað hevur verið eitt
sindur seinkað av kava-
veðrinum.
Tað stóð ein annar laðað-
ur garður um kirkjuna, men
hann var dottin niður
nógvastaðni, og haraftrat
var grótið so vánaligt.
Bygdarfólkið tók seg tí
saman og savna pengar inn
til nýggjan garð. Tað gjørdu
tey við bingospæli í bygd-
ini.
Hetta er ein garður við
ongum grevstri, so stuðul
fæst eingin sum til kirkju-
garð. Kommunan læt tó
10.000 krónur, og somu
upphædd læt Føroya Spari-
kassi, men annars hevur
kirkjufólkið sjálvt goldið
fyri garðin, ið kostar 94.000
krónur umframt MVG, sig-
ur Mama Joensen, kirkju-
ráðsformaður í Hvalvík.
Kirkjan í Hvalvík er forn-
minni, hon er frá 1828. Hon
stóð fyrr í tí gamla runda
garðinum. Men hon reiv so
illa. Tá so eitt sprek av
kirkjuni varð funnið, har
kirkjan nú stendur, varð
kirkjan flutt hagar.
Hvalvík er ein av teimum
fáu kommunum, har fólkið
ikki rindar kirkjuskatt, men
tað hevur kortini ongantíð
staðið á, tí kirkjugongdin er
góð, og tað gevur nóg mikið
til raksturin, at talvan gong-
ur fyri kirkjuna hvønn fyrsta
sunnudag í mánaðinum.
Tað kostar eitt sindur at
halda eina slíka kirkju. T.d.
hevur kirkjan elektriskan
streym, og kirkjan rindar
umleið 700 krónur um mán-
aðin í streymi.
Hetta ber til, sjálvt um
fólkatalið minkar. Tey vóru
á nýggjárinum einans 332 í
tali.
randi
Klaksvík virkar aftur
Fólkið fær løn, og IRF tekur ímóti burturkastinum
Tað vóru góð tíðindi fyri
klaksvíkingar, tá tað mána-
kvøldid frættist, at Klaks-
víkar kommuna hevði fing-
ið avtalu í lag aftur við Før-
oya Banka.
Nýggja avtalan merkir, at
starvsfólkini hjá kommun-
unii aftur fáa løn, og í gjár
varð innsavningin av burt-
urkasti tikið uppaftur, ti nú
kann IRF fáa sínar pengar.
Nýggja avtalan merkir m.a.
eisini, at dagróktarmamm-
urnar fáa løn.
Tað var um reppið, at
skúlin varð stongdur, tí lítil
og eingin olja var eftir, og
kommunan hevði ikki ráð at
keypa meira olju. Nú er tað
málið eisini loyst.
Kommunan fær goldið
alla sína leysaskuld.
Nýggja avtalan sigur, at
Gjaldstovan ikki longur
skal flyta tríggjar milliónir
krónur um mánaðin av
kommunuskattinum í
Klaksvík til Føroya Banka
til rentur og avdráttir hjá
kommununi. Landsstýrið
er gingið við til, at minni
upphædd av skattinum
verður flutt til lánini, og
Føroya Banki leggur eisini
nakað út fyri kommununa,
sum harvið fær goldið allar
sínar føstu útreiðslur.
Hetta er tó bara ein fyri-
bils avtala, til tað einaferð
eydnast at fáa eina felags
umlegging av allari komm-
unalu skuldini í Føroyum.
randi