mikudagur 9. februar 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S
Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 27 —9. FEBRUAR 1994 Síða5
= mx mæ
»Gummi-fiskurin«
farin av landinum
sum minkafóður
Ein av teimum óhepnu og
heldur enn íkki keðiligu
handlunum hjá Faroe Sea-
food Supply er langt um
leingi nú við at fara í søg-
una.
Talan er um sokallada
»gzummi-fiskin«, ið keyptur
varð frá íslendska fiska-
seljaranum Marbakka av
Hafnarfirði. Keypið snúði
seg um 45 tons av frystum
stillahavstoski
Fiskurin varð keyptur í
fjórsummar — í maí ella juni
mánaði — men skjótt vísu
tað seg, at hann ikki kundi
brúkast til nakað sum helst.
Heilsufrødiliga Starvsstov-
an tók royndir av honum á
Harenga í Gøtu, har roynt
varð at arbeiða fiskin, og tå
varð fiskurin kolldømdur
sum mannafødi. Tá so roynt
varð at selja hann av land-
inum sum djorafødi, gekk
tað heldur ikki, tí eisini hes-
um setti Heilsufrødiliga
Starvsstovan seg ímóti, tí so
nógv formaldehyd var í
fiskinum, at hann ikki kundi
brúkast til annað enn at
tveita burtur.
Men hetta hevði Faroe
Seafood Supply ikki vilja
til, tí tá talan nú var um ein
so miseydnaðan handil, áttu
um ikki annað nøkur oyru at
fáast burturúr.
Leingi gekst hjá Faroe
Seafood Supply at fáa svar
úr Tinganesi, tá biðið varð
um undantaksloyvi, men nú
er tað givið, og um viku-
skiftið varð fiskurin sendur
av landinum sum minka-
fóður. Keypari var fyritøk-
an Sydvestjysk Pelsdyr-
foder, ið heldur til nakað
uttan fyri Esbjerg.
Líggjas Joensen: Hetta var ein av okkara keðiligu handl-
um. Vit koma at missa nakað av peningi
- Hetta hevur verið ein
keðiligur og dýrur handil,
sigur Líggjas Joensen, stjóri
í Faroe Seafood Supply.
Til Danmarkar
sum minkafóður
— Men at vit nú fingu selt
spilta fiskin av landinum
sum minkafóður hjálpir
okkum, við tað at vit fáa eitt
lítið sindur fyri hann, sam-
Mynd: Kalmar
stundis sum vit sleppa frá at
skula gjalda 5.000 krónur
ella meira um mánaðin í
leigu fyri at hava hann
standandi í kølipakkhiisi.
Nú fiskurin fór av land-
inum, var talan um tilsam-
ans 42 tons — 25,5 tons av
frystum fiski og 16,5 tons
av saltfiski.
Líggjas Joensen sigur, at
Faroe Seafood Supply í øll-
um førum hevur tap av hes-
um handlinum, men at tapið
longu er avskrivað.
— Nú bíða vit so eftir, at
okkurt skal henda í sakar-
málinum við íslendingarn-
ar, vit keyptu fiskin frá, sig-
ur hann.
- Tað vísir seg at ganga
sera striltið og ógvuliga lítið
hendir í málinum í senn.
Men líkt er til, at vit kunnu
fáa teir at ganga við til eina
semju, so tapið kann gerast
uppaftur minni.
Tá fiskurin skuldi keypast
tíðliga í fjørsummar, vóru
tvey umboð frá Faroe Sea-
food Supply frammanund-
an i Danmark og hugdu at
royndum av fiskinum, ið
sóu sera gott ut. Tí var tå
einki at ivast í, at fiskurin
saktans kundi verða við-
gjørdur í Føroyum.
Men tå so tey 45 tonsini
komu, visti tað seg, at einki
kundi brúkast. Á Harenga í
Getu vórðu 22 plattar av
saltfiski gjørdir burtur úr
fiskinum, men tað vísti seg,
at hetta var reinur »gummi-
fiskur<, sum altso í fyrsta
umfari hvorki kundi brúkast
sum manna- ella djórafgði.
Íslendingarnir, ið seldu
fiskin til Føroya, tykjast
sum sagt vera sinnaðir fyri
einari semju. Faroe Seafood
Supply hevur karvt at fáa
1,8 mió. kr. í endurgjaldi
fyri óbrúkiliga fiskin, men
so nógv vilja íslendingarnir
ikki ganga við til
— Teir eru tó hugaðir at
gjalda eina minni upphædd,
sigur Líggjas Joensen, stjóri
í Faroe Seafood Supply við
Tíðindablaðið Sosialin.
hj.
Í
STÓRUR
GRÝLUDANSUR
A KAMBSDALI
Friggjakvøldid 11.2. frå kl. 22-03
HJARNAR
spæla til dans
Besta grylan vinnur kr. 1.000.-
Eisini verður stór
Rock'n'Roll framvísan
NYTT OG SPENN
» Føroyskir
Chippindales
Atgon erkir
einans kr. 100.-
Framhald av síðu 11
Sanerað
| Í frágreiðingini er eisini ein
umrøda av royndum
grunsins at fåa sanerað og
rationaliserað tey nógvu
flakavirkini. At grunnurin
fór undir heta stendst
náttúrliga av teimum upp-
gávum grunninum er álagt.
Umframt at útinna virknan
eigaraleiklut í teimum
bankum, har grunnurin er
partaeigari, skal grunnurin —
sambært vidtøkunum -
„taka stig til at virka við í
bygnadartillagingum í før-
oyska vinnulívinum<. Tað
sigur seg sjálvt, at hesar
báðar uppgávur eru tengdar
saman. Tá ið nú fiskivinnan
er tann nógv mest týðandi
vinnan í Føroyum, fær ein
bati í bygnaðinum í fiski-
ídnaðinum eina góða ávirk-
an á støðu bankanna.
Roknskaparviðurskifti
grunsins eru lýst seinast í
frágreiðingini við rakstrar-
roknskapi og figgjarstødu
31. desember 1993. Rokn-
skapurin vísir eitt hall upp á
2.234,9 mið. kr., ið er fíggj-
að við kapitalinnskoti frá
landsstýrinum. 31. desemb-
er 1993 var eginpeningur
grunsins 275,1 mió. kr.
Grunnurin fer eisini at
leggja fram samtøkurokn-
skap, tá ið ársroknskapirnir
frå Føroya Banka, Sjó-
vinnubankanum og teimum
associeraðu feløgunum eru
tøkir:
Við árslok 1993 åtti
grunnurin partabrøv í báð-
um bankunum fyri áljóð-
andi 250,0 mió. kr. og
partabrøv í Føroya Fiska-
virking fyri áljóðandi 2,0
mió. kr. Grundfæ stovnsins,
ið landsstýrið eigur, var
271,6 mið. kr.
Figgingargrunnurin
fyri 1992.
BIL
SKADAR
| verða umvældir
BILIGA |
M-DYSTARSKRAIN LØGD
Sunnumorgunin hittust í
finska hevuðsstaðnum
Helsinki umboð fyri øll
londini í 8. bólki í EM-und-
ankappingini, ið er bólkur-
in føroyska fótbóltslands-
liðið er við í.
Fundurin byrjaði longu
kl. 7 føroyska tíð, og Jens
Erik Magnussen og Ísak
Mikladal vóru vegna Fót-
bóltssamband Føroya við á
vóru úr Ruslandi, Grikka-
landi, Skotlandi, Finlandi
og San Marino, fyri at fáa
lagt allar dystirnar til rættis
sum best.
SamanumtikiO = kunnu
føroyingar vera nøgdir við,
hvussu dystirnir hjá okkara
landsliðið eru lagdir. Fýra
verða spældir í heyst, með-
an hinir seks verða spældir
komandi ár. Ein møgulig
broyting verður, at bert
tríggir av dystunum verða
spældir í ár, meðan hinir
sjey verða spældir næsta ár,
men tað er ikki endaliga av-
gjørt enn.
Tann fyrsti verður spæld-
ur á Svangaskarði mikudag -
in 7. september, tá Grikka-
land kemur á vitjan. Góðan
mánað seinni — mikudagin
12. oktober — skal føroyska
landsliðið til Skotlands at
spæla næsta dystin, og aftur
ein góðan mánað eftir tað —
mikudagin 16. november —
skal føroyska landsliðið til
Finlands at spæla tridja
dystin í EM-undankapp-
Sum skráin sær út nú, skal
føroyska landsliðið til Rus-
lands at spæla sunnudagin
18. desember, men roynt
verdur at fåa flutt hendan
dystin, so hann i stadin
verdur spældur komandi
summar — leygardagin 6.
mai.
Lagt verður fyri við fýra
heimadystum komandi ár.
Fyrst koma finnar hendan-
vegin mikudagin 26. apríl,
og síðani skotar mikudagin
7. juni. Sambært skránni,
sum hon sær út fyribils, skal
San Marino koma til Føroya
at spæla mikudagin 16. aug-
ust, men hesin dystur verð-
ur møguliga spældur miku-
dagin 25. maí í staðin. Eis-
ini ein partur av skránni, ið
ikki er endaligur enn. Tann
fjórði heimadysturin verð-
ur á Svangaskarði móti
Ruslandi mikudagin 6. sep-
tember.
Mikudagin 11. oktober
„skal føroyska landsliðið til
San Marino at spæla, og
EM-undankappingin endar
fyri okkara viðkomandi á
hesum sinni við at spæla á
útivelli móti grikkum miku-
dagin 15. november.
Jens Erik Magnussen og
Ísak Mikladal komu aftur úr
Finlandi mánakveldið.
hj.