mikudagur 9. februar 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 27 —9. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin ]
Varðveitið sjúkra-
húsini og ekið.
um samarheiðið
-Barnakonur verða verri fyri. Sjúklingar við blóðtóppum í hjartanum
verða verri fyri. Druknivanlukkur verða verri fyri. Skaðar har sjúklingar
hava lágt blóðtrýst verða verri osfr. osfr. Hetta verða nakrar av teimum
ítókiligu avleiðingunum verður seinasta frágreiðingin um at broyta bygn-
aðin í fóroyska sjúkrahúsverkinum fylgd skrivar Jákup Petersen, yvir-
lækni í greinini, har hann leggur upp til ókt samstarv millum tey trý
sjúkrahúsini. Tað er hansara avgjórda meining, at tað besta fyri før-
oyingar er at varðveita tey trý sjúkrahúsini. Hann grundgevur í greinini
hví.
Sakligheit
Tað eru nú gott og væl 3
mánaðir síðani »Rådgiv-
ningsgruppen vedrørende
sundhedsvæsenet på Fær-
øerne« kom vid sinari frå-
greiding.
Hóast eg havi roynt tvær
ferðir at komið við faklig-
um viðmerkingum, so hev-
ur tað gingið trekt við ein-
um sovorðnum orðaskifti.
Meira áherðsla hevur verið
løgd á metingar av persón-
um. Hvar standa teir i
hierarkinum? Eru teir verdir
at lurta eftir? Kann finnast
at teimum persónliga 0.s.fr.
Okkara góði kollegi
hjálparlæknin Jesper
Brandt Andersen gjøgnum-
gekk heimsbókmentimar
og fann umleið 5 ferðir so
stóra deyðiligheit íúá
mammurmar føddu heima.
Kanningar i Europa, Au-
stralien, USA, Kanada 0.
s.fr. vístu tað sama. Heilsu-
stýrið hevur av somu grund-
um mælt frá heimaføding-
um í Danmark.
Hetta bleiv í Føroyum
afturvíst við at her skuldi
ongin ungur danskur lækni
koma og siga okkum nakað.
Harafturat vísti tað seg at
ein av yvirlæknunum í Før-
oyum varð føddur heima,
og hann helt seg ikki hava
fingið nakran skaða av ti. So
varð tann spumingurin
loystur.
Harafturat hava væl
kvalificerað fólk hildið tað
verið sera skemtiligt at nak-
ar fekst við at kanna hesi
mál visindaliga í heila tikid.
Aðrir háttir hava verið.
M.a. er danskføroyska ráð-
gevingamevndin blivin
gjørd til úrmælingar, topp-
embætismenn 0.s.fr., sum
flugu so høgt uppi, at allur
kritikkur sjálvandi var tað
reina møsn og misunnilsi.
Sjålvt innihaldið í kritikk-
inum bleiv sjålvandi ikki
umrøtt. Tað ráddi jú meira
um at leggja eftir teimum
persónunum, sum vágaðu
sær at mukka.
Fleiri frágreiðingar
um Sjúkrahúsverk
Føroya:
Tað eru gjørdar fleiri frå-
greiðingar um Heilsuverk
Føroya seinastu árini. Tað,
sum eyðkennir líknandi
frágreiðingar aðrastaðni í
heiminum er at tær skulu
verða hent >fakligt< grund-
arlag hjá politikarum at taka
ópopulerar avgerðir á. Og
her er nýggjasta frágreið-
ingin hjá okkum onki und-
antak.
Seinasta frágreiðingin
um Sjúkrahúsverkið er so-
leiðis gjørd av 6 donskum
og føroyskum embætis-
monnum harav 2 einaferð
hava arbeitt sum læknar.
Nakrir av hesum embætis-
monnum havaeisini ábyrgd
av hvussu gongdin hevur
verið í Danmark. Og har sær
ikki alt so væl út.
Har eru fólk ónggd við
gongdina. Yvirlæknar á-
vara um at stødid innan alt
sjúkrahúsverkið er lækkað,
og at teir yngru læknarnir
ikki fáa ta neyðugu útbúgv-
ingina.
Livialdurin er fallandi og
granskarar meta at tað skal
ikki so lítið til av peningi at
fáa tað danska sjúkrahús-
verkið á hædd aftur við hini
norðurlondini.
Men í Føroyum letur til at
allir spurningar innan verk-
ið verða loystir við at tey
smáu sjúkrahúsini verða
nidurløgd.
Frágreiðingarnar, sum
komnar eru gjøgnum årini,
eru sera ymiskar. Til tíðir
ivast ein í at tær viðgera
sama verk. Frágreiðingin
frá 1988 sigur m.a. at: >Det
færgske samfund har geo-
grafiske og klimatiske for-
hold, som gør det nødvend-
igt med i hvert fald tre
institutioner, som kan yde
akut sygehusbehandling
døgnet rundt indenfor akut
medicin, almen kirurgi og
fødselshjælp«.
Seinasta frágreiðingin
mælir til at niðurleggja allar
hesar funktiónir, og nakað
afturat, á teimum smáu
sjúkrahúsunum, og gera tey
um til tað sum Departe-
mentchef Jørgen Varder í
eini útvarpssending kallaði
>Helsecenter<. = Seinasta
frágreiðingin sær heldur
ongan mun á tí føroyska og
tí danska veðurlagnum. Og
annars verður mett at før-
oyska og danska landslagið
eru eins.
Føroyar eru onki broyttar
hesi 5 árini. Læknavísundin
er nøkurlunda tann sama,
men nidurstødurnar eru
fullkomiliga ymiskar. Or-
søkin er sjálvsagt at poli-
tikkur er uppii.
Men tað er ikki uppgávan
hjá læknunum at spæla po-
litikarar. Vit byggja okkara
viðgerðir á visindaligar
royndir. Og tað áliggur okk-
um at kunna okkara sjúk-
lingar um kendar vandar.
Avleiðingar um
seinasta frágreið-
ingin verður fylgd:
Eg havi fyrr nevnt ávís fyri-
brigdi, sum hava tydning, tå
sjúklingar verða akutt sjúk-
ir. Tað er hesin bólkurin av
sjúklingum, sum verða rakt-
ir av nýggjastu broytingar-
ætlanunum. Sum dómi kann
nevnast at:
1) Barnakonur verða verri
fyri. Í flestu fórum ber ikki
til at siga frammanundan
viðvíkjandi trupulleikum
undir fæðing. 2 tímar til
nærmasta fødistaO er ov
langt, og tað eru tíverri alt
ov nógvar royndir av hvussu
illa tað kann ganga.
Jákup Petersen, yvirlækni: -Um tað er politiskur vilji til ai
varðveita tey smáu sjúkrahúsini, so mugu manning,
karmar og stødid verða soleiðis, at tað er forsvarligt.
2) Sjúklingar við bl6dtøpp-
um í hjartanum verða verri
fyri. Tað hevur týdning at
teir skjótt koma undir ser-
viðgerð. Henda viðgerð er í
fleiri fórum av einum so-
vorðnum slagi at hon má
gerast á sjúkraúsi. Ikki sum
præhosiptalbehandling.
3) Druknivanlukkur verða
verri fyri. Tær eru tíbetur
ikki so nógvar longur. Men
knappliga er vanlukkan har,
og krevur skjóta lívbjarg-
andi viðgerð.
4) Skaðar har sjúklingar
hava lágt blóðtrýst verða
verri fyri. Teir hava tørv á
skjótari (ofta lívbjargandi)
skurðviðgerð. Prehospital-
behandling seinkar bert ta
endaligu viðgerðina.
Aðrar sjúkur so sum blød-
andi magasár, skaðar á
Á tr.
REKA me
høvdid, knivskadar,
meningitis, asthma, blød-
andi bamakonur, gravidi-
etseitran o.s.fr. kunnu í fleiri
fórum krevja skjóta viðgerð
á sjúkrahúsi. Tað er jú ikki
av tilvild at tað í tí fram-
komna partinum av heimin-
um verður hildið vera rímu-
ligt at sjúklingar í mesta lagi
skulu hava 30 min. at koyra
til næsta sjúkrahús.
Præhospital viðgerð:
Í frágreiðingini verður
nevnt at præhospitalsvið-
gerð á »Heilsusentrinum«
saman við relevantum
transporti til Landssjúkra-
húsið fer at geva eina betri
sjúkrahúsviðgerð.
Fyri tað fyrsta er tað jú
ongin trygd fyri tí. Har-
afturat verða tað nøkur, sum
koma ov seint til viðgerðar.
Um allan heim verður
kjakast um præhospitals-
viðgerð, og nidurstødan er
sum oftast at tað ræður um
sum skjótast at koma á
sjúkrahús. Her tosa vit um
præhospitalsviðgerð upp á
einar 15-20 minuttir. Í Før-
oyum kemur hon at taka
tímar og vidhvørt dagar og
er klárt óforsvarlig.
Tað er ikki neyðugt við
nøkrum stórum og flottum
sjúkrahúsi. Eru manningin,
umstødurnar og rutinurnar
bert í lagi er viðgerðin for-
svarlig. Her má viðmerkj-
ast, at vit í Føroyum bert
hava smá sjúkrahús. Kann-
ingar hava víst at tað ikki er
so umrådandi við støddini á
sjúkrahúsinum, heldur at
tað er vælfungerandi. Sum