Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—L1L—L1L1L11 0 UR A Tíðindablaðið ED Nr. 27 — 9. FEBRUAR 1994 Sida 13 Politisk Nýggj stýrisskipanarló -Uppskotið er sum heild gott og væl gjórt.. Her er talan um góðan og upplýsandi lesnað. Eg skjóti upp, at álitið til nýggja stýrisskipanarlóg verður tikið til 1. viðgerð á tingi um eina góða viku skrivar Jógvan Sundstein, tingmaður í politisku viðmerkingini í dag. seinasta vár eina arbeiðs- nevnd til at gera álit um nýggja stýrisskipanarlóg fyri Føroyar. Arbeiðssetningurin hjá nevndini var: 1. At kanna og lýsa lógar- grundarlagið undir stýris- skipanini og umboðsvald- inum og gera eina metan av, um henda lóggáva er hósk- beiðsbýtið millum lóggev- andi og útinnandi valdið. 2. At lýsa munin millum landsstýrið sum kollegium 3. At gera uppskot til stýris- skipan, sum byggir á eitt ráðharrastýri og í hesum sambandi meta um, hvørji krøv ein tílík skipan setir til umsitingina og kostnaðin av hesum. 4. At lýsa hverjar stýris- skipanarreglugerðir neyð- ugar eru afturat, um Føroy- ar skulu hava fult sjálvstýri. Nú um ársskiftið kom á- litið frå nevndini, og sigast má, at tað er eitt dygdar- verk, ið teir fimm nevndar- limirnir hava latið úr hond- um. Ikki bara er tað ein tjúkk bók, heilar 408 síður, men tað er vissuliga eisini góður, upplýsandi lestur. Nevndin hevur til fulnar uppfylt setningin, sum henni varð settur og so reidiliga tað. Vit hava bæði fingið søguligt yvirlit yvir stýris- skipanarvidurskifti Føroya eins og drúgva umrødu av galdandi vidurskiftum og lóggávu. Síðani kemur sjálvt uppskotið til nýggja stýrisskipanarlóg við al- mennum viðmerkingum, viðmerkingum til kostaðin av eini broyting og ikki minst serstakar viðmerk- ingar til hvørja einstaka lóg- argrein. Seinni helmingurin av bókini er ein lýsing av, hverjar styrisskipanarregl- ur eru neyðugar afturat, skulu Føroyar hava fult sjålvstyri og síðani dómi um fremmandar stýrisskip- anir frá londum, sum vit kunnu læra av, bæði stórum og smáum. Tað, sum í fyrsta umfari hevur størsta tydningin, og tað sum heilt skjótt stóða skal takast til, er broytingin í okkara núverandi stýris- skipanarviðurskiftum. Tríbýti av valdinum Tað fyrsta, sum sligið verð- ur fast í uppskotinum, er, at valdið verður býtt í tríggjar — Lóggávuvaldið er hjá løg- tinginum og løgmanni í fe- lag — Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum — Dómsvaldið er hjá dóms- stólunum Hetta er ein stór broyting frá núverandi skipan, har stórur samanblandingur er millum løgting og lands- stýri, tá ið tað snýr seg um lóggevandi og útinnandi valdið. Legtingið Legtingið skal eftir upp- skotinum hava lóggevandi valdið og eftirlitið við polit- isku útinningini hjá lands- styrinum. Løgtingid fær broyttar atkvødureglur. I framtíðini verður tað sum í flestu øBrum parlamentum, at um helmingurin av lim- unum eru til staðar, verða mál avgreidd um fleiri at- kvødur eru fyri enn ímóti. Ein kann íkki snúgva sær undan við bert at lata vera við at atkvøda ella vera burturstaddur. Harafturat verður møguleiki fyri at gera eina sokallaða clear- ingsskipan, tá tingmenn eru noyddir at vera burtur. Av somu orsøk verður ikki neyðugt at kalla eykamenn inn í tíð og ótíð. Løgtingsformadurin fær eisini eina nakað broytta stóðu. Hann skal sjálvandi vera valdur tingmadur og kemur at hava sína aikvødu í tinginum eins og allir aðrir tingmenn. Men hann kemur at hava fremstu tign í land- inum. Hann skal veljast á fyrsta tin7fundi aftan á val, 12 yrkadagar aftan á valið, og hann verður valdur fyri alt valskeiðið. Fyrsta upp- gáva hansara verður at skipa fyri, at vit hava ein løg- mann. Um løgmaður aftan á eitt val ikki metir seg hava politiska undirtøku, eila um hann beint undan einum vali hevur fingið misálitisvátt- an, skal løgtingsformadurin kalla allar teir politisku flokkarnar — hvør sær — til samrødu at hoyra, hvat teir meina um politisku støduna, og hvønn teir halda hevur bestan møguleika at taka við sum løgmadur og skipa Seinast 10 dagar aftan á at tingið er sett skal løgtings- formaðurin skjóta upp fyri tinginu, hver ið skal verða løgmaður. Í seinasta lagi 4 dagar aftan á skal tingið hava atkvøtt um málið, og um ikki meira enn helming- urin av tingmanningini at- kvødur ímóti, verður við- komandi løgmaður. Løg- maður útnevnir síðani landsstýrismenninar — í minsta lagi tveir — og býtir landsstýrisgkini teirra mill- um. Løgtingid skal ikki góðkenna landsstýrismenn- inar, men løgmaður hevur myndugleika at siga teir úr starvi. Landsstýrið Sum sagt, verður løgmadur skotin upp av løgtingsfor- manninum, og hann situr so leingi sum hann ikki hevur fingið ein absoluttan ting- meiriluta ímóti sær. Tað vil siga, at løgmaður fer ikki uttan víðari frá aftan á eitt val. Um val verður útskriv- að, tí valskeiðið (4 ár) er úti, og meira enn helmingurin av nývalda tinginum ikki er ímóti løgmanni, kann hann halda fram, og við somu landsstyrismonnum, um hann ynskir tað. Eftir uppskotinum verður landsstýrið skipað sum ráð- harrastýri. Tað vilsiga, at hvør landsstýrismaður hev- ur åbyrgdina av sinum øki, og ikki av økjunum hjå hin- um lanásstýrismonnunum. Løgmadur hevur tó sjålv- andi, sum ein part av sinum arbeidsøki leiðsluna av landsstýrisarbeiðinum og eftirlit við, at hansara ráð- harrar arbeiða nóg væl og regluliga. Teir einstøku landsstýrismenninir koma sostatt í framtíðini at hava stórri vald, men eisini stórri ábyrgd, samstundis sum teir kunnu arbeiða nógv meira effektivt. Taka vit målsbyti í Tinga- nesi í dag sum dómi, kunnu vit nøkulunda rokna við hesum ráðharrastovum (ministerium) í framtíðini: 1. Løgmannsstova (forsæt- ismålaråd) 2. Fíggjar- og búskapar- málaráð 3. Fiskivinnu-, landbúnað- ar-, handils- og ídnaðar- málaráð 4. Undirvísingar-, mentun- ar- og kirkjumálaráð 5. Almanna-, heilsu-, íbúð- ar- og arbeiðaramálaráð 6. Samferðslu- og umhvørv- ismálaráð, orkumálaráð 7. Kommunumála-, lóg- måla- og lønarmålaråd vi Henda uppseting er sjålv- andi bert vegleidandi. Men roknast kann helst við í framtidini, at tad verda eini 6-8 rådharrastovur, løg- mannsstovan íroknað. Løg- maður heldur helst fram við at hava uttanríkismál, hóast tað sjálvandi ikki er neyð- ugt. Sjålvt um tað verða 6-8 ráðharrastovur kunnu kort- ini verða færri landsstýris- menn (ráðharrar). Viðgerðin av álitinum Her havi eg bert umrøtt ein part av tí drúgva arbeiði, sum tingmenn hava fingið. Sjálvur taki eg undir við meginpartinum av tí, sum nevndin skjýtur upp. Tó okkurt er sjálvandi, sum eg kundi hugsað mær gørvísi. T.d. haldi eg ikki, at orsøk er at broyta reglurnar fyri nær tingmenn missa valbæri, um teir fáa ein dóm. Fýra mánaða reglan, sum nú er galdandi, er eftir míni upp- fatan betur enn, um ting- menn skulu til at viðgera hvønn annan í hvørjum ein- støkum føri. Eisini er tað nóg so nógv kravt, at ein tænastumaður ella líknandi skal fara úr starvi, um hann verður valdur tingmaður ella øvugt, ikki kann lata seg velja til tingmann. Tað er í stríð við vanligar demo- kratiskar reglur. Men sum sagt. Uppskotið er sum heild gott og væl gjørt. Tað leggur málið væl fram, og gevur møguleika fyri eini skjótari viðgerð, sjálvt um lesitilfarið er nógv. Uppskot mítt til tingfor- mannin vil tí vera, at álitið verður tikið til 1. viðgerð á tingi um eina góða viku. At tað síðani verður beint í eina serliga tingnevnd við einum umboði fyri hvgnn flokkin (eisini Miðflokkin). Síðani arbeiðir hendan nevndin við málinum restina av hesum mánaðinum og ein part av mars mánað. Málið verður so lagt fyri tingið (í broytt- um, ella helst lítið broytt- um, líki) fyri páskir. Tað kann so fáa 2. viðgerð fyri páskir og verða samtykt við 3. viðgerð miðskeiðis í apríl mánaða. Á fyrsta fundi hjá nyvaldaløgtinginum aftan á komandi val, kann tað so aftur verða tikið til viðgerð- ar og samtykt heilt skjótt aftaná. Tingformaður og løg- maður kunnu so veljast eftir nýggju skipanini beint aft- aná, at lógin táer staðfest og kunngjørd, tað vil siga næstan frá byrjanini av komandi valskeiði, um tað so verður í maí ella í no- vember. Jógvan Sundstein ( Lesarabrøv | = Oyggjatíðindi og vaskikonurnar við Vágs Skúla Vaskikonurnar í Vágs skúla fáa í dag minni lén enn tær fingu fyri einum ári síðan. Tær eru ein vaskikona færri, ein fór heim vegna aldur í fjør og eingin kom fyri hana. Tað verður ikki mett, at vaskikonumar tjena ov nógv í dag. Tað er ógvuliga vánaligt, at tær skulu verða hongdar út í bløðunum, tí at ein teirra er kona býráðsformannin, hon hevur vaskað skúlan í 18 ár. Vágs skúli verður av okkum mettur at vera sera væl hildin, reinur og ruddiligur, skúlatæn- ara og vaskikonum til rós. Tað, ið er broytt við lønun- um er at tær fáa somu løn hvønn mánað, eftir ynski frå teimum sjálvum. Skúlin verður vaskaður í dag fyri 70.000,- kr. minni enn síðsta ár. Hetta, ið her er skrivað, kunnu vit til eina og hverja tíð prógva. Soleiðis skriva tit í Oyggjatíðindum, Stórar, Fúl- ar Lygnir um fólk, uttan at Miðflokkurin Nú er tað blivin dagligur kost- ur í hverjum degurðatíma hes- ar afturvendandi yvirlýsingar frá nøkrum persónum, sum í løtuni rópa seg fyri miðflokk- in, hvussu leingi tað so varar. Vit, sum trúðu at miðflokkurin var politiskt á miðuni, hava misskilt tað heila, nú hesir vísa sitt sanna andlit, at at nú skulu tingmenn bert vera úr miðjuni á landinum. Skulu nøkur vill- farilsir úr miðjuni avgera hvønn vit onnur í útjaðaranum velja á ting? Er tað ikki mið- flokkurin, sum leitar eftir fólki til at stovna lokalfeløg í út- jaðaranum? Er ætlanin kanska við slíkum lokalfeløgum at samla nakrar fáar atkvgður til ein hungrandi miðflokksfor- mann á miðjuni? So býtt eru vit í útjaðaran tó Hvussu var, fekk ein maður ikki løn sum landsstýrismaður fleiri mánaðar eftir at hann var frákoyrdur sum landsstýris- maður? Kennist miðflokkurin ikki við tann mannin? Hvussu við eini yvirlýsing frá miðjuni? útjaðari hava ánilsi av, hvørji tey eru. HVÍ? Heilsan Jógvan Krosslá Býráðsformaður 900 Vágur BILLUTIR útvegast til FLEST ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Tlf. Fax. 21605 21666