Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

* > * Eitt lágtrýst fer vænt- andi í dag eysturyvir skamt sunnanfyri Fer- oyar. Síðan breiðir ein hátrýstryggur seg norð- aneftir inn yvir Føroyar við turrveðri og kulda eitt skifti, men frá fríggjadegnum fara djúp lágtrýst skamt framvið Føroyum. At byrja við bert lot, undir 5 m/s, av ymsum ættum, mestsum fturt, gott sýni og sólarglottar, men kglið. Út á seinna- partin frískandi til mill- um gul og strúk í vindi, 8-13 m/s, av suðri, á- drigið, ælingur, vånalig- ari sýni og sum líður út á kveldið regn av út- synningi. Hitin millum 4 og 7 stig. Frieeiadaej Sum frálíður millum hvassan vind og skrið, 15-20 m/s, av suðri, á- drigið, stundum regn ella ælingur, men ann- ars toluligt sýni. Hitin uml. 5 stig. Leygardagin og Sami vindur, 15-20 m/s, stundum upp i storm, 25 m/s, av suðri, ádrigið, regn í skiftum og annars bert toluligt sýni. Hitin umi. 5 stig. Titringja — vit skriva Er nakað 6 våsi? — hvamál? a. Felton 11826 - - Telafax 147 20 mæ Systkinabørnini Gissur og Tróndur Patursson vid Pentax-myndatólinum, ið Tróndur hevði vid sær á ferðini um Stilla- havið við Hsu Fu. Hóast sjórok og alt annað ringt sær myndatólið út sum óbrúkt Ææ Lýsingar Mynd: Kalmar Myndatólið helt til ta hørðu viðferðina Heimspremiera upp á foto- myndir frá spennandi ferð- ini, ið Tróndur Patursson var við bambusflakanum Hsu Fu yvir Stillahavið, er í hesum døgum á Torginum í SMS, har 60 fotomyndir, ið Tróndur sjálvur hevur tikið, verða sýndar fram. Ferðin á bambusflakan- um eydnaðist fyri ein part. Tróndur Patursson, Tim Se- verin og hinir, ið vóru við, megnaðu í stóran mun at prógva, at tað bar til at sigla um Stillahavið við bambus- flaka, hóast teir noyddust at fara av flakanum, tá góðir túsund fjórðingar vóru eftir av ætlaða teininum. — Tað, sum eg fegin vil við hesum myndunum, er at vísa dokumentatiónstilfar frá ferðini, og tað var Giss- ur, ið kom hugskotinum um at sýna myndirnar fram her Vestfalskyrrindi 3. februar: Seinna kvarter 10. februar: Tendring 16. februar: Månin longst frá jorðini á Torginum í SMS, sigur Tróndur Patursson. Hann og Gissur, ið hevur SMS Foto á Video, eru systkina- børn. — Tær fyrru ferðirnar hev- ur tað altíð verið sera trupult at fingið fotomyndir, og eg havi sjálvir áður oyðilagt tvinni myndatól, tí tey eru gingin fyri av salti og vætu. Men hesaferð fekk eg eitt lítið, men gott Pentax- myndatól frá Gissuri, ið eg fekk tikið einar 200 myndir við. Og eg hevði ongar trup- ulleikar av hesum mynda- tólinum, hóast umstødurnar at taka myndir mangan vóru sera vánaligar. Umframt myndirnar, ið Tróndur Patursson hevur tíkið sjálvur, vóru eisini myndafólk frá tíðarritinum National Geographic við á ferðini, og tóku tey tilsam- ans einar 8.000 myndir, ið enn ikki eru almannakunn- gjørdar. Myndirnar hjá Tróndi, ið verða sýndar fram á Torginum í hesum døgum, eru tær fyrstu, ið yvirhøvur eru at síggja frá ferðini. — Sum sagt eru tær allar- flestu av myndunum tiknar undir sera vánaligum um- stóðum og við ringum ljósi, men hóast tær ikki eru nak- að serligt, tá hugsað verður um dygdina á sjálvum foto- myndunum, so eru tær fínar sum dokumentartilfar frá ferðini, sigur Tróndur. — Eg skal gera tekningar til bókina, ið skrivað verður um ferðina, og tí fái eg eis- ini gleði av myndunum, ið eg brúki í skitserandi arb- eiðinum, tá eg geri hesar tekningarnar. Tróndur fekk myndatólið frá Gissuri, tá hann fór úr Føroyum, og hann fekk at vita, at tað var lætt at brúka: Hann skuldi bert trýsta á kngttin — og tað hevur hann — Eg spurdi japanararnar, ið gera hesi myndatólini, áðrenn ferðina, hvussu tað mundi fara at ganga við at taka myndir undir slíkum umstødum, men teir vildu helst einki hava út um tað áðrenn, tí teir vistu einki um so krevjandi royndir av ein- um slíkum myndatóli, hóast tað er vatntætt, sigur Gissur Patursson. Tróndur Patursson verður í Gallarínum í SMS fríggja- dagin kl. 16 og leygardagin - kl. 11. har hann fer at sýna ljósmyndir og greiða frá ferðini á bambusflakanum um Stillahavið. - Lýsingarfólk okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingarspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran Telefon 11820 - Telefax 14720 Sólborg siglir heim Sunnudagin fór Sól- borg at sigla heim av rækjuveiðu á Flem- mish Cap. Teir hava 400 tons inni. Sólborg hevur meginpartin av tíðini roynd á Flem- mish Cap, men hevur eisini gjørt okkurt rend inná Grand Bank. Her varð Sólborg fyri eini góðari viku síðan ríkin út aftur av einum kan- adiskum verjuskipi. Orsøkin er, at tað er ikki loyvt at royna beinleiðis eftir rækjum á Grand Bank. Hetta stóð ikki í fiskiloyv- inum hjá Sólborg. Teir hildu seg royna lógliga. k Isbjørn leyp á Oslo (NBT): Síðsta sunnudag leyp ein is- bjørn å eina småttu og royndi at koppa henni. Inni í småttuni vóru tveir mans sum ar- beiddu hjá Isfjord radio uppi í Svalbard. Ein annar bjørnina burtur við einum traktori, sigur Nordlys. - Teir báðir mennirnir í smáttuni vóru bjargaðir. Tá bjørnin av álvara leyp á bukaði hon á vegginar, risti hart í smáttuna sum var fýra fermetrar til støddar. Tann óða bjørnin kendi tevið av manskjøti, meðan teir sum vóru innistongdir í smáttuni kendu roykin av bjørnini, sigur Tore Nilsen í Isfjord radio, sum fekk jagstrað bjørnina burtur við traktorinum, Týtt/ Kristvar 0554 1819 0641 1904 0526 1749