Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sorgarleikur í Bosnia HÓAST tað liggur langt burturi - Bosnia - so hoyra og síggja flestu føroyingar hvønn dag ræðuligu hend- ingarnar f hesum krigsherjada land- inum. Neyvan nakrantíð áður í søguni hava so nógvir sorgarleikir verið at sæð og hoyrt í fjølmidlunum sum hesi bæði seinastu árini frá borgarakrígnum í tí fyrrverandi Jugoslavia. Ta fyrstu tíðina mundi hetta seta gði í mong av okkum og fremst í huganum lá hevnd- arhugurin: hvussu kundi hetta ræðuliga borgarakríggj steðgast og tey seku revsast! Í dag - nú sundurskræddir mannakroppar hava verið gerandismynd á sjónvarpsglugganum í langa tíð - kennist alt hetta, so ófatiligt tað enn ljédar, - bara sum vanligar gerandishendingar. Mong av okkum hava longu gótikið henda veruleika, Fólk yppa gksl og rysta á høvdinum fyri síðani at gloyma alt. Tað rakar jú ikki okkum. HVAT kunnu vit tá gera kundi verið spurt! Hetta er júst høvudsspurningurin í vesturheiminum í hesum døgum og hevur verið tað í skjótt tvey ár. Hvat kann vesturheimurin gera fyri at steðga ørskapinum? Greitt er, at hetta er eingin lættur spurningur at svara, tí framvegis hevur eingin politikari í okkara parti av heiminum verið førur fyri at svara spurninginum nøktandi. Vit skulu ikki fara út í æsir um, hvat hetta kríggið snýr seg um. Men øll vita vit, at tað eru teir supernationalistisku og fanatisku fyri ikki at siga blóðtystu heykarnir í Serbia, sum standa aftanfyri og eru upprunin til hetta ræðuliga stríð. Teir tevja eitt kom- andi Stórserbia. Muslimar hava einki at gera í einum slíkum ríki og skulu tí tveitast úr landinum ella burturbeinast. Og tað er júst tað serbar hava gjørt nú í meira enn tvey ár. Hóast muslimar og serbar hava livað lið um lið í langar tíðir í bestu sátt og semju, so hevur tráðanin eftir einum serbiskum stórríki mLesarabrøv | so nógv at síga fyri teir serbisku leiðararnar, at teir vilja ofra hvat tað skal vera fyri at røkka sínum máli. Tað, sum fyrr var vinskapur og bróður- skapur, hava hesir fanatisku leiðararnir umskapað til hatur. TEIR innigyrdu muslimarnir standa nærum heilt á berum. Teir hava bert fá vápn at berjast við, nú umheimurin hevur sett í verk vápnaboykott móti teimum. Ímeðan dundra tær stóru og nútímans serbisku kanónirnar. Serbar hava dugað væl, teir eiga í dag meg- inpartin av teimum mongu vápnunum, sum táverandi Jugoslavia framleiddi. Og tey eru ikki so fá. Eftir standa verju- leys muslimsk børn, sum verða skotin av serbiskum hermonnum fara tey út á gøltuna at spæla. Bumburnar hava nú regnað inn yvir muslimska høvuds- staðin í tvey ár og túsundtals civilfólk eru dripin. Jødarnir vórðu gassadir av nazistunum. Bosnisku muslimarnir verða skotnir sundur og saman av køld- um og kyniskum serbiskum drápsmonnum. Her er eingin munur. Munurin er tó tann, at ímeðan sannleikin um nazistisku ræðuleikarnar ikki kom rættiliga fram fyri almenningin fyrr enn nógv seinni, so síggja vit serbisku ræðuleikarnar á sjónvarpsglugganum hvgnn dag. Og eins hjálparleys muslimsku børnini, sum spæla sær í gøtunum í Sarajevo, eru tað, eins hjálparsleys eru vit í vesturheiminum at koma hesum børnum og foreldrum teirra til hjálpar. MEN hvat kunnu vit tá gera? Trup- ulleikin er tann, at tað finst einki einfalt svar, tí veruleikin í Bosnia er ikki ein- faldur. Her stríðast muslimar, serbar og kroatar. Kroatar og serber meira og minni í felag, tí teir vilja hava meira land, meðan muslimar royna at verja seg og síni og sítt land. ST hevur gjørt eitt stórt arbeiði, men tað hevur so ikki verið nokk til at fáa partarnar at semjast. Men tað er heldur ikki ætlanin hjá serbum og kroatum at koma til wo nakra semju við muslimar, tí veruliga endamál teirra er at beina fyri muslimunum, soleiðis at teir tá kunnu býta landið millum sín. Og í síðsta enda hava serbar so eisini eina ætlan um at slúka Kroatia og kroatisk landagki, tí setningur serba er jú eitt stórríki, har serbar eru harrafólkið. Tað er eingin - als eingin - munur millum tað, sum størsti mannafiggindin í søguni, Hitler, stóð fyri, og tað, sum serbar í dag útinna. Munurin eru vit - vit, sum standa uttanfyri og hyggja at. VESTURHEIMURIN hevur sett í verk handilsligt boykott móti Serbia og hóttir við at gera tað sama móti Kroatia. Tað eru teir, sum halda, at vit eiga at lata boykottið sleppa av virka, tí tá verður óneyðugt við nakrari hernaðarliga uppí- legging. Víst verður á, at serbar fyrr ella seinni mugu gevast við krígnum, tí teir tola ikki eina framhaldandi boykott. So eru tað tey, sum halda, at vit kunnu ikki bíða longur og vera vitni til at ósek børn og vaksin dag um dag verða myrd av serbum. Vesturheimurin má seta hart móti hørðum. At hetta ikki hevur verið gjørt enn kemst av, at ein uppílegging kann fáa sera álvarsligar avleiðingar bæði fyri tey ST-fólk, sum eru í land- inum í dag og so møguliga eisini gera, at umheimurin tá verður drigin upp í eitt kríggj, sum kann vera at meta sum eins ómgguligt at vinna sum tað hjá amerikumonnum í Vietnam og tað hjá russum í Afganistan. TAÐ prutlar av álvara undir lokinum í Bosnia. ST, Nato og vesturheimurin sum heild halda, at skjótt má okkurt gerast. Ein kann ikki longur standa og hyggja at, meðan serbisku drápsmenn- inir og bødlamir drepa ósek småbørn í býum sum Mostar og Sarajevo. Russar hinumegin halda ikki, at tað er nøkur góð loysn at leggja upp í hernaðarliga. Og her hevur sambandið millum russar og serbar, sum altíð hevur verið gott, ikki einki at siga. Nú stórveldini ikki eru samd um, hvat skal gerast, kann tað bráddliga birta upp undir altjóða spenningin. Men avgerðin liggur so í síðsta enda hjá ST-aðalskrivananum, sum heldur seg hava fingið mandat til at seta í verk bumbuálop á eitt nú serbiskar kanónir uttan fyri Sarajevo. HVUSSU leingi kann vesturheimurin bara standa og hyggja at tí, sum fer fram í Bosnia, er tann afturvendandi spurningurin. Meðan avgerðin at leggja upp í við hermegi verður útsett aftur og aftur frættist, at serbar og kroatar gera seg út til eitt veruligt stórálop á muslimar og skal hetta koma longu í mars. Muslimar og fjølmiðlafólk, sum arbeiða í gkinum royna at varskógva vesturheimin um hetta, men enn hevur so eingin tikið tað fyri fult. Í hvussu er hevur hetta ikki fingið vesturheimin at taka nøkur nýggj og kollveltandi stig. Í gjár skuldi Nato hava fund um alla støduna í Bosnia og møguliga taka avgerð um at bumba serbar. Vit vita øll, at stødan hjá vesturlendskum politikarum er torfør, men tad ber ikki til og standa og hyggja at medan allir muslimar i Bosnia verda slaktadir. Hetta kunnu vit sum upplystur og tann ríkari parturin av heiminum ikki. Tað er ábyrgd okkara at forða fyri tí stóru vanlukkuni, sum eftir øllum at dóma ikki liggur so langt burturi tvs. einum kombineraðum serbiskum og kroatiskum stórálopi, sum hevur til endamál at beina fyri øllum muslimum í Bosnia einaferð med alla. Um íkki myndirnar frá teimum ræðuligu hend- ingunum í Bosnia megna at fáa okkum til at taka eina ella aðra stóðu og gera okkurt, so áttu minnini um óhungaligu gassingina av jødum, signoynarum, brekaðum o.g at fingið eina klokku at ringt. Aftaná tey slaktini søgdu við, at slíkt mátti ikki henda aftur. Tað hendir her og nú og vit eru øll vitni til dag hvgnn dag á sjónvarpsgluggganum. Vit hava eina ábyrgd. Okkurt má gerast.. Gud viti hvat eftirtíðin fer at hugsa um okkum og hvat søguskrivaramir fara at seta á blað!!! Latið okkum standa saman Syrgiligt er at ásanna, at okk- ara føroyska flogfelag, At- lantsflog, hevur fíggindar í Føroyum. Í Dimmalætting her- fyri sóu vit nøkur lesarabrøv, ið bert høvdu eitt endamál, og tað var at útspilla okkara egna flogfelag. Hetta skal vera ein rættleið- ing til ein, ið kallar seg >HIP< og hin >Klaksvíkingur< (hesir hava báðir valt ta »serfør- oysku< loysnina at krógva seg aftan fyri eitthvert dulnevni — sera mannminkandi). Bæði »HIP« og »Klaksvikingur« harmast ta viðferð Marsk Air fær frá Signar á Brúnni, lands- stýrismanni. Maersk Air, sum hevur »tænt« okkum so trúliga í 25 ár. Her hava vit aftur eitt »serføroyskt« fyribrigdi. Vit skulu vera takksom fyri, at vit sleppa at keypa frá åtlending- um. — Spell at Kongaligi Eina- handilin varð avtikin! Vit føroyingar gloyma so 6- trúliga skjótt. Tíðliga í seksti- árunum byrjaði eitt flogfelag, kallað Faroe Airways, at flúgva ímillum Føroyar og Danmørk, og áttu føroyingar ávirkan í hesum felag. Sum tíð- in leið, byrjaði at bragda hjá hesum felagi, útlitni vóru bjørt, og av gjørdi felagið at fáa til vega nútímans flogfør eftir tátíðar málistokki. Tá so danir sóu, at føroyafliigvingin kundi gerast ein forrætning, spøkti tað imperialistiska lyndið í teimum, har teir staðfestu, at føroyaleidin er ein innanríkis- ruta. Og til hesar hevði Danair einkarrætt. Danair hevur fram- vegis einarætt at flúgva úr Keypmannahavn til øll tey donsku amtini. Eru Føroyar eitt amt? — Hetta prógvar best virðið av heimastýrislógini. Av tí at Danair/DDL ikki hevði hóskandi flogfar til føroya- flåvingina, avgjørdu teir at keypa Fokker 27 flogfar og lata íslendingar røkja rutuna. Hetta gjørdu teir so inntil syrgiligu vanlukkuna úti í Mykinesi í 1970. 1971 byrjaði so Maersk Air at røkja føroyaflågvingina fyri Danair. Hetta gjørdu teir so einsamallir, inntil Atlantsflog byrjaði í 1988. Hóast nógvar politiskar royndir úr Føroyum at fáa lut í føroyaflågvingini, eydnaðist hetta ikki fyrr enn í 1985. Síðani Atlantsflog byrjaði í 1988, hevur føroyaleidin verið merkt av ávísari kapping. Vit kunnu síggja, at tey tilboð, ið fáast í dag, eru brúkaranum sera vinarlig. Áðrenn Atlants- flog byrjaði, vóru bert tveir prísir at velja ímillum, fult gjald ella grenan ferðaseðil (£25%).Í dag hava vit hópin av avsláttarmeguleikum, heilt undir helvtarprís, bert við ávís- um avmarkingum. At blanda ferðaavgjald og Atlantsflog saman er mjørka- tos. Atlantsflog fær ongan á- góðan í nøkrum avgjaldi. Við- merkjast skal her, at hetta av- gjald kom áðrenn Atlantsflog Vit kunnu staðfesta, at Maersk Air ikki hevur nøkur søgulig rættindi at flúgva upp á Føroyar. Vit eiga at taka undir við landsstýrismanninum í samferðslumálum um at biðja Maersk Air halda uppat, tá tørvur ikki er á tveimum feløg- um í dag. Vit vóna at eitt samt Landsstýri ger tað sama. Latum okkum føroyingar einaferð standa saman um okkara egna, tí klára vit at stremba okkum ígjøgnum hesar krepputíðir, kunnu vit kanska markera okkum á loft- ferðslugkinum einaferð í fram- Heilsan Hans Meinhard á Hegabóli Sørvågur | 57889. hm mn | — Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49 Møi er hvert ieygarkvøld kl. 19.00. | = Bússernir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. | Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 eila 031-