hósdagur 10. februar 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 28 — 10. FEBRUAR 1994 Sida 3
Difteritus herjar eystanfyri:
Ikki nakar vandi
fyri føroyingar
— Qll børn verða vaccinerað fyri hesa herviligu sjúku, men fyrr var
hon ålvarslig í Føroyum, sigur Jón á Steig, fungerandi lands-
lækni
Herfyri bórust tíðindini um,
atherviligasjúkan difteritus
var farin at ganga í Russ-
landi. Sjúkan var eisini
komin til Svørikis.
Vit ringdu til landslækn-
an at fregnast um nakar
tilburður var komin til Før-
oya. Landslæknin Høgni
Debes Joensen var staddur í
Danmark. Jón á Steig, yvir-
avloysir Høgna.
— Tað er ikki vandi fyri
difteritus, ella difteri, sum
læknar vanliga nevna sjúk-
una, í Føroyum. Hevdi tað
verið tá omma tín var ung,
so hevði verið ørvisi, sigur
Jón á Steig.
— Difteritus gekk í Føroy-
um fyrr og var ein sera ål-
varslig sjúka, tíðum deyði-
lig sjúka. Tað vóru serliga
børn, sum fingu sjúkuna.
Talan er eina hálsasjúku
sum kann føra lammilsi við
sær. Børnini fáa tað sum
verður kallað "ektaður
strúbahosti. Í dag fáa børn
falskan strúbahosta. Sjúkan
situr sum sagt í hálsinum og
vandi er fyri at tann sjúki
kódnar, sigur Jón á Steig.
— Í dag eru øll vaccinerað
fyri difteritus. Hetta verður
gjørt longu tá børnini eru
smá. Taðer ikki nakað krav,
at bórn skulu vaccinerast,
men tað kemur ikki fyri, at
foreldur nokta at vaccinerað
bórnini. Um ikki øll verða
vaccinerað, so er vandi fyri ,
at onkur gongur sum berari
av sjúkuni og kann smitta,
sigur Jón á Steig.
— Eg undrist annars á, at
difteritus skal vera so stórur
trupuleiki í Russlandi. Rus-
sar hava gjørt nógv fyri at
betra heilsuverkið, teir hava
verið frammalaga á hesum
øki, sigur Jón á Steig, yvir-
lækni.
jústinus
Rimmar vikuskifti í Fóroyahúsinum 4-5 mars:
Føstufressur og
frændi á pallin
— Eisini fara Robert Mc Birnie og Hilmar Jan at undirhalda og
Robert spælir saman við vinmonnum til dans, sigur Kári Mikk-
elsen, ein av stigtakarunum
Vikuskiftið 4-5 mars verður
eitt sindur ørvisi í Føroya-
húsinum í Vesterbroggtu 17
a. í Keypmannahavn. Tá
verður skipað fyri konsert,
skemtundirhaldi og dansi.
— Vit byrja fríggjakveldið
4 mars klokkan 21:30. Tá
fara Terji Rasmussen og
Eyðun Nolsøe á pallin. sig-
ur Kári Mikkelsen, ein av
stigtakarunum til tiltakið.
Terji og Eyðun hava stað-
ið á palli fyrr. Terji var við í
bólkinum Frændum fyri
nøkrum árum síðan. Hann
var eisini við at geva cina
plátu út saman við Frænd-
um og hann setti sín serliga
dám á plátuna.
Eyðun er í dag ein av
hornasteinunum í Frænd-
um, hann er ein av okkara
heilt góðu tónasmiðjum.
Terji og Eyðun rigga sera
væl saman á palli. Terji við
síni "eitt sindur freku” pal-
lframférslu og Eyðun sum
ein "solidur" tónleikari.
Skemt og spelsem!
Aftaná konsertina fara
Robert Mc Burmie og
hilmar Jan Hansen á pallin
Robert er "the grand old
man" innan — føroyskt
"showbis". Hilmar Jan er
eftir hondini ein kendur
undirhaldari í Føroyum. Nú
roynir hann seg uttanfyri
landoddarnar. Robert og
Hilmar Jan fara at royna
teirra skizofrenu evnir. Teir
tosa við fleiri tungum í
sama munni og fara at
herma eftir poliukkarum og
ødrum kendum føroy-
ingum.
Aftaná konsert og
skemt fara Robert og vin-
menn aftur á pallin. Teir
skulu spæla til dans til tann
ljósa morgun. Sama skrá
sum frammanfyri nevnt er
leygardagin.
— Seinasta heyst høvdu vit
eiit líknandi tiltak. Tá stóð
Maria Guttesen á palli og
aftaná konsertina spældi
bólkurin Hjarnar. hetta var
eitt sera væleydnað tiltak,
sigur Kári Mikkelsen
Kostnaðurin verður }20
krónur fyri alt kveldið
Jón á Steig, yvirlækni -
Frá Felagnum Tórshavn i
Arsaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Felagum Tórs-
havn verður sunnudagin 27. februar kl.
16.00 á Landsbókasavninum.
Uppskot til lógarbroytingar og onnur
mál, ið ynskjast vidgjørd á aðalfundin-
úm, skulu vera nevndini í hendi í sein-
asta lagi hósagin 17. februar.
Dagsskrá fyri ársaðalfundin verður
send limum felagsins í brævi samb.
grein 4 í vidtøkum felagsins.
NEYNDIN
Felagið Tórshavn virkar fyri at miðsavna og
geva út upplýsingar um Tórshavn og virksemið
í býnum, bæði til borgararnar og vitjandi. Fe-
lagið virkar fyri at skapa áhuga fyri Havnini
bæði í Feroyum og uttanlands, at stuðla
handii, ídnað, mentan og annars at virka fyri, at
býurin gerst áhugaverður fyri oll.
Til at útinna hetta rekur felagið Kunningar-
stovuna á Vaglinum. Umframt at veita upplýs-
ingar og ráð til borgararnar og fremmandafólk
er uppgávan hjá Kunningarstovuni eisini at
skipa fyri útgávu av býarkortum, faldarum og
eðrum tilfari. M.a. gevur Kunningarstovan út
faldaran Havnartidindi, har yvirlit er yvir tiltøk í
býnum.
Einstaklingar, virki og feløg kunnu gerast lim-
ir, og nýggir limir kunnu tekna seg á aðalfund-
inum ella á Kunningarstovuni á Vaglinum, tlf.
15788.
Hava fólk bert hug at koma
til dansin kostar atgongu-
merkið 80 krónur. Avmark-
aðatgongd er og forsølan av
atgongumerkjum verður í
Føroyahiusinum.
jústinus
Ringið!
- og vit skriva
(C11820