hósdagur 10. februar 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 28 — 10. FEBRUAR 1994
169 smáir
kreditorar
raktir av
SMS-gjalds-
steðginum
Fundur verður í skiftirætt-
| inum týsdagin 22. februar,
har kreditorarnir fáa hgvið
at gera sínar viðmerkingar
til gjaldssteðgin hjá SMS
Umframt teir tríggjar
stóru kreditorarnar hjá
SMS, ið eru Realkredit
Danmark, Nykredit og
Føroya Banki, verða til-
samans 169 smáir kredi-
torar raktir av SMS-
gjaldssteðginum.
Av teimum 169 smáu
kreditorunum eru 102
føroyskir, 66 danskir og
ein íslendskur. Umframt
at skylda hesum kredi-
torunum pening, skyld-
ar Pf. SMS eisini frítið-
arlønir.
Danski advokaturin
hjá advokatvirkinum
Berning Schliiter Hald í
keypmannahavn, varð í
síðstu viku settur at taka
sær av tí løgfrødiliga í
steðgin, og hevur hann
nú boðað øllum kredit-
orunum frá, hvat fer at
henda við gjaldssteðg-
inum nú.
Tað fyrsta, sum hend-
ir, verður ein fundur í
skiftirættinum týsdagin
22. februar kl. 14, har
allir kreditorarnir hava
hevið at gera sínar við-
merkingar til gjalds-
steðgin hjá Pf. SMS og
annars seta fram spurn-
fundinum fer Ole Borch
eisini at greiða frá stød-
uni hjá Pf. SMS.
Bókferda virðið
sett heldur høgt
Sambært skrivinum,
advokaturin hevur sent
kreditorunum er virðið á
ognunum hjá SMS bók-
ført til 170 mió. kr. og
tað, ið skal brúkast til
virksemið, er b6kført at
vera vert 39 mió. kr.
Ole Borch ger í skriv-
inum til kreditorarnar
eisini vart við, at bók-
førda virði kortini ikki
gevur eina rætta mynd
av veruligu støduni.
— Føroyar hava ikki
havt eina årsroknskaps-
lóg fyrr enn 1. januar
1994, og bókførdu saldi
siga ikki frá reelu hjá-
veruni av aktivunum,
men siga bert frá skatt-
liga saldovirdinum, sig-
ur hann í skrivinum.
Heitt verður eisini í
skrivinum á kreditor-
arnar um skrivliga at
gera vart við síni krgv
hjá Pf. SMS. Hesi krøv
skulu sendast grann
skoðaranum hjá parta
felagnum, ið er grann
skoðaravirkið K.P.M.G.
Pauli Ellefsen í Havn.
bj.
Tíðindablaðið CH
SMS rindar MVG
so hvort, meðan
gjaldssteðgur er
Av ti at Pf. SMS ikki kann hava nakran kreditt, meðan sølumid-
stødin er í gjaldssteðgi, verður meirvirðisgjaldið nú goldið hvønn
fríggjadag. Hinvegin er tað meirvirðisgjaldið, ið SMS skyldar frá
...
fjórða He í fjør og tað, ið farið er av fyrsta árfjórðingi i år,
við í gjal
Týsdagin 1. februar gjørði
leiðslan í SMS í Havn av, at
Pf. SMS skuldi fara í gjalds-
steðg beinanvegin.
Settur at taka sær av hes-
um gjaldssteðginum er Ole
Borch, danskur advokatur,
og hann skal næstu tíðina
samráðast við teir ymsu
kreditorarnar hjá SMS fyri
at finna fram til, hvussu tað
skal bera til hjá Pf. SMS at
minka um skuldina.
Ein av kreditorunum er
Toll- og Skattstova Føroya,
ið eitt nú fer at krevja SMS
eftir tí meirvirðisgjaldið, ið
landskassin eigur til góðar.
Pf. SMS pantsetingar
fyri 333 milliónir krónur
Sambært fyribils roknskap-
inum hjá Pf. SMS fyri 1993
eru pantsetingarnar hjá Pf.
SMS tilsamans 332,9 mió.
kr. Roknskapurin er í høv-
uðsheitum settur upp sum
ein skattaroknskapur.
Størsti posturin av hesum
er sjálvandi bygningurin á
Trapputrødni í Havn, ið er
pantsettur fyri 313,5 mið. í
trygd fyri lán og ábyrgdað-
an innskotskapital.
Í sambandi við handlarn-
ar Rúnar í Runavík og Rum-
bul í Klaksvík, sum Pf.
SMS eigur, er talan um
pantsetingar fyri 12 mió. kr.
Partapeningurin í felagn-
um Super Gros upp á 2,5
mió. kr. og partabrøvini upp
á 100.000 kr. eru hondpant-
sett.
Somuleidiseigur Pf. SMS
innistandandi 4,8 mið. kr. í
Føroya Banka, ið eru settar
sum trygd fyri garantium og
lánikreditorum.
Sambært roknskapinum
er ikki heilt greitt, hvussu
vorðið er við samanløgdu
leasingskyldunum hjá Pf.
SMS við árslok í fjór, men
áðrenn MVG er talan um
umleið 800.000 kr.
Onnur lániskuld er sam-
bært roknskapinum eitt lán
upp á 200.000 kr., ið gongur
út í 1995.
Bygningarnir hjáPf. SMS
eru mettir eftir keyps- og
byggiprísi við avdrátti av
skattligum avskrivingum.
hj.
Tað hevur ikki eydnast
Tíðindablaðnum Sosialin-
um at fáa nakað nágreiniligt
tal á, hvussu nógv SMS
skyldar í MVG, men í gllum
fórum er greitt, at MVG'ið
verður javntstillað við alla
aðra vanliga skuld hjá SMS.
Tað vil siga, at talan er um
sokallað >simpla skuld<, ið
kemur aftarlaga í rødini, um
SMS fer á húsagang.
Í dag, 10. februar, skulu
øll MVG-skyldu gjalda fyri
síðsta ársfjórðingin í 1993.
Allarhelst skyldar SMS,
eins og so mangur annar,
fyri hendan árfjórðing, og tí
verður hendan skuldin at
rokna sum gll hin skuldin,
ið er umfatað av gjalds-
steðginum.
Beint áðrenn
MVG-gjaldingina
Kanska er hetta eisini ein
av orsøkunum til, at SMS
fór í gjaldssteðg júst áðrenr.
10. februar. Av fyrsta árs-
fjórðingi í ár er so ein góður
mánaður farin, ið kemur at
stedginum og verður bert roknað sum »simpul skuld«
hoyra við til MVG-skuld-
ina, so landskassin tilsam-
ans fer at eiga MVG til góð-
ar fyri góðar fýra mánaðir
hjá Pf. SMS.
MVG-skuldin hjá SMS er
við ødrum orðum skuld, ið
Palleba kann koma at skula
gjalda ein part fyri seinni,
um so er, at lítið ella einki
kemur inn av henni — sum
úrslit av annadhvørt gjalds-
steðginum ella møguligum
húsagangi.
Fer SMS á húsagang, er
Toll- og Skattstova Føroya
hinvegin munandi betur
stillad enn aðrir kreditorar,
tí tá verður búgvið MVG-
skrásett og skal rinda MVG
av øllum tí, ið selt verður úr
búgvinum. Og tað MVG 'ið
er ikki >simpul skuld<.
Meðan SMS er í gjalds-
steðgi, verður MVG goldið
hvønn fríggjadag fyri farnu
vikuna, eins og SMS eisini
fríggjadag áðrenn veran
verður útloyst mánadag.
hj.