Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 10. FEBRUAR 1994 Síða 11 Tíðindablaðið Tollsamgongu við ES Fólkaflokkurin mælti til at taka upp samráðingar við Europeiska Samveldið um tollsamgongu, og at vit tosa við Grønland og Ísland um felags samrådingar 1. januar 1992 kom fríhand- ilsavtalan millum Føroyar og Europeiska Samveldið í gildi, men fólkaflokkurin er ikki nøgdur við hesa skipan. Flokkurin er framvegis ímóti limaskapi, men hann mælir nú til at kanna, hvørj- ar treytir ES setir, um vit fáa tollsamgonguavtalu = við samveldið. Misnøgdin hjá flokkinum við fríhandilsavtaluna byggir á trupulleikarnar við at útflyta serliga alifisk og triðjalandsfisk. Nú Svøriki, Finnland og serliga Noreg fara upp í ES, verður væntandi uppaftur verri hjá okkum at kappast, heldur flokkurin. Hann vísir á samtyktina í Tingmannaráði Utnorðurs í fjør um, at útnorðurlondini í felag skulu kanna ymisk viðurskifti eini tollsam- gongu viðvíkjandi. Fólkaflokkurin mælir tí til, at landsstýrið tekur henda táttin upp í sambandi við føroysku samráðingar- nar við ES og tosar við polit- isku leiðslumar í hinum báðum longunum í útnorði. randi Sáttmáli við Noreg Avtalan, sum landsstýrið gjørdi við Noreg um sínámill- um fiskirættindi i ár, er løgd fyri tingið Landsstýrið legði týsdagin fyri tingið fiskivinnusátt- málan við Noreg til góð- kenningar. Sambært avtaluni verður føroyska toskakvotan í norkum sjógvi í ár 3.100 tons, og tað er 1.100 tons fleiri enn í fjør. Hetta er á leið økingin í TAC-num. Yvirflytingin frá russiskum sjógvi er væl stórri enn í fjør, 2.400 tons, og tað er fyri at geva línubátunum part av kvotuni. Svalbard er ikki beinleið- is við í sáttmálanum, har fáa Føroyar eitt ávíst prosent aav TAC-num fyri tosk. Í fjør var toskakvotan við Svalbard 650 tons, í ár er hon 910 tons. Rækjudaga- talið er óbroytt. Eingin lodnuveiða er loyvd í Barentshavinum í år. Í fjør var føroyska kvot- an 9.000 tons. Upsakvotan í Norðsjó- num varð sett niður til 2.000 tons. Makrelkvotan er økt samsvarandi gkingini í TAC-num fyri vestanma- Fleiri = fsfiskatrolarar royna í løtuni á Nóls- oyarbankanum norður hevur ikki rættuliga bragdað. Her plaga trol- aramir at koma í rættu- ligt upsarok hesa tíðina, tá upsin kemur inn at gíta. Vit prátaðu við stýrimannin á Havhesti á middegi í gjár, men hann lat einki at. — Her er lítið at fáa, men her er nógvur bátur krelin og er nú 7.740 tons. Noreg fekk somu botn- fiskakvotu við Føroyar, 5.500 tons. Umframt hetta fær Noreg loyvi til roynd- Upsin er ikki kom- in í Holið Trolararnir hava smáligan fiskiskað undir Føroyum Upsin er íkki rættuliga komin enn, segði hann. Havhestur og hin kuba- trolarin, hann samtrolar við, ein skjótan túr. Teir fingu 1200 kassar ella 120.000 pund eftir trim- um døgum. Av hesum vóru 20.000 pund góður toskur, restin var upsi. Teir royndu tá norður úr Viðoynni. jåstinus arveidu eftir svartkalva og havtasku, svartkalvi í mesta lagi 500 tons og havtaska í mesta lagi 100 tons. randi forvitnisliga vitjan Frá 10. til 13. februar fær Havnar Hornorkestur eina forvitnisliga vitjan. Tað er Goff Richards, ein av kanska kendastu tónasmið- um og tónasetarum fyri hornorkestur í Onglandi í løtuni, sum kemur hendan vegin at halda eitt langt og óivað stævið vikuskifti saman við orkestrinum, við nógvari venjing og einari konsert sunnudagin 13 febr., sjálvan stovningar- dag Havnar Hornorkesturs. Goff Richards, sum er føddur í Cornwall, vaks upp í tónleikaumhvervi. Pápi kestrinum í heimbygdini, móðurin var organistur í kirkjuni, ein systir dugdi sera væl at spæla klaver og Goff sjálvur spældi hor. Seinni hevur hann eisini spælt jazz- og dansitónleik. Hann byrjaði um 20 ára aldur at skriva tónleik, og hevur skrivað bæði til horn- orkestur, einstaklingar, kr, bigbands og kamarorkest- ur, stutt sagt ein og hvønn, ið hevur áhuga fyri upp- runaverkum, og nøvn sum Kings Singers finnast í- millum hesi. Hetta er gjøgnum árini blivið til ein hóp av verkum og útsetingum, m.a. hevur hann skrivað tvey kapping- arstykkir fyri hornorkestur, Cross Patonce og Oceans, og hetta seinna verður eisini á skránni sunnudagin. Goff Richards hevur lisið tónleik við Royal College of Music og hevur seinni undirvíst á ymsum tónleika- skúlum. Eisini hevur hann síðani 1978 havtsamarbeiði við BBC, sum tónasmiður og dirigentur. Á konsertini verða eisini fleiri verk eftir Goff Ric- hards spæld. Umframt áð- urnevnda Oceans eru tveir marsjir á skránni, Barnard Castle, skrivað til orkestur av sama navni, og Justice with Courage, bílagt av South Yorkshire Police. Eisini verða trý stykki, sum Goff Richards hevur lagt til rættis fyri hornorkestur, spæld. Tey eru Shepherds Song, Because og so ein nýggj útseting av lagnum hjá Knút Háberg, Vaknaður vársins songur, sum er gjørd til hetta høvib. Sum áður nevnt, hevur Goff Richards eisini fortíð í undirhaldstónleikaheimin- um, og hetta liggur heldur ikki eftir á konsertini, tí hann fer at syngja tvey løg. Ain't Misbehavin' hjá Fats Waller og A Walk in the Black Forrest hjá Horst Jankowski. Aftur við hesum spælir Goff Richards sjálvur klaver, Edvard Ny- holm Debess kontrabass og av og á leggur hornorkestrið eitt sindur av ljóði undir eis- ini. Konsertin verdur i Ut- varpshøllini sunnudagin 13. februar kl. 16. Giljanestiltakið Føstulåvint er í hond, og sum vanligt hevur verið seinastu árini, og av tí at undirtøkan altíð hevur verið so sera góð, skipar, sjálvt um tíðirnar eru nógv broytt- ar, Lions Club Vágar aftur í ár fyri tí eftirhondini so væl kenda Giljanestiltakinum. Endamálið við tiltakinum er at savna pening inn og at nýta avlopið til ávís enda- mál, og í ár hevur man valt at stuðla: Vidarlund við Sjatlá. Sørvingar hava ætlan um at gróðurseta eina viðarlund sørvågs megin ánna. Teir hava fingið játtað lendi frá hagastýrinum, Norðurtrið- ingi, friðingarneyndin hev- ur eisini givið grønt ljós fyri at farast kann í gongd, somuleiðis hevur Sk6grøkt Landsins játtað at hjálpa til við gróðursetingini. Tað fyrsta, sum skal gerast, er girðing um stykkið, og er ætlanin at peningurin skal nýtast til hetta. Ætlanin er eisini at partur av peninginum skal fara til fornminnir í Vágum. Her er ikki endalig avgerð tíkin um hvat skal stuðlast, men fleiri uppskot eru. Vit skulu ikki aftur í ár reksa upp alt tað tit gjøgn- um tiltakið hjá Lions hava verið við til at stuðlað, tað er ikki so lítið, og tað eiga tit eina stóra tøkk fyri. Tiltakið í ár verður í sama stíli sum undanfarin ár, tó eru onkrar broytingar. Nakrar dagar áðrenn tiltak- ið byrjar sølan av lutasedl- um, og sigast má at hetta eru seðlar við sera góðum vinn- ingum á. Sjálvt tiltakið byrjar fóstulávintssunnudag kl. 16, har Presidenturin, sum í ár er Gardar Joense, bjóðar væl komin, og verða síðani teir ymisku sølubåsarnir latnir upp, so sum: 21-spæl, seymsláing, skjóting, fiski- brunnar, mat- og køku- tombola. Nakað nýtt í ár er, at tað verður loppumarkn- aður við nógvum góðum lutum. Hann letur upp kl. 17. Kl. 18.30 verður undir- hald, har onkur kend andlit verða at síggja og hoyra. Uml. kl. 19.00 byrjar tað væl umtókta eydnuhjólið. Drátturin av lutaseðlun- um verður uml. kl. 22.00. Ikki nýtist einum at ganga svangur, tí møguleiki verð- ur at keypa mat og drekka, so sum pylsur, sodavatn, kaffi, vaflur og ís. Eisini verður ein sera for- vitnislig myndaframsýning við gomlum myndum, ser- liga úr Vágum, men eisini verða myndir úr Grønlandi, frá tíðini føroyingar róðu út har. Féroyingarnir, sum róðu út i Grønlandi, høvdu sjålv- andi brúk fyri nøvnum á ymsum stóðum. Serliga ýtini kravdu, at nøvn vóru á plåssum, og tá teir ikki kendu øll tey grønlendsku staðangvnini, gjørðu teir síni egnu nøvn. Fyri at hesi ikki skuldu fara í gloymi- bókina, hava menn, sum fiskadu í Grønlandi, sett seg niður og fest staðangvnini á kort, og verður møguleiki fyri at síggja hesi kort inni í høllini henda dagin. Sum nakað nýtt verður eisini ein málningafram- sýning, har ungir málarar úr Vágum vísa fram myndir, onkur av hesum monnum hevur her sína fyrstu fram- sýning. Sum tit kunnu síggja, er eingin grund til at sita heima sunnudagin, tað skuldi verið nóg mikið at fingið tíðina at gingið við. Endamálið við tiltakinum er sum áður nevnt, at savna pening inn, men tá tíðirnar eru sum tær eru í dag, vænta vit ikki so nógv, men tit eru ålikavæl vælkomin at vitja inn í høll- ina henda dag, um ikki ann- að, so at hugna tykkum sam- an við fólkinum. Vit syrgja fyri at tað verður hugnaligt, so skulu vit ikki siga: > Vit síggjast í hellini á Gilja- nesi festulávintssunnu- dag'<