Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 28 —10. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið CD Hugleiðingar um kvotur, útróður 0.a. Í tilknýti til tað álvarsmál, sum í næstu framtíð fer at fara fram á tingi, vil eg inni- liga biðja løgtings- og landsstýrismenn hugsa seg væl um, áðrenn teir góðtaka uppskot landsstýrismann- sins í fiskivinnumálum og fiskivinnustjórans. Hetta er eitt mål, sum rakar hvønn einasta borgara her á landi so ella so, og er av ógvuliga stórum principiellum týdn- ingi. Hetta, við at áseta umseti- ligar kvotur, kann koma okkum so staðiliga aftur um brekku, at tað kann blívaein eins stórur brølari, sum tann ið farin er fram í sambandi við bankarnar. Verða um- setiligar kvotur ásettar, vil tað siga, at tú kanst handla viðteimum. Keypa, seljaog ikki minst seta í veð. Hvør kann keypa? Jú, tað kunnu teir, sum hava pengar og har kann man so rokna við at fyrr ella seinni, so fáa bank- arnir hendur á kvoturnar, við tað at menn noyðast at seta tær í veð fyri at fáa lán til skip síni. Fer so skipið á húsagang, ja, so situr bank- in eftir við kvotuni, og ikki skulu tit rokna við at hon verdur bilig at keypa år aftur bankanum. Bankin kemur jå eisini at gera av hvørjum hann letur kvot- una, gloymið heldur ikki tað. Og tað geldur eisini um tað skuldi verið >LAND- ID«, sum hevdi áhuga. Vil heilt illa til, og vit hugsa okkum at bankin so fer av knóranum, og tað er ikki ókent í hesum døgum, so eru tað kreditorarnir, sum standa sum eigarar av kvotuni, og tað kann so vera ein banki í Týsklandi, Dan- mark ella hvar vit nú kunnu hugsa okkum til. So nú eiga útlendingar føroyska kvotu undir Føroyum. Haðani verður hon ikki bíligari at keypa heimaftur. Ella kanska vit enntá noyðast at lata teir sleppa at fiska hana, tí vit ikki hava ráð at keypa hana heimaftur. Hetta er ikki teoretiskt 6møguligt. - Vithyggjaat hvussu aðrir hava gjørt á hesum øki, og hava funnið útav, at Ld. ís- lendingar hava umsetiligar kvotur. Teir seta ikki so nógv uppá spæl sum vit gera. Hjá teimum kunnu kanska kvoturnar enda í bankunum, tað veit eg ikki, lands, tí teir kunnu sjálvir lofta bankum sínum frá at fara á húsagang, men tað kunnu vit ikki við tað at vit ikki stýra okkara egna pengapolitikki. Tað sær heldur ikki út til at íslendingar eru so 6gvu- liga glaðir fyri hesa skipan. Øllum hesum sleppa vit frá at hugsa um og vera bangnir fyri, um vit lata vera við at seta kvotur á í heila tikið, og serliga um- setiligar kvotur, tí ikki er tað neyðugt og ikki kemur tað at hjálpa upp á fiskameing- ið. Teir, sum áhuga hava fyri tílíkum, løgdu sær helst eisini tað í geyma, sum tann royndi skiparin Henrik Old meinti um hetta tað kvøldid sum kjak var í sjónvarpin- um. Tad eru heilt vist bert tvær orsøkir, sum kunnu vera til grund fyri at hýsu- og toska- stovnarnir eru so illa fyri í dag sum teir eru. Tann fyrsta kann vera at umstød- umar við Føroyar í løtuni eru soleiðis, at livilikindini hjá toski og hýsu ikki er í lagi beint nú. Um vit líta aftur um bak, so síggja vit, at nøkurlunda um somu tíð sum fiskurin við Føroyar tók at minka álvarsliga, tók hann seg upp í stórum mongdum í Barentshavin- um og við norsku strendur- nar, heilt suður um 62 stig, sum er sama breidd sum vit liggja á. So tað er ikki langt av okkara landgrunni yvir á tann norska. Við tað at livi- líkindini har helst hava verið betri og tað er at sum týðir uppá tað, so er fiskurin fluttur hagar sum meira er fyri munnin, tí tað er jú tað sum alt snýr seg um á hes- um gkinum. Er tað so, so kunnu vit einki gera við at byggja nakran stovn uppaftur, hvorki við kvotum ella á annan hátt. Vitkunnu tá bert bíða til hann kemur aftur, og tað kemur hann fyrr ella seinni, um so er. Hin møguleikin er, at vit sjálvir hava verið atvoldin til, at stovnarnir eru upp- fiskaðir. Ikki bert av trolar- um, sum hava roynt eftir vaksnum fiski til matna, tí eg hugsi ikki at tað hevði latið seg gjørt at fiska meingið upp so fullkomi- liga sum talan er um. Hóast alt so hava stór gki á land- grunninum verið friðað fyri trolveiðu hesi seinastu mongu árini. Fiskur er ikki byttur, føldi hann seg hóttan av trolinum, so skuldi hann nokk flutt seg á tey stongdu gkini, og so hevði ov mikið verið at fingið har, hjá teim- um sum royna við snellu og línu. Men so hevur ikki verið, tað vita vit. Tann reið- skapurin, lína og snella, hava so ikki fiskað meingið upp, tað vita allir menn, sum røkja sjógvin. um teir so vilja viðganga tað ella ikki. Har syrgir Várharra sjálvur fyri kvotaskipanini við ring- um veðurlíkindum, streymi og óeffektiviteti. Nei, tað er ein heilt annar fiskiháttur, sum sær út til at vera heilt gloymdur í við- gerðini av stovnsrøktini, ið er ein øgilig hóttan móti toska- og hýsustovnunum, og helst tað sum er atvoldin til at stóðan er sum hon er. Tað er trolingin eftir ídn- aðarfiski. Vit vita at teir hava ógvuliga fínmeskað net í posanum og bellinum, og tað mugu teir hava fyri at kunna fiska hvítingsbróður og nebbasild, sum er ógvu- liga smáur fiskur. Hetta ger at teir, uttan egentliga at vilja tað, og kunnu ikki um- gangast tað, koma at fiska eina ávísa mongd av toska- og hýsuyngli sum hjáveiðu. Fyri at vísa hvussu vanda- mikil hesin fiskihåttur kann vera og óivað er fyri áður- nevndu stovnar, skal eg seta nøkur tøl upp her, sum eg vóni vilja lýsa tað. Vit hugsa okkum at ein idnadartrolari hevur verið ein túr undir Fórovum og hevur fingið 250 tons av ídnaðarfiski. Hann hevur hendan túrin ca. 10% hjáveiðu av yngli, t.v.s. ca. 25 tons. Eg hugsi ikki tað er óvanligt og enn verri, heldur ikki 6l6gligt. Teir hava so í hvussu so er loyvi at hava eitt ávíst prosenttal sum hjáveiðu. Siga vit nú at eitt yngul vigar 50 gram og hugsa okkum at tað ístaðin fyri at blíva dripið á henda hátt, fekk loyvi at liva og vaksa til tað vigaði 3 kg (vektin á einum millum- fiski, kundi eg hugsað mær), t.v.s. 60 ferðir sína vekt sum yngul, so hevði hesin ídnað- artrolari hendan túrin 1500 tons av toski/hýsu í lastini. (25 tons x 60). Hesin bátur klárar at gera, hugsi eg, einar 15 til 18 túrar um árið. Siga vit 15, so klárar hesin bátur einsamallur at fiska yngul, sum svarar til 22.500 tons av toski/hýsu árliga. So vítt eg minnist, so var T.A.C. (tann mongd av fiski sum roknað verður við kann fiskast árliga, uttan at skaða stovnin) fyri tosk og hýsu 40.000 tons til 45.000 tons árliga fyri hvgnn stovnin sær, tá teir vóru upp á sítt besta, t.v.s. eini 80.000 til 90.000 tons tilsamans. So teoretiskt klára 4 av hesum trolarum at fiska alt tað loyvda T.A.C.-ið. Teir eru so vítt eg veit einir 7-8 í tali. Hetta galt tá stovnarnir vóru uppá sítt besta. Taka vit nú tá roknað verður við einum T.A.C. samlað uppá eini 12.000 tons, so klárar bert hesin eini báturin at fiska yngul, sum svarar til 2 ferðir tað loyvda T.A.C.-ið. Eru hetta ikki ræðandi tel, so veit eg ikki. Hetta vísir aftur, at kvot- ur, og í heila tíkið mynstrið, sum roynt verður at byggja fiskastovnin uppaftur eftir, eru fullkomiliga skeivar. Hvussu kann fiskameingið verða uppafturbygt uttan at taka veiðihættir sum hesar við inn í myndina? Nei, friðið landgrunnin full- komiliga fyri troling, út í hellingarnar. Steðgið ídn- aðarveiði vid Føroyar. Gev- ið hesum bátum loyvi at royna aðrar veiðihættir. Setið eitt T.A.C. fyri tað, sum tit meina trolararnir uttan fyri landgrunnin kunnu fiska eftir teimum fiskasløgum, sum har eru at fáa, og annars latið teir fiska frítt. Tað sama við línu- og snellubátunum, sum tá fyri tað mesta koma at royna á landgrunninum, latið teir fiska frítt. Teir hava aldri og koma aldri at verða nøkur hóttan fyri fiskameingið. Har til er tann veiðihátturin altov óeffektivur, og verður so nógv darvaður av náttúrukreftunum. Og gloymið fyri alt í verðini alt um at smábátar skulu vera grundin til at stovnarnir eru í so ringum standi, sum teir eru. Tann tankin er láturlig- ur. Er tað tankin, so koma vit at bíða í túsund ár, uttan at nakað hendir. Tað kemur ikki at hjálpa. Men viljatitendiliga kon- trollera smábátaveiðuna, her hugsi eg serstakliga um teir bátar, sum ikki bein- leiðis dríva vinnuligan út- róður, so gerst hetta ógvu- liga lættliga við at ein, sum vil hava loyvi at rógva eitt sindur út og fiska sær fyri útreiðslur, útvegar sær eitt 5-10-15 túrakort, (eg veit ikki hvat man heldur vera hóskiligt), á fiskivinnu- stovuni, fyri ein hóskandi prís, sum dekkar útreiðsl- urnar, id evt. koma at stand- astav hesum. Kortini kunnu virka å tann hått, at tey verða gjørd eins og tey gomlu sprittkortini í sínari tíð, soleiðis at ein kupong verður skrødd av hverja ferð tú kemur at avreiða. Og sjálvandi verður tá ikki loyvt at avreiða uttan kort, og framløgu av identitets- våttan. Tí at gera tað, sum nú ætlanir eru um, ikki at loyva bátum undir 6 tons at royna annað enn til húsbrúks, teir, sum ikki hava fiskiloyvi og kvotu, tað er ein háðan móti tí meiniga føroyinginum. Ein bátur gevur onki til hús- arhaldið fyrr enn útreiðslur eru goldnar, tað vita vit gll, og bátar eru so dýrir at hava, at ongin dekkar sínar út- reiðslur til bátin, bert við at fiska til dógurðamat. T.v.s. at allir bátar, sum ikki hava kvotu, koma at vera ein kleppur um beini á monnum í staðin fyri til gleði og gagn. Tað eru eisini nógvir menn, sum hava dýrar bátar liggjandi, sum teir í síni tíð keyptu til at dríva útróður við. Teir eru seinni noyddir at fara aðrar vegir til at vinna sær til lívsins uppi- hald, við tað at tað bleiv so lítið at fáa, at ikki kann liv- ast bert av hesum vinnu- vegi, sum nú. Kemur kvota- skipanin í gildi sum ætlanin er, so koma hesir menn ongar møguleikar at hava at viðlíkahalda sínar bátar, heldur ikki at gjalda teyma- gjald og tygging. Ikki kunnu teir selja teir, tí ongin er at keypa slíkar bátar. Hesir bátar hava stórt landsbúskaparligt virði, um vit hugsa okkum at fiskur aftur verður á grunnunum, og onki er at ivast í at flestir av hesum monnum hava ætlanir um at koma heim- aftur og gera nýtslu av bát- um teirra, tá útlitini verða betri. So tað vildi verið bæði synd og skomm, um alt hetta virðið fór fyri onki av tílíkum ætlanum, sum talan er um. Føroyingurin hevur rætt til at hava bát og at avreiða. Tosað hevur verið um søgu- lig rættindi í sambandi við kvotabýtið. Hevur nakar søgulig rættindi til fiskari, so er tað smábáturin. Tí rætturin at hava sæti á báti hevur verið í gildi síðan landnámstíðina. Ragnar T. Hentze Tí