fríggjadagur 11. februar 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 29 — 11. FEBRUAR 1994
Ásmundur Mikkelsen, Kioskin við Grønlandsvegin:
Einki forkunnugt at
selja kioskvørur
- Tad var tann tidin, tå bert myntir komu i kassan, men tå vóru teir
meira verdir enn í dag, sigur Ásmundur Mikkelsen, sum læt
kioskina við Grønlandsvegin aftur um árskiftið
Kioskin við Grønlandsveg-
in er gomul býarmynd í
býlinginum úti í Grønlandi í
Havn. Har kundi tú keypa
bomm, blød og tílíkt, sum
kioskir áður einsamallar
seldu.
Í dag selja allir handlar
kioskvgrur, umframt at
bensinstødir eisini selja
somu verur, og hava leingi
opið um kvøldarnar.
Ein avleiding av hesum
er, at tær småu kioskirnar
ikki longur fáa so góða und-
irtóku millum fólk, eins og
fólk eisini hava minni pen-
ing í dag.
- Ásmundur Mikkelsen: -
Tað hevur einki at siga
longur, um ein kiosk er í
grannalagnum, tí øll hava
bil og kunnu fara langa leið
til handils.
Kioskin við Grønlands-
vegin varð stovnað fyri 30
árum síðani, og hevur øll
árini havt til húsa í kjallara-
hæddini í sethúsunum hjá
Ásmundi og Ingeborg
Mikkelsen.
Hava havt klosk í 26 ár
Í byrjanini leigaðu onnur
kioskina, men fýra ár seinni
tóku Ásmundur og Inge-
borg yvir, av tí at Ásmundur
bleiv óarbeiðsfgrur. Hann
var upprunaliga maskin-
maður og sildi úti.
Nú kioskin varð latin aft-
ur, var sølan minkað eini 30
prosent. Hjúnini eru nú 74
ára gomul, og tey halda, at
nú verður hon ikki leigað út
aftur.
- Vit hava nóg mikið at
takast við um dagarnar, sig-
ur Ásmundur Mikkelsen.
- Vit hava onga neyð,
børnini eru vorðin vaksin,
og tað eru bert vit bæði í
húsunum.
- Nú fái eg stundir spáka
mær ein túr einar tvær ferðir
um dagin, og at lesa allar
bøkurnar, sum eg ikki heyði
stundir til áður, sigur Ás-
mundur Mikkelsen.
Ingeborg er "morgunfrúa"
og fer í svimjihøllina hvønn
morgun. Umframt tað,
styttir hon sær stundir við at
binda upp á ommubørnini.
- Vit ganga eisini á meti í
KFUM, og har hitta vit fólk
og hugna okkum, sigur Ás-
mundur.
Bert myntir ú fyrstuni
- Hvussu var tað at hava
kiosk nú, í mun til í fimti-
árunum?
- Tað er nógv broytt hesi
árini. Ingeborg minnist, at
tað bert komu myntir í kass-
an í byrjanini, men kortini,
teir vóru meira verðir enn í
dag.
Sum sagt, so minkaði søl-
an 30 prosent í fjør, og av ti
at vit eru komin so væl til
års, hildu vit, at best var at
gevast. Nei, fólk hava ikki
nógvan pening í dag, og tí
haldi eg ikki, at grundarlag
er fyri slíkari kiosk sum hesi
við Grønlandsvegin longur.
Nú fer vend at koma í
- Annars hevur tað ikki
verið nakar trupulleiki hjá
okkum, at meirvirðisgjald-
id kom. Vøran var bíligari at
keypa og MVG var lætt at
umsita.
- Um tíðirnar er daprar?
Nei, nú vænti eg, at tað fer at
ganga rætta vegin.
- Politikarnir hava nú
gjørt sær nógvar royndir og
vita, hvat var skeivt. Nú vita
teir eisini, hvussu teir ikki
skulu gera, so nú fer vend at
koma í, vænti eg.
- Fólkið hevur eisini fing-
ið eyguni upp og síggja, at
tað ikki hevur verið rætt
stýrt, so nú noyðast politik-
arnir at taka seg saman og
sýna ábyrgd, heldur Ås-
mundur Mikkelsen.
Dagny
Tað at handlarnir og
bensinstødirnar fóru at
selja kioskvørur, hevur
ikki gjørt tað lættari at fáa
smáu kioskirnar at bera
seg. Tað var m.a. eisini
orsøkin til at Kioskin við
Grønlandsvegin nú hevur
latið aftur
164606664644464460640440000
Tíðindablaðið EST,
Ingeborg og Ásmundur
Mikkelsen hava dagliga
arbeitt í kioskini við
Grønlandsvegin í 26 ár
Bygdarhúsið
í Hósvík
Bygdarhúsið í Hósvík verður leig-
að til ymisk endamál, s.s. bingo,
brúdleyp, veitslur, fundarvirksemi
o.m.a. Borðreiðast kann fyri uml.
300 fólkum. Fáið nærri at vita við at
ringja
tif. 22368
2929999900900999990900900
$00009000900000090006009500
"Amnesty International. :
” dag og fríggjadag kl. 10-16. Tlf. 15816.
VALUTAKURSIR
Ultimo
síðsta mán.
675, 75
1012, 14
388, 14
85, 09
90, 29
114, 28
18, 804
460, 95
346, 547-
0, 3975
121,07
9,25
55, 213
4, 801
3, 856
511, 08
6, 1905
971, 12
2, 701
10.02.94
685,80
1001,82
389,22
85,16
90,46
114,71
18,874
463,49
347,40
0,4039
Markur 120,93
Króna 9,29
Skillingur 55,364
Pesetas 4,799
Escudos 3,871
Dollari 510,63
Yen 6,3466
Pund 963,17
Grikkaland Drakmur 2,708
USA
Bretland
Týskland
Sveríki
Noreg
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Island
E ysturriki
Dollari
Pund
Markur
Króna
Króna
Frankur
Frankur
Frankur
Gyllin
Liri
Kelda: Føroya Sparikassi