Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Sjónvarp Føroya Eríggjadagin kl. 21.05; Frikendur Am. filmur frå 90. Í 1980 fór Sunny von Búlow í coma og eitt hálvt ár seinni varð maður hennara, tann danskt føddi Claus von Búlow, ákærður fyri drápsroynd. Hjúnini livdu í stórum marglæti, og rættar- málið vakti altjóða áhuga. Jeremy Irons vann Oscar virdislønina fyri sín leiklut sum Claus von Búlow og Glenn Close spælir leiklutin sum Sunny framúrskarandi. Filmurin er óhóskandi fyri smærri børn. Fríggjadagin kl. 23.25; Live at Wembley Konsert við tí nýggja bretska popp- og dansibólkinum Take That, sum er ógvuliga væl umtóktur í Bretlandi. Vit hoyra løg sum Ld. »Pray«, >Why Can't I Wake Up With You< og >Could It Be Magic<. Nýggjur partur í rødini um Oxford-detek- tivin Morse. Undir eini hátíðarligari skrúð- gongu á universitetinum hoyrist skot og ein av kvinnuligu heiðursgestunum verður rakt. Morse og Lewis báðir eru hjá og síggja alt, men kortini eydnast tí, ið skeyt, at sleppa til rýmingar. Handrit: Julian Mitchell eftir bók hjá Colin Dexter. Leikstjórn: Herbert Wise. Sunnudagin kl. 17.45: Forsetin er guide Forsetin í Finlandi Mauno Koivisto fylti 70 ár herfyri, og í tí sambandinum visti hann seg frá eini meira óalmennari síðu. Hann vísti hyggjarunum runt á summarbúðstað- num hjá finskum forsetum síðani 1920 — Gullranda. 30.000 ferðafólk vitja Gull- randa á hverjum ári. Teir røktu bjørg og røkur Hvalbiareiði hevur havt stóran tydning hjá hvalbingum og øðrum suðuroyingum. Hað- ani varð róð út, og fuglabjørgini vestanfyri vórðu væl rgkt. Í sendingini greiðir Evald Nordberg frá bjargarøkt, útróðri og gørum arbeiði á Eiðinum. Sjónvarpið hevur eisini verið í Fløttinum undir Ánini, hvalbingar hava drigið lunda alt teir kunnu minnast, og á lomvigar6kum. Í sendingini far eisini at síggja ungar hvalbingar lesa seg upp eftir gomlu kongunum, sum eru festir í bergið. Sunnudagin kl. 21.10; Silvia drotning 50 ár Tollaksmess fylti Silvia drotning í Svøriki 50 ár. Í sendingini sigur hon frá tíðini frá tí at hon varð trúlovað til dagin í dag. Drotningin tosar eisini um ta negativu stóðu, nógv hava til útlendingar, og hon finnist at fjølmiðlunum, tí teir eru ov naskir við kongshjúnini og teirra børn. Erik van't Wout og Renee Soutendijk Mánadagin kl. 19.10; Hedwig - 1:2 Hollendskur filmur f tveimum pørtum frå 1992. Hendingarnar fara fram i Hollandi um år 1860. Hedwig er yngsta dóttir ein múgvandi góðseigara og hevur havt ein ljósan og lukkuligan bamdém. Men tá mamman knappliga doyr, broytist alt. Gleðin hvørvur, og synd og skuld koma í staðin. Hedwig verður góð við Johan, ið er faðir- og móðurloysingur og hevur góðar gávur at mála, men hon giftist kortini við Gerard, sum er sera formellur og — sum tað vísir seg seinni — kynsliga máttleysur. Mánadagin kl. 20.35: Portrett av Tony Morrison Tony Morrison var fyrsti svarti kvinnuligi rithøvundur nakrantid, sum fekk Nobel- virdislønina í desember í fjør. Fýra ungar amerikanskar kvinnur, Maisha, Mia, Rachel og Kenja geva eina mynd av Toni Morrison. Týsdagin kl. 23.00: Eitt land, tvey fólk — 3:4 Í tí søguliga miðbýnum í ti eysturtýska bý- num Greifswald falla húsini í 6røkt, tí eing- in veit, hvør eigur tey. Ognarviðurskiftini til jørðina eru eisini 6 greið, samstundis sum avleiðingarnar av kvotaskipanunum hjá ES næstan hava beint fyri landbúnaðinum. Nr. 29 — 11. FEBRUAR 1994 Barnaløtan Nú er føstulåvint, og nógv børn fara at sláa tunnu, pottar og ganga grýlu. Annika og Birita fara í hvussu er at sláa pottar. Og Poul Arni fer at siga eitt sindur frá føstulåvint, tá hann var lítil. Hvat fert tú í á føstulåvint? Ja, nú er at leita sær gomul klæði fram. Tað hava tey gjørt í barnagarðinum í Konmansmýru. Og Fróði og Sigrún syngja eisini um klæði: »kj6li mín...“ Fríggjadagin kl. 19.25: Vinur ella figgindi — 4:4 (ft Tað vísir seg, at Sigge og Tove, uttan at tey vita tað, hava avdúkað nakrar svíkjarar í mótstóðurgrsluni. Tove er eisini glad, ti at pápi hennara er á lívi. Sunnudagin kl. 15.10: Ikki skjóta drekan Ein turkiskur filmur frá 89. Baris, ein fimm ára gamal drongur, veks- ur upp í einum kvinnufongsli. Har knýtir hann seg serstakliga til tann unga politiska fangan, Inci. a