fríggjadagur 11. februar 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—————"
Føroyar á húsagang aftur og aftur
UU —
Sambært enska professaranum
Alf Ross finnast bert triggir
stýrishættir í heiminum.
1. Kapitalistiskt demokrati
(Danmark, Svøriki, Holland
o.fl.)
(Suðuramerika og fl.)
4. (Sosialdemokratiskt) so-
sialistiskt demokrati er ikki til.
Vit føroyingar hava Løgting
ALS als on
Alf Ross eru vit so einasta land
fheiminum, so løgid tað ljóðar,
ið hevur sosialistiskt demo-
krati.
Mær vitandi eru vit einasta
land í heiminum, sum hevur
Løgting (parlament), politiska
styring, planbiiskap, central-
styring og privatar bankar. Vit
hava danska grundlóg, Dan-
mark hevur (kapitalistiskt
demokrati) marknaðarbúskap.
Vit hava eina Heimastýrislóg,
stýrisskipanarlóg og kollegialt
landsstýri.
Við eðrum orðum: Løgting
(parlament) politiska stýring,
centralstýring, planbúskap,
privatar bankar, sosialistiskt
demokrati (sum einasta land í
heiminum), danska grundlóg,
heimastýrislóg, styrisskipanar-
løg og sum rosinan í
pylsuendanum kollegialt stýri.
Hvussu í allari víðu verð
kann nakar fáa hesa fløkju at
hanga saman? Nei, eg spyrji
bara.
Við hesi fløkju kann tað væl
ikki undra nakran, at bæði
landskassi, bankar og stórir
partar av Føroya fólki eru farin
gar pengar?
Tað er ongin ivi um, at verður
henda fløkja ikki greidd, so
fara hesar oyggjar á húsagang
aftur og aftur í komandi tíðum.
At enda: Setið legtings-
mannatalið niður í helvt. Her er
skjótt ikki livandi á hesum
oyggjum fyri goragangi úr løg-
tinginum.
Takk fyri upptøkuna
Sørvågur 8/2-94
Jóan Petur Vang
[ff[f[f[fAfAy Af AAA yt AAA AA Af Af —
Í einum stuttum stubba — onkur
hevði hug at kalla tað fyri líkn-
ilsi — vísi eg í Dimmalætting
tann 3. apríl í fjør á, at arbeiðs-
loysisskipanin als ikki hekk
saman fíggjarliga, uttan so at
og arbeiðsgevara bleiv tvey-
ella trífaldað. Tíverri tók tað
teimum avvarðandi meira enn
trikvart ár at ásanna, at so var.
Sjálvsagda grundin til at
skipanin higartil ikki er farin í
gjaldssteðg er, at hon hevur
tært uppá stovnsfæið og einar
tveir grunnar, sum upprunaliga
vóru ætlaðir øbrum endmáli.
Men posamatur er sum kunn-
ugt ódrúgvur
Ávenlekanumereinki gi
við sjålvari skipanini. Hon er
sera einkul: tey sum hava ar-
beiði og hava lønarinntøku,
skulu lata burturav til tey, sum
einki arbeiði og sostatt onga
inntøku hava. Tí uttan pening
ber snøgt sagt ikki til at liva í
skip, ið er farið at leka. Tað ber
ikki til at halda lens, og rópt
verður á bjargingartænastuna
um at fáa fleiri og stórri pump-
ur umborð. Ongin hugsar um at
finna og møguliga at steðga
lekanum.
Politikararnir leita við lykt
skot hava verið frammi. Men
nú eru allir grunnar tómir og
higartil sær tað út, at einasti
møguleiki er at lækna peningin
úr bankunum, sum vit øll eiga.
Spennandi verður at vita, um
bankastjórarnir meta hetta at
vera eitt meira »bæredygtigt
projekt< samanborið við t.d. at
lata seglhúsbátunum eitt út-
gerðarlán, so teir sleppa aftur á
Flemish Cap.
Men eru ongir pengar og
ongin vil læna pengar er bara
ein meguleiki eftir: sjálvur at
framleiða pengar. Tað kann
ikki bera til at vit, nú vit hava
havt heimastýri í 45 ár, enn
skulu prenta okkara seðlar í
Danmark.
Nú eru vit í Føroum so væl
stillað, at ein fyrrverandi limur
í elstaráðnum í Nationalbank-
anum er vorðin ein týðandi
maður í Føroyum. Danski tjóð-
bankin eigur nógvar penga-
pressur, og ivaleyst hava teir
eina standandi í onkrum kjall-
Tí haldi eg, at Marita ella
Finnbogi eiga at orða tað við
Richard næstu ferð hann støkk-
ur inn á gólvið í Tinganesi, um
at selja ella leiga okkum eina
tílíka seðlapressu.
Síðani seta vit tey arbeiðs-
leysu í sving í triskiftisvakt at
prenta pengaseðlar. Ikki bara
til útgjaldið; nei tá tey eru farin í
gongd kunnu tey líka so væl
prenta einar 6 milliardir til
landskassan skjótast gjørligt.
Tí, føroyskir seðlar kunnu
samb. heimastýrislógini altíð
býtast um við danskar, og hesar
brúka vit at rinda uttan-
landsskuldina við.
Tá verður aftur stuttligt at
búgva í Føroyum.
Meinhard Eliasen
———————.
Miðflokkurin setir pensjónistar
upp ímóti arbeiðsleysum
Tað merkist longu nú, at
valár er. Fjáltur er komin á
fleiri politíkarar, t nú
ræður um at tryggja sær
sessin. Summir eru betur
fyri í so máta - hava eitt
tryggari bakland. Aðrir eru
verri fyri, annaðhvort ti
flokkurin fer at gera eitt
vánaligt val, ella tí at
flokkurin er so lítil, at
vandi er fyri, at hann ikki
kemur inn á ting.
Ein av hesum flokkum
er Miðflokkurin, sum
Tordur Niclasen nevnir
seg. Harkaliðið hjá Tordi,
Niels Paula 0. 8. hevur
tann eginleika, at hvørja-
ferð teir gerast fleiri enn
ein, so fara teir í tvíningar.
Samstundis kappast allir
partar um at pynta seg við
ymsum kristiligum heit-
um, fyri líkasum at vísa
fólki, at teir seta kristnu
viðrini meiri í hásæti, enn
hinir flokkarnir. Arbeiðs-
lag teirra talar kortini fyri
seg.
Tordur Niclasen er po-
pulistur - ja, vit kunnu
nevna tað >veðurhana-pol-
júkari< arbeiðir sum
vindurin blæsir. Nú er
hann farin í hernað móti
samgonguni - hevur sæð
sær ein møguleika at sáða
spilt millum samgongu-
flokkarnar. Sum jambrot
nýtur hann føroysku fólka-
pensjónistarnar.
Øll vilja vit sjálvandi
bjarga arbeidsloysisskip-
anini. Men niðurbrótingar-
viljjn hjá Miðflokkinum
kemur so týðuliga til
sjóndar í hesum máli.
Tordur veit, at javnaðar-
flokkurin ikki vil ofra
Samhaldsfasta. Tí hevur
hann lagt uppskotið fram.
Men tað syndarliga er, at
verður uppskot hansara
samtykt - hurrað igjøgn-
um, sum hann sjálvur hev-
ur biðið um, so verða pen-
sjónistarnir í framtíðini
sum eisini er lítið hugaligt,
er at hetta setir tveir veikar
bólkar upp ímóti hverjum
ødrum, tey arbeiðsleysu
móti pensjónistunum.
Tá Tordur nú vil av-
taka Samhaldsfasta, so átti
hann at greitt okkum frá,
hvussu hann ætlar at
tryggja framtíðina hjá pen-
sjónistunum. Hann má
vera fullgreiður um, at
fólkapensjónin ikki verður
hækkað.
Hugsanin aftan fyri
samhaldsfasta var eisini
tann, at onnur skipan mátti
setast í verk, tí eyðsýnt
var, at útreiðslurnar fóru at
gerast ov stórar, tí bólkur-
in av pensjónistum gerst jú
stórri og stórri. Og hetta
var áðrenn vit merktu
kreppuna, og Tordur var
sjálvur við til at samtykkja
hetta.
Var hildið tungt at
gjalda fólkapensjónina
mitt í 80'unum, eru útlitini
hvaðna verri nú.
Um Tordur veruliga
vildi bjargað ALS og í tí
anda, flokkurin sigur seg
arbeiða, so skuldi hann
komið við nøkrum alterna-
tivum.
At taka samhaldsfasta
er ikki nøkur unikk loysn.
Hví tvinga pensjónistar
við lóg at geva hetta lán?
Um lænast skal, hví so
ikki læna aðrastaðni?
Løgtingsmonnum, eitt
nú Tordi Niclasen, er
tryggjað feit pensjón rest-
ina av lívinum, sum skatt-
um fer ikki at tørva sam-
haldsfasta. Men hví kunnu
løgtingsmenn ikki lata sína
pensjón til ALS? Tá vístu
teir veruliga offurviljan.
At sáða spilt og seta
kílar i, er ikki júst tað, ið
skuldi eyðkent ein polit-
iskan flokk, ið so dyggilig-
a markerar síu kristna
grundstødi.
Eirikur Lindenskov
rr
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 29 — 11. FEBRUAR 1994 Síða 17
Klaksvikar Sjukrahus
700 Klaksvik
Søkt verdur eftir
Hospitalslaboranti
at arbeiða i tíðarskeiðnum 01.03.94 til
31.08.94, ella eftir nærri avtalu.
Nærri fæst at vita um starvid vid at
venda sær til
55463, lokal 305.
laboratoriid,
telefon
Løn sambært såttmåla millum Føroya
Landsstyri og Feroyskar Sjúkrahús-
laborantar.
Umsókn verður at senda til Umsjónar-
mannin, Klaksvíkar Sjúkrahús, 700
Klaksvík.
Lýsing
Eitt starv sum reingerðarfólk á Telefon-
verki Føroya Løgtings er leyst at søkja.
Reingerðingin fevnir um bygningin hjá
Telefonverkinum í Klaksvík. Økid er
umleið 412 m til støddar.
Umsóknir skulu sendast til Telefon-
verk Føroya Løgtings, Box 27, Ting-
husvegur 3, 110 Tórshavn, og vera
okkum í hendi í seinasta lagi 20. febru-
ar 1994.
TELEFONVERK FØROYA LØGTINGS
Årsadalfundur - 1994
Boðað verður til årsadalfundar á Par-
nassinum å Hotel Hafnia å Leypårs-
messu, tað er hósdagin tann 24. febr.
1994, kl. 19.30.
Fundarskráin verður eftir felagsins lóg
paragr. 18, og uppskot er eisini um lóg-
arbroyting.
Havnar Handverks-
17, meistarafelag
HEGNPELAR
Seydahegnoghegnpelar'
ymsum støddum á goymsiu.
Eisinihavavitnutimansel-hegn.
P/F PW-ÍSINKRAM
FR-660 Søldarfjørdur
Tlf. 41166 - 84166
BERGMEN
sitånleik
Prógv
Guðny Hansen, Søldarfirdi,
hevur fingið sveinabræv sum
bakari. Hon lærdi á Bakarínum
á Skála v/ Hilmar Christian-
sen. Lærimeistari var Mein-
hard J. Christiansen.
Niklas Sofus Norðgerð, Leir-
vík, hevur fingið sveinabræv
sum húsasmiður. Hann lærði
hjá Sámal Toftanes, Leirvík.
Lærimeistari var Eilev A.
Berg.
Hjalmar Sólarn Ingebrigtsen,
Vestmanna, hevur fingið
sveinabræv sum húsasmiður.
Hann lærdi hjá Jens Christian
Dam, Tórshavn.