leygardagur 12. februar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 30 — 12. FEBRUAR 1994
Tíðindablaðið CSE!
Símun Jákup Højsted, um NATO ætlaninar at bumba Sarajevo:
So standa vit fyri skotum
- Eingin patentloysn er til, sum kann fáa stríðandi partarnar í gamla Jugoslavia at
gevast við krígnum. Verður avleiðingin at bumba serbisku stødirnar i Sarajevo,
verður byrsumúlin vendur móti okkum, heldur Símun Jákup Højsted, ST - hermaður
í Bosnia
- Tað er eitt sindur buldra-
sligt í Tuzla í løtuni, sum 25
áragamli Símun Jákup Høj-
sted í Klaksvík tekur til, tá
hann skal siga frá viður-
skiftunum í Bosnia, har
hann seinasta árið hevur
verið ST- hermaður.
Símun Jákup Højsted
hevur fingið frí í tríggjar
vikur, og vitjar tí foreldrini
heima í Klaksvík.
Tað eru ikki nógv viður-
skifti sum líkjast, tá vit tosa
um Føroyar og krigsstød-
una í gamla Jugoslavia, og
torført er hjá hermanninum
at venja seg við friðarliga
umhvervið í Klaksvík.
Vaknar við kaldan
dreym - í Klaksvík
Torført er eisini at taka dag-
ar millum hendingar í krigs-
herjada landinum og heima-
umhvgrvið. Tað lýsir
Símun Jákup við at ávar-
ingarlúðurin á hermanna-
stødini líkist ljóðinum, tå
telefonin ringir heima hjá
foreldrunum. Tað fær her-
mannin at vakna við kaldan
dreym. Hann hevur fingið
lagt í seg altíð at verða til
reiðar, um nakað óvæntað
hendir. Tað er torført at
skúgva til viks, bert tí tú
nakrar dagar sleppur burtur
úr krígnum.
- Eisini er torført at koma
heim til Føroya, og at svara
spurningum, hvussu tað er
at liva og virka í einum
krígsherjaðum landi, sigur
Símun Jákup Hgjsted.
- Ikki tí, eg vil fegin svara
tær, men tað er so torført at
tosa um harðrendar tilburð-
ir, sum eg sjálvsagt ikki so
fegin vil minnast aftur á,
sigur Símun Jákup Højsted
og greinar svarið sundur so-
leiðis:
- Tá okkurt óvæntað ella
ógvusligt hendir, snýr tað
seg um at skúgva ræðsluna
til viks í fyrstu atløgu. Gert
tú ikki tað, kanst tú als ikki
brúkast sum hermaður.
- Møguliga fari eg eina-
ferð at leita hesar hendingar
fram í huganum, men givið
er tað, at nógv av hesum,
havi eg als ikki hug at minn-
ast aftur á, sigur Jákup Sím-
un Højsted.
Nógv eru deyð
- onnur rýmd
Býurin Tuzla liggur einar
100 km. norðan fyri Sara-
jevo. Fyri kriggid búðu eini
300.000 fólk har, men nú er
Ogjørligt at meta um tað.
Nógv eru farin í grøvina, og
nógv eru eisini rýmd.
Muslimar búgva í Tuzla.
Stødan er ótrygg, tí serbar
liggja á varðhaldi og royna
at taka býin.
- Býurin er illa farin, og
tað er ivasamt um nakað
virksemi er har, sigur Sím-
un Jákup Hgjsted.
- Eg havi bert sæð gamlar,
sorlaðar bygningar, har
sjónligt er, at virkir og fyri-
tøkur hava hildið til áður.
Umframt hetta, so búgva
bóndur í útjaðaranum av
Tuzla, men teir kunnu nóg
illa dyrka jørðina, tí nógvar
minur fjala seg í jørdini.
- Tað hendir meir enn so,
at ein bóndi glaður fer út í
bøin at arbeiða um morgu-
nin, men ongantíð kemur
aftur.
Skjúts til lastbilafylgi
Símun Jákup Hgjsted ar-
beiðir saman við 13 gðrum
hermonnum í donsku deild-
ini innan ST. Uppgáva
teirra er at syrgja fyri skjút-
si, tá krigsførandi partarnir
og herfólk hjá ST skulu
tingast. Umframt hetta er
onnur uppgåva at syrgja fyri
at lastbilafylgi sleppa fram,
sum veita fólki mat o.a. í
gkinum.
Tilsamans eru umleið
1000 hermenn í norður-
lendsku ST-herdeildini í
gamla Jugoslavia.
Hermenninir arbeiða allar
tíðir í samdøgrinum, alt eftir
hvussu stødan er.
Tað er ófriðarligt í øki-
num, har serbar gðrumegin
og muslimar hinumegin
berjast um at fá valdið í
Tuzla. Bert 300 metrar eru
millum partarnar.
- Er ST- herliðini millum
stríðandi partarnar?
- Nei, tað hevði verið í so
ósmart at lagt uppí, meðan
bardagin er, og vit høvdu
ivaleyst heldur ikki sloppið
livandi frå ti, sigur Símun
Jåkup Højsted tolin, tå eg
spyrji bytt. Tad heldur Sim-
Simun Jåkup Højsted, ST-
hermaður: - Mamma
lærdi meg, at tá eg fór
undir okkurt, so skuldi tað
gerast liðugt. Eg fór í
hertænastu í Danmark, og
framhald í hesum arbeiði
var at fara í ST-
hertænastu í Bosnia. Tá
eg eru liðugur har, kundi
eg hugsað mær at arbeitt í
Siriuspatruljuni í
Grønlandi
un Jåkup kortini ikki:
- Tad er torført at greida
frå krignum, eins og torført
er hjå tykkum at skilja tad.
- Talan er ikki um vanlig-
an bardaga, har tveir mans
berjast við nevunum i Havn-
argøtum.
- Her er talan um so stóra
illstødu og hatur millum
fólkaslóg, sum elvir til
harðskap, óndsinnað pro-
pagandu og morð, og eingin
partur hevur møguleika at
skilja um rætt og órætt hjá
hinum partinum.
-Sum ST- hermenn skulu
vit ikki blanda okkum uppí
stríðið, men bert tosa við
ymsu partarnar.
- Teir siga hvør sína søgu
fyri okkum, og spilla hin
partin út o.s.fr.. Trupulleik-
arnir eru so stórir og nógvir,
at tað er émøguligt at finna
nakra loysn.
- Nú verður tosað um , at
Nato skal bumba stødirnar
hjá serbum í Sarajevo?
- Gerst tað veruleiki, so
verður ikki stuttligt hjá okk-
um ST hermonnum. Tá fara
allir partar at skjóta til máls
eftir okkum.
- Eg havi hugsað um at fara
undir triðja umfarið í her-
tænastuni, tá eg um tveir
mánaðir eri liðugur við ann-
að umfar, men verður
bumbingin til veruleika,
fari eg heim, sigur Símun
Jákup Højsted.
- Er tú ikki bangin?
-Stundir eru als ikki at
hugsa um tað, men annars
eru vit væl fyrireikaðir til
slíkt bumbuálop - um viteru
á herstødini. Eru vit í
"markini" tá tað hendir, so
veit eg ikki, hvussu verður.
Herstødin er útgjørd við
øllum nútíðar verjuskipan-
um, og har sleppa hinir part-
arnar ikki inn. T.d. er gkið
kring herstøðina umgyrt við
píkahegni, sum líkjast bar-
berblødum. Teir stríðandi
partarnar í gkinum hava
bert gomul vápn, og teir
kunnu einki gera móti okk-
um.
- Hevur tú somu hugsan
um kríggj og hertænastu,
sum tú hevdi áðrenn tú fór
til Bosnia?
- Tú broytist við tíðini, og
tú verður eisini meira varin
og virðismetir lívið á annan
hátt enn áður. Bert tað, at vit
heima hava stórt baðikar og
ovmikið av vatni eru lutir,
sum geva tær kenslu av
takksemi.
- Í Tuzla hava fólk ikki
ljós og hita, sum hjá okkum.
Tey hava bert kolur, tí el-
orkan ikki er at líta á.
- Á herstødini hava vit
egna el-forsýning, men vit
fáa bert 1800 litrar av vatni
annadhvørt samdøgur, sum
skal nýtast til alt - bæði upp-
vask, matgerð og at vaska
sær - til 20 mans.
Eitt lív í lívinum
Vanliga koma hermenn og
fólkið ikki saman í Tuzla,
men Símun Jákup heldur tó,
at muslimar eru meira
fyrikomandi enn serbar. Ein
partur av lívinum hjá einum
hermanni er júst at umstilla
seg frá vanliga gerandis-
lívinum, til eitt lív í lívinum,
ella at tað er sum at liva í
einum samfelag í samfelag-
num.
Eingin samanbering kann
nýtast, sum kann lýsa mun-
in, heldur Símun Jákup, og
sigur frá, hvussu fólk nýta
allar snildir, til bert at fáa
ein mola at eta.
- Eg veit ikki, um tað er
rætt, men eg haldi, at for-
eldur senda børnini til hern-
aðarleguna at bidda, tí tey
vóna, at vit blotna, tá vit
síggja tey smáu, sum svelta.
- Tað er ikki loyvt at geva
fólki mat ella tílíkt, men
kortini slepst ikki undan, at
tú gert tað av og á.
- Ein dagin, júst áðrenn eg
fór heim, stóð eg uttan fyri
hemadarstødina og át eina
appelsin. Eg hevði bert tveir
bátar eftir, tá tvær smá-
gentru komu til mín. Tann
stóra var kanska fimm ára
gomul, og hon hálaði aðra
smágentu við sær, sum
-—>