leygardagur 12. februar 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið GSK
Nr. 30 — 12. FEBRUAR 1994 Síða7
->
neyvan dugði at ganga, hon
var ikki tvey ár. Eg gav
teimum tað sum eftir var av
appelsinini.
- Tú skuldi sæð takksemi í
eygum teirra. Tárini runnu
eftir kinnunum, so fegnar
vóru tær.
- Tá gerst tú bleytur um
hjartað, ásannar hermaður-
in.
Aðrar hendingar eru ikki
næmámind so friðarligar
sum henda. Símun Jákup
sigur frá einu ferðini, hann
var í Sarajevo.
- Vit vóru komnir ov tíð-
liga á ein fund, og tí fóru vit
inn á eina matstovu at bíða.
- Tað var eyðsæð, at har
sótu tær lokalu hetjurnar, og
ein teirra vendir sær til ein
ST-hermann úr Fraklandi.
Hetjan tosaði enskt, sum
fransmaðurin ikki skilti.
- Hann spurdi fransmann-
in, um hann visti, hvussu
stutt lívið kundi vera. Hesin
nikkar bara, og í tí sama
kemur ein tilvildarligur
maður inn á matstovuna.
Skeyt ein
tilvildarligan mann
- Lokala hetjan gjørdi ikki
mætari enn at hann tók til
byrsuna og skeyt mannin til
deyðis í tí sama. Uttan at
blunka segði hann við
fransmannin: - So stutt er
millum lív og deyða!
- Tá vi ert vitni til slíkt
vitloysi, hugsar tú als ikki.
Tú stendur bara har, men tú
gerst rættiliga harður,
skúgvar tað til viks og vónar
bert, at tú ongantíð aftur fert
at hugsa um hendingina.
- Fáa hermenn sálarliga
viðgerð, tá teir eru fyri
harðrendum upplivingum?
- Sålarfrødingar eru eisini
á hemadarstødunum, og tú
kanst fara til teirra, um tú
hevur brúk fyri tí. Eg havi
ikki tosað við teir í Bosnina,
men tá vit koma til Dan-
markar, eftir fyrsta hálva
árið í hertænastu, kanna
sålarfrødingar okkum, fyri
at vita, um vit hava fingið
sálarligt mein í krígnum.
- Hetta verður gjørt við at
seta okkum spurningar 0.a.
kanningar, ið vara ein dag.
Ég veit ikki um tað hevur
nakran týdning.
- Orsøkin til at hermenn
fåa sålarliga kanning tå teir
koma heim aftur, kemst av,
at nakrar hendingar hava
verið í Danmark, har her-
menn hava myrt fólk í Dan-
mark, tá teir komu heim-
aftur.
- Tað snýr seg m.a. um at
hava vidurskiftini í lagi,
áðrenn tú fert í krígg. Eitt nú
gjørdi ein genta tað liðugt
við ein dana, meðan hann
var í Bosnia. Tá hann kom
heimaftur, skeyt hann nýgg-
ja drongin hjá gentuni.
ST-hermenn hava nú fin-
gið útgonguforboð eftir at
tað er myrkt í Tuzla. Fleiri
vandamiklir samanbrestir
hava verið millum fólkið og
- Júst henda dagin eg fór
heim, skuldu vit flúgva úr
Split til Danmarkar. Vit
vóru nakrir norðurlending-
ar, sum fóru ein túr í býin, nú
vit ikki høvdu verið úti í
langa tíð.
Gjald - ella tú
verður skotin
- Ein taxabilur kom eftir
okkum, og vit koyrdu einar
10 minuttir. Bilgrarin segði,
at vit skuldu gjalda 90 mark, |
umleið 400 krónur, men tað
helt eg vera í so nógv.
- Vanliga vinna fólk eini
20 markar um mánaðin, so
kanst tú sjálv meta um,
hvussu nógv bilfgrarin
kravdi.
- Taxafgrarin tók byrsuna
fram, peikaði á meg og
segði: - Ger so væl at gjalda!
- Hevdi eg ikki goldið
beinanvegin, so lá eg úti í
Grøv í dag, sigur Símun
Jákup Højsted, eins og fyri
at lýsa, hvussu kríggið um-
skapar eitt vanligt fólk til
brotsmannalið, í royndini at
yvirli va í hesum døgum.
- Hví útseta seg fyri slík-
um, tá tú annars kundi liva
friðarliga í Føroyum. Er
tað ti tær dámar at uppliva
slíkt?
- Um nakar dámar slíkt, so
munnu tey hava fingið ál-
varsligan brest í hevdið,
heldur Símun Jákup, og rist-
ir høvdid.
Bamalærdémur
- Mamma segði altíð við
meg, at um ein fer undir
nakað, so skal tað gerast lið-
ugt.
- Eg valdi at fara f her-
tænastu, og ein partur av ar-
beiðinum, sum eg valdi
mær, var at fara út sum ST-
hermaður. Sjálvur haldi eg,
at hetta arbeiði er áhuga-
vert. Tú fært roynt teg, og
avbjóðingin er, at tú noyðist
at hava tamarhald á tær
sjálvum, hvat so hendir.
- Mær dámar væl, at hvor
dagur ikki líkist gðrum, og
at nakað hendir, har sum eg
eri.
- Hverjar ætlanir hevur
tú fyri framtíðina?
- Eg havi nú verið eitt ár í
Bosnia, og eg veit ikki rætti-
liga, um eg skal binda meg
fyri hålvt ár aftrat, men ann-
ars havi eg ætlanir um at
sleppa at arbeiða í Siriuspa-
truljuni í Grønlandi. Tað
hevði eg hildið verið hósk-
andi avbjóðing, eftir tíðar-
skeiðið sum ST-hermaður í
gamla Jugoslavia, sigur
Símun Jákup Højsted.
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar
Mismunur millum
hjun og sambugvar
- Tað er av stórum týdningi, at Jaunstýðulógin verður sett í
gildi i Fóroyum. Mismunur verður ikki bert gjórdur mótvegis
kvinnuni. Hann kann eins væl raka mannin, var nidurstødan á
kvinnuskeiði á Tvøroyri, sum arbeiðsbólkur innan Javnaðar-
flokkin skipaði fyri í vikuskiftinum
Kvinnuskeið hava verið á
Háskúlanum fyri jól, og á
Tvøroyri í 5. februar, sum
ein arbeiðsbólkur innan
Javnaðarflokkin skipaði
fyri. Tilsamans hava 27
kvinnur luttikið á hesum
skeiðum.
Seinasta leygardag var
kvinnuskeið á Hotel Tver-
oyri, har 15 luttakarar hittu-
st at tosa um kvinnumál.
Skeiðleiðarar vóru Elsa
Birgitta Egholm og Elin
Lindenskov.
- Hóast kvinnumar í Suð-
uroy tykjast at vera meira
aktivar politiskt enn norð-
anfyri, so vóru tær eisini
Ein arbeiðsbólkur í Javnarðarfelagnum hevur tikið stig til kvinnuskeið. Í næstum fara tær
at leggja framhaldsskeið til rættis
Á kvinnuskeiðinum á Tvøroyri, var spurningurin um Javnstóðulógina umrøddur
fegnar um hetta tiltakið,
sum m.a. fevndi um, hvussu
tú skalt føra teg fram, tá tú
heldur réðu, hvussu tú skalt
málbera teg, og hvussu tú
best førir tíni sjónarmið
fram, sigur Elsa Birgitta
Egholm.
Upptøkur av venjingini
Nógv varð tosað og eisini
vant framman fyri videotól-
ið, so luttakarnir rættiliga
kundu síggja, hvussu tær
skuldu bera seg at, og hvat
var minni heppið í hesum
"framførslum".
Seinastu tíðina hevur ikki
verið tosað nógv um Javn-
stóðulógina. Hetta mál var
tó tikið upp á skeiðnum, og
nógv og áhugaverd sjónar-
mið komu eisini fram í hes-
um sambandi, sigur Elin
Lindenskov:
- Kvinnurnar tosaðu um
javnstødu millum kynini,
og hóast tú kundi hugsað, at
hetta evnið bert snúi seg um
at skapa kvinnum betri kor,
so var tað ikki hetta, sum
vakti størsta ans, men meira
hvussu mismunur verður
gjørdur á hjúnum og sam-
búgvum.
- Eitt nú eru ikki somu
reglur galdandi fyri fólk,
um tey hava "påppir" uppá
hvert annað, ella ikki.
- Í samband við arbeiðs-
loysið kom fram, at um ein
giftur arbeiðsleysur maður
stendur til at fara úr Ar-
beiðsloysisskipanini, hevur
hann ikki rætt til at fáa stuð-
Kvinnur í Suðuroy eru politisk meira aktiver kvinnur norðanfjørðs, halda skeiðleið- ul sambært forsorgarlógini
Framhald á síðu 26