Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 30 — 12. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið (7), Best at sloppið til skips Tveir ungir havnarmenn rød av smærri lógarbrotum Eitt revismál, sum var fyri í Føroya Rætti hósdagin, var ein góð lýsing av, hvussu lívið í summum fórum kann laga seg hjá ungum fólkum, sum ikki fáa so góða byrjan. Tveir 20 ára gamlir menn vóru ákærdir fyri ymsk sløg av lógarbrotum, og ákær- urnar vóru nógvar. Annar var ákærdur fyri 56 lógar- brot og hin fyri 16. Hesir báðir vóru tó ikki nakrir álvarsligir brots- menn. Eingin ákæra var um harðskap. Flestu ákærurnar snúðu seg um tjóvarí m.a. eftir nøkrum krónum, um nýtslu av hash, at havakoyrt bil og motorsýklu við ong- um koyrikorti, uttan trygd- arbelti og í onkrum fórum við kenning. Yvirum vegin fyri reyðum ljósi Ein ákæra var orðað sum brot á ferðslulógina. Annar maðurin var ákærdur fyri at hava gingið tvørtur um veg- in fyri reyðum ljósi, og síð- an var hann hoppaður upp á skermin á einum bili. Eina aðru ferð, segði ákæran, at hann á motor- súklu hevði koyrt ófantaliga út av vegi, har treytaleys víkiskylda var. Herverk vóru teir ákærdir fyri í sambandi við nøkur innbrot, og annar var eisini ákærdur fyri herverk, ti hann í geglinum hevði karv- að eina madrassu upp. Ma- drassan kostaði 592 krónur. Teir báðir búðu saman eitt skifti, og einaferð poli- tiið var heima hjá teimum og rannsakaði, fann politiið, hash hjá gðrum. Nøgdin var ikki tann stóra, bara 0,4 gramm - pakkitilfarið í- roknað. Hin maðurin varð ákærd- ur fyri at hava keypt hash frá einum manni, sum vitnaði. Hesin játtaði, at tann 20 ára gamli hevði keypt fimm gramm frá sær. Húsarannsóknir Fólk minnast kanska, at bæði Sjónvarpið og mynda- maðurin hjá Sosialinum einaferð í heyst vóru á stað- num, tå politiid gjørdi húsa- rannsókn í einum summ- arhúsum í Havn. Hvussu fjølmiðlarnir fingu franir av húsarannsóknini skal her ikki verða gitt um. Hesir báðir menninir vóru í húsunum, har politiið m.a. fann nakrar hashplantur. Eina aðru ferðina hevði po- litiið eisini funnið hash- plantur heima hjá ødrum manninum. Dómarin vildi vita, um tað var til egna nýtsu, at hann hevði hesar hashplant- umnar. Tað hevdi tann ungi maðurin lítlan hug at við- ganga, so hann segði, at planturnar bara vóru til pynt. Démarin helt tá skemtiliga, at so átti mað- urin næstan at sett plant- urnar í vindeygað. Summar ákærur vóru móti teimum báðum, summar bara móti gørum teirra, og onkuntíð vóru aðrir eisini við. Lítið burturúr Innbrotini, sum teir vóru ákærdir fyri, vóru nógv. Men fongurin tilsamans hevur verið lítil, og innbrot- ini ikki serliga snildislig. Fjølmidlarnir vóru til staðar, tá politiid í september mánaði tók teir báðar og ein triðja í einum summarhúsi í Havn, og hondjørn . vórðu sett á teir Nakrar hundrað krónur her og har, einaferð bara tríggir kassar av tómum soda- vatnsfløskum. — Annar var åkærdur fyri tvær ferdir at hava tikid grindslykkjur. Tað hevði hann gjørt, tí hann mungaði eftir onkrum góðum Politiið hevði samanum tikið savnað alt, sum finnast kundi, at ákæra menninar fyri, og ákærin gjørdi eisini nógv burturúr at finna teir sekar í ákærunum. Ikki færri enn fimm politistar vórðu avhoyrdir sum vitni um brot á ferðslulógina. Avhoyrdur sum vitni var eisini ein annar ungur mað- ur, ið sjálvur er skuldsettur fyri ymisk lógarbrot. Hesin hevði íkki skyldu til at svara, tá hann er skuldsettur sjálvur, men tað var eyð- sýnt, at hann ikki vildi vísa illvilja, samstundis sum hann tó var bangin fyri at seta ivasama vinskap sín Ein maður, sum avhoyrdur var sum vitni, greiiddi frá, at hann hevði selt óðrum tí ákærda fimm gram av hash. Tað kom fram, at politiið hjá hesum vitninum hevði funnið 70 gramm og roknskap yvir séluna. Roknskapurin segði, at søluprisurin var 100 krónur grammið. hetta er vanligi prísurin við teir báðar í vanda. Rætt- urin fekk í hvussu er lítið at vita frá hesum vitninum. Ringa byrjan Tá avhoyringarnar um hendingar í sambandi við åkærurnar vóru lidnar, vórðu teir báðir spurðir um meira persónlig viðurskifti. Annar maðurin hevði frammanundan ikki annan dóm enn nakrar dagbøtur fyri tveimum árum síðan. Nú varð hann ákærður fyri 56. Hann fór úr skúlanum eftir 8. flokk, og síðan hevði hann bara arbeitt eitt sindur á verkstaðnum hjá pápanum og verið onkran túrin til skips. Í uppvekstrinum hevur hann havt tað so sum so, hann hevði eingi serlig áhugamál og als eingi ynski ella ætlanir fyri framtíðina. Tað kom fram, at tiltakið hjá Tórshavnar kommunu, "Ung í arbeiði" roynir at hjálpa hesum manninum við at fáa honum kans við einum skipi. Bæði reiðaríið og skiparin hava sagt seg vera til reiðar at taka ein slíkan mann við, sum hevur gott av at koma burtur. Skiparin hevði sagt, at hann vil taka ein slíkan mann við, um hann kann prógva, at hann kann brúkast. Mað- urin sjálvur helt, tað hevði verið best fyri seg at sloppið til skips. Hin maðurin fekk í heyst fingu hósdagin í Føroya rætti treytaðar dómar fyri eina langa seks mánaðar langan treyt- aðan dóm og skuldi vera undir Kriminalforsorgini, men tí stovninum hevur hann ikki viljað samarbeitt við. Nú vildi hann fegin samarbeiða, segði hann. Góður sjómaður Maðurin hevur áður verið við trolara og línubáti, og tað kom fram, at sum sjó- maður hevði hann roynst væl. Tað bleiv bara galið, hvgrja ferð hann aftur kom í land. Hesin maðurin hevði heldur eingi frítíðarítriv. Ætlanir fyri framtíðina hevði hann ongar, men hann segði seg viljaroyna at sleppa við onkrum báti. Ákæruvaldið kravdi tann við teimum nógvu ákær- unum dømdan treytaleysa fongsulsrevsing í upp til seks mánaðir. Hin maðurin hevdi sum nevnt ein seks mánaðar treytaðan dóm, og tá hann ikki hevur lúkað treytirnar, helt ákæruvaldið, at dóm- urin í hvussu er fyri ein part átti at gerast treytaleysur, og samanlagt longri revsing upp til átta mánaðir.