leygardagur 12. februar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 30 — 12. FEBRUAR 1994 Sida9
Politiið hevur tvær
ferðir funnið
hashplantur, sum
annar maðurin átti.
Tær vóru so vakrar,
segði, tann ákærdi
2.
Sluppu út
Dómarin tók ikki undir við
at dóma menninar so hart.
Hann gav ødrum fýra
mánaða treytaða fongsuls-
revsing. Harav hevur hann
sitid åtta månadir.
Hin, sum frammanundan
hevði seks mánað treytaða
dómin, fekk ikki meira revs-
ing. Hann hevði sitið 24
Frá
i í
i
dagar, tå hann fekk dómin í
heyst, og nå hevur hann
aftur sitið í 38 dagar. Hesir
tilsamans 62 dagarnir skulu
dragast frá.
Royndartíðin hjá báðum
er tvey ár, teir skulu verða
undir Kriminalforsorging-
ini og akta boð frá hesum
stovninum, fara til skips, um
teir fáa tilboðið og møguliga
avvenjast fyri rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtslu.
Báðir menninir tóku við
dómunum og sluppu so út-
aftur.
randi
Hvalbiar Sóknar
Javnaðarfelag
Aðalfundur
verður í
GAMLA SKÚLA
leygardagin 19. februar, kl. 17
Skrá samb. lógini. Harumframt til við-
gerðar:
Landsfundurin
Handilskvoturnar
8 onnur politisk mål
Við á fndinum verður Sverre Midjord,
tingmaður.
Nevndin
Hesu ferð gekk tað
Verður eingin loysn funnin á fíggjarkreppuni hjá Arbeiðs-
loysisskipanini, verður hereftir longri og longri millum
útgjaldini
Nú er fjarðað so mikið í
kassanum hjá Arbeiðsloys-
isskiapnini, at pengar ikki
eru úl næsta útgjald, ið
eigur at verða 25. í hesum.
Stýrið hevur tí avgjørt at
útseta næsta útgjald eina
viku, til 3. mars, tå føstu
lønimar eru' goldnar, og
skipanin aftur fær pengar
inn.
Stýrið sigur, næsta út-
gjald aftur, fyri tíðarskeiðið
frå 28. februar til 11.
februar, helst ikki verður
fyrr enn um mánaðarskiftið
mars-april
Høgni Joensen, formadur
í stýrinum fyri Arbeidsloys-
isskipanina, sigur, at stýrið
noyddist at boða fólki frá nú
beinanvegin, hvussu til
stendur, tí tað eru veruliga
eingir pengar til komandi
útgjaldini, um skipanin ikki
fær meira pengar.
- Tað er spell, at tað skal
verða so, men vit síggja
ongar aðrar møguleikar.
Hetta er sama stóða, sum
eitt nú Lønjavningargrunn-
urin og Trygdargrunnurin
fyri lønir og avreiðingar áð-
ur hava verið í, sigur Høgni
Joensen.
Stýrið heldur fast við, at
tað eingin loysn er at lata
Arbeiðsloyisskipanina taka
upp lán, tí skipanin hongur
ikki saman, og Høgni Jo-
ensen ivast i, at bankarnir
eru so fegnir um at læna til
skipanina, um tað so skal
verða við landskassaveð-
haldi.
- Vit søgdu longu í august
mánaði frá, at vit væntaðu,
tað fór at verða galið í feb-
ruar. Einaferð í heyst vóru
útlitini eitt sindur bjartari,
men nú sær framtíðin við-
víkjandi arbeidsloysinum
ikki ov væl út, sigur Høgni
Joensen.
Í Tinganesi situr Jóannes
Eidesgaard, landsstýris-
maður, og vit ikki síni
livandi ráð, hvat gerast skal
fyri at útvega Arbeiðsloys-
isskipanini meira pengar.
Arbeiðsbólkurin hjá sam-
gonguni megnaði ikki at
semjast um nakra loysn, og
úrslitið var, at landsstýrið
fekk málið aftur.
- Hetta er eitt torført mål at
loysa, tí tað er læst og fyri-
bundið allastaðni. Stýrið
sigur nei til at læna skip-
anini pengar, partar av sam-
gonguni siga nei til aðrar
loysnir, og avtalan við rí-
isstjórnina forðar okkum í at
taka av fígjarlógini til skip-
anina, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Hvussu víkir og vendir er
tað nú upp til landsstýrið at
peika á onkrar loysnir, ið so
sum lógaruppskot mugu
fyri løgtingid, og so sleppur
samgongan at standa sína
roynd.
randi
Arbeidsloysisskipanin er nú so illa fyri fíggjarliga, at pengar ikk i tøkir til næsta regluliga útgjaldsdag um tvær vikur ,og
ti pengarnir hjá teimum arbeidsleysu tá røkka til tríggjar vikur. Almannastovan veit enn ikki, um hesi so kunnu fáa
bráðfeingishjálp yvir forsorgarlógina
Sama arheiðsloysi
Talið av arbeiðsleysum er at kalla tað sama nú sum fyri
tveimum vikum síðan
Higartil í ár hevur arbeiðs-
loysið í Føroyum tvær ferð-
ir sett met, men beint nú
tykist stígur vera komin í
vøksturin.
Hósdagin var útgjalds-
dagur, og tá vóru 10 færri
fulltíðararbeiðsleys enn
fyri — tveimum vikum
frammanundan. 4255 full-
tíðararbeiðsleys vóru nú.
Tølini fyri fiskavirkis-
fólk, sum fáa ískoytisveit-
ing, eru eisini minkað eitt
lítið sindur. 1051 fiskavirk-
isfólk fingu hesu ferð stuð-
ul, og tað eru 9 færri enn
seinast.
Talið av arbeiðsleysum
hevur alla tíðina verið størst
í Eysturoynni, og nú hevur
Eysturoyggin lagt seg upp-
aftur longur fram um onnur
øki í landinum, tí talið fyri
Eysturoynna vaks hesu ferð
aftur við 20, samstundis
sum tølini fyri hini økini
antin eru minkað eitt sindur
ella standa í stað.
Tølini fyri fiskavirkis-
fólk, sum fáa ískoytisstuð-
ul, eru nógv broytt í hvørj-
um øki. T.d. nýttust tørvadi
færri klaksvíkingum í-
skoytisstuðul, og tað sama
við 24 í Suðuroyar sunnaru
helvt. Afturfyri vaks talið av
ískoytisveitingum við 31 í
Havnini, 14 í Norðstreymi,
12 í Suðurstreymi og 11 í
Eysturoynni.
Samlaða útgjaldið hjá Ar-
beiðsloysisskipanini hesu
ferð var 9,6 mió. krónur.
Tað eru umleið 1 mió. krón-
ur um dagin.
randi