leygardagur 12. februar 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TRÚBOÐIN
ÚTKOMIN
Í VIKUNI
Triðja útgávan av mál-
gagninum hjá Heima-
missiónini í Føroyum,
Trúboðanum, kom út í
vikuni.
Nevnast kann úr inni-
haldinum hesaferð stór
samrøda við ungdóms-
ráðgevan hjá Heima-
missiónini, Berg D. Jo-
ensen, ið tók við hesum
starvi sínum 1. januar.
Í samrøduni leggur
ungdómsráðgevin dent
á, at hann ætlar sær at
finna og menn ung til
ábyrgd at vitna og sýna
umsorgan fyri næsta
sínum, eggja teimum
ungu til bíbliulestur og
bøn, og eisini at stuðla
fólki,ið hava áhuga fyri
sangi og tónleiki, so tey
gerast enn dugnaligari.
Á forsíðuni verður
umrødd ein juniorlega,
ið var í Nesvík í byrjan-
ini hesum mánaðinum ,
har 44 ungdómar vóru
savnaðir.
Seinni partur av grein
eftir Jákup Magnussen,
prest, um Jesu blóð
mótvegis reinkarnati-
ón, er eisini við í blaðn-
um, ið somuleiðis hev-
ur grein um tann kenda
sangin »Jesus-navnid
aldri bliknar«, ið hevur
meira enn 70 ár á baki.
Í blaðnum eru eisini
fleiri greinar, ið taka
ymisk andalig evni til
viðgerðar.
RHEMA:
TALANDI
ORÐIÐ
Blaðið >Rhema — tal-
andi orðið< — ið sum
undirheitið verður rópt
endatíðarboðberi, er
komið út við fyrstu út-
gávuni í ár. Blaðið er
rættiliga nýtt og kom út
nakrar ferðir í fjør.
Tvær av greinunum í
blaðnum hevur korean-
arin Dr. David Yonggi
Cho skrivað — onnur
eitur »Bøn bjargar tjóð-
ini< og hin >Hygmóð
ikki at biðja<. Eisini er
grein um friðartinging-
arnar í Miðeystri og
har niðri, ið ein messi-
anskur jødi, sum er bú-
sitandi i Jerusalem,
hevur skrivað.
Eisini eru fleiri
smærri greinastubbar í
blaðnum og okkurt um
bøkur. Á miðsíðunum
er stór grein, ið snýr seg
sum, at ein veking byrj-
aði, tá Guð segði, at
hann vildi hava sam-
komu sína aftur.
hj.
A
FÓSTULÁVINTSHALD
VIÐ TUNNUSLÅING
OG ØÐRUM Í SMS
Í næstu viku er ymist fóstulávintskent á skránni í SMS
SMS fer í føstulåvintsvik-
uni at skipa fyri ymsum til-
tókum, ið á einhvønn hátt
hava við føstulåvint at gera.
Frá mánadegi til fríggja-
dag verður ein teknikapping
um føstulåvint, og børnini
kunnu fáa fatur á pappíri og
blíantum í SMS-Foto Galla-
rínum. Tekningarnar verða
sýndar fram, so hvørt sum
tær eru lidnar, og leygar-
dagin fáa tríggjar tær bestu
virdisløn.
Eingin føstulåvint uttan
tunnu- og pottaslåing, og
månadagin og tysdagin kl.
10 og 11 kunnu tey yngru
børnini royna seg i SMS,
meðan børn i skúlaaldri
sleppa framat kl. 15 og 16
somu dagar.
Ráðið Fyri Ferðslutrygd
fer mikudagin og hósdagin
at skipa fyri súkklukapping
á Torginum í SMS, har lut-
takararnir kunnu royna sín
ferðslukunnleika á einari
serligari súkklubreyt, ið
verður sett upp. Tríggir teir
bestu luttakararnir í súkklu-
kappingini fáa virdislønir,
ið eru útgerð av ymsum slag
til súkkluna.
Malan Thomsen, Finnur
Hansen og Rasmus Magn-
ussen fara fríggjadagin kl.
16 og leygardagin kl. 11 at
syrgja fyri eitt sidnur av
hugna á pallinum í SMS,
har tey fara at syngja og
spæla, umframt at tey eisini
fara at hava okkurt skemti-
ligt á skránni.
Leygardagin kl. 11 verða
allir vinnararnir í kapping-
unum, sum hava verið
gjøgnum vikuna, heiðraðir
við virdislønum.
hj.
FROSKMENN SLÅA
TUNNU Á SJÓNUM
Tórshavnar Froskmanna-
felag fer — eins og gjørt hev-
ur verið fleiri ár framman-
undan — at skipa fyri tunnu-
sláing á sjónum í dag kl. 14.
Tiltakið verður á Bursa-
tanga í Havn, og er talan um
eitt alment tiltak, har ein og
=
hver kann vera við, ið hevur
hug til tess. Tað er ókeypis
at vera við, og heldur ikki er
neyðugt at boða frá luttøku
áðrenn. Einasta, tey skulu
gera, ið ætla sær við, er at
meta upp á Burstanga og so
at loypa á sjógv, tá byrjað
verður.
Vanliga plagar hendan
tunnusláingin at vera rætti-
liga vælumtókt, og eisini er
ofta nógv fólk og hyggur at.
Tað vanliga er jú at síggja
tunnusláing uppi á landi, so
hetta er gjarna ein heldur
forkunnug sjón.
Framferðarhátturin, tá ið
tunnusláingin á sjónum fer
fram, er tann, at ein tunna
verður hongd tætt niður
móti sjónum. Froskmenn-
inir liggja so í sjónum og
Eins og í mong undan-
farin ár fer KFUM aftur í
føstuni hesaferð at skipa
fyri hugnaligari sam-
veru í KFUM aftan á
føstugudstænasturnar í
Havnini.
Fastur táttur er turrur
fiskur og spik við einum
góðum drekkamunni og
onkrum góðum omaná,
og so plagar eisini prest-
urin, ið hevur havt guds-
tænastuna at vera við og
hava okkurt á skránni,
eitt nú eina andakt.
Føstugudstænasturnar
eru sum vanligt seks i
tali, og leggur Vestur-
kirkjan fyri í år við teim-
um trimum fyrstu guds-
tænastum, meðan Dóm-
kirkjan tekur tað seinna
Mánakveldið verður
fyrilestur á Fiskirann-
sóknarstovuni í Nóa-
túni, ið snýr seg um ta
føroysku bankakrepp-
una. Tað er Fróðskap-
arsetur Føroya, ið hev-
ur tikið stig til fyrilest-
urin, ið byrjar kl. 20.
Danski búskapar-
freðingurin Lise Lyck,
ið dagliga starvast á
Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn, fer
at halda fyrilesturin, ið
sláa eftir tørni, sum vanligt
er
Vinnari verður so tann, ið
fær seinasta sprekið á tunn-
uni niður. Men hetta gevur
kortini ikki heitið katta-
kongur, sum vanligt er uppi
á landi — í staðin verður
vinnarin róptur kongafisk-
ur, og fryktandi er fyri, at
-hann verður blakaður upp á
turt, tá tunnusláingin er av.
TURRUR
FISKUR
OG SPIK
Í KFUM
FØROYSKA
BANKA-
KREPPAN I
FYRILESTRI
tórnið, ið somuleiðis tel-
ur triggjar gudstænastur
i føstuni. Gudstænast-
urnar byrja hvørt miku-
kveld í føstuni kl. 20.
Ta fyrstu gudstænast-
una hevur Niels Pauli
Danielsen nú komandi
mikukveld, og tvær tær
næstu hava ávikavist
Uni Næs og Inga Poul-
sen Dam.
Hugnaliga samveran í
KFUM er beint eftir
gudstænastuna, umleið
kl. 21, og har plagar at
vera fitt av fólki. KFUM
sigur í tíðindaskrivi, at í
fjør lá talið á teimum, ið
komu í KFUM miku-
kvøldini í føstuni, heilt
úr 35 upp í 65 fólk.
hj.
er almennur.
Fyrilesturin fer eitt
nú at viðgera, hverji
ráð kunnu vera til at
taka, tá ein banki kem-
ur í kreppu. Somuleið-
is fer Lise Lyck at gera
um ta loysn, ið roynd
er í Føroyum, og so tær
loysnir innan sama eki,
ið danski staturin hey-
ur roynt seg við í Dan-
mark seinnu árini.
hj.
Aftan å tunnuslåingina er
so heitt kakao til teirra, ið
hava verið við í kappingini,
so hiti aftur kann fáast í
kroppin eftir løtuna í sjón-
um
Tey, ið ætla at sláa tunnu,
skulu vera í froskmanna-
búna og í fitjum, men ikki er
neyðugt at hava luftfløskur
ella masku.
hj.