Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið | sostalurin ] Nr. 30 — 12. FEBRUAR 1994 Síða 13 Ungdómurin hevur krav uppá politiska útreinsing Tey ungu vita, hvørjir politikarar vóru við til at koyra okkara búskap í knas. Tey høvdu onga ávirkan á tað - tey fáa bara rokningina. Tað er at halda tey fyri gjøldur at biðja tey velja flokkar, sum framvegis verða my ungu hevði tað verið at hildið seg sjålvi fyri gjøldur, ndaðir av hesum monnum. Fyri tey at valt teir. Heuði nakar flokkur torað at reinsað út, hevdi hann tí virkað sum ein magnet uppá teir ungu veljararnar Ta einu ferðina, eg havi luttikið á løgtingsvali, valdi eg javnaðarflokkin. Orsøkin var helst, at hann tóktist = umboða ngkur sjónarmið, sum víktu frá tí vitloysi, sum sermerkti før- oyskan politikk í áttati- árunum. Hann tóktist fyri tað fyrsta at vera opin fyri kjaki um gll mál. Har merktist einki til ta polit- isku- og religiøsu fana- tismu, sum fastlæsti kjakið í fleiri gørum flokkum. Javnaðarflokkurin royndi sum tann einasti at seta seg upp ímóti teirri sjúkligu fanatismuni hjá Óla Breck- mann, sum bergtók so óhugnaliga nógvar føroy- ingar. Og flokkurin flutti seg alt longur frá sambands- til sjálvstýrisbógvin. Av konkretum málum kunnu til dømis nevnast, at flokkurin forðaði fyri, at eisini Global fekk eina slangu í landskassan. Hann royndi at fáa settan á stovn ein føroyskan landsbanka, sum kundi givið okkum møguleikar fyri frægari at stýrt fíggjarpolitikkinum. Og í býráðnum í Havn tók- tist tað bara at vera javn- at steðga øllum teimum meira og minni garrvillu helsen og hansara viljaleysu hjálparmonnum. Tað eru Givad mong, sum hava havt líknandi grund- gevingar fyri at stuðla hesum flokki. Men tey eru fá í dag. So fá, at flokkurin sambært vel- jarakanningum bara hevði fingið einar fýra mans á ting, um val var nú. Seks færri enn fyri trimum árum síðani. Eg skilji tað væl. Eg haldi heldur ikki, eg hevði valt javnaðarflokkin, um val var í dag. Legitimiteturin burtur Og vit eru mong sum ikki vita, hvønn flokk vit skulu velja næstu ferð. Tær atkvødur, td. javnaðar- flokkurin hevur mist, eru bert partvís farnar til aðrar flokkar. Umleið helmingurin av føroysku veljarunum siga seg ikki stuðla nøkrum flokki. Teir hava misålit á teir allar. Flokkarnir hava altso mist takið á, og stuðulin frá veljarunum. Teir hava mist legitimitetin. Teir hava ikki fólksins stuðul í sínum dagliga arbeiði. Hetta misálit skapar enn stórri vónloysi. Og hesum kann skipanin ikki liva við. Tað má vera samljóð millum flokkar og veljarar, skal okkara politiska skipan virka sum ætlað. Tað er tað, sum er sjálv hugsanin við henni. Eg eri vísur í, at misálitið aftur kann vendast til álit. Tað má tað kunna. Men tað krevur, at flokkarnir taka veljara6nøgdina í álvara, og taka tey neyðugu stigini fyri at ganga henni á meti. Hetta ber í stuttum í sær, at teir viðganga tey mistøk, ið gjørð eru, og taka polit- isku avleiðingar av teimum. Soleiðis at skilja, at teir seta teir politikarar frá, sum hava gjørt hesi mistøk. Belska ættarliðið Hetta kunnu tykjast stór stig at taka. Bróðurparturin av manningini í flestu flokkum er jú "$80-ara politikarar”. Men eingin kann hvørki vænta ella krevja, at tad yngra ættarliðið skal hava álit á politisku flokkunum, so leingi teir verða myn- daðir av somu fólkum, sum tey ungu vita hava koyrt okkara búskap í knas. Føroya ungdómur arvar eitt syndrað samfelag frá eldra ættarliðinum. Hann fær einki uttan rokningina fyri tað ábyrgdarloysi og tann ómoral, sum ráddi í 80'unum. Tey ungu hava krav uppá, eisini at síggja ein roknskap. Um íkki annað skal ábyrgdin plas- erast. Og verður eingin dømdur av dómstóli, so er allar minsta kravið, at politisku flokkarnir seta teir frá, sum stóðu á odda í 80'unum. Hetta hevur eingin flokk- Vit koma ikki úr stað, so leingi misálitið á og beinleiðis vanvirðingin fyri politisku myndugleikunum er so stór, sum hon er í løtuni. Men so leingi eingin útreinsing er farin fram, dugi eg heldur ikki at síggja, hvussu fólk - ið hvussu er ungdómurin - kann hava annað enn vanvirðing fyri hesum myndugleikum, skrivar Sjúrður Skaale í sjónarmiðinum í dag ur torað enn. Tí ræður misálitið. Fólk eru beisk - serliga tey ungu. Og tey hava onga orsøk til annað. Javnaðarflokkurin og Heygadrangur Hyggja vit at javnaðar- flokkinum, so er útreinsin- gin heilt avgerandi her. Tí javnaðarflokkurin bleiv, meira enn aðrir flokkar, politiskt raktur av heyga- drangsmálinum. Bæði í dóminum hjá Før- oya Rætti og í dóminum hjá Eystara Landsrætti verður Atli Dam nevndur við navni sum maðurin, ið hevði politisku ábyrgdina av, at nakrir spekulantar sluppu at snýta skattaborgaran fyri umleið 100 milliónir. Í øllum ødrum londum hevði ein politikari mist síni ålitisstørv, so skjótt ein tílíkur dómur fyrilá. Flokk- ur hansara hevði íkki kunnað livað við tí. Sjál- Men í tí føroyska javn- aðarflokkinum hendir einki. Atli m fram- vegis flokkin. Í eygunum á urin framvegis "flokkurin hjá Atla Dam". Tí hevur umdemið og trúvirðið hjá Atla Dam sera stóran týdning fyri flokkin. Vanvirðing - av veljarunum Og heygadrangsmålid er ikki tann einasta orsøkin til, at Atli Dam nú átti at tíkið seg aftur. Ti hann hevur vid sinum úttalilsum síðani seinasta val fullkomiliga forkomið Sjónarmið sínum trúvirði. Hvørki svartkjaftaævin- týrið, Gamla Rætt, undir- sjóvartunnilin ella nakað annað vil hann viðganga var galið. Á almennum fundi stutt fyri 6. oktobur 1992 kallaði hann tað teoretiskar og veruleikafjarar tankar at Føroyar kundu fara at verða settar undir umsiting. Og beint eftir 6. oktobur var hann í sjónvarpinum og slerdi alt upp í glens. Hetta var ikki nakað álvarsamt, og her var einki at Óttast. Hann hevur, stutt sagt, aldri viljað viðgingið sann- leikan. Og hann hevur hildið fast við sínar undanførslur, sjálvt tá han- sara egnu veljarar hava vitað, at tad ikki hevur verið annað enn undanførslur. Tílíkt terir uppá trúvirðið. Atli sigur sjálvur, at hann skal fyri "fólksins dóm".Og tað skal sjálvandi henda við komandi val. Javnaðarflokkurin átti at sagt nei takk. At hava Atla Dam á listanum fer at kosta fleiri atkvødur, enn tað fer at geva. Nógv eru sek Men hann ætlar altso ikki sjálvur at leggja frá sær. Og tað er á ein hátt skiljandi, at flokslimirnir aftra seg við at biðja hann gera tað. Hann var jú í nógvum fórum 6førur. Ein sterkur og dámligur og dugnaligur leiðari. Tann einasti karis- matiski persónur, sum yvirhøvur var í tinginum. Tað er skiljandi, at hann bleiv so sterkur í javnaðar- flokkinum, sum hann bleiv. Fólk høvdu so ómetaligt álit á honum - og ikki bara javn- aðarfólk. Tað var ikki av til- vild, at tingið aftur og aftur valdi hann til løgmann. Atli Dam var maðurin, Føroya fólk vildi hava sum ovasta leiðara. Tí er tað vitleyst - sum summi gera - at geva Atla Dam alla ábyrgdina fyri áttatiárini. Bæði hinir polit- ikaramir og ein stórur par- tur av Føroya fólki eru sek. Nøkur beinleidis, tey flestu 6beinleidis. Men hetta hjålpir bara ikki uppå Atla Dam'sa og javnaðarfloksins trúvirði í dag. Og serliga ikki millum ungdómin - tann einasta bólkin, sum onga ábyrgd hevur av nøkrum. Tey ungu vita um tær åbyrgdarleysu avgerðirnar, sum m.a. javnadarpolitik- ararnir tóku í åttatiårunum. Tað er at halda tey fyri gjøldur, at biða tey velja flokkin næsta val, um hann framvegis verður myndað- ur av hesum monnum. Og fyri tey ungu hevði tað verið at hildið seg sjálvi fyri gjøldur, at valt hann. Tíðin er komin, tl at javnaðarflokkurin ger greitt, ateingin av politikar- unum sleppur aftur á listan næstu ferð. Tað sama áttu hinir flokkarnir at gjørt. Ungdómurin hevur krav uppá tað. Eingin "heksajakt" Tveir flokkar - javnaðar- og sambandsflokkurin - eru í teirri hepnu stóðu, at teir hava fingið formenn, sum ikki vóru við í 80'unum. Og seinasta val kom eisini nógv nýtt fólk inn á ting. Men hvørki teir "nýggju" politikararnir ella tann pol- itiska pressan hava viljað stuðlað teimum mongu, sum krevja politiska útrein- sing. "Nú mugu vit líta fram- eftir", hevur Marita Peter- sen til dømis sagt. "Tað hjålpir einki vid eini heksa- jakt". "Tað nyttar einki at leita Framhald á síðu 15