leygardagur 12. februar 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 30— 12. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið { sosíalurin }
Til minnis um
manningina
á >Heygsbátinums,
Porkeri,
ið gekk burtur
14.2.1944
Lag: Dagen gár med raske fjed.
Ódnarstormar tagdu brátt,
havbylgjur seg løgdu,
sjómenn stíga út um gátt,
sjóklæði teir høvdu.
Skútan fagra »Heygsmøl« á,
drigin bleiv av lunni,
garpar fýra skjótir tá,
sess í báti funnu.
Løgdu so frá landi út
hjartans glaðir vóru,
innanborða ei var sút,
út á hav teir fóru.
- Ódnarstormur hann brann á,
bylgjur fingu megi
eina tað kann siga frá
hesum sorgardegi.
Hvussu síðan tað gekk,
veit bert Várharra góði,
sorgarboð bert fólkið fekk,
tár á kinnum stóðu.
Mamma misti dýran skatt,
synir bestu, kæru,
soleiðis tað ætt úr ætt,
mangir hava farið.
Pápin misti ríka ogn,
synirnir teir stóru,
manga ferð í ódn og logn
eftir havi fóru.
Konan misti mann og son,
fast tað neit í hjartað,
grátur bleiv í teirra lon
neyð og sorgin svarta.
Brúður misti brúðgóm sín,
bleik bleiv kinnin reyða,
svart bleiv hvíta brúðarlín
syrgir brúðgóms deyða.
Hver kann ugga sorgarsál,
særdu hjórtur gróða
tey av gráti mistu mál,
hjartastreingir bløda.
Eingin uttan Harrin kann
venda sorg til gleði,
vald á foldum hevur hann
gevur troyttum megi.
Harri, hátt í Himnaborg
kærleikshond tú rætti
til tey, ið nú bera sorg,
mødi teirra lætti.
Hvílið tit nú so í grið
okkara bestu vinir,
allir fýra lið um lið
maður, sonur, synir.
Einaferð í Himnaborg
sæl tann stundin blívur,
tá vit mótast aftur Øll,
eingin sorg har nívir.
C. T. Sørensen
Hin seinni sorgarleikurin
Undir seinna heimsbardaga, 1939—1945,
var tað ikki so lætt at sleppa at sigla við
teimum skipunum, sum fluttu feskan fisk á
bretska marknaðin, tí tað vóru so fáir menn
við hvørjum skipi,men hin føroyski fiski-
maðurin fall tó ikki í fátt, og nógvir settu nú
sítt álit á útróðurin.
Eg minnist, at her í Porkeri róðu 18
maskinbátar út samstundis, og tað vanliga
var, at 5-7 menn vóru á hvørjum báti, so tað
vóru meiri enn 100 menn, sum her í bygdini
á hendan hátt vunnu til lívsins uppihald í
hesi so hættisligu tíð.
Fleiri av teimum gomlu bátunum blivu
umbygdir og gjørdir stórri, meðan aðrir
bygdu sær nýggjar og stórri bátar.
Havið var mangan so gávumilt hesi árini,
og eg minnist so ofta, at tá bátarnir komu
aftur um kveldið, lá bryggjan so avtakt við
fiski, og at teir, sum fyrstir komu til lands,
máttu skipa fiskin niðan frá, so at hinir, sum
komu seinni, kundu fáa pláss til at kasta
fiskin upp. Tað var so ofta, at bátarnir máttu
liggja á vánni og bíða, til teir sluppu at
bryggjuni at kasta upp.
Tó, havið var ikki bara gávumilt, men tað
kravdi eisini síni offur, og bygd okkara
misti 12 av sínum frægu synum á útróðri í
bardagaárnum. Teir 8 fórust við deksbát-
inum >Búgvin< 21. febr. 1940 og næsta
mánadag, 14. febr., verða 50 ár síðani tann
Hans Godtfred,
2Í ár
Johannes Godtfred,
seinni sorgarleikurin rakti bygd okkara, tá
maskinbåturin >LOUISA<, vanliga nevnd-
ur >HEYGSBÁTUR<, gekk burtur við 4
monnum, og tí vilja vit dvølja við hesa
hending og umstødurnar kring hana.
Vanliga nýttu útróðrarmenninir sneri til
at fiska við, tí sum eg minnist teir ofta
plagdu at siga, at snørini kundu teir draga
inn, um illveður brast á, men stóð línan í
sjónum, vóru teir heftir við hana, tí ikki
vildu teir missa, tá ráðini ikki vóru so góð til
atkeypa nýggja. Tað vóru tóeinstakir bátar,
sum høvdu fingið sær línu, sum teir nýttu
ávísar tíðir, tí hon gav ofta meiri fisk.
Tað er sagt fyri mær, at hetta var fyrsti
dagur, >Heygsbátur< var við línu.
Teir 4, sum mannaðu >Heygsbát< hend-
an dagin vóru: Dánjal Pauli Veihe (Palli í
Køkini) 48 ár, giftur, 9 børn, sonur hansara
Símun Veihe (Símun í Køkini) 20 år, og teir
báðir brødurnir á Heyggi, Hans Godtfred,
21 ár, og Johannes Godtfred, 19 ár.
Tað var faðir teirra, Johan Godtfred á
Heyggi, sum átti bátin, ið var eitt heldur
lítið 10-mannafar.
Kona Palla í Køkini, Marin, og móðir til
teir báðar brødurnar á Heyggi, Louisa, vóru
systrar, so teir vóru allir sum ein familja.
Tað hevði viðrað illa í longri tíð, og tí
lógu menn framvið at sleppa á flot, og tann
elsti bróðurin á Heyggi, Sofus Godtfred,
19 ár 48 ár
Daniel P. Vejhe,
sigur, at seinnapartin sunnudagin tann 13.
febr.. var Palli í Køkini á Heyggi, og tå
gjørdu teir av, at um tað viðraði dagin eftir,
so skuldu teir fara við línu.
Í Porkeri var eingin agngoymsla, og tí
fóru Símun í Køkini og Johannes á Heyggi
til Vágs á súkklu eftir agni tíðliga hendan
mánamorgunin, og Olivur Veihe, elsti
sonur hjá Palla í Køkini, sigur, at tå beiggi
hansara Símun var komin aftur úr Vági, tá
kom hann og bað seg koma at hjálpa teimum
at egna, og hann so gjørdi.
Teir egndu línuna í neystinum, og teir
báðir Sofus og Olivur hjálptu teimum.
Hýrurin var góður og mong skemtilig orð
fullu í neystinum hendan morgunin, og tað
var ikki sért av spenningi á teimum yngru
monnunum, tí hetta var jú fyrstu ferð teir
fóru at seta línu og til at royna hendan
nýggja veiðiháttin, sum teir ivaleyst hava
sett so stórar vónir til, og sum kanska fór at
geva teimum stóran fong nú í »torranum«.
Dagurin var rættiliga komin fyri seg, tá
báturin var drigin av lunni, og Olivur sigur,
at tá teir skutu bátin frá, segði hann skemt-
andi við teir: >Nú hava vit egnt tykkum lín-
una, so stendur tað upp til tykkum at veiða
fiskin<.
Síðani løgdu teir frá landi og úteftir vånni
í fagrasta veðri, og Sofus á Heyggi, sum
eygleiddi bátin, sigur, at tað síðsta hann sá
Simon P. Vejhe,
20 ár
TTK ——————————————é—