leygardagur 12. februar 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosíalurin ] Nr. 30 — 12. FEBRUAR 1994 Sida 15
til teirra, tå stevndu teir út-suðureftir innan
fyri boðarnar á Porkerisnesi. Tað kann
hugsast, at teir hava ætlað sær á tær norðaru
leiðirnar, sum porkeningar plaga at royna á,
til at seta línuna, men hava so broytt ætlan
og tí vent suðureftir.
Sum nevnt var veðrið gott um morgunin,
men sum tað leið út á dagin, sigamenn, at
hann fór at lota sunnaneftir og vindurin tók
til, so tað bleiv nógvur vindur út á seinna-
partin, og um kveldið gjørdist rættuligt ill-
veður.
Teir høvdu stutta línu við »Heygsbåti«
hendan dagin, bert 8 stk., so teir áttu at
komið til lands aftur í góðari tíð, men tá
dagurin leið, og eingin bátur sást koma,
kom ampi á tey, sum bíðaðu heima, og tí
vóru boð send til sóknarfútan í Vági um at
seta leiting í gongd.
Úr Vági fóru deksfør at leita og teirra
millum »NORDFARID« og »SILVER
SPRAY«, men leitingin gav einki úrslit;
Andru Godtfred, sum var skipari á >Silver
Spray«, sígur, at líkindini til at leita vóru
vánalig, og út á kveldið bleiv bara ringt
veður.
Í Porkeri gingu menn við lyktum fram við
strondini út ímóti Porkerisnesi fyri at kanna
um nakað var at síggja og til at hjálpa, um
tað gjørdist neyðugt, hann var jú sunnan-
eftir í ættini, so vindurin lá uppá.
Morgunin eftir var veðrið betri og bátar
fóru at leita, men einki varð funnið.
Hendan dagin var eingin annar bátur úr
Porkeri á útróðri uttan Heygsbátur, men ein
maskinbátur úr Vági skuldi vera á útróðri
við línu, og teir máttu skera línuna og ganga
frá henni.
Tríggir bátar úr Porkeri fóru hendan
lognarmorgunin á Tvøroyri eftir koli, og
tveir komu aftur til Porkeris við kolafarmi,
meðan hin triði mátti kasta nakrar sekkir
fyri borð, og hann setti upp í Hovi.
Teir 4, sum hin mánamorgunin fyri
hálvari øld síðani so vónríkir stevndu út av
Porkeris vág, mundu valla gruna, at henda
skuldi verða teirra seinasta ferð, tí lívs-
fjørdurin nú var rógvin, og at havið soleiðis
tók teir í sín favn, hesir, sum so mangan fyrri
vóru farnir hesar somu leiðir saman.
Hvussu alt hendi og hvat veruliga var
orsøkin til hesa vanlukkuna, veit eingin at
síga frá; var tað ein skaðasjógvur, ellaein av
teimum vandamiklu spreingiknøttunum,
sum í hesi tíðini róku um á havinum, ella var
tað okkurt heilt annað? Tað verða bert
gitingar, tí sum orðatakið sigur: Eingin veit
frá einum at siga.
Tað verða eisini bara gitingar um, hvar á
leið >Heygsbátur< kann vera farin, tí tað
hevur ikki eydnast at koma í samband við
nakran, sum við vissu kann siga, hvar teir
vóru staddir henda dagin.
Sofus á Heyggi sigur, at ein tilja bleiv
funnin nakað eftir Úti Norðuri, sum menn
her rópa tað.
Hann, Sofus, sum vanliga róði út við
bátinum, men sum av åvisari orsøk ikki
kundi fara henda morgunin, sigur, at teir
høvdu eitt lodd liggjandi í båtinum sum
eykalodd, og tað var gjørt til á serstakan
hátt.
Eina tíð eftir, at >Heygsbátur< var gingin
burtur, var ein bátur úr Porkeri >Brekku-
båturin«, á útróðri, og teir lógu og fiskadu
við sneri á eini leið, sum menn her á stað-
num nevna Suðuri á Vikini, tað er út-suður
úr Baglhólmi.
Ein, sum var við >Brekkubátinum<
henda dagin, Sigurd Djurhuus, sigur, at ein
maður á bátinum fek eitt lodd á, sum eftir tí,
teir fingu upplýst, skuldi vera loddið, sum
hevði ligið í »Heygsbåtinum«.
Eg var 10 ár, tá hesin sorgarleikurin barst
á og eg kann minnast eitt sindur til hesa
døpru hendingina, sum setti so dúp spor her
í bygd okkara, men svárast hevur tað verið
m—
Í linalogn
| Vigt »Heygsbåtinum«,
Porkeri
hin 14. febr. 1944
Lag: Livet i verden er gøgl og tant.
Ódnirnar ýla um sund og sker,
og havaldur heyga å grunni,
rennandi streymur um firdir fer,
| bátarnir leingjast av lunni.
Langtandi heima so mangan dag,
sjóvandir sjógarpar gingu,
lýddu á ljóðið, ið ódnin kvað
ikki ein torramurt fingu.
Skýferðin tálmast eitt lítið bil
um tindarnar kvirrar kvinið,
| ra á vánni og tornar um gil.
| bygdini kennist ein lini
á stødini tilgjørdir skunda
Bátin, sum var teirra einkarogn, |
| teir draga — á torramið stunda
| Dvølja ei leingi í linalong,
Fróðir leggja teir landi frá,
og faðirin setist hjá syni,
og bróður tekur av bróðri ráð, |
men stuttur var teim hesin lini.
Aftur kom ódnin í vreiði ør —.
| —Råndøtur kveða og dansa,
| syngja ein líksálm um breiðan fjér.
síðan teir sjóvanda kransa.
Heima leingjast tey børn og viv,
genta, foreldur og systkin —
bøna og biðja um teirra "liv;
heima vóru teir styrkin.
Harrin gav okkum lív á fold,
tað tekur, um sorgin virkir,
roynir mangan várt veika hold,
altíð tó uggar og styrkir.
Bíðað varð leingi og leitað væl,
men havbláa lakið teir huldi,
bíðast skal nú til tað harpuspæl,
har vegin er deyðans kuldi.
Syngja vit saman har alla tíð,
í ævinnar ljósa sali,
burtur er saknur og sorg og stríð.
So stutt er vårt baks her í dali.
J. A.N.
hjá teimum, sum stóðu hesum fýra so nær,
teimum, sum mistu mann, pápa, synir,
brødur og >drong<.
Tað er so torført at skilja, hvussu tey eru
komin igjøgnum slíkar trongdir, men eg
trúgvi, at tað, sum hevur borið tey í tíðini
aftan á er hetta, at tey hava gjørt, sum tað
stendur í tí seinna brævinum hjá Pæturi, 5.
kap. 7. 9.: »Kastid alla sorg tykkara á
Hann, ti at Hann hevur umsorgan fyri
tykkum«.
Vit minnast hesar fyra vid takksemi.
Porkeri 9. febr. 1994
H. Bech
Framhald av síðu 13
eftir syndabukkum", hevur
ljóðað frá fleiri síðum.
Men tað er ikki at leita
eftir syndabukkum, at
hyggja at, hvørjar avgerðir
hvør hevur tikið - fólksins
vegna.
Og tað hevur einki við
heksajakt at gera, at plasera
eina politiska ábyrgd.
Tað snýr seg ikki um
annað enn hvat er rætt og
rímiligt. Og tað snýr seg um
at endurskapa eitt álit, sum
er burtur.
Sigur uppá langt sikt
Allir teir flokkar, sum
høvdu umboð á tingi í
80'unum, vóru við til at
skuldarbinda komandi ætt-
arlið. Enn hevur íkki ein
teirra tikið politisku avleið-
ingarnar av tí.
Tí hevði tann flokkur,
sum fyrstur hevdi torað at
viðurkent sína ábyrgd, og
alment sligið fast, at ongin
politikari frå 80'unum slapp
á listan næstuferð, vunnið
uppá longri sikt.
Hesin flokkur hevði
virkað sum ein magnet upp
á teir yngru veljararnar.
Teir veljarar, sum uttan at
hava nakra ávirkan blivu
skuldarbundnir í 80'unum.
Uttan at fáa nakað fyri tað.
Men tað eru óivað mong,
sum hveppa seg. Hvussu
kann ein vita, at nýtt fólk
kemur til? Er ikki vandi
fyri, at stórir stemmuslúk-
arar verða settir frá, og
eingir koma í staðin?
Jú, sjálvandi er vandi fyri
tí. Men vandin fyri at eingi
nýggj fólk koma úl, er
stórri, um tað ikki verður
reinsað út.
Og eitt er víst: Misálitið
hjá veljarunum á politisku
myndugleikarnar = verður
ikki vent til álit, so leingi
teir gomlu mynda flokk-
arnar.
Í sama báti
Utskiftingin - hevði hon
komið - hevði sjálvandi ikki
gjørt sjálva støðuna betri.
Avgerðir, sum fara at raka
vanliga føroyingin meint,
mugu eisini takast komandi
árini. Og tær verða, sum
stødan er, valla nógv annar-
leiðis, um tær verða tiknar
av fólki, sum ikki sat á tingi
á 80'unum.
Og fólk fara sjálvsagt
framhaldandi at vera beisk
um tað, sum hent er.
Men tann dag tey vita, at
tað ikki eru sitandi politik-
arar sum hava ábyrgdina av
tí, so haldi eg, at álitið á og
tiltrúgvin til politikararnar,
fer at økjast.
Beiskleikin um um tað
sum hent er, verður verandi.
Men vreiðin móti politikar-
unum fer ikki at vera so stór.
Teir hava jú yvirtikid ein
sorlaðan búskap.
Tá teir, sum hava bein-
leiðis ábyrgdina av, at alt
fór í knas, ikki sita á tingi
longur, fer fólk at fáa eina
kenslu av, at tey og politik-
ararnir eru í sama báti.
Og tann kenslan er neyð-
ug, skal nakað álit kunna
skapast.
Og skulu fólk kenna
poliukararnar sum síni um-
boð, so má álit til.
Eg dugi illa at síggja,
hvussu vit kunnu koma úr
"Nú mugu vit líta
frameftir. Ein
heksajakt hjålpir
einki", hevur Marita
Petersen sagt. Men
tað hevur einki við
heksajakt at gera, at
plasera eina politiska
ábyrgd. Tað snýr seg
ikki um annað enn
hvat er rætt og
rímiligt. Og tað snýr
seg um at endurskapa
eitt álit, sum er burtur.
stað, so leingi misálitið á og
beinleiðis vanvirðingin fyri
politisku myndugleikunum
er so stór, sum hon er í
løtuni.
Men so leingi eingin
politisk útreinsing er farin
fram, dugi heldur ikki at
síggja, hví fólk - ið hvussu
er ungdómurin - skal hava
annað enn vanvirðing fyri
hesum myndugleikum.
Vónandi verður hetta
havt í huga, nú fyrstu
uppstillingarfundirnir fara
at verða hildnir kring
landið.
Sjúrður Skaale
HEGN &
HEGNPELAR
Seyðahegnoghegnpelar
ymsum støddumå goymslu.
Eisinihavavitnutimansel-hegn.
P/F PW-ISINKRAM
FR-660 Søldarfjørdur
Tlf. 41166 - 84166
HAVNAR
FAAT
Tel. 88100
SKANDINAVISK TALE
ÍSLENDSKT MÁL
ENGLISH SPOKEN
DEUTSHE SPRACHE