Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 113 - 19. juni 2003 Nr. 113 - 19. juni 2003 3 Tað skulu serliga góðar grundgevingar fyri at lata eykajátt- anir, sigur Óli Breck- mann, formaður í fíggjarnevndini STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen – Vit síggja ikki serliga milt upp á eykajáttanir. Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini, er alt annað enn fegin um at lata Strandferðsluni eykajáttan. Serliga til vanligan rakstur, sum tað her er talan um, er formaðurin í fíggjarnevndini trekur at lata eykajáttan. – Og skulu eykajáttanir latast til rakstur, skulu spar- ingar helst finnast onkra aðrastaðni so at samlaðu útreiðslurnar á fíggjarlógini ikki hækkað, sigur Óli Breckmann. Nú vísir Strandferslan á, at hon hevur roynt at spart, men at samgongan tók avgerð um at taka sparitiltøkini aftur. Eiga tit so ikki at taka avleiðingarnar av tí? – Tað er als ikki vist. Spurningurin er um vit ikki kunnu áleggja Strandferðsl- uni at seta sparingar í verk onkra aðrastaðni. – Men hinvegin mugu vit siga, at politiski viljin hevur gjørt, at Strandferðslan kundi ikki seta ætlaðar spar- ingar í verk og so mugu vit finna orsøkirnar til tað. Meirilutin í Løgtinginum hevur álagt Strandferðsluni at hava eitt virksemi sum ger, at játtanin ikki kann halda og kanska játtar sami meirluti henni eisini eina aðra eykajáttan, ella kanska verður álagt stovninum at finna sparingar. Løgið Óli Breckmann leggur aftur- at, at Strandferðslan hevur ein umsetning uppá einar 160 milliónir og tað skal vera undarligt, ber tað ikki til at laga raksturin soleiðis at fýra milliónir kunnu sparast burturav so stórari upphædd. Formaðurin í fíggjar- nevndini sigur, at ein orsøk til at tað ikki er lætt hjá almennum stovnum er kanska tí, at Løgtingið mangan hevur tvær dags- skráir. – Øðrumegin ásetir Løg- tingið Strandferðsluni eina upphædd, men tá ið so tæn- astustøðið, sum fæst burturúr játtanini, ikki samsvarar við tað, sum løgtingið krevur, so eru áhugamálini mótstríðandi og so verða eykajáttanir lætnar. – Fólk vilja fegin hava lægri útreiðslur, men tá ið so sparingar raka teirra serligu áhugamál, antin tí at lokalpolitikkur tekur seg upp, ella tí at onkur arbeiðir hjá Strandferðsluni og so verður givið eftir. Óli Breckmann sigur, at fyrrenn politikarar vísa neyðuga støðufesti, koma vit ikki hesum til lívs. Hann sigur, at nú tekin eru um, at búskaparliga fram- gongdin er í minking, er tað serliga umráðandi at halda tátt. – Tað kann heldur ikki vera rætt, at hallið hjá Strandferðsluni veksur so hvørt sum uppgávurnar minkað tí at leiðir verða niðurlagdar og tí mugu vit fáa eina góða frágreiðing frá Strandferðsluni um, hví tað ikki ber til at halda játtanina. Eins og Tórbjørn Jacob- sen, nevnir Óli Breckmann eisini møguleikan at privatis- era lastbilarnar. Samgonguni hóvar illa at almennir stovnar fáa eykajáttan uttan tá ið okkurt heilt serligt er áfatt STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen Nú er aftur galið hjá Strand- ferðsluni. Sum vit greiddu frá í Sosi- alinum týsdagin, kemur Strandferðslan at mangla nakrar milliónir í ár fyri at kunna halda fram við teirri sigling og teirri koyring, sum nú er. Nýggjastu metingarnar hjá Strandferðsluni vísa, at játtanin í ár fer ikki at halda, men at 4,3 milliónir fara at mangla í. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, hevur søkt um eina eykajáttan til Strandferðsl- una. Men ikki allir limir í sam- gonguni eru so fegnir fyri at geva almennum stovnum eykajáttanir, so tað er ivasamt um Strandferðslan fær nakrar pengar, ella um hon noyðist at spara, ella um hon bara fær ein part av tí, sum restar í og so noyðist at spara ein part. Torbjørn Jacobsen úr tjóð- veldisflokkinum, limur í fíggjarnevndini og Óli Breckmann úr fólkaflokkin- um, sum er formaður í fíggjarnevndini, eru tveir tinglimir úr samgonguni, sum hava verið trekir at góðtaka eykajáttanir. Og tað endurtaka teir eina- ferð enn, nú Strandferðslan vil hava eykajáttan. Viðgera umsóknina Og Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at treytin er, at spar- ingar verða gjørdar onkra aðrastaðni so at fíggjarlógin ikki hækkar. Hann sigur at hann nú fer at viðgera umsóknina um eyka- játtan. Men eisini hann spyr um tað ikki ber til at leggja virk- semið hjá Strandferðsluni um fyri at útvega fleiri inntøkur, ella fyri at spara. Hann nevnir Sam sum eitt dømi, sum í vetur ikki er byrjaður at sigla um Lor- víksfjørð um morgunin, fyrr- enn trokingartíðin er av og sum gevst áðrenn troking- artíðin byrjar aftur seinna- partin, so at Dúgvan hevur siglt einsamøll, táið á stendur, meðan Sam er settur í sigling, tá ið ferðslan er minkað og verður tikin úr aftur sigling, áðrenn ferðslan økist aftur um kvøldið. Hann spyr eisini, hví tað hevur tikið fýra ár at kanna um tað ber til at samskipa flutningin hjá lastbilum og bussum hjá Strandferðsluni og hjá Postverkinum, tí tær kanningarnar skuldu byrja í 1999. Hann viðgongur tó, at Strandferðslan er ein trupul stovnur at stýra, tí hann er so umfatandi. Tað gongur ikki, at Løgtingið skal lata eykajáttanir, hvørja ferð ein stovnur ikki klárar at halda játtan- ina, sigur Tórbjørn Jacobsen, limur í fíggjarnevndini STRANDFERÐSLAN Áki Bertholdsen – Tá ið vit gera eina fíggjar- lóg, má útgangsstøðið vera, at hvør einstakur stovnur skal halda játtanina Tórbjørn Jacobsen, limur í sam- gonguni, er alt annað enn fegin um at lata Strand- ferðsluni eykajáttan í ár. – Strandferðslan hevur fingið eina játtan á fíggjar- lógini og stjórin á hevur skyldu at halda seg innanfyri tað, tí peningur er ikki til nakað annað. Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað var næstan eitt samt Løgting, sum samtykti fíggj- arlógina og har var ein upp- hædd sett av, sum Løgtingið helt, at Strandferðslan skuldi kosta í ár. – Og vit hava ikki samtykt eina fíggjarlóg fyri at síðani at lata eykajáttanir. Hann sigur, at hetta má halda uppat, at stovnsleiðarar frá ársbyrjan vænta sær eykajáttanir, fáa teir ikki roknistykkið at ganga upp og leggja virksemið til rættis eftir tí. Hann leggur tó dent á, at hann við hesum ikki hevur sagt, at tað er hetta, sum stjórin á Strandferðsluni hev- ur gjørt. Nú vísir Strandferðslan á, at hon royndi at seta sparing- ar í verk, men at politikar- arnar noktaðu henni at seta tær í verk? – Tað kann væl vera, men eg haldi eisini at sparingarn- ar vóru sera »væl valdar«, tí tær raktu akkurát tey eym- astu punktini. – Vit vita, at verða sparing- ar settar í verk í siglingini um Lorvíksfjørð, fer tað mest sum av sær sjálvum at føra eina eykajáttan við sær. Hvar skal Strandferðslan so spara? – Tað veit eg ikki, tí eg kenni ikki stovnin innan í frá og tað er heldur ikki mín uppgáva. Men kortini nevnir hann, at ein møguleiki kundi verið at Strandferðslan slapp sær av við lastbilarnar. – Ongastaðni í verðini, uttan á Kuba ella í Norður- korea er tað ein almenn upp- gáva at koyra farm út til fólk fyri fyri næstan onki. – Tórbjørn Jacobsen sigur, at spurningurin er um strand- ferðslan skal hava allar tær uppgávurnar, sum hon hevur nú og hann heldur, at eitt hugskot kundi verið, at hon slapp sær av við lastbilarnar. Tórbjørn Jacobsen sigur kortini, at kemur ein umbøn um eykajáttan, fer hann sjálvsagt at viðgera hana, men útgangstøðið er heilt greitt tað, at Strandferðslan skal klára seg við tað, sum er sett av á fíggjarlógini. – Strandferðslan manglar 4,3 milliónir og tað skal vera løgið, skal tað ikki bera til at spara eina millión hvønn ársfjórðing av tí stóra tali, sum Strandferðslan fær, sigur Tórbjørn Jacobsen. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góði maður og okkara kæri pápi, abbi, langabbi og verfaðir Dánial H. Davidsen málarameistari í Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mánamorgunin 16. juni, 79 ára gamal. Tvær ídnar hendur hava lagt árarnar inn í dag. Eitt hjarta av gull hevur sligið sítt síðsta slag. Tað ljósið vil altíð í okkara hjørtum vera. Saknurin av tær vit mugu bera. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju í dag, hósdag 19. juni kl. 13.00. Poulina og børnini Kári, Bogi, Peddy, Eyðbjørg Áki og Dánial Pauli v/ fam. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gleddu okkum á 80 ára degnum 16. mai. Ein serlig tøkk til tykkum á Café Karsborg. Blíðar heilsanir Elisabeth Hentze og Dávur Clementsen Síggja ikki milt uppá eykajáttanir – Nú tekin eru um, at búskaparliga framgongdin er við at venda, er tað serliga umráðandi at halda tátt, sigur Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini Trekir at lata Strandferðsluni eykajáttan Hetta má halda uppat Boðini eru, at skulu eykajátt- anir latast, skulu sparingar finnast onkra aðrastaðni, sig- ur Karsten Hansen – Vit hava ikki samtykt eina fíggjarlóg við tí fyri eyga at samtykkja fleiri eykajáttanir aftaná, tí tað er skyldan hjá stovnsleiðarumat halda játtanina, sigur Tórbjørn Jacobsen, limur í fíggjar- nevndini Nú ber til at gjalda við korti, tá koyrt verður gjøgnum Vágatunnilin. Men uppsetta skipanin virkar ikki nøktandi, so talan er um tveir leysar terminalar, sum eru við gjald- støðina FERÐSLUGJALD Edvard Joensen Vágar: Enn virkar gjalds- støðin við Vágatunnilin ikki nøktandi, so hóast nú kortini verður goldið við korti, er tað ikki uppsetta gjaldstøðin, sum avgreiðir gjaldið, men tveir leysir terminalar, sum Vágatunn- ilin hevur fingið til enda- málið. Av skrivstovuni hjá Vagatunlinum siga tey, at skipanin sum so virkar. Tað vil siga, at hon klárar at taka í móti kortinum og trekkja peningin av konto, hjá eigaranum. Men hon slóknar ov ofta, og tað eru tey ikki nøgd við, tí tað er ikki nóg trygt. Tískil hava tey fingið tveir GSM terminalar, sum fólk so framvegis situr og passar. Og tað kostar so aftur óneyðugar pengar. Men tað er neyðugt fyri at fólk skulu kunna greiða síni gjøld beinanveg. Og tað vilja tey flestu, sum ikki hava kubba. Eisini er tað ein fyrimunur, nú fleiri og fleiri útlenskir bilar vitja. Men tað gevur ikki minni arbeiði á skrivstovuni hjá Vágatunlinum, siga tey. Ferðslan gjøgnum Vága- trunnilin vaks fram til mai mánaða, tá hon minkaði eitt sindur aftur. Men tað meta tey á skrivstovuni vera or- sakað av verkfallinum. Og nú hálvur juni er farin, er hon vaksin munandi aftur og fer ivaleyst at líkjast tí, roknað varð við. Nøkur neyv uppgerð er kortini ikki gjørd enn. Sagt verður, at prísirnir, sum nú eru galdandi, fara at halda í hvussu er hetta árið út. Tá so gjørt verður upp, kann vera, at tosað fer at verða um, hvørt teir skulu broytast ella ikki. Føroyar og ES eiga ábyrgdina av svart- kjaftinum, tí hann ferðast í okkara sjógvi. Hetta hava vit tosað um á vitjanini í Brüssel, sigur løg- maður, sum millum annað hevur vitjað ES og NATO á ferðini í belgiska høvuðs- staðnum UTTANLANDSVITJAN Edvard Joensen Løgmaður hevur tosað við fiskivinnumyndugleikarnar í ES um fiskivinnumál, sum viðkoma bæði Føroy- um og ES. Millum annað var svartkjafturin til við- gerðar. – Vit tosaðu um, at vit hava ábyrgdina av svart- kjaftinum, tí hann ferðast mest í ES- og føroyskum sjógvi, greiðir Anfinn Kallsberg løgmaður, frá. Nú er tað soleiðis, at fleiri lond lata síni skip fiska púra frítt av svartkjafta- stovninum, og tað halda vit ikki vera rætt, sigur hann. Tosað varð um, sigur løg- maður, hvussu gerast kann til tess at verja stovnin við at fáa veiðuna undir skipað viðurskifti. Men avtala var kortini eingin gjørd. Eisini aðrar fiskivinnu- spurningar viðgjørdi løg- maður við ES myndug- leikar. Umframt handils- spurningar, sum í og fyri seg hoyra fiskivinnuni til. Talan var millum annað um sonevndu kumulerings- skipinina, sum líkasum hevur staðið parkera eina tíð. Gongd er nú fingin á tað málið aftur. Tosað varð millum annað við fiskimálaráðið hjá ES um hvussu gerast kann fyri at sleppa undan, aðrir brúka Føroyar til at fáa sín fisk inn á ES marknaðin. Anfinn Kallsberg, løg- maður, hitti eisini NATO aðalskrivaran, George Ro- bertson, á ferðini í Brüssel. Teir báðir tosaðu um trygdarpoitisk mál, sum hava við NATO og Føroyar at gera. NATO hevur ikki gjørt tað stóra burtur úr viður- skiftunum við Føroyar, men nú verður so roynt at fáa eina tilgongd í lag, so okkara áhugamál eisini verða tikin við, sigur løg- maður. – Vit hava ongar avtalur gjørt við NATO, men vit hava fingið sett fokus á okkara viðurkskifti, sigur hann. Áðrenn løgmaður fór úr Brüssel í gjár, skuldi hann vitja EFTA húsið, har íslendingar og norðmenn halda til. Har skuldi hann frætta eitt sindur um støð- una hjá londunum, sum standa uttan fyri ES, nú rættilig gongd er í málinum um at víðka ES munandi eystureftir. Løgmaður hevur á vitj- anini í Brüssel eisini hitt finska ES umboðsmannin, sum umsitir viðurskiftini hjá ES við Norðurlond og arktiska økið, har eisini føroysk viðurskifti liggja undir. Eisini hevur løg- maður vitjað í ES Parla- mentinum. Áðrenn farið varð at hitta NATO aðal- skrivaran, varð vitjað hjá danska NATO sendiharran- um í Brüssel. Løgmaður skuldi vænt- andi koma aftur til Føroya í gjár. Vit eiga ábyrgdina av svartkjaftinum Gjalda við korti í Vága- tunlinum Á ferðini í Brüssel hitti Anfinn Kallsberg, løgmaður millum onnur NATO aðalskrivaran, Geroge Robertson Tey, sum vilja gjalda við korti fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin, kunnu nú gera tað, hóast uppsetta skipanin ikki virkar til fulnar. Hjá teimum, sum hava kubba, er hinvegin ikki neyðugt at minka ferðina, tá koyrt verður fram við støðini Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2