hósdagur 19. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 113 - 19. juni 2003
Nr. 113 - 19. juni 2003
5
Karsten Hansen:
Noyddir at fylgja
Karsten Hansen hev-
ur góðtikið ein nýggj-
an sáttmála millum
SEV og Maskinmeist-
ararfelagið. Sostatt
var ikki neyðugt hjá
løgtinginum at koma
upp í leikin
SÀTTMÁLI
Heri á Rógvi
Løgtingið kom ikki saman
týskvøldið at viðgera sátt-
málaviðurskiftini hjá mask-
inmeistarunum hjá SEV, og
streymurin fer heldur ikki.
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður í lønarmálum, hev-
ur góðkent sáttmálan, og
tískil skuldi hetta málið nú
verið avgreitt.
Sáttmálin er við einari
broyting orðarætt hin sami,
sum SEV og Maskinmeist-
arafelagið gjørdu, og Kar-
sten Hansen ikki vildi góð-
taka.
Einasti broytingin er, at
eitt sáttmálin nú er galdandi
til 1. juli 2005 heldur enn 1.
mars 2005. Tískil er sátt-
málin galdandi í tvey ár og
fýra mánaðir.
Sáttmálin gevur 4,3% í
lønarhækkan 1. mars 2003
og somu hækkan 1. mars
2004. Hvørt ár hækkar
eftirlønargjaldið 1%. Aft-
urat eru ymsar umflokking-
ar gjørdar og vaktargjøld
ásett.
Maskinmeistarafelagið
roknar hetta til eina lønar-
hækkan áljóðandi 10,96%
yvir 28 mánaðir. Hetta er
eitt sindur meira enn ar-
beiðarafeløgini fingu yvir
tvey ár.
–Eg havi allatíðina
sagt, at maskinmeist-
ararnir kundu fáa tað
sama, sum feløgini á tí
privata arbeiðsmarkn-
aðinum, sigur Karsten
Hansen, sum kortini
heldur, at lønarhækk-
anin er alt ov stór
SÁTTMÀLI
Heri á Rógvi
Nú sáttmáli loksins er und-
irskrivaður og góðkendur
millum SEV og Maskin-
meistarafelagið,
so
er
Karste Hansen, landsstýris-
maður, framvegis sannførd-
ur um, at lønarhækkanin er
ov stór.
Men Karsten, sum hevur
síðsta orðið, hevur góðkent,
og harvið verður sáttmálin
nú settur í gildi.
– Eg havi allatíðina sagt,
at
maskinmeistararnir
kundu fáa tað sama, sum
feløgini á tí privata ar-
beiðsmarknaðinum samd-
ust um. Nú fáa maskin-
meistararnir tað sama sum
hini, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at tað so við
og við gjørdist greitt, at
arbeiðarafeløgini fóru at fáa
ein lutfalsliga stóra lønar-
hækkan, og tískil gekk hann
við til, at maskinmeist-
ararnir hjá SEV fingu tað
sama eftir hansara tykki.
Men undan semjuni á
privata arbeiðsmarknaðin-
um hevði Karsten ikki
góðkent eina níggju pros-
ent lønarhækkan.
– Teir privatu hava lagt
eina linju, og hana vóru vit
í hesum førinum noyddir at
fylgja, sigur Karsten Han-
sen.
Ov nógv
Sum landsstýrismaður í løn-
ar- og fíggjarmálum hevur
Karsten Hansen ábyrgdina
av, at føroyski búskapurin
klárar seg sum best. Skulu
vit trúgva landsstýrismann-
inum, so er hetta langt frá
tað besta, sum kundi henda
fyri búskapin.
– Eg havi eina ábyrgd
sum landsstýrismaður at
syrgja fyri, at vit framvegis
hava ein góðan búskapin og
eitt kappingarføri. Feløgini
hugsa sjálvandi um sínar
limir, men vit mugu øll hava
tað samfelagsliga í hugan-
um, sigur Karsten Hansen.
Og fylgjurnar av hesum
lønarhækkingum eru fyrst
og fremst verri kappingar-
føri, heldur landsstýris-
maðurin.
– Hjá tí almenna fer hetta
eisini at merkjast við, at vit
í fyrstu atløgu fáa fleiri
skattainntøkur av hægru
lønunum. Men hetta er
løtuvinningur, og vit eru í
stórum vanda fyri at brenna
ljósið í báðum endum, sig-
ur Karsten Hansen og vísir
til, at við verandi búskapar-
útlitum verður torført at
finna peningin at gjalda
hesar hægri lønir fyri.
Til samráðingar
1. oktober ganga ein longri
røð av sáttmálum hjá Kar-
sten Hansen út. Tá fakfel-
øgini á privata arbeiðs-
marknaðinum hava fingið
somikið stóra lønarhækk-
an, so er lætt at hugsa sær,
at Starvsmannafelagið og
hini feløgini fara at fáa í
øllum førum tað sama.
Vit spyrja eisini Karsten
Hansen um hetta. Hóast
hann skákar sær undan
spurninginum, so ásannar
hann, at tað verður ikki
sloppið
uttanum
hetta
soleiðis uttan víðari.
– Vit fara til samráðingar
við opnum sinni. Tey al-
ment løntu skulu ikki vera
verri fyri enn hini. Tey eru í
mínari verð verd sína løn,
sigur Karsten Hansen.
Lærdómurin
Seinastu nógvu tíðina hev-
ur málið um SEV, maskin-
meistarar og Karsten Han-
sen staðið rimmarfast ovast
á breddanum. Fleiri vildu
óivað verið hetta fyri uttan,
og teirra millum telist eisini
Karsten Hansen.
– Sæð í bakspeglinum
kundu vit verið hetta fyriutt-
an. Tað er neyðugt at fáa kalt
vatn í blóðið. Eingin hevur
fyrimun av hesum óskil-
inum, sigur Karsten Hansen.
Og eins og aðrir politik-
ararnar vil Karsten Hansen
hava greiðari viðurskifti á
arbeiðsmarknaðinum.
– Vit mugu hava tað sum
aðrastaðni við betri skipað-
um viðurskiftum og frá-
boðanarskyldu. Í Danmark
eru tað fakfeløgini, sum
ynskja høvuðsavtalur og
taka stig til hetta. Í Føroy-
um tykjast fólk berjast
ímóti øllum, sum líkist
skipaðum
viðurskiftum,
sigur Karsten Hansen.
Nýggjur sáttmáli
Framhaldssøgan við SEV, Maskinmeistarafelagnum og Karsten Hansen er nú liðug á hesum sinni. Fyri hesar tríggjar bíðar enn onkur trupul uppgáva í nærmastu
framtíð.
Mynd: Jan
Hóast tað hevur verið
hart í seinastuni, so
er formaðurin hjá
Maskinmeistarunum
nøgdur við endaligu
semjuna
SÁTTMÀLI
Heri á Rógvi
Formaðurin í Maskinmeist-
arafelagnum er bara heilt
væl nøgdur, nú ein nýggjur
sáttmáli, sum er góð-
kendur, er undirskrivaður
millum Maskinmeistarafel-
agið og SEV.
Vit sjálvandi heldur havt
tann fyrra sáttmálan, men
vit eru nøgdir. Vit vóru eis-
ini væl nøgdir við tann fyrra
sáttmálan. Tað var tí, vit
skundaðu okkum at skriva
undir, sigur Jógvan Nybo.
Men hví velur Maskin-
meistarafelagið at ganga
við til hetta?
– Vit dugdu at síggja,
hvønn veg tað bar, og vit
valdu tí at siga ja til hendan
sáttmálan, sum er full-
komiliga eins sum – bert
longdur fýra mánaðir.
Semingsstovnurin kom
ongantíð upp í leikin. Part-
arnir funu sjálvir fram til
eina semju.
– Hetta modellið hevur
verið uppi og vent fyri fleiri
vikum síðani. Tá kundi
Karsten Hansen ikki góð-
taka tað, men brádliga var
nóg gott, sigur Jógvan
Nybo.
Maskinmeistarafelagið
kravdi, at Karsten Hansen
skuldi boða frá alt fyri eitt,
um hann góðkendi sátt-
málin. Og tað gjørdi hann
so, soleiðis at sáttmálin
verður settur í gildi, og
maskinmeistararnir fáa síni
4,3% afturvirkandi.
– Vit vildu ikki enda í
sama sirkusinum aftur,
sigur Jógvan Nybo.
Tíðin ovast á breddanum
hevur ikki bara verið stutt-
lig hjá Maskinmeistarunum
Hetta hevur verið ótrúliga
hart. Men vit hava ikki ann-
að at samráðst til ein sátt-
mála sum vanligt, sigur
Jógvan Nybo.
Men taka Maskimeistar-
arnir ikki alt ov lítið atlit til
búskapin og samfelagsligu-
gongdina við einari so-
mikið stórari lønarhækkan?
– Eg eri als ikki samdur
við tí, at lønarhækkanin er
ov stór. Eg haldi, at lønir-
nar skuldu verið enn betri,
tí tær eru einki høgar sum
er, sigur Jógvan Nybo.
Jógvan Nybo, Maskinmeistarafelagið:
Væl nøgdur
Kemur tað til, at
nýggja Gjaldskipanin
verður tikin av, tí
nýggj kunngerð er
komin í gildi, so
útilokar Jørn Astrup
Hansen ikki, at Ele-
ktron og peninga-
stovnarnir draga
landsstýrið í rættin.
Astrup undrast á
nýggju kunngerðina,
sum er vend ímóti
peningastovnunum
PERSÓNSUPPLÝSING
Ingi Rasmussen
– Vit eru bilsin og duga ikki
heilt at gjøgnumskoða av-
leiðingarnar av hesum enn.
Tað er fyrsta viðmerking-
in frá Jørn Astrup Hansen,
bankastjóra og nevndarfor-
manni í Elektron, nú Høgni
Hoydal hevur gjørt av at
skera ígjøgnum í stríðnum
um persónsupplýsingarnar.
Jørn
Astrup
Hansen
hevði júst fingið kunngerð
nr. 94 frá 16. juni stungið í
hondina, tá Sosialurin fekk
orðið á hann. Hann helt, at
skuldi kunngerðin takast
fyri fult, so fór hetta at fáa
avleiðingar fyri alt pen-
ingaligt samskifti, sum er
millum Føroyar og onnur
lond.
Alt stríðið byrjaði við
einari nýggjari skipan, ið
peningastovnarnir tíðliga í
fjør settu í verk í Føroyum.
Hon nevnist Gjaldskipan.
Skipanin er ment í sam-
starvi millum Elektron og
Pengeinstitutternes Betal-
ings Systemer (PBS) í Dan-
mark og er ein føroysk út-
gáva av væl kenda Betal-
ingsService hjá PBS. Talan
er sostatt um sjálvvirkandi
peningaflytingar, sum fara
til Danmarkar at venda og
avgreiðast.
Sambært nýggju kunn-
gerðini er hetta ikki loyvt.
Men Jørn Astrup Hansen
sigur, at tey fyribils fara at
halda fram at brúka hana,
sum einki var hent, tí tey
hava fingið loyvi til tess frá
Dátueftirlitinum.
Nýggja kunngerðin er
afturvirkandi. Sagt verður,
at hon fær gildi frá 1. januar
2002, og tað er áðrenn
nýggja Gjaldskipanin kom í
gildi. Sostatt er lítið at ivast
í, at kunngerðin er ætlað at
fevna um Gjaldskipanina.
– Fer tað at vísa seg, at
Gjaldskipanin
verður
steðgað, so er ein nýggj
støða. Vit hava fingið loyvi
til at brúka hana, og eg
kann ikki útiloka, at talan
verður um eitt rættarmál, tí
tað hevur kostað okkum og
okkara kundum nógv at
fara yvir til skipanina, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Eitt rættarmál fer helst
bæði at snúgva seg um,
hvørt Høgni Hoydal hevur
lógina við sær, og í øðrum
lagi verður talan um eitt
endurgjaldskrav.
Jørn
Astrup
Hansen
undrast annars stórliga um
orðaljóðið í kunngerðini.
Hevði tað verið slagið av
upplýsingum,
sum
var
kjarnin í henni, so hevði
hann skilt tað. Men eftir
øllum at døma er ætlanin at
raka
peningastovnarnar
serliga.
– Eg upplivi hetta sum
serlóggávu fyri okkum, og
tað havi eg ilt við at skilja.
Um endamálið er at verja
Elektron, so hevði tað verið
best, um tosað var um hetta
millum partaeigararnar av
Elektron, sum eru lands-
stýrið og peningastovnarnir
í felag, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Kann enda sum rættarmál
Jørn Astrup Hansen er bilsin av nýggju kunngerðini, sum
steðgar útflutningi av persónupplýsingum og dugir ikki
gjøgnumskoða fylgjurnar enn
Høgni Hoydal kann
rokna við einum
politiskum ódnar-
veðri. Hann hevur í
einari feskari kunn-
gerð sligið fast, at
persónsupplýsingar
hjá bankunum kunnu
ikki flytast av landin-
um. Tað er beint
ímóti tí, sum pen-
ingastovnar og
vinnan hava ført
fram. Kristian Magn-
ussen, løgtingsmaður,
kallar tað valdsmis-
nýtslu og vil hava
løgmann upp í málið
PERSÓNSUPPLÝSING
Ingi Rasmussen
Málið um vernd av per-
sónsupplýsingum
hevur
fingið eina óvæntaða vend.
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður við lógarmálum,
hevur lýst eina kunngerð,
sum steðgar flyting av per-
sónsupplýsingum av land-
inum, har høvuðsinnihaldið
er peningaligar flytingar.
Tað merkir helst, at tann
Gjaldskipanin, sum pen-
ingastovnarnir hava brúkt í
meira enn eitt ár, verður
steðgað. Talan er eina før-
oyska útgávu av Betal-
ingService, sum Elektron
hevur ment í samstarvi við
PBS. Skipanin hevur við
sær, at allar sjálvvirkandi
flytingar fara til Danmarkar
at venda.
Kunngerðin kemur ikki
at raka gjaldkortini, FR-
kort og VISA-kort, tí eitt
undantak er, sum sigur, at
tað er í lagi at flyta persóns-
upplýsingar, tá tað fer um
staknýtaraskipanir.
Kunngerðin er lýst 16.
juni og hevur virknað frá 1.
januar 2002.
Óvæntað stig
Stigið er óvæntað, tí Høgni
Hoydal reisti málið sum eitt
tingmál fyrr í ár. Tað gjørdi
hann, tí tað var ivi um, hvør
tingsins vilji í grundini var.
Spurningurin er, um nýggja
lógin um vernd av persóns-
upplýsingum
frá
2001
fevndi um flytingar til Dan-
markar.
Rættarnevndin, har Jógv-
an á Lakjuni er formaður,
súltaði tilvitað málið, tí tað
vóru so nógvir ivaspurning-
ar, og tí kom tað ikki ígjøgn-
um hesa tingsetanina.
Í staðin hevur Høgni
Hoydal so sjálvur lýst tað í
einari kunngerð, sum hann
ætlaði at fáa tingið at lóg-
geva ígjøgnum. Sostatt
fekk tingið ongantíð høvi at
svara, hvat tað meinti,
áðrenn Høgni Hoydal skar
ígjøgnum.
Hamrandi ólógligt
Mannagongdin
skelkar
Kristian
Magnussen,
løgtingsmann
fyri
Javnaðarflokkin, sum hevur
fylgt
málinum
um
persónsupplýsingar serliga
væl. Hann hevði júst fingið
eitt vátt Kunngerðarblað
gjøgnum
hurðina
við
postinum, tá vit fingu orðið
á. Hann ánaði ikki, at
Høgni Hoydal hevði gjørt
eina kunngerð. Og hann er
milt sagt skelkaður.
– Nú er hann langt úti. Mín
niðurstøða er, at nú snýr tað
seg bara um at vinna.
Høgni Hoydal tolir ikki, at
hann ikki fær sítt ígjøgnum,
men
hann
hevur
ikki
lógargrundarlag fyri tí, sum
hann ger. Fyri at siga
akkurát, sum er, so er hetta
eftir
mínari
bestu
sannføring brand hamrandi
ólógligt, og tað undrar meg
stórliga, at aðalstjórin í
løgmálaráðnum
leggur
navn til. Tað boðar ikki frá
góðum
fyri
føroyska
løgfrøði, sigur Kristian
Magnussen.
Høgni
Hoydal
hevur
sambært lógini um vernd
av
persónsupplýsingum
heimild at gera kunngerðir,
sum útgreina lógina. Men
hann skal hava heimild í
lógini fyri tí, sum hann ger.
Og tað hevur hann ikki
sambært Kristian Magnus-
sen. Millum annað eru nøk-
ur atlit, sum siga, at upplýs-
ingar kunnu sendast til
trygg lond, og tað er Dan-
mark í hesum føri.
Rættarmál í væntu
Væntast kann, at stórur
partur av vinnuni fer at
leggja sak ímóti landsstýr-
inum. Eitt nú bankar, trygg-
ingar og onnur eru farin
yvir til Gjaldskipanina.
Føroyingar hava mest
sum slept tí gomlu V&T-
skipanini, sum varð gjørd á
Elektron, og nú er tað
Gjaldskipanin, sum stýrir
sjálvvirkandi
flytingum.
Áðrenn farið var at menna
skipanina, fekk Elektron
grønt ljós frá Dátueftirlitin-
um, sum er hægsti myndug-
leiki á økinum, og tí hava
tey sítt á tí turra og kunnu
við góðari samvitsku krevja
endurgjald frá landinum.
Aðrastaðni í blaðnum vátt-
ar Jørn Astrup Hansen,
bankastjóri, at tað kann
gerast avleiðingin.
Verður reist politiskt
Málið var so fekst, tá vit
tosaðu við Kristian Magn-
ussen, at hann enn ikki
hevði hugsað, hvat hann
ætlaði at gera. Men nú
heldur hann, at skerast skal
ígjøgnum.
– Eg haldi,at løgmaður
eigur at hyggja at málinum.
Hann skal hava eftirlit við,
at hansara landsstýrismenn
røkja sítt embæti á full-
góðan hátt. Um hann einki
ger, eigur landsstýrismála-
nevndin at taka málið upp,
tí Høgni Hoydal umsitur
ikki á fullgóðan hátt í hes-
um føri. Hetta er valdsmis-
nýtsla,
sigur
Kristian
Magnussen.
Tað eydnaðist ikki at fáa
orðið á Høgna Hoydal,
landsstýrismann,
áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Kunngerð elvir til politiskt rumbul
Nýggja Gjaldskipanin, sum Elektron umsitur, kann verða steðgað, tí Høgni Hoydal hevur lýst
eina nýggja kunngerð, ið steðgar flytingum av persónsupplýsingum uttanlands
Mynd: Jens K. Vang
Brot úr kunngerð nr. 94:
§ 1. Kunngerðin fevnir um persónsupplýsingar og
viðgerð av persónsupplýsingum hjá peninga-
stovnum
§ 2. Persónsupplýsingar og viðgerð av persóns-
upplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs
høvuðsinnihald og –nýtsla eru peningaligar
transaktiónir, flytingar ella annað samskifti
ella virksemi millum einstaklingar, virki,
stovnar o.t. í Føroyum, kunnu ikki flytast av
landinum. Heldur ikki kann ein partur av
hesum flytast av landinum.
§ 3. Brot á § 2, stk. 1 í kunngerðini verður revsað
við bót.
Fakta
C
M
Y
K
5
4