hósdagur 19. juni 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 113 - 19. juni 2003
Nr. 113 - 19. juni 2003
7
Fyri stuttum skifti
Hotel Eiði eigara og
navn. Nú eitur tað
Hotel Lonin, og eru
ætlanirnar hjá nýggju
eigarunum nógvar. –
Vit vilja hava hotellið
á landkortið, og vit
eru optimistisk nú vit
fara undir hesa
verkætlanina, sigur
Frank Nielsen, sum er
ein av nýggju hotel-
eigarunum
HOTEL
Ingrid Bjarnastein
Eiði: Tað luktar av frískum
blómum í gongini á Hotel
Lonini á Eiði. Og tað er
kanska heldur ikki so
undarligt, tí sum ein kemur
inn, so standa blómutyssi
og samanplantingar í hópa-
tali á einum borði.
Hotel Eiði, sum nú eitur
Hotel Lonin, skifti fyri
stuttum eigara og navn.
Leygardagin var móttøka á
hotellinum, har knapt 200
fólk stukku inn á gólvið at
heilsa uppá nýggju eigar-
arnar. Og teir hava veruliga
sett spitarin í botn, nú há-
árstíðin so smátt er byrjað.
– Vit vóru í holt við at
klæða eini hús, tá fyrrver-
andi eigarin kom framvið
og segði, at nú var hann til
reiðar at selja hotellið, sig-
ur Frank Nielsen, sum sam-
an við systrini Lis Nielsen,
bróðrinum John Nielsen og
báðum foreldrunum Hans
Jørgen og Jóhonnu Nielsen,
eiga og reka hotellið.
– Tað eru eini átta ár síð-
ani vit fyrstu ferð spurdu
hann um hann var sinnaður
til at selja hotellið, og síð-
ani tá hava vit við jøvnum
millumbilum spurt, men
tað hevur sum oftast verið í
spølni.
Á páskum var so farið í
gongd við yvirtøkuna av
hotellinum, og síðani tá
hevur tað gingið skjótt
frameftir.
Hans Jørgen og Jóhanna
hava havt Lonina í Elduvík
í fleiri ár, men ein lítil mat-
stova og eitt hotell er ikki
júst tað sama. Hvørki í vavi
ella í rakstri.
– Vit hava havt gestir síð-
ani vit lótu upp. Vit byrjaðu
við einum fótbóltsbraki tá
dysturin millum Føroyar og
Týskland var, og tá høvdu
vit 84 fólk sitandi til borðs
í matstovuni, greiðir Frank
frá.
Á landkortið
Ætlanin hjá nýggju eigar-
unum er at fáa hotellið á
landkortið.
– Vit vilja geva fólki eitt
gott upplivilsi, so tey koma
aftur til okkara. Ætlanin er
eisini at fáa tey lokalu við,
tí tað ber ikki til at liva av
ferðafólki í Føroyum. Her
skal altíð verða opið, tí tað
er keðiligt hjá fólki at koyra
til einkis, men beint nú,
taka vit tað bara sum tað
kemur, sigur nýggi hotell-
eigarin.
Nógvar ætlanir liggja eis-
ini frammi á borðinum.
Okkurt skal gerast í stand,
men beint nú verður dent-
urin lagdur á, at hava tað
reint og pent. So kunnu
umvælingarnar
fara
í
gongd, tá háárstíðin er av.
– Vit hava nógv hugskot,
men um øll kunnu gjøgn-
umførast vita vit ikki. Hetta
er ein stór avbjóðing fyri
okkum, og eg havi ongar
royndir innan hotellvinn-
una uttan tað, at eg havi
verið gestur á nógvum
hotellum, sigur Frank og
stórflennir. Hann leggur
síðani afturat, at hann hev-
ur arbeitt sum náttarvakt á
einum hotelli í tríggjar
mánaðir, men annars eru
royndirnar ongar.
– Hetta er ein gamal
dreymur, og tú lærir allatíð-
ina. Vit eru optimistisk, og
vænta, at hetta fer at ganga.
Vit hava lagt eina fíggjar-
ætlan fyri árið, og okkara
einasta mál í løtuni er at fáa
hana at bera seg.
Annars kann til stuttleik-
ar nevnast, at í røðuni, sum
Tordur Niclasen, borgar-
stjóri á Eiði helt til móttøk-
una leygardagin, nevndi
hann, at tann dagin, 14.
juni, fyri júst 20 árum
síðani helt hann røðu, tí tá
lat hotellið á fyrsta sinni
upp.
Hotel Lonin á Eiði:
Fáa hotellið á landkortið
John Kruse hevur saman við systkjum og foreldrum keypt Hotel Eiði, sum nú eitur Hotel Lonin
Hotel Lonin skal nú á
landkortið, siga nýggju
eigararnir
KONSERT
Ingrid Bjarnastein
Fríggjakvøldið 20. juni
verður rock-konsert í Losj-
uni í Gøtu.
Við verða teir báðir Prix
Føroyar
finalubólkarnir
Gestir og Makrel.
Gestir,
sum
kunnugt
vunnu Prix Føroyar kapp-
ingina, skulu seinast í juni
mánaði niður til Danmark-
ar at spæla á Nibe festival-
inum í Jútlandi. Og í hesum
sambandi hava teir gjørt
rættiliga fitt av nýggjum
tilfari.
Á konsertini í Gøtu verð-
ur høvi hjá áhugaðum at
fáa ein lítlan forsmakk av
hesum.
Herfyri gav bólkurin
Makrel,
sum
gjørdist
nummar trý til Prix Føroyar
í ár, fløguna »Makrel
Stinkar« út.
Báðir bólkarnir eru ann-
ars eisini við á nýggju fløg-
uni »Prix Krem«, sum júst
er komin út.
Dyrnar lata upp klokkan
22, og kostnaðurin er 80
krónur.
GONGUTÚRUR
Ingrid Bjarnastein
Eysturoyar Kunningarstova
skipar sunnudagin 22. juni
fyri gongutúri niðan á
Malinsfjall á Viðoynni.
Farið verður av Leirvík
klokkan 11 um morgunin,
og frá Klaksvík verður
bussur til Viðareiði.
Frásøgumaður á túrinum
verður Eljón Simonsen.
Túrurin er miðaltungur at
ganga.
Til ber at melda seg til á
Kunningarstovunum
í
Eysturoynni á telefon 449
449, 444 860 og 211 449.
Gestir og Makrel
í Gøtu
Gongutúrur niðan
á Malinsfjall
Gestir og Makrel skulu fríggjakvøldið spæla til konsert í Losjuni
í Gøtu
Áttanda árið á rað er
italiumaðurin,
Andrea Rossi, í
Føroyum. Honum
dámar so væl her, at
høvdu umstøðurnar
loyvt tí, so hevði hann
flutt til Føroya. –
Føroyingar eru meira
framkomnir og
siviliseraðir enn
onnur fólk. Her ber
til at fara út uttan at
læsa eftir sær, og tað
er takk til fólkið, at
hetta letur seg gera.
Tí frið kanst tú ikki
keypa fyri pengar,
sigur Andrea Rossi,
sum er lækni úr
Genova í Italia
SUMMARGESTUR
Ingrid Bjarnastein
Eiði:
Nógvir
serligir
summargestir vitja oyggj-
arnar nú háárstíðin so smátt
er byrjað. Og ein av teim-
um er Andrea Rossi, sum er
úr Genova í Italia. Hetta er
áttanda árið á rað, at
Andrea er í Føroyum, og
honum dámar so væl, at
hann ætlar sær at halda
fram við at koma til Før-
oya, so leingi hann kann.
– Eg havi verið her hvørt
ár síðani 1996. Konan og eg
ætlaðu at fara til Íslands í
tríggjar vikur, men so
broyttist ymiskt, og vit
kundu bara vera burtur í
eina viku. Tá hildu vit, at
Ísland var ov stórt, so vit
komu her, sigur Andrea,
sum minnist, at tað regnaði
alla tíðina.
– Ja, vit vóru rættiliga
óheppin við veðrinum, so
vit sóu ógvuliga lítið. Men
tað, vit sóu, dámdi okkum,
so vit komu aftur árið eftir,
og tað var tá, at vit for-
elskaðu okkum í landinum.
Sæð næstan alt
Andrea hevur ferðast nógv
í Føroyum tey átta árini
hann hevur verið aftur-
vendandi gestur. Men hvørt
ár hevur hann búð í Lonini
í Elduvík, og tað ger hann
eisini í ár. Sjálvt um eigar-
arnir hava fingið eitt stórt
hotell á Eiði, so vil hann
heldur búgva í Elduvík.
– Eg havi sæð næstan alt,
sum er at síggja í Føroyum.
Men trúgv tí ella ei, so havi
eg ongantíð verið í Nólsoy
enn, sigur hann og flennur.
Andrea greiðir frá, at
hvørja ferð hann skal fara,
so er tað keðiligt veður, og
um ein skal ganga út á
Borðuna, so má veðrið
helst vera hampuligt.
Kona Andrea hevur sein-
astu árini ikki verið við í
Føroyum. Henni dámar ikki
eins væl at ganga og hann.
– Eg eri ein náttúru-
elskari. Arbeiðið hjá mær
er ógvuliga krevjandi, men
tá eg komi til Føroya, so
slappi eg av. Staðið, eg
komi frá, og Føroyar hava
onki til felags, og tað er tað,
mær dámar so væl.
Yndisstaðið
Sum sagt, so hevur Andrea
sæð tey flestu støðini í Før-
oyum. Men tað eru støð,
sum honum dámar betri
enn onnur.
– Eg kann ikki lata vera
við at nevna Mykines. Eis-
ini vitin har norðanfyri
Trøllanes. Tá tú situr har,
hevur tú so gott útsýnið og
tú ert einsamallur við tær
sjálvum. Og so sjálvandi
eisini tað, at tú ert á eini út-
oyggj. Allar tær lítlu bygd-
irnar dámar mær eisini væl.
Gjógv og ein túr niðan í
Ambadal. At taka bátin til
Fugloyar er eisini sjarmer-
andi, sigur Andrea, sum
sjálvandi eisini hevur verið
á Slættaratindi. Og henda
dagin, vit fáa orðið á hann,
hevur hann verið við Fjalla-
vatn. Um honum dámar
støðini hann sær, so vendir
hann aftur, tá høvið býðst.
Túrarnar
ger Andrea
sjálvur. Tá konan var við
tey fyrstu árini vóru tey
sjálvandi saman, men sigur
Andrea, at honum dámar
best at gera túrar einsamall-
ur.
– Mær dámar best at fara
har, sum eg kann sita og
hugsa og gera eina ferð
innan í mær sjálvum. Tað
eru nógvir mátar at ferðast
uppá, og hetta er mín. Nógv
fara til eitt nýtt stað hvørt
ár, og ferðast runt og síggja
eitt nýtt pláss hvønn dag.
Men tá alt kemur til alt, so
hava tey onki sæð. Eg plagi
at seta meg niður í eini tveir
tímar, og síðani finna meg
sjálvan,
greiðir
italiumaðurin frá.
– Tað er stuttligt at koma
til Føroya. Eg havi fingið
nógvar vinir her. Til dømis
hitti eg tað eina árið eitt
belgiskt par, og tey havi eg
samband við enn.
Andrea sigur, at tað er
gott fyri atmosferuna at
koma til Føroya.
– Og maturin er framúr
góður. Sjálvt um eg eri
italienari, so dámar mær
væl matin her. Matur er
mentan, og eg havi sjálv-
andi roynt grind og lunda,
og tað, sum hartil hoyrir.
Men tá tað kemur til mat,
so eru Føroyar staðið at
vera.
Kennir seg væl
– At koma upp her er at
kenna seg væl. Onki annað.
Tað er her eg vil verða, og
punktum. Eg haldi ikki, at
nakað skal broyast við Før-
oyum. Eg havi onki ímóti,
at tað verður soleiðis altíð.
– Men við nøkur fólk sigi
eg, at tey skulu ikki fara til
Føroya. Fólk ferðast av
ymsum orsøkum, og um tey
hava brúk fyri roki og
larmi, so er hetta ikki staðið
at koma.
Andrea heldur, at føroy-
ingar eru seg sjálvir.
– Fólk eru tey, tey eru.
Tað er so ymiskt at ferðast
her og aðrastaðni. Eg vildi
sagt, at tað var meira per-
sónligt, at vera í Føroyum.
Eg vóni ikki, at hetta verður
til eitt stórt ferðamanna-
land. Onki nýtist at broyt-
ast. Eg haldi, at tað riggar
fínt soleiðis. Tað, at tær ikki
nýtist at læsa bilin tá tú fert
út ella, at tú ikki nýtist at
hugsa um, at tú skalt læsa
húsini, er gull vert. Føroy-
ingar eru bara nógv meira
framkomnir og siviliseraðir
enn aðrastaðni úti í heimin-
um, og teir stóla uppá
hvønn annan. Og tað er
takk til fólkið, at tað er
soleiðis, tí frið kanst tú ikki
keypa fyri pengar.
Løðast
Arbeiðið hjá Andrea er
stressandi. Hann hevur
nógv at gera, og aftaná eitt
ár av arbeiði kennir hann
seg útbrendan.
– Eg havi brúk fyri at
koma til Føroya. Eg skal
løðast upp aftaná eitt ár av
arbeiði. Eg veit, at tað er
friðarligt her, og kann
savna orku saman. Her eru
ikki so nógv fólk, og landið
er fullkomið tá ein skal
slappa av.
– Í hesum døgum er tað
ringt at finna tíð, sum er til
sín sjálvs. Tað er ringt at
finna pláss, sum bara er til
tín. Tá eg komi til Føroya,
so hugsi eg um meg sjálv-
an, og finni útav, hvar eg
standi. Tað er týdningar-
mikið fyri meg at koma her.
Sum ein spegil, har eg
veruliga fái tíð at hyggja at
mær sjálvum. Men her skal
sigast, at eg stuttleiki mær
sjálvandi eisini.
Andrea greiðir frá, at um
tú ein góðveðursdag í Italia
hevur hug at fara ein túr í
fjøllini, so er tað heilt vist,
at tú ert ikki tann einasti,
sum hevur fingið tað hug-
skotið. Tí tá er tað sum allur
býurin hevur flutt seg út í
fjøllini.
– Her kanst tú seta bilin
frá tær, og ganga eitt petti
og tú hevur frið. Allastaðni
eg havi verið, havi eg havt
tað gott. Fólk eru blíð, og tá
tey geva tær okkurt, so er
tað frá hjartanum. Tey lata
hurðina upp fyri tær, og tá
hon verður latin upp, so
gera tey tað ordiligt.
Um umstøðurnar høvdu
loyvt tí, so hevði Andrea
kunnað hugsað sær at flutt
til Føroya. Men soleiðis
verður tað helst ikki. Hann
sigur, at konan hevði ikki
kunnað búð nakra aðra-
staðni enn í Italia, og so
høvdu arbeiðsumstøðurnar
helst ikki loyvt tí heldur.
– Fólkatalið her er á
stødd við ein lítlan bý í
Italia. Eg havi vant meg við
at arbeiða nógv, og hava
nógv at gera. Og um eg
hevði komið her, so hevði
tað verið nógv minni til
mín at gjørt. Men tað hevði
sjálvandi
verið
gott.
Arbeiðsrútman hevði verið
minni
streingjandi,
og
arbeiðshátturin hevði verið
nógv øðrvísi. Men so løgið
tað ljóðar, so meira tú
arbeiðir, so er tað verri og
verri at venja seg við at
arbeiða minni.
Men Andrea dylir ikki
fyri, at um hann hevði verið
einsamallur, so hevði hann
komið til Føroya.
– Kanska ikki altíð. Men
í øllum førum í eitt ár. Eg
vil fegin seta meg meira inn
í samfelagið og koma at
kenna meira fólk.
– Men eg eri ikki í iva
um, at til Føroya fari eg
halda áfram við at koma, so
leingi sum eg kann, sigur
Andrea Rossi, úr Italia at
enda.
Friður kann ikki keypast
Myndatxt: Andrea Rossi úr Genova í Italia er áttanda árið á rað í Føroyum. Honum dámar væl, og ivast ikki í, at hann fer at
halda fram við at koma
C
M
Y
K
7
6
veitst tú ikki tað?